leygardagur 23. november 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 226 - 23. november 2002
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
Nógv hevur seinasta árið verið at
hoyrt um Afghanistan, Al Queda,
Osama Bin Ladin, Khabul,
yvirgangsmenn og krígshóttanir.
Laura Thomsen hevur í eitt
hálvt ár verið sjúkrasystir í Af-
ghanistan eftir yvirgangsálopini
tann 11. september í fjør. Hon er
við í felagsskapinum »Læknar
uttan landamørk«. Laura er fødd
í Føroyum og hevur búð í Føroy-
um fýra tey fyrstu árini av lívi
sínum. Foreldur hennara eru úr
ávíkavist Sumba og Fámijn.
– Eg eri hvørt ár í Føroyum
minst eina ella tvær ferðir, sigur
Laura Thomsen, sjúkrasystir. -
Eg hevði eina gamla ommu í
Sumba, men hon doyði meðan eg
var í Afghanistan, tí hon var so
sjúk. Men eg var og vitjaði hana
beint innan eg fór avstað.
Í desember mánaða í fjør fór
Laura, sum dagliga starvast sum
sjúkrasystir í Keypmannahavn,
til Afghanistan. Har skuldi hon
búleikast næsta hálva árið.
Álvarsom støða
Í Afghanistan hevði Laura
ábyrgdina fyri seks føðslustøð-
um, harav trý vórðu latin upp
meðan hon var har.
–Eg búði í norðara partinum
av landinum. Har hevði verið
turkur í trý ár, og tí var støðan
rættiliga álvarssom. Fleiri flótta-
fólk vóru á veg til landið, og
serliga nú eftir, at Talibanstýrið
fall, greiðir Laura frá.
Tað Laura og hini frá »Lækn-
um uttan landamørk« gjørdu var
at geva mat til børn undir fimm
ár og til kvinnur, ið vóru við
barn.
– Fyri at finna útav, hvussu
stórur tørvurin var, fóru vit fyrst
runt í fjøllunum, har vit spurdu,
hvussu skilið var. Hvussu langt
síðani tað var, at tey høvdu etið
og so framvegis.
Skjótt gjørdist tað greitt, at
støðan var rættiliga álvarssom.
Tær flestu familjurnar høvdu
næstan ongi djór eftir, og nógvar
familjur vóru eisini byrjaðar at
selja døtur sínar.
Mulleh, sum er tann hægsti
presturin í einum øki, hevur
nógva makt. Døtrarnar hjá
familjum vóru tí seldar til klan-
leiðarar ymsastaðni, og av tí, at
ikki ein regndropi er komin
niður av himmalinum seinastu
trý árini, so hevur avgrøðin verið
vánalig hvørt ár síðani einaferð í
90´unum.
– Vit fóru so inn og royndu at
meta um, hvussu stórur tørvurin
var fyri mati. Vit fingu hveiti frá
World Food Program, sum er ein
deild undir ST. Síðani góvu vit
matin víðari til tey ymsu. Vita-
minir og klæðir eisini, tí veturin
er ógvuliga kaldur. Tað kann
verða heilt niður í fimm kulda-
stig, greiðir Laura frá.
Áhugavert
– Fyri meg var tað ógvuliga
áhugavert at uppliva eina slíka
støðu. Sjálvandi var tað eisini
hart at síggja øll tey hungraðu
børnini, men sjálvt um støðan
var so vánalig, so vóru afghanar
eitt heilt ótrúliga vinarligt og
fyrikomandi fólkaslag, fortelur
sjúkrasystirin víðari.
Laura helt, at tað keðiliga við
landinum var, at tað var ein lítil
prosentpartur av íbúgvunum,
sum gjørdu alt so ringt fyri rest-
ina av fólkinum. Meginparturin
av íbúgvunum ynskti frið í land-
inum.
