leygardagur 23. november 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 226 - 23. november 2002
ÚTGÁVA
Harry Potter fepurin herjar aftur.
Næsti filmurin um unga ganda-
kallin er fyri stuttum frumsýndur
um allan heim, í gjár í Havnar
Bio, og mánadagin kemur fjórða
bókin um Harry Potter, ið eitur
Harry Potter og Eldbikarið út í
føroyskari týðing. Malan Háberg
hevur týtt hesa fjórðu bókina.
Hinar tríggjar hevur Gunnar
Hoydal týtt.
Søgugongdin í fjórðu bókini
er minst líka spennandi, sum í
teim undanfarnu bókunum.
Summarfrítíð er, og skjótt fer
Harry Potter undir fjórða árið í
Hogwarts. Harry telur dagarnar,
tí nógv er at læra, hann sleppur
aftur at spæla quidditch, og hitta
vinfólkini. Men Harry noyðist at
ansa sær, tí vandin lúrir alla
tíðina....
Hendingaríkt
J.K. Rowling, høvundurin at
Harry Potter, heldur á at gera
lesaran bæði fegnan og bilsnan.
Fáur høvundur hevur sum hon
megnað at rúnarbinda lesaran við
blómandi, krevjandi og
hendingaríkum frásøgukynstri.
J. K. Rawling hevur í fleiri
samrøðum sagt, at hon ongantíð
hevði ímyndað sær, at fólk fóru
at taka so væl ímóti Harry Potter,
sum tað hevur víst seg.
- Eg hevði ikki roknað við, at
meiri enn nøkur fá fóru at tíma
at lesa um Harry Potter.
Treyðugt so. Bøkurnar um
Harry Potter eru størstu metsølu-
bøkur nakrantíð. Fyrstu tríggjar
bøkurnar um Harry Potter eru
týddar til 42 mál, eru prentaðar í
meiri enn 145 miljónum eintøk-
um. Tær fyrstu tríggjar hava selt
fyri 480 miljónir pund í trý ár.
Men fjórða bókin setur øll met.
Hon er prentað í 5,3 miljónum
eintøkum og er seld fyri 1,8
miljónir pund, áðrenn hon er
komin út.
Hví so hugtakandi
Spurningurin er so, hví bøkurnar
um Harry Potter hugtaka so
nógv. Ein ungur lesari talar fyri
sítt ættarlið:
- Bøkurnar um Harry Potter
eru sum lívið, bara betri.
Ummælarar eru nærum á
einum máli um, at J. K. Rawling
er vorðin betri við tíðini at
skriva.
- Søgugongdin er frá byrjan til
enda eitt putlispæl við ørgrynnu
brigdum, sum øll eru tengd og
treytað av hvør øðrum. Onki er
við at tilvild og onki verður sagt,
sum ikki gevur meining fyri
heildina. Eitthvørt sum kanska
tykist óskiljandi í fyrstu bók, fær
meining í fjórðu bók. Tað krevst
av høvundinum eitt ófatiliga
yvirlit at hava tamarhald á øllum,
sum fer fram. J. K. Rawling
megnar at halda tráðunum í
søguni atskiltar til endan, tá hon
kókar alt saman í eina niður-
støðu. Og hon dugir ómetaliga
væl at seta seg inn í, hvussu eitt
barn hugsar, sigur Malcolm
Jones í Times.
Tá fjórða bók kom út, tustu
børn í hópatali í Onglandi og
USA í bókabúðirnar at ogna sær
eina bók, áðrenn útselt varð.
Søgur høvdu gingið um, at onkur
týðandi persónur í søguni fór at
lata lív í bókini. Hvør tað kundi
vera vildu øll finna út av beinan-
vegin. Forlagið hjá J. K. Rawling
hevði hildið øllum dult, eisini
sjálvt heitið á bókini, líka til
útgávudagin. Tað var eftir
áheitan frá sjálvum høvundinum,
tí sum hon hevur sagt.
- Eg vildi, at øll børn skuldu
sleppa at lesa bókina um somu
tíð út frá somu fortreytum.
Men ikki øll eru rakt av Harry
Potter feprinum. Nógv foreldur
og konservativir átrúnaðarbólkar
í USA hava lagt J. K. Rawling
undir at ganda børnini. Og bókin
er bannað í skúlum í Kansas og
Kolorado.
- Einki nýtt er í tí. Tað vilja
altíð vera nøkur, sum síggja ilt í
øllum, sigur Michael Patrick
Hearn, ritstjóri.
Klassikari
Longu nú eru tað bókmentafrøð-
ingar, sum hugleiða um, um
bøkurnar um Harry Potter verða
bókmentaligir klassikarar. Tað er
ilt at meta um, um hesar bøkur-
nar fara at yvirliva ættarlið eftir
ættarlið. Rætt er, at tær innihalda
nógv brigdi, sum eyðkenna
klassiskar barnabókmentir, og
tær bestu barnabøkur bergtaka
eins nógv vaksin sum børn.
