Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-11-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1986síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Í Síða 16 Marner Simonsen, serlækni í kvinnusjúkum: vinnur nýtast ikki at plágast í skiftisårunum — Hetta sigur Marner Simonsen, yvirlækni, sum í meir enn 20 ár hevur viðgjort kvinnur í skiftisárunum við hormonum. Sosialurin hevur havt prát við kvinnulæknan um spurn- ingin fyri ella ímóti hormonviðgerð Marner Simonsen, ser- lækni í kvinnusjúkum: — Eingin kundi hugs- að sær at noktað dia- betikarum insulin, so hví nokta kvinnum í skiftisárunum hormon- viðgerð, tá hetta evnið higartil hevur verið gjørt í likaminum, men sum nú er burtur? Læknar sum heild eru ikki samdir um, hvert kvinnur í skiftisárunum skulu fáa hormonviðgerð. Summir halda „at hetta førir við sær at kvinnur fáa sjúkur, tær annars ikki høvdu fingið<. Aðrir læknar halda, at slík viðgerð er eins neyðug fyri kvinnur í skiftisárunum, sum insