hósdagur 13. november 1986síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
13. november 1986
128
NORRONA til Ísraels á páskum
Smyril Line hevur leingi havt ætlanir um at lata
Norrenu fara eina longri siglingarferð við føroyskum
ferðafólki, og nú hevur felagið avgjørt at gera eina
ferð til Ísraels í apríl mánaði næsta ár, áðrenn Norr-
øna aftur byrjar summarsiglingina.
Smyril Line hevur seinastu mánaðirnar fyrireikað
hesa ferð, og nú er ein endalig ferðaskrá legd. Norr-
øna fer úr Føroyum 3. apríl og verður aftur á Havnini
í. mai. Á veg til Ísraels verður lagt inn i Lissabon í
Portugal og Valletta á Malta, og á veg heim aftur
verður steðgað í Rom og á Ísle of Man. Norrena kem
ir til Haifa í Ísrael týsdagin í stillu viku, og steðgur
n har verður 8 dagar. Ferðin er treytað av, at nóg
nógv tekna seg
Bert 2-manskømur
Ein tílík ferð krevur góðar umsteður umborð, og tí
verður ferðafólkatalið á túrinum avmarkað soleiðis,
at øll gista á 2-manskømurum, t.v.s. at brúkt verða 2
og 4-koyggjukemur, men bert tvey ferðandi verða á
hverjum 4-koyggjukamari. Familjur ella onnur, sum
ferðast saman, kunnu tó verða 3 ella 4 á 4-koyggju-
kamari, men tá verður munandi avsláttur givin í
prísinum.
Prísur íroknað mat:
4-koyggjukamar við handvaski: kr. 13.000,-
4-koyggjukamar við WC/bað: kr. 16.500,-
2-koyggjukamar við handvaski: kr. 12.000,-
2-koyggjukamar við WC/bað: kr. 16.000,-
Luksuskamar við WC/bað: kr. 21.000,-
Viðmerkingar:
1. Ynskir ein ferðandi at vera einsamallur á kamar-
inum, verður goldin dupultur prísur.
Bern yngri enn 14 ár í einum 4-koyggjukamari
gjalda 30% av vanliga prísinum.
3. Um 3 ella 4 vaksin eru á einum 4-koyggjukamari,
gjalda 3. og 4. persónurin hálvan ferðaseðil hver.
4. Íroknað prísin er matur umborð — morgunmatur,
degurði, nátturði og kaffi/te við onkrum aftur við
fyrrapart, seinnapart og á kveldi.
5. Gjert verður vart við, at trygging, útferðir, matur
í landi og meguligt avgjald fyri at fáa privatbilar í
land er ikki við í prísinum. Hetta gjalda ferðafólk-
ini so hvert.
N
Bilegging og gjalding
Seinasta freist at tekna seg til ferðina er 30. januar
1987. Tá ferðin verður biløgd, verða goldin 25% av
kostnaðinum. Øll ferðin skal vera goldin i seinsata
lagi 6. februar 1987.
Avlysing og avlysingartrygging
Verða ferðafólk noydd til at siga bileggingina frå
sær, aftan á at tekningarfreistin er úti, galda hesar
reglur um avlysing:
1. Verður ferðin avlyst áðrenn 6. februar, er avlys-
ingargjaldið 100 kr.
Verður ferðin avlýst i tíðarskeiðnum frá 6. febru-
ar til 27. mars, er avlýsingargjaldið 75% av prís-
inum.
3. Verður ferðin avlýst aftan á 27. mars, er avlýsing-
argjaldið 100%, t.v.s. at viðkomandi fær ongan
pening aftur.
N
Smyril Line mælir tí teimum, sum møguliga verða
noydd at avlýsa ferðina, at tekna eina avlýsingar-
trygging. Kostnaðurin fyri hesa trygging er 5% av
avlýsingargjaldinum. Tryggingin kann teknast hjá
Smyril Line. Vanlig ferðatrygging kann eisini tekn-
ast hjá Smyril Line.
Fyrivarni
Treytin fyri ferðini er, at nóg nógv tekna seg. 10.
februar verður endalig steða tikin til hetta. Verður
ferðin avlýst, verður inngoldin peningur afturgoldin
beinan vegin.
Útferðir
Í ellum stødum, har Norrena leggur at, verður skipað
fyri útferðum við ferðaleiðara. Ferðafólkini gera
sjálvi av, hverjum útferðum tey ynskja at luttaka í
Utferðirnar eru ikki íroknaðar prísin, og goldið verð-
ur so hvert.
Við bili til Ísraels
Ferðafólk, sum íkki ynskja at vera bundin av feiags-
útferðunum í Ísrael, hava meguleika fyri at taka bil-
in við fyri eitt eyka gjald upp á 500 kr. Gjert verður
vart við, at bilurin tá bert kann takast í land í Haifa í
Ísrael, og at bilurin má standa í landi, meðan steðgað
verður í Ísrael.
Ferðaskrá
3. apríl: Farið verður av Havnini kl. 13.00. Siglt
verður suður r fram við oynr
innanvert Hebridurnar gjegnu N
sundið skilir Hebridur
skotska meginlandinum. Síðan gongu
leiðin gjøgnum Irska Havid, framvið
oynni Man og víðari móti Landsend. H 28
ani verður kós sett móti útnyrðingsl 1
inum av Siglt verður suður við
sponsku og portugisisku strondini, og
leiðin gongur so niðan eftir ánni Tejo og
inn til Lissabon.