Hesar treytir lúka bøkurnar um
Harry Potter. Men nógvar góðar
ævintýrkendar bøkur til størri
børn koma út nú á døgum og
fleiri teirra standa seg væl í
kappingini við Harry Potter. Bert
tíðin fer at vísa, um søgurnar um
Harry Potter og vinfólk hansara í
Hogwarts fara at verða lisnar av
komandi ættarliðum. . . .
Bretsku bløðini skrivaði
m.a.:
"Ikki ein einasta síða er keðilig...
Alt fellur upp á pláss sum eitt
undurfult putlispæl."
The Sunday Express
"J.K. Rowling hevur megnað at
liva upp til tað, vit vónaðu....
Hennara besta bók higartil."
The Sunday Telegraph
"Harry Potter og eldbikarið er
endiliga útgivin. Og er bókin
góð? Tað kanst tú vera vísur í!
Fjórða árið hjá Harry – og
okkum – í Hogwarts er stuttligt,
fult í frálíkum keipumyndum av
okkara egna heimi, og stappað
við spennandi hendingum."
The Times
Skjótast selda bókin nakrantíð
Mánadagin kemur Harry Potter og Eldbikarið eftir J. K. Rawling út í
føroyskari týðing. Hetta er fjórða bókin í røðini um Harry Potter og vinir
hansara í Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist. Bókin er
góðar 600 blaðsíður og er skjótast selda bókin nakrantíð
J. K. Rawling hevur hugtikið børn og vaksin um allan heim. Sjálv hevði hon
ikki roknað við, at bókin fór at siga so nógvum nakað
Harry Potter og Eldbikarið kemur út í komandi viku
Sosialurin Nr. 226 - 23. november 2002
7
TÓNLEIKAUMRØÐA
Dagfinn Olsen
Kirkjukórið Ljómur úr Vági
hevur givið út fløgu við 18 sang-
um, ið allir kunnu bólkast undir
heitið; føroyski sangskatturin.
At fara undir slíka útgávu er
eitt stórt tak og kórið hevur
síðani 1999, seksti ár eftir
stovnan, arbeitt við ætlanini og
upptøkum. Sostatt hevur ætlanin
tikið 4 ár, men er nú loksins
veruleiki. Og tað er gleðiligt, tí
kórfløgur fylla ikki so nógv á
føroysku fløguhillini.
Longu fløguhúsin bendir á, at
her er gott í væntu. Og so er.
Ljómur prógvar seg sum dugna-
ligt kór. Sum nevnt verður í
húsanum av Arnfinni Thomas-
sen, formanni kórsins, so hevur í
áravís ljómað í útvarpssending-
um, at "vit hoyrdu kirkjukórið
Ljóm..".
Eisini tónleikarin úr Fugla-
firði, Frits Johannesen, hevur
áhugaverda hugleiðing í fløgu-
húsanum, har hann eisini stað-
festir tann grundfesta týdning,
Ljómur hevur millum kórfólk og
føroyingar flestar.
Viðvíkjandi húsanum, sum er
sera snøggur, er at siga, at kendi
danski myndamaðurin Per
Folkver hevur tikið myndirnar og
hevur hann sagt, at hann hevur
roynt at mynda ein "klang".
Snøgga perman, sum er oblat-
fatið í Vágs kirkju, har
litmosaikkvindeyguni speglast í,
undirstrikar hesa fatan. Ljómur
gav kirkjuni fatið, tá kirkjan fylti
fimti.
Annað forkunnugt er, at spælt
verður á fløguni á nýumvældu
urguna, sum brøðurnir Petur
Hans og Jákup Dahl góvu kirkj-
uni í 1872. Knud Olsen, Keyp-
mannahavn, smíðaði. Hetta er
helst elsta
urga í Føroy-
um, í øllum
førum, um
hugsað verð-
ur um virk-
andi urgur.
Edith Dahl
(1908-1960)
tók stig til at
stovna kórið í
1939. Hetta
var í sam-
band við, at
nýggja
kirkjan í Vági var liðug. Edith
Dahl stjórnaði kórinum til sín
doyggjandi dag, í samfull 21 ár.
Seinni hava onnur stjórnað, t.d.
Alfred Dahl. Og beiggjarnir
Jóannes og Niels Nolsøe hava
havt stóran týdning fyri kórið.
Jóannes leiddi kórið í
1980’unum og 90’unum og telist
eisini millum navnframastu
kórleiðarar seinnu mongu árini.
Men síðani Jóannes Nolsøe
leitaði sær burtur at starvast sum
urguleikari burturav, hava
kórleiðararnir verið mangir hjá
Ljómi: Ólavur Hátún, Jens
Mortan Mortensen, Hans P.
