leygardagur 23. november 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
burðin mótvegis mentan og
persóns- og trúarfrælsi vísti, at
millum 60 og 70 % stuðlaðu
teimum umskipanunum.
"Eg haldi, at hetta er ein álitis-
váttan, og úrslitini eru grundar-
lag fyri vón um, at tá ið vit hava
lært at nýta hesi tøl, ið Pere-
stroika hevur givið okkum, fer
tað at bera til at byggja eitt frælst
og demokratiskt Russland," segði
fyrrverandi forsetin. "Russiska
fólkið vil búgva í hesum fram-
tíðar Russlandi. Einki fær vent
gongdini nú, so sæð í hesum
ljósinum er Perestroika eydnast
til fulnar."
Gorbatjov nýtti ein part av
fyrilestrinum til at vísa aftur at-
finningum um, at broytingarnar í
Sovjetsamveldinum gingu ov
seint. Hann greiddi frá, at tey, ið
funnust at honum og hildu, at
búskaparligu broytingarnar
hendu ov seint ikki høvdu í huga
teir trupulleikar, ið stóðust av at
fremja munagóðar broytingar í
tronga og torskilta bygnaðinum í
flokkinum og samfelagnum.
"Eg varð ákærdur fyri ikki at
vera nóg støðufastur, men eg var
vísur í, at tað mátti taka tíð at fáa
so víttfevnandi broytingar at
røkka fólkinum," helt hann fyri.
"Arbeiddi eg ov seint? Tað kann
væl vera, men landið megnaði
eftir mínum tykki ikki at skifta
skjótari." Gorbatjov segði, at í
einum so stórum og fjøltáttaðum
samveldi sum fyrrverandi USSR
bar ikki til at vænta sær broyt-
ingar eftir einari nátt. "Um tú
krevur ov víðfevndar broytingar
ov skjótt, kann tað fáa álvar-
samar avleiðingar," segði Gorba-
tjov.
"Fjølmiðlarnir vildu vera við,
at eg fór at víkja fyri konserva-
tivu kreftunum." Hann gav teim
mongu vónríku millum áhoyrar-
arnar, ið hann ein dag væntaði
fara at teljast millum heimsins
leiðarar, tey ráðini, at ikki ber til
at taka allan kritikk til sín. "Tað
er ógjørligt at vera øllum til vild-
ar. Lurtið eftir umheiminum,
vendið ikki deyva oyrað til, men
missið ikki málið úr eygsjón,
latið tykkum ikki doyva," segði
Gorbatjov, sum í 1990 fekk
Friðarheiðursløn Nobels.
Mikhail Gorbatjov hevði eisini
nakrar viðmerkingar til gongdina
í heiminum í dag. Hann helt, at
heimsins leiðarar eiga at leggja
størri dent á "grundleggjandi
menniskjalig virði" sum hann
málbær seg.
Hann segði eisini, at "eingin
tjóð eigur at royna at stýra heim-
inum úr einum stað" og segði, at
møguligu loysnirnar uppá spentu
støðuna millum USA og Irak eru
tvinnar: at nýta "hernaðarmegi"
ella "altjóða rættarskipanina," og
hann duldi ikki fyri, at eftir
hansara tykki var seinna valið
einasti haldgóði møguleiki.
"Eg taki fult undir við sam-
tyktini hjá Trygdarráðnum,"
legði hann aftrat, vísandi til
samtyktina viðvíkjandi vápna-
eftirliti í Irak, ið varð einmælt
samtykt fyri stuttum.
Svarandi uppá ein spurning um
3-ára langa stríðið millum Russ-
land og kekensku uppreistrar-
rørsluna segði Gorbatjov, at "um
eg var forseti í mínum landi, var
hetta stríðið ikki byrjað av
fyrstan tíð."
Hann segði, at hann helt, at
Kekenia átti at verið "eitt lýð-
veldi í Russlandi, við serligum
sjálvstýri."
Hvørja ávirkan hevur Pere-
stroika so havt á Russland,
Europa, og allan heimin sum
heild? Gorbatjov endurgav kin-
verska forsetan Jiang Zemin, ið á
almennari vitjan í Fraklandi varð
spurdur um, hvørja ávirkan hann
helt franska kollveltingin hevði
havt á heimin: "tað er alt ov
tíðliga at siga nakað um tað
enn." "Vit fara at finna úrslitið
av Perestroika einaferð í fram-
tíðini. Broytingar eru settar í
verk, nú er bara at lata tíðina
ganga sína gongd," helt
Gorbatjov.
Gorbatjov varð boðin vælkom-
in av forsetanum hjá Harvard,
Lawrence H. Summers. Summ-
ers segði, at broytingarnar, ið
Gorbatjov hevði sett í verk,
høvdu við sær broytingar runt
allan heimin. Hann segði, at í
dag kenna næmingarnir ikki til
dagarnar undir Kalda Krígnum,
tá ið hernaðarligar venjingar
vóru eins vanligar og bruna-
venjingar. "Heimssøgan myndaði
Gorbatjov, og Gorbatjov hevur
myndað heimssøguna," segði
Summers.
"Broytingarnar, ið byrjaðu við
Perestroika, eru ikki komnar á
mál enn," var niðurstøðan hjá
Gorbatjov. "Eitt nýtt ættarlið av
russiskum ungdómi veksur upp
og fær eina útbúgving í einum
politiskt og búskaparligt frælsari
Russlandi. Tann ungdómur fer at
halda á við broytingum, tá ið tey
búnast og taka við valdinum."
"Fólk spyrja meg í dag, um
Perestroika hevur eina framtíð,
ella um tað er farið í søguna. Eg
haldi, at Perestroika er enn kom-
andi," segði 71 ára gamli Gorba-
tjov at enda. "Tá ið eg legði frá
mær søgdu fólk, at tíðin hjá
Gorbatjov er runnin. Eg svaraði,
og svari enn tann dag í dag, at
tíðin hjá Gorbatjov er júst
byrjað."
Sosialurin Nr. 226 - 23. november 2002
9
8
Sosialurin Nr. 226 - 23. november 2002
FYRILESTUR
Bartal Nolsøe Poulsen
Ikki er altíð so lætt at sannføra
meg sjálvan um, at lesnaður so
langt heimanífrá er tað rætta;
men so eru løtur, har allur ivi
hvørvur sum døgg fyri sól. Ein
av hesum løtunum var næstsein-
asta mánadag, tá ið eg í beiska
heystveðrinum, ið hevur lagt seg
sum ein doyvandi megi yvir
býin, hevði leitað mær stutta
teinin niðan á Harvard at lurta
eftir hugleiðingum hjá Mikhail
Gorbatjov, seinasta leiðaranum
av einaferð so máttmikla Sovjet-
samveldinum.
Eini 2.000 fólk ætlaðu sær at
nýta henda amerikanska frídagin
á sama hátt sum eg, so trongligt
var frammanfyri gamla og glæsi-
liga fyrilestrasalinum Sanders
Theatre, sum áður hevur hýst so
navnframum røðarum sum
Winston Churchill, Theodore
Roosevelt og Martin Luther
King.
"Tað var hugaligt at síggja,
hvussu nógv fólk høvdu áhuga í
at hoyra meg røða," var eitt tað
fyrsta Gorbatjov segði, tá ið hann
byrjaði fyrilesturin. "Køirnar
uttanfyri atgongumerkjasøluna
mintu meg á eina nú farna tíð:
tað var næstan sum at vera aftur í
gamla Sovjetsamveldinum og
síggja alt fólkið, ið biðaði eftir at
sleppa at keypa eina fløsku av
vodka."
Av tí at undirtøkan var so stór,
avgjørdu fyrireikararnir at taka
tveir aðrar salir í nýtslu eisini, so
rúm skuldi vera fyri øllum. So
varð fyrilesturin sendur beinleið-
is á stórskíggja til hinar salirnar.
Undir heitinum "Looking back
on Perestroika" helt Gorbatjov
ein fyrilestur, ið legði áherðslu á,
at Perestroika ikki hoyrir fortíð-
ini til. Hann segði, at hann helt,
at umskipanin, sum førdi við sær
avmarkaða einskiljing av sov-
jettiska búskapinum, var væl-
eydnað, hóast fíggjarligu trupul-
leikarnar, ið Russland mátti
dragast við í 1980’unum og
90’unum. Fyrilesturin varð hildin
á russiskum, men takkað verið
beinleiðis tulking bar til hjá
okkum, ið (enn) ikki eru so kring
í russiskum, at fáa meginpartin
við.
"Bergmálið av bygnaðarbroyt-
ingunum, ið gjørdu enda á fyrr-
verandi Sovjetsamveldinum
rungar enn í Russlandi og hinum
fyrrverandi sovjettisku lýðveld-
unum," segði Mikhail Gorbatjov,
ið sat við valdinum í Sovjetsam-
veldinum frá 1985 til tjóðin, ið
hann stóð á odda fyri, fór í upp-
loysn í 1991.
Ekkóini hoyrast enn í dag,
hóast øll mistøkini, ið vóru
framd í gongdini, segði Gorba-
tjov millum annað í røðu sínari.
Hann segði, at mistøk vóru
framd bæði innan- og uttanfyri
U.S.S.R.
Tá ið hann aftaná fyrilesturin
svaraði spurningum segði hann,
at eitt av mistøkunum, hann
hevði gjørt var, at hann ikki
hevði syrgt fyri, at økta peninga-
renslið frá lutvíst miðspjadda
búskapinum førdi við sær støð-
ugari marknað.
"Fólk tykjast at døma sam-
felagið eftir, hvat fæst í handlun-
um," segði hann. "Úrslitið varð,
at fólk vóru í iva, tey spurdu um
Gorbatjov nú var tann besti
leiðarin."
Fyrrverandi leiðarin segði, at
av innlendis mistøkunum, ið
gjørd vóru, var m.a. tann feilurin
gjørdur, at U.S.S.R. átti at havt
umskipað viðurskiftini við lima-
londini nógv fyrr, og havt øðrvísi
búskaparligar raðfestingar.
Gorbatjov segði, at í baksýni
mátti staðfestast, at hernaðarligu
útreiðslurnar vóru lutfalsliga alt
ov stórar í mun til tann pening,
ið varð nýttur til at fáa skil á
heimabúskapinum. "Saman
høvdu tílíkar broytingar lætt um
truplu politisku og fíggjarligu
broytingina, ið møtti tjóðini
aftaná upploysnina."
Gorbatjov fanst eisini at al-
tjóða samfelagnum fyri mistøk-
ini, ið vóru framd í royndunum
at hjálpa landinum við at mið-
spjaða búskapin undir leiðslu
Jeltsins. "Uttanfyri Sovjetsam-
veldið vóru leiðararnir í vestur-
heiminum ov seinir til at taka til
sín broytingarnar hjá samveldin-
um," segði Gorbatjov. Og tá ið
Sovjetsamveldið at enda fór í
upploysn, vóru búskaparligu
umskipanirnar, ið Gorbatjov kall-
aði "sjokkterapi" alt ov harðar,
og førdu tær nógvar russar í
fátækraloysi. Skipanirnar, ið
eftirmaður hansara Boris Jeltsin
setti í verk í Russlandi, og sum
førdi landið nærri einum markn-
aðarbúskapi, vóru "alt ov víð-
gongdar," segði hann.
Hóast alt hetta helt Gorbatjov,
at perestroika var væleydnað. "Í
dag verður kjakast aftur og fram
um, hvørt perestroika var neyð-
ugt ella ikki," segði hann. Ein
meiningakanning, gjørd í 1995,
meðan meginparturin av landin-
um enn var í armóð vísti, at
næstan helvtin av fólkinum helt,
at Perestroika var rætta leiðin at
ganga. Havandi fíggjarligu trong-
støðuna hjá fólkinum í huga helt
Gorbatjov, at úrslitið vísti, at
fólkið tók undir við broytingun-
um. Líknandi kanning, ið tók
støði í politisku broytingunum,
skiftinum til fleirflokkaskipan,
eins og í broytingum innan hug-
Gorbatjov nýtti hvast orðalag,
tá ið hann undan fyrilestrinum
í samrøðu við fjølmiðlafólk
fanst at "miseydnaðu roynd-
unum hjá USA at sannføra
umheimin um, at landið ber
størri ótta fyri hópoyðingar-
vápnunum hjá Hussein enn
fyri egnum oljusáttmálum."
– Tað er ein møguleiki fyri,
at ST-vápnaeftirlitsmenninir
ikki finna haldgóð prógv fyri,
at Irak framleiðir kjarnorku-
vápn, ella evnafrøðilig ella
lívfrøðilig vápn, segði Gorba-
tjov. Og kríggj, legði hann
aftrat, loysir ikki við vissu
trupulleikarnir, ið standast av
einaræðisstýri Husseins.
– Heldur enn at fremmand-
gera Irak og irakiska fólkið
eigur USA at ganga á odda í
royndunum at fáa Irak inn
aftur í heimsbúskapin, segði
hann. ST-stongsulin av Irak, ið
einamest hevur fingið undir-
tøku frá USA og Bretlandi,
hevur einans avbyrgt Hussein,
og hevur tískil styrgt hansara
støðu í landinum, segði
Gorbatjov.
– Runt um í heiminum,
ávaraði Gorbatjov, eru fólk
ivasom um veruligu orsøkir-
nar hjá USA fyri at hótta Irak
við kríggi.
– Nógv fólk ivast í, um
hetta veruliga hevur nakað við
Saddam Hussein at gera. Er
stríðið veruliga um hópoyð-
ingarvápn? segði hann.
Kanska er alt í veruleikanum
um hernaðarligar verjuavtalur.
Kanska leiðslan í USA hevur
størri áhuga í oljuni í økinum.
– USA kann ikki leypa
avstað til Irak uttan at hugsað
neyvt um, hvat umheimurin
fer at siga til enn eitt Flógva-
kríggj, legði hann aftrat. Ein
innrás við USA á odda, ið
verður framd áðrenn vápna-
eftirlitið er komið at enda,
hevði verið "ørskapur" og
hevði rættvísgjørt "jungle-
lógina."
– Eg haldi tað hevði verið
gott um USA ikki gloymdi, at
umframt síni egnu áhugamál,
hava aðrar tjóðir eisini sínar
hugsanir um málið, segði
Gorbatjov.
– Ein friðarlig loysn av
Irak-kreppuni hevði ikki bert
verið USA at frama, men
eisini russisku oljufeløgunum,
ið hava sett pening í oljuøkini
í landinum.
Hann hevði eina líknanði
loysn uppá kreppuna í Keken-
ia, sum hann segði einans
kundi loysast við politiskum
samráðingum. Men hann
sýndi sín fulla stuðul til Putin
forseta, og fanst at upp-
reistrarmonnunum fyri ikki at
ganga góðviljaða uppskoti
Putins um samráðingar á
møti.
Gorbatjov segði, at mátt-
miklu leiðararnir í vestur-
heiminum, eisini Putin og
Bush, mugu ásanna, at vaks-
andi ójavnaðurin í heiminum
er orsøk til ósemjur og førir
spentar støður millum rík og
fátæk lond við sær, hetta í
einari tíð, tá ið politiskt sam-
starv darlar aftaná altjóða
fíggjarligu sameiningini.
At enda ávaraði hann USA
ímóti at grunda sín politikk ov
nógv á tær hóttanir ímóti
tjóðartrygdini, sum komu í
kjalarvørrinum av 11.
september.
– Eg vil bara ávara ímóti, at
óttin hjá amerikanska fólkin-
um verður nýttur til at gera
nakað, ið kann fáa álvarsamar
avleiðingar, segði hann.
Vaksandi
ójavnaðurin
í heiminum orsøk
til ósemjur
Perestroika er enn komandi
– Í dag verður kjakast um, hvørt
perestroika var neyðugt ella ikki. Ein
meiningakanning, gjørd í 1995, meðan
meginparturin av landinum enn var í
armóð vísti, at næstan helvtin av
fólkinum helt, at Perestroika var rætta
leiðin at ganga. Havandi fíggjarligu
trongstøðuna hjá fólkinum í huga vísti
úrslitið, at fólkið tók undir við
broytingunum, segði Mikhail
Gorbatjov í fyrilestri, sum Bartal
Nolsøe Poulsen var til í seinastu viku á
Harvard
»Perestroika er eydnast til fulnar,« segði Gorbatjov
Mynd: Justin Ide/Harvard University News Office
Gorbatjov helt, at Irak eigur at
sleppa innaftur í hitan
Mynd: Justin Ide/Harvard University
News Office
C
M
Y
K
29
28