leygardagur 23. november 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vemmiligt at síggja hatta
vælnøgda snýðið á Álvi
Kirke, eftir at hann hevði
framt eina ta mest ókristil-
igu og ljótu gerð ímóti
mannaættini, sum vit hava
sæð her á klettunum.
Løgið, sum tað altíð eru
tey, sum njóta best av tali-
og trúarfrælsinum, sum
hava størst trupulleika av,
at onnur hava sama frælsi.
Orsøkin til, at Álvur sá
so vælnøgdur út aftaná
hesa ljótu gerð, var iva-
leyst ikki, at Álvur er eitt
ringt fólk. Eg ivist ikki í,
at Álvur veruliga heldur, at
hann er tænari Guds. Tað
er tíverri so, at nógvir av
harðrendastu búrkroppun-
um upp ígjøgnum tíðirnar
hava hildið seg verið
tænarar Guðs. Hetta eru
svøk fólk, sum hefta seg
við eitt lítið brot í Bíbliuni
og liva júst hetta brot.
Lat tað vera sagt beinan-
vegin, at skulu vit liva eftir
Bíbliuni beint sum hon er
skrivað, so skal samfelagið
gerast umfevnandi um. Til
dømis verður tað at hava
samkynta samlegu sett
sum verandi ein deyðssynd
á sama støði sum um ein
pápi sær son sín naknan.
Eg hevði mín ársgamla
son í bað ígjár, og fyri
stuttum var eg í svimji-
høllini við eldra soninum -
nær fer Álvur at savna inn
undirskriftir móti hesum
deyðssyndum?
Tað er Álvur sjálvur,
sum ger av um hann vil
liva sum samkyntur ella
hinkyntur. Men í einum
landi, har persónligt frælsi
er lógartryggjaður rættur,
sleppur Álvur bert at gera
hetta av fyri seg sjálvan.
Ja, og hvat rakar tað Álv,
hvussu restin av okkum
liva? So leingi sum vit ikki
gera skaða á onnur, so eiga
vit at sleppa at liva sum
okkum lystir.
Tað er ein brotsgerð
ímóti mannaættini at
forfylgja fólki fyri teirra
trúgv, húðalit ella kynslig-
heit. Tað sum Álvur og
2.500 onnur fólk hava
gjørt, er at skriva undir
uppá, at onnur ikki hava
rætt at liva undir somu
rættarkorum sum restin av
okkum.
Hetta er so vemmiligt, at
eg havi hug at gráta. Hetta
er so ókristiligt, at Jesus
grætur. Hetta er so galið,
at tey sum hava undir-
skrivað áttu at biðið tey
samkyntu um umbering.
Álvur og hansara fólk
hoyra til tey mest andaliga
víðgongdu í samfelagnum.
Eftir mínari metan eru tey
so ekstrem, at fornuftin
langt síðan er rokin. Men
tey eiga at sleppa at liva
sum tey vilja, og siga tað
tey vilja, so leingi sum tað
ikki gongur út yvir nakran
annan. Hví skulu tey so
verða tey fyrstu at leggja
eftir frælsinum hjá øðrum
at liva sum tey ynskja?
Hetta er at fara longur
enn talifrælsi loyvir, hetta
gongur útyvir onnur.
2
Sosialurin Nr. 226 - 23. november 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Helvitis einglakór
Niels Uni Dam skrivar:
AFTURHVARV
Eirikur Lindenskov
Í mars 1977 skipaði
Kvinnufylkingin fyri mót-
mælisfundi á Vaglinum í
Havn.
Endamálið við fundinum
var at lýsa støðu kvinnunn-
ar í samfelagnum og ann-
ars at vísa á ymiskar skeiv-
leikar, sum eftir hugsan
Kvinnufylkingsins okkurt
mátti gerast við.
Eitt av hesum málum var
at bøta um korini hjá
kvinnuni á arbeiðsmarkn-
aðinum, líkaløn, avtøku av
samskattingini, fleiri barn-
agarðar og vøggustovur o.
s. fr.
Á síggjast kvinnurnar, tá
tær eru á veg oman á Vagl-
ið, har fleiri røður vóru
hildnar.
Lollipops á vitjan
Í juni í 1977 vitjaði kendi
danski poppbólkurin, Loll-
ipops í Føroyum. Bólkurin
hevði tvær væleydnaðar
konsertir í Ítróttarhøllini í
Havn. Tað vóru teir tríggir,
Henrik Lund og brøðurnir
Torben og Jørgen Lund-
green, ið myndaðu Lolli-
pops.
Teir byrjaðu fyrst í sekst-
iárunum, 10-11 ára gamli,
at syngja og spæla saman,
og gjørdust longu tá kendir
í norðanlondum.
Lollipops hevur, um-
framt í teim skandinavisku
londunum, eisini verið
konsertferðir í Vesturtýsk-
landi, Belgia, Luxemburg,
Hollandi, Fraklandi og Ís-
landi
Pauli Ellefsen fær
fótin fastan
Á fólkatingsvalinum 1.
mars í 1977 hendi eitt
skifti í føroyskum poli-
tikki. Erlendur Patursson,
sum varð valdur á fólka-
ting í 1973 og 1975 fall
fyri nýggja stjørnuskoti-
num hjá Sambandsflokki-
num, Paula Ellefsen, sum
eisini setti atkvøðumet við
3.581 persónligum atkvøð-
um.
Jóhan Nielsen úr Javnað-
arflokkinum varð aftur-
valdur við 2479 atkvøðum.
Sambandsflokkurin fekk
5173 atkvøður og gekk
1960 atkvøður fram.
Javnaðarflokkurin fekk
3680 atkvøður, hann misti
424, og Tjóðveldisflokkur-
in fekk 3062, hann misti
490 atkøvður.
Fólkaflokkurin fekk við
hetta valið 2771 atkvøður,
Sjálvstýrisflokkurin 551 og
Framburðsflokkurin 207
atkvøður.
Kelda: Árið ið fór 1977
Kvinnufylking, Lollipops og
stjørnuskot Sambandsfloksins
Kvinnufylkingin í mótmælis-
gongu oman eftir Niels Fin-
sensgøtu í Havn á kvinnu-
degnum í 1977
Nýggja stjørnuskotið hjá
Sambandsflokkinum, Pauli
Ellefsen, vann sær sjálvum og
flokkinum stórsigur á
fólkatingsvalinum 1. mars
1977
Torben Lundgreen úr
Lollipops á konsertini í
Ítróttarhøllini í juni 1977
Nakrar hendingar, ið fóru fram fyri 25 árum síðani – í 1977
Sosialurin Nr. 226 - 23. november 2002
3
VEITSLULAG
Árni Joensen
Hóast flestu føroyingum dámar
ræstan fisk, man tað vera sjáld-
an, at eitt ræst sporl liggur fremst
á bakkanum á veitsluborði í
Føroyum. Tað sama kann fyri
tann skyld sigast um garnatálg-
ina og spikið. Í dag munnu kote-
lettin og kjøtfrikadellan hava
skumpað tann ræsta fiskin av
borðinum í flestu heimum, og
tann brúna ella okkurt fremmant
sósaslag hevur á sama hátt loyst
garnatálgina av. Vandin fyri at
fáa karm av at reinsa skarngarn-
arnar er heldur ikki tann sami í
dag, nú flestu skarngarnarnar
enda í einum ruskposa ella í
einari bingju. Spikið hevur hóast
alt tosið um kyksilvur og heila-
kanningar á Harward varðveitt
eitt sindur meiri av sínari støðu,
men tað man vera grindini fyri at
takka.
Tey, sum ganga undir heitinum
útisetar, eru av góðum grundum
farin uppaftur longur burtur frá
teimum "gomlu" føroysku mat-
vanunum. Ræstar greipur,
garnatálg og spik eru ikki at
finna í kølidiskunum í Bilka,
Føtex ella Kvickly, og svína-
oksakjøt og høsnakjøt munnu
vera tað, sum dagliga kemur á
borðið í útisetaheimunum. Einki
ilt at siga um tað, tí tað fær valla
verið ørvísið. Og so slepst heldur
ikki undan tí veruleika, at tann
rami ræsti roykurin er ikki júst
tað, sum fellur útlendsku nasun-
um best, skuldi ein verið so
heppin at fingið nakrar greipur
sendandi úr Føroyum.
Rætti roykurin
At ræsti fiskurin er í hásæti
millum útisetar sást týðiliga, tá
føroyingafelagið í Mið- og
Vesturjútlandi herfyri skipaði
fyri veitslu, har borðreitt
varð við røstum fiski,
garnatálg og spiki.
Tað er einki yvir at
dylja, at tað kend-
ist bæði heimligt
og forkunnugt
ísenn at kenna
tann ræsta royk-
ing í teirri donsku
heystarluftini, og
hóast ein ikki var
staðkendur, var eingin
trupulleiki at finna
veitslustaðið. Tað ráddi bert um
at ganga eftir roykinum.
