Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Landsliðsvenjing er hjá monnunum, og tí verður tað bert hjá kvinnunum, at hond- bóltur verður leiktur um vikuskiftið KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast menninir ikki spæla hetta vikuskiftið, so merkir tað tó ikki, at hondbólturin kring landið er fullkomu- liga lamin. Í kvinnudeildini er nevn- liga framvegis ferð á, og her verða tveir dystir leiktir um vikuskifitð. Í Runavík verður botn- dystur, tá Tjaldur og Stjørn- an takast. Tjaldur hevur higartil í ár havt tann leik- lutin, sum tey flestu rokn- aðu við. Nevnliga niðast á talvuni, men tað er tó mangt, sum bendir á, at tær í Runavík ikki ætla, at hetta skal verða nøkur varandi støða. Útisoigurin móti Kyndli er kanska einasti sigurin, sum liðið hevur vunnið, men hinvegin sýndi hetta, at tær eru førar fyri at glepsa at hinum. Og tað er einki at ivast í, at tær hesa ferð ætla sær at glepsa eftir Stjørnuni. Undan dystinum eru trý stig á muni millum liðini, og við einum sigri kann Tjaldur sostatt taka seg heilt framat flestu av hinum liðunum í deildini. Stjørnan tykist hinvegin eisini vera komin í gongd nú. Tær vunnu somuleiðis útidystin móti Kyndli, og kann stríðsviljin frá teirri upp- gerðini haldast, so er einki at ivast í, at Tjaldur fær eina sera trupla uppgávu. Leiðslan má haldast Seinni dysturin sunnudagin verður í Vági, har higartil suverena oddaliðið, VB, tekur ímóti einum neista- liðið, sum tykist vera í einum tungum aldudali. Tí er einki at ivast í, at VB eru greiðir favorittar undan dystinum. Ikki minst hava útlendsku leikararnir verið grundarsteinar undir góðu avrikunum í heyst, men eisini lokali bulurin á liðnum tykist vera munandi betri, nú tær hava havt viðrák. Og at VB hevur sigurin fyri neyðini, er heldur einki at ivast í. Meðan tær hava mest sum tikið sær av løtt- um seinastu vikuna, hevur VÍF vunnið tvær ferðir upp í slag, og eru nú bert fýra stig aftan fyri. VB hevur tó leikt tveir dystir færri, og hendan møguleikan skulu tær nú royna at umseta til ein ítøkiligan fyrimun. Nr. 226 • leygardagur • 23. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 24.11 14.30 Tjaldur-Stjørnan 24.11 15.00 VB-Neistin Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 23.11 15.00 TB-Mjølnir 24.11 13.00 KÍF-Fleyr 24.11 14.00 Dráttur-ÍF Meistaradeild menn 24.11 14.00 SÍ-ÍF 24.11 14.00 Fram-Fleyr Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnurv t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 6 5 - 1 17 5 12 10 2 ÍF 6 5 - 1 17 8 9 10 3 Mjølnir 5 4 - 1 13 6 7 8 4 Dráttur 5 2 - 3 9 12 -3 4 5 Fleyr 6 1 - 5 4 15 -11 2 6 KÍF 6 0 - 6 4 18 -14 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 5 5 - 0 15 0 15 10 2 Mjølnir 3 2 - 1 6 4 2 4 3 Fram 4 2 - 2 7 6 1 4 4 SÍ 3 1 - 2 3 6 -3 2 5 Fleyr 5 0 - 5 0 15 -15 0 Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 6 6 - 0 - 0 147 120 27 12 2 VÍF 8 5 - 0 - 3 182 153 29 10 3 StÍF 8 4 - 0 - 4 185 193 -8 8 4 Neistin 8 3 - 1 - 4 151 160 -9 7 5 Kyndil 7 3 - 0 - 4 176 167 9 6 6 Stjørnan 6 2 - 1 - 3 122 130 -8 5 7 Tjaldur 7 1 - 0 - 6 134 174 -40 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 9 7 - 0 - 2 264 234 30 14 2 VÍF 9 6 - 0 - 3 290 234 56 12 3 Neistin 9 6 - 0 - 3 258 243 15 12 4 Kyndil 8 4 - 1 - 3 223 215 8 9 5 KÍF 8 2 - 1 - 5 201 207 -6 5 6 H71 8 2 - 0 - 6 191 232 -41 4 7 Tjaldur 9 2 - 0 - 7 216 278 -62 4 Menninir bíða VB vunnu greiðan sigur, tá tær vijtaðu Neistan í Havn, og nú tær hava møguleika at økja um leiðsluna í oddastriðnum, er einki at ivast í, at tær ætla sær at endurtaka hendan sigurin 31 10 Sosialurin Nr. 226 - 23. november 2002 Italienar eru vælklæddir. Soleiðis er tað bara. Tað er umráðandi fyri italienar at taka seg