Komið verður til Lissabon kl. 8.00. Skipað
verður fyri útferðum í býnum. Lissabon
er ein byur, sum er merktur av bæði gaml-
ari og nýggjari tíð, og millum tað nógva
áhugaverda har eru sjófartssevnini og
teir stóru minnisvarðarnir yvir sjófararar-
nar. Kl. 20.00 verður farið úr Lissabon
oman eftir Tejo-ánni. Siglt verður undir
25. apríl brúnni, sum er ein 2300 metur
long heingibrúgv. Síðan gongur leiðin
suðureftir framvið portugisisku strondini
og gjøgnum Gibraltarsundið. Um mið-
dagsleitið tann 8. apríl verður siglt inn í
Miðalhavið, og leiðin gongur framvið
norðurafrikansku londunum Marokko,
Algir og Tunis við kós móti Malta sunn-
anfyri Sicilia.
Kl. 7.00 leggur Norrøna til bryggju í Vall-
etta, hevuðsstaðnum á Malta. Eisini her
verður skipað fyri útferðum. Á Malta
búgva 350.000 fólk, og málið á oynni er
enskt. Kl. 18.00 leggur Norrena so aftur
til havs við kós móti Haifa í Ísrael.
Norrena leggur til bryggju í Haifa um
middagsleitið. Her verður steðgað í 8 dag-
ar. Allar dagar uttan ein verður skipað
fyri útferðum til tey bíbilsku og søguligu
steðini í Ísrael, og á ellum ferðunum verð-
ur ferðaleiðari, ið tosar nordurlendskt
mál. Ferðafólkini koma aftur til skipið
hvert kveld. Hóast steðgurin í Ísrael ikki
verður meira enn 8 dagar, eru góðir megu-
leikar fyri at síggja tey mongu áhuga-
verdu steðini, tí Ísrael er ikki sterri enn
Sjælland í Danmark.
Kl. 18.00 byrjar heimferðin. Fyrst verður
kós sett móti Rom. Siglt verður gjøgnum
Messina-sundið millum Sicilia og ítalska
meginlandið.
Kl. 8.00 leggur Norrøna at bryggju í Civi-
tavecchia, sum er havnabýur hjá Rom.
Her liggur skipið í tveir dagar, og báðar
dagarnar verður skipað fyri útferðum til
tey mongu áhugaverdu steðini í Rom,
bæði í gamla og nýggja partinum av býn-
um. M.a. verður vitjað i Vatikanstatinum
og í Pæturskirkjuni, sum er heimsins
stersta kirkja.
Kl. 20.00 leggur Norrena aftur til havs, og
leiðin gongur móti Gibraltar-sundinum
Kl. 21.00 kemur Norrena til Ceuta á suð-
ursíðuni av Gibraltarsundinum. Her verð-
ur bert steðgað í tríggjar tímar at taka
vatn og olju. Síðan verður kós aftur sett
út í Atlantshavið.
Kl. 8.00 kemur Norrena inn í Douglas
høvudsstadin á oynni Man í Írska Havin-
um. Eisini her verður skipað fyri útferð
um. Man er ein sjálvstýrandi oyggj við
egnum parlamenti undir bretsku krúnuni
og har búgva 60.000 fólk. Ein týðandi
vinna á oynni er ferðafólkavinnan. Kl
20.00 gongur so leiðin aftur til Feroya
kemur á Havnina 4
Spania
7. apríl:
11. apríl:
14. apríl:
21. apríl:
25. apríl:
26. apríl:
28. apríl:
2. mai:
Norrena mai kl
10.00.
Fiskivinnuting
í Norðurlanda-
húsinum
Í degunum 28. og 29. november verður árliga
fiskivinnutingið hildið í Norðurlandahúsinum.
Hesaferð er evnið: »Gevur galdandi skipan við
prísáseting og fiskaútflutningi sterst meguliga
úrteku til okkara samfelag?«
Skráin fyri stevnuna er annars henda:
Fríggjadagin, 28. november kl. 17.00:
Aftaná at boðið verður vælkomin, verða stuttir
fyrilestrar:
John Danielsen, formaðurí Ráfiskagrunninum:
Um galdandi prísáseting í Ráfiskagrunninum.
Tryggvi Johansen, sendifulltrúi: Prísáseting og
fiskaútflutningur í okkara grannalondum.
Osmund Justinussen, formaður í Reidara-
felagnum: Er verandi prísáseting- og fiskaút-
flutningsskipan tann besta fyri reiðaran.
Steðgur til ein nátturðabita
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum:
Er verandi prísáseting- og fiskaútflutningsskipan
tann besta fyri fiskimannin.
Heri Mortensen, stjóri: Er verandi prísáseting
og fiskaútflutningsskipan tann besta fyri fiska-
keyparan.
Atli P. Dam, legmaður: Prísáseting, fiskaút-
flutningur og samfelagsbúskapur.
Leygardagin, 29. november kl. 10.00:
Pallborðsfundur við stuttum ummælum og síðani
verður orðið frítt. Við pallborðið sita:
Atli P. Dam Hans Marius Joensen
Birgir Danielsen Tryggvi Johansen
John Danielsen Osmund Justinussen
Óli Jacobsen Heri Mortensen
Orðstýrari: Kjartan Hoydal