– Tað hálva árið eg var har, var
ógvuliga friðarligt. Ongin ófriður
á nakran hátt. Men tað komst
eisini av, at aftaná 11. september,
so vóru nógvir hermenn frá ST
og fleiri amerikanskir serfrøð-
ingar í landinum. Hetta gjørdi, at
talibanarnir hildu lágan profil.
Men so skjótt USA fór út úr
landinum aftur, so byrjaði ófrið-
urin aftur.
Laura sigur tó, at fólkið í
Afghanistan er ótrúliga positivt
og optimistiskt. Tá Laura og
hinir læknarnir koyrdu í gjøgnum
bygdirnar, so klappaðu tey - helst
einamest tí tey hildu og læknar-
nir vóru amerikanarar.
– Syrgiligast av øllum er nú, at
Afghanistan er eitt gloymt land.
USA og heimsbankin lovaðu,
tann tíð tað var, at rudda upp og
fáa heilsuverkið og undirstøðu-
kervið aftur at koyra, men tað er
alt gloymt í dag.
Fólkið í norðurpartinum av
Afghanistan býr í jørðholum. Tey
búgva í klettunum í holum, sum
eru gjørdar úr leiri. Nógv av
húsunum eru krógvað soleiðis, at
tey síggjast ikki aftur í landslag-
num.
Arbeiðsloysið er stórt í
Afghanistan, og gera tey flestu
onki. Um familjan ikki hevur
jørð, so hava menninir onki at
gera. Tey sita bara inni í køkin-
um ella inni í húsinum.
Maturin, tey eta er te og breyð,
og hetta hava tey etið nógv av
tey seinastu tvey árini.
– Tað sást so væl á teimum, at
tey høvdu etið ov lítið og fingið
skeiv føðsluevnir. Ongar vita-
Afghanistan er eitt gloymt land
Laura Thomsen, sum upprunaliga er úr Føroyum, men
sum hevur búð í Danmark síðani hon var fýra ára gomul,
hevur verið sjúkrasystir í Afghanistan í eitt hálvt ár
Ein onnur biddaragenta, Malig, sum Laura gjørdist so góð við
Sosialurin Nr. 226 - 23. november 2002
5
minir, og tað sást á neglunum hjá
teimum, og nógv høvdu eisini
mist hárið. Nógv høvdu eisini
fingið skyrbjóg, sum er ein sjúka
av c-vitamintroti, fortelur Laura.
– Fyrr vóru tað næstan bara
sjómenn sum fingu tað sjúkuna,
men hon var rættiliga útbreidd í
Afghanistan, og tað er ógvuliga
vandamikið, tá tað kemur til
børn.
Ongin ófriður
Ta tíðina Laura var í Afghanistan
merkti hon onki til ófriðin, sum
annars hevur valdað í landinum
seinastu tíðina.
– Felagsskapurin Læknar uttan
landamørk gongur høgt upp í
trygdina hjá læknunum.
– Tá vit koyrdu úti, so skuldu
vit alla tíðina boða frá, hvar vit
vóru, og vit sluppu ikki at koyra
úti eftir, at tað varð myrkt, sigur
sjúkrasystirin.
– Í mei-juni mánaða var trygd-
in ikki so góð, tí tá komu allir
krígsharrarnir niður úr fjøllun-
um, og teir kundu eisini finna
upp á, at leypa á altjóða
herdeildir.
– Hetta varð mest gjørt fyri at
fáa uppmerksomheit. Fólkið var
nógv merkt av ófriðinum í
landinum. Men um tveir bólkar
vóru í bardaga, so blandar
felagsskapurin seg ikki upp í, tí
tað gerst ov vandamikið.
Góð tíð
Tá Laura sær aftur á tíðina í
Afghanistan, sær hon hetta sum
eina góða tíð. -
- Eg hugsi um Afghanistan
hvønn dag. Eg síggi tíðina har
niðri, sum nakað positivt, og sum
eina uppliving, sum eg ongantíð
fari at gloyma. Fólkið í Afghan-
istan er serligt. Nakað, sum
minnir um Aladdin, er yvir tí. -
Eg fylgi dagliga við í tíðindun-
um har niðri frá, sjálvt um tað
kanska ikki hendir so nógv nú.