væl út og sjálvt aldrandi drykkjumaðurin, sum eg síggi at kalla hvønn sunnudag seinnapart antin inni í ella uttan fyri somu barr er í blankum skóm, klædningi og hatti — uttan mun til, um hann hendan seinnapartin er lenandi, sitandi ella liggjandi. Eisini yngru menninir, sum síggjast koyrandi á skutara til arbeiðis um morgnarnar, síggja út til at hava funnið síni bestu pløgg fram hvønn gerandismorgun og eru ofta betri klæddir enn ein standard føroyskur brúðgómur — eingin grund at nevna, at hjálmurin matchar til jakkan. Tað er ikki tí at fólkini her eru so serstakliga rík, at tey kunnu spæla sær við keypa hvat sum helst, men tað eyðkennir italienar, at teir nógv heldur brúka pening uppá tað, sum er sjónligt uttanifrá enn at betra innaru síðuna av teimum fýra heimaveggunum. Soleiðis eru eisini italienska framleiðsluvinnan eyðkend við at vera framkomin innan sniðgeving av alskyns brúkslutum í dýrara endanum. Men móti er eitt hugtak, sum finst í so øgiliga nógvum øðrum enn skóm, klæðum og bilum, og millum nógvu mótalutirnar, sum italienarnir ganga høgt uppí, eru eisini nakrir, sum ikki eru so lættir at fáa eyga á fyri tað fremmanda eygað. Í góðar tveir mánaðir havi eg búð í Siena í landspartinum Toskana, og her havi eg fyri stuttum fingið eyguni upp fyri enn einum týðandi mótaluti. Tað sýnist sum at hesin mótalutur verður givin meira gætur her í býnum enn aðrastaðni í Italia. Eg tosi um hundar. Í høvuðsgøtunum í Siena sært tú av onkrari orsøk eitt ótal av hundum, serliga seint seinnapartar, tá gøturnar altíð eru fullar av fólki og hundur og eigari soleiðis verða sædd av flest møguligum. Tú sært ikki leysar hundar, teir finnast ikki her. Heldur ikki "gøtukryds". Tey finnast heldur ikki her. Nei, her eru bara merkivørur, eisini tá tað ræður um hundar. Tess dýrari og sjáldsamari tess betur. Serliga hvølpar eru í høgum virði. Teir verða leiddir oman og niðan ígjøgnum høvuðsgøturnar, so skjótt teir hava fingið eygu. Tí í Siena er ein hundur nakað, sum man pyntar seg við tá man fer út at vísa seg fram á gøtuni saman við restini av tí, sum man nú einaferð kann finna upp á at pynta seg við. Enn eri eg ikki komin so væl inn hvussu man matchar klæðir og hund. Eg veit ikki um ein bulldog passar betur til ein svartan Armani klædning ella ein hvítan Gucci jakka úr floyal. Um fólk hava fleiri hundar í gardrobuni — ein til hvønn frakka kanska - ella passa gardrobuna eftir hundinum veit eg heldur ikki, men hvørki skuldi undrað meg. Tí hundurin er ein týðandi partur av samlaða "imageinum" hjá nógvum mótavarhugum fólkum her í býnum. Hvønn hund skal eg fara í? TELDUBRÆVIÐ Frá: Rúnar Reistrup, Siena, Italia — runar@reistrup.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Fløgan hjá Hans Peturi í Brekk- unum er full av melodiøsum jazztónleiki, har hann sjálvur eigur størsta partin. Lættast at gloypa er lagið Nú liggur ein kavafonn tindi á, tí lagið kenna vit frammanundan, og her er tað í vøkrum búna. Men sum heild er útgávan hjá Hans Peturi ein ferð, har vit verða blást út í hugans krókar, og har er vakrari, enn ein kann ímynda sær, so ein skuldi verið har oftari. Og hetta hevur Hans Petur gjørt nakað við, tí við fløguni er gjørtligt at hoyra saxofonúrmælingin, tá ein hevur hug. Og hetta hevur ikki verið so lætt áður, hóast hann leikar á nøkrum fløgum. Sooner or Later er fyrsta fløgan hjá Hans Peturi. Og hon er ikki komin ov skjótt. Sjálvur hevur hann sagt í útvarpsviðtalu, at hann vildi heldur bíða, til hann kendi, at hann veruliga hevði nakað at bjóða, sum hann kundi standa við (leysliga endurgivið). Og skulu vit gita, so er tað jú eisini so, at tað at geva eina fløgu út er ikki bara nakað ein ger, tí tað er mikið stríð, sum ikki er av