Her var eingin roykur av
eysturlendskum kryddurtum ella
amerikanskum fast food, men
tann rami føroyski ræsti royk-
urin. Tað sást eisini á gestunum,
at tey gleddu seg. Summi settu
nasarnar upp í ættina úti í túnin-
um, andaðu djúpt og vildu mest
sum ikki lata luftina sleppa
útaftur. Innanfyri sótu onnur og
bíðaðu eftir, at maturin kom á
borðið.
Í køkinum á eftirskúlanum, har
veitslan var, stákaðust nevndar-
limirnir í felagnum og onnur við
døgurðan. Tær stóru grýturnar
stóðu útiá við fiski, aðrar við
eplum, og í einari av teimum
minnu grýtunum brásaði garna-
tálgin. Onkur var millum gestir-
nar, sum ikki legði so nógv í
ræsta fiskin, so í ovninum stóð
onkur steikin at borðreiða fyri
teimum, hvørs magi og sodning-
arevni
kanska ikki vóru brynjað til tann
serføroyska døgurðan.
Tá farið varð til borðs, vórðu
gestirnir kunnaðir um, at nóg
mikið var til, og hóast kokkarnir
ikki høvdu verið sparnir, tá teir
høvdu lagt uppúr, var tað kortini
eyðsýnt, at fólk settu sær fyri at
fáa mettuna. Fiskurin vísti seg at
vera óføra góður. Hann var nú
ikki føroyskur, men felagið
hevði fingið hann frá onkrum
sjómanni í Hanstholm, sum
hevði ræsað hann umborð. Ella
sum onkur helt fyri: Fullveldi
ella ikki, sjórokið í Norðsjónum
ger í hvussu er somu nyttuna
sum sjórokið undir Føroyum.
Garnatálgin gjørdi sum altíð
undurverkið, og hon var í hvussu
er føroysk. Somuleiðis spikið.
Í essinum
Tann danski durasnapsurin kom
sum altíð væl við, tá ræst verður
etið, og hýrurin við borðið
var eisini óføra góður.
Sum altíð á slíkum
útisetaveitslum
varð dúgliga
sungið. Kom
okkurt, sum
líktist einum
kvæða- ella
vísulagi, tóku
fólk í hondina
hvør á øðrum, og
tey fægstu mundu gáa
eftir snikinum á
fingrunum á honum ella henni,
sum undir liðini sat. Tað var ikki
sørt, at hesin borðsiðurin hetta
kvøldið minti um borðsiðin hjá
okkara gomlu norrønu
forfedrum, soleiðis sum vit hava
sæð tað í filmi ella aðrastaðni.
Hugtakið hygieina var ikki tað,
sum lá fremst í huganum eina
slíka løtu. Hetta var føroyingurin
í tí rætta essinum.
Aftan á borðhaldið varð farið
aftur til nútíðina, tá Eiler og
Hallur við teirra vinmonnum
spældu til dans. Tó so, onkur
vísan var uppímillum. Stundir
vóru eisini til at práta um leyst
og fast, men kanska minst um
veður og vind, sum annars sigst
liggja fremst hjá okkum føroy-
ingum, men veðurlagið á flat-
londum er nú heldur ikki tað
sama sum heima.
At fólk vóru fegin og væl nøgd
um kvøldið sást ivaleyst best á tí
góða huginum til dansin, sum
gekk lystiliga langt út á náttina.
Tá fór at tynnast, tí summi
mundu hava langt til húsa.
Øðrum nýttist bert at fara í
kjallaran, tí har hevði felagið
útvegað avstaðsfólkinum song.
Og tað mundi koma væl við.
Eitt var semja um: Ræstur
fiskur er væl egnaður sum
veitslumatur.
Har ræstur fiskur er veitslumatur
Føroyingafelagið í Mið- og Vesturjútlandi umfatar Viborg Amt
og Amt. Felagið varð stovnað í 1994, og limatalið skiftir millum
60 og 80. Felagið skipar fyri tveimum veitslum um árið, einari
um heystið og einari um várið umframt jólatiltaki og øðrum
tiltøkum. Í nevndini í felagnum sita Poul Poulsen, formaður,
Mary Ann Joensen, næstformaður, Hjalti Joensen, kassameistari
og skrivari, Inga Ludvig, Bjarna Haraldsen og Hannemia
Jensen.
At ræstur fiskur er veitslumatur hjá summum sást, tá
Føroyingafelagið í Mið- og Vesturjútlandi fyri trimum vikum
síðani skipaði fyri veitslu
Vestmenningurin Poul og sumbingurin Páll leggja uppúr
Kassameistarin Hjalti úr Oyndarfirði var væl nøgdur við ta góðu
undirtøkuna
C
M
Y
K
23
22