Laura fortelur, at beint eftir 11.
september vóru heili 80 hjálpar-
felagsskapir niðri í Afghanistan
og hjálptu til, tí tá vóru eisini
nógvir fjølmiðlar har niðri, so
ljóskastarin var eisini settur á teir
ymsu felagsskapirnar.
- Og nú tá lítið er at hoyra um
landið, eru bara fýra hjálparfe-
lagsskapir eftir. - Landið koyrir
ikki. Fólk fáa ikki útbúgvingar,
og skúlar hava latið aftur undir
hesum sjey ára langa taliban-
stýrinum. Eg gerist veruliga
hørm, tá eg hoyri um syndarligu
støðuna har niðri, og hvussu lítið
verður gjørt fyri landið.
Laura kundi væl hugsað sær at
vent aftur til Afghanistan.
– Nú havi eg verið har sum
sjúkrasystir, so eg hevði ynskt at
komið til landið sum ferðafólk.
Eg havi tvey børn har niðri, eina
gentu og ein drong, sum eg
hvønn mánað sendi 150 $ til.
Hesar pengarnar nýta tey til at
fáa undirvísing fyri.
Víðari greiðir sjúkrasystirin
frá, at peningurin, sum verður
sendur niður til gentuna og
drongin fara til ein privatlærara.
Børnini eru biddarabørn, men
Laura hevur skipað soleiðis fyri í
samstarvi við foreldrini, at
hvønn dag áðrenn børnini fara út
at bidda, so verða tveir-tríggir
tímar settir av til undirvísing.
Fyri at tryggja sær, at pening-
urin fer til rætta endamálið, og at
lærarin ikki snýtir, so verður ein
roynd gjørd, annan hvønn mán-
að. - Higartil hevur tað gingið
væl. tey hava lært bókstavaraðið,
og eitt sindur at lesa, og nú duga
tey at skriva nøkur nøvn. Í
Afghanistan eru tað nógv, sum
als ikki duga at lesa og skriva, tí
at møguleikararnir eru so skerdir.
Laura kom í samband við børn-
ini, tí hon hvønn dag koyrdi
framvið teimum. Síðani setti hon
seg í samband við foreldrini fyri
at fáa samskipa undirvísing fyri
tey. Børnini hava biddað síðani
tey kundu ganga. Og tað var fyri
at geva hesum báðum børnunum
ein møguleika fyri at læra at lesa
og skriva, at Laura valdi at byrja
at senda pening niður til teirra. -
– Eg hevði væl kunnað hugsað
mær at farið niður aftur at hitt
børnini. Eg havi eisini samband
við fólk, sum arbeiða har niðri.
Hesi fólkini umsita peningin,
sum lærarin fær. Teir 150 $ fara
bara til læraran. Læknar uttan
landamørk, sum framvegis eru í
Afghanistan, halda so eyga við
læraranum. - Øll í bygdini vita
eisini, at lærarin fær pening frá
mær, so eisini tey halda eygað
við honum, greiðir Laura frá.
Sjálvt um hugurin at sleppa
aftur til Afghanistan er stórur nú,
so er tað ikki tað fyrsta, sum
stendur á dagsskránni, tí í nærm-
astu framtíð skal hon til Angola
við Læknum uttan landamørk.
Her skal hon eisini arbeiða í
nakrar mánaðar júst sum í
Afghanistan.
Henda myndin er tikin tá Læknar uttan landamørk vóru í holt við at koppseta børn ímóti meslingum. 40.000 børn
millum 6 mánaðar og 15 ár vórðu koppsett upp á hálva aðru viku
Biddarafamilja. Tann lítla gentan og
drongurin við tí hvítu turbanini eru
tey, sum fáa undirvísing, hvønn dag
frá læraranum við tí langa gráa
skegginum. Hini bæði vaksnu eru
foreldrini hjá gentuni
C
M
Y
K
25
24