Torgarð, Dorte Tilma, Anki og
Claus Telling.
Men í samband við útgávuna
hevur Ljómur samstarvað við
kenda kórleiðaran úr Osnabruck
í Týsklandi, Johannes Rahe.
Hann hevur vant við kórinum og
stjórnað undir upptøkunum.
Eisini Hans P. Tórgarð og Dorte
Tilma hava
vant kórið.
Til upp-
tøkumann
hevur Ljómur
valt finnan
Matti
Heinonen.
Samstarvið
við hesar er
komið í lag
via Rúna
Brattaberg,
operasangara,
sum sjálvur
byrjaði sína sangleið í Ljómi.
Hann hevur eisini verið
hjálparmaður og vegleiðari.
Og úrslitið av miðvísa baksin-
um, sum tað er at gera eina
fløgu, er ein góð og sera snøgg
kórfløga.
Her eru 18 av okkara væl
kendu sangum og sálmum. For-
maður kórsins sigur eisini í
fløguhúsanum, at er talan um
tveir serkønar, sum arbeiða við
einum kóri, sett saman av leik-
fólki, í einum fjarskotnum
kirkjuhorni í heiminum. Lætt var
tað ikki, men kórlimirnir syngja,
tí teimum dámar tað.
Og júst hetta er eftir mínum
tykki ein dygdin við Ljómi.
Kórið er lítið (hóast styrkt til
fløguna), og landafrøðiliga langt
frá miðstaðar mentanarmeldr-
inum. Men hesi fáu hava altíð
ljómað sum fleiri. Mest tí
góðskan altíð er í hásæti.
Mangar eru løturnar, har
Ljómur hevur sett dám á tiltøk.
Og tá ein so hevur hugt nærri, so
hevur ein undrast á henda lítla
skaran av eldsálum, sum —
hóast mangan undir opnum
himni- hava fylt hvønn krók,
sum var talan um stóra mann-
fjøld.
Upptøkurnar á fløguni eru
farnar fram í Vágs kirkju. Eitt
styrkt kór syngur fagurliga. Fari
ikki at royna at siga so nógv ella
koma við viðmerkingum um
hetta og hatta. Veit ikki um eg
havi skil og førleika til tess.
Greitt er, at tað er flott at hoyra
Ljóm. Og at urga eisini er við á
nøkrum upptøkum, lyftir bara
verkið hægri.
At upptøkurnar eru farnar
fram í Vágs kirkju, í heimliga
umhvørvi kórsins, er eftir mínum
tykki gott og stuttligt — so at
skilja, at eg meti vera gott, at
freistingin at fara í útvarps-
høllina ella aðrastaðni ikki rein
við. Meira virði er í hesum. Er
líkasum meira veruligt. Sum tað
eigur at vera.
Kann vera, at úrslitið hevði
verið øðrvísi, um upptøkurnar
fóru fram aðrastaðni. Kirkju-
ljómurin, ljóðviðurskiftini, eru
sertøk og sera góð. Men um ein
ljóðmaður heldur tað sama, veit
eg ikki. Kundi hugsað mær, at
tað ikki altíð er tað sama, at tað
ljóðar væl til liveframførslur og
so hinvegin til upptøku. Alt
afturljóðið er helst ein avbjóðing
til ljóðmannin.
Leggur ein fløguna á, so er
einki at finnast at. Væl er
framført og væl ljóðar. Skal
nakað sigast, so er tað júst hetta,
at tað er, sum er ov knapt í
støðum. Kanska vit kunnu kalla
tað samanlop. Ilt er at skilja,
hvat verður sungið. Men kanska
er hetta at fara ov langt og at
leita eftir onkrum at finnast at.
Vert er at nevna, at hugaligt er
at hoyra Tjóðsangin í nýggjum
búna (haldi meg vita at tað er
tann upprunaligi) við satsi eftir
Bjarna Restorff. Útgávan, sum
vit eru so von við, er ein útseting
fyri hornorkestur.
Eitt av elstu, minstu, bestu og
fjarskotnastu kórum í landinum
hevur tikið eitt megnar tak. Og
tey í Ljómi kunnu av røttum vera
errin av úrslitinum og vit onnur
kunnu fegnast og njóta verkið.
Ein varði, ið vísur aftur í søguna,
men sum eisini prógvar dygd og
vilja, sum ber fram á leið.
Ljómur úr fjarskotnum kirkjuhorni
Herfyri kom ljómfløga við kirkjukórinum Ljómi úr Vági. Og kórið er ikki bara eitt kór
millum onnur, men eitt hitt elsta — og mest virda — kór í landinum. Kórið hevur havt,
og hevur, stóran týdning í mentanarlívinum í heimliga umhvørvinum. Men fløgan við
Ljómi er eisini ein varði, ið vísur øllum føroyingum á leið, bæði fram og aftur
C
M
Y
K
27
26