leygardagur 23. november 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 226 - 23. november 2002
Føroyameistararnir
úr TB taka leygardag-
in ímóti mest vinn-
andi kvinnunum í
føroyskum flogbólti,
tá Mjølnir vitjar
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir fleiri greiðar favoritt-
uppgerðir er spenningurin í
hæddini í kvinnuflogbóltin-
um hetta vikuskiftið.
Leygardagin
verður
nevnliga
oddadystur
í
høllini í Trongisvági, tá
føroyameistararnir úr TB
taka ímóti Mjølni.
Og tað er nógv, sum
bendir á, at tað er TB, sum
er favorittur undan dystin-
um. Ikki bert, tí tær vunnu
tryggan sigur í umvendu
uppgerðini í Klaksvík, men
eina mest tí meistararnir
veruliga hava leikt sum
meistarar í seinastuni. Eftir
tapið í fyrsta dystinum
ímóti ÍF, hevur formkurvan
bara gingið ein veg, og
megna tær at halda fast um
góðu gongdina, so er meira
enn væl hugsandi, at klaks-
víkingarnir verða settar upp
á pláss.
Hinvegin er einki at ivast
í, at TB veruliga skal spæla
upp til sítt besta, tá Mjølnir
er mótstøðuliðið. Tað er
ikki av ongum, at liðið er
hitt mest vinnandi í før-
oyskum kvinnuflogbólti, og
og aftur í ár hava tær ein
sera sterkan hóp. Bert ta
einu ferðina – júst ímóti TB
– eru tær farnar av vøllin-
um sum taparar, og á sama
hátt sum TB, so kann
Mjølnir við einum sigri
skapa sær kanska avgerandi
hol niður til argastu mót-
støðuliðini.
ÍF skal fylgja við
Tað eru tó ikki bert TB og
Mjølnir, sum eru oddalið í
ár. ÍF hevur eisini verið væl
við. Tær eru tær einastu,
sum hava knógvað TB, og
tað er bert ímóti Mjølni, at
tær eru farnar av vøllinum
sum taparar.
Sunnudagin skulu tær
royna seg á Giljanesi, og tó
at
Dráttur
hevur
eitt
hampuliga sterkt lið, so
eigur ÍF tó at metast sum
favorittur undan hesi upp-
gerðini. Og í øllum er einki
sum eigur fyri teirra við-
komandi. Kravið er ein
sigur, um liðið framhald-
andi skal hanga fast í odd-
inum, áðrenn tær komandi
vikurnar skulu royna seg
móti hinum báðum odda-
liðunum.
Seinasti
dysturin
hjá
kvinnunum verður í Hoy-
vík sunnudagin, tá KÍF og
Fleyr hittast. Hetta er talan
um dyst millum tey bæði
niðastu liðini, og tó at Fleyr
vann greitt í fyrra dystinum
teirra millum, so er ikki
óhugsandi, at KÍF kann
gera onkran vørr. Seinastu
dystirnar hava avgjørdir
glottar verið at sæð, og um
liðið megnar at halda fast í
hesum, so eiga fyrstu stig-
ini í meistaradeildini ikki at
vera so øgiliga langt burt-
uri.
Higar til einaráð-
andi fuglfirðingar-
nir fáa torføra upp-
gávu í Sørvági um
vikuskiftið, og í
Havn verður
grannauppgerð
millum Fram og
Fleyr
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Enn hevur ÍF ikki tapt
nakran dyst hetta kapp-
ingarárið, og eru teir tí
sjálvsagt eisini liðið,
sum er ovast á stiga-
talvuni. Ikki so mikið
sum eitt einstakt sett er
farið av kontini higartil,
og tí er spurningurin
helst, um nakar er førur
fyri at gera nakað sum
helst við oddaliðið.
Tað er tó einki at ivast
í, at Sørvingar fara at
gera eina roynd, tá teir
fáa vitjan sunnudagin.
SÍ er kanska eisini eitt
av teimum liðum, sum
veruliga
kann
gera
nakað við ÍF, um lagið
er hitt rætta. Í Borgo og
Raika hava sørvingarnir
tveir av sterkastu álops-
monnunum í landinum,
og tað er so avgjørt
neyðugt, at hesir vísa
síni kynstur, tá ÍF vitjar,
eins og tað eisini er
neyðugt, at hinir leikar-
arnir á liðnum spæla
upp til sítt allar-, allar-
besta.
Í Havn verður granna-
uppgerð á skránni, tá
Fram og Fleyr skulu
takast, men í mun til so
nógvar aðrar granna-
uppgerðir, sum hava
verið, so er tað helst so
sum so við spenningin-
um hesaferð. Æran er
sjálvandi altíð upp á
spæl, tá slíkar uppgerðir
standa fyri framman,
men tað er greitt, at
Fram er stórfavorittur at
vinna dystin, nú Fleyr í
ár tykist hugsa meira um
týdningin av at spæla
eitt framtíðar lið saman,
heldur enn at satsa ov
nógv upp júst árið í ár.
Sør-
vingar
skulu
royna
at
koppa
ÍF
Toppdystur í Trongisvági
Toppdystur verður í Trongisvági um vikuskifitð, tá Mjølnir kemur á vitjan hjá
føroyameistarunum í kvinnuflogbólti
C
M
Y
K
32
Nr. 226 - 23. november 2002
33
33
í Sosialinum
LÝSIÐ
brúktum
bilum
við
Lesið
internet
Sosialin !
veitst tú ikki tað?