eftir einum degi. Saxofonin er fyri tey flestu ímyndin av tí vakra, tí hárreis- andi og hjartanemandi, tí kenslu- borna. Men tað er hon bara, um ein er, ið dugir at leika á hana, og tað dugur Hans Petur, um nakar. Sum ein, ið hevur fylgt hesum soxofonleikara, síðani hann blaðungur byrjaði at gera vart við seg, so kann sigast, at tað var væntandi, at vit her fingu ein saxofonleikara av fyrstu skuffu. Og tíbetur hevur Hans Petur fylgt sínum huga og evnum og er yrkistónleikari í dag. Alt annað hevði verið órímuligt. Minnist meg hava spælt við unglinginum Hans Petur í Havnar Klubba, har hann smæðin trein á pall og blásti. Jú, har var nakað! Og í dag hevði hann blást so mangar okkara langt afturum seg, um søgan endurtók seg. Hann var sum ungur við í Paria, ein rockbólkur, sum hevði eina frálíka saxofon og góðan sangara. Eisini aðrir úr hesum bólki eru frammaliga í dag. Síð- ani gekk slag í slag. Hjarnar, og Róin og vinmenn kunnu nevnast, umframt mong fløguluttøka. Og eisini mong góð løtan hevur verið við Hans Peturi á palli og tað koma væl fleiri slíkar. Fløgan er úrslit av, at Hans Petur, sum í 9 ár hevur hildið til í Århus, til sítt fýraáraprojekt savnaði eina kvintett. Hans Petur gekk frá 1996 til 2000 á Det Jydske Musikkonservatorinum. Hann savnaði nakrar dugnaligar tónleikarar, har eisini tungvekt- arin innan danskan jazz, bass- leikarin Jens Jefsen, er við. Hetta er upprunin til fløguna, har eisini Søren Bébe, Anders Holm og Thomas Ousager leika. Hans Petur blæsur í eina 50 ára gamla Selmer saxofon. (stuttligt er her at merkja sær, at saxo- fonin sum ljóðføri annars er ung, frá umleið 1845). Stílurin er norðurlendskur við ísletti úr øllum ættum. Fløgan er ein heildaruppliving, og sum við so mangari jazzútgávu, so er ilt at seta orð á - tað skal upplivast. Og helst er upplivingin ikki tann sama hjá øllum, um hon helst er góð. Ein dygd á fløguni er, at tón- leikararnir allir sleppa at royna seg. Hetta lítla forum hevur rúm fyri teimum øllum í góðum sam- spæli. Tey 9 løgini fara framvið alt ov skjótt, men her eru evni til umhugsan, njótan og hugafjakk- an, so til ber at rógva afturá aftur, uttan at tað ger nakað. Ein vøkur fløga, sum fleiri kunnu fáa gleði av, tí mong eru tey, sum kenna Hans Petur frá palli og harvið vita, at her er botnur í. Yvir dalar og fjøll, oman og niðan brekkur, út á hav, har sjónarringurin gav íblástur ella fevndi teg allan. Hans Petur er virkin og leikar eisini við í Tórshavnar Saxofon- kvartett, Brekkubrothers - við bróðurinum Trúgva, og við Take Off, sum ætlandi geva fløgu út skjótt. Blaðið Gaffa hevur umrøtt Hans Petur og hevur gott at bera fløguni og lagt verður serliga til merkis lagið Nú liggur ein kavafonn tindi á. Hóast føroysku útvarpsræsurnar ikki hava goldið yvirtíð fyri at finna fløguna fram, so hava útlendskar útvarps- støðir spælt fløguna, t.d. í Dan- mark og Týsklandi. Men føroyski lurtarin er helst so at sær komin, at hann dugur sjálvur og fløgan kann so avgjørt viðmælast, nú leggjast skal í hosuna og undir træið. Er henda stutta umrøða ikki nóg mikið, men er forvitnið enn upp á spæl, so er at leita inn á www.hanspetur.com Hans Petur gevur sjálvur fløg- una út. Og fløgan er ein virðilig byrjan, tí vónandi er hon bert ein av fleiri. Vit eru fleiri, ið aftur vilja blásast og sveima yvir dalar og fjøll fyri síðan aftur at hittast í Brekkunum. Hans Petur – upp brekkur og oman dalar Saxofonleikarin Hans Petur í Brekkunum gav fyrr í ár út fløguna Sooner or Later. Og hon kom einki ov skjótt, men nú hon er her, so er tað eisini ein útgáva, sum høvuðsmaðurin kann standa við. Vit eru fleiri, ið aftur vilja blásast og sveima yvir dalar og fjøll fyri síðan aftur at hittast í Brekkunum C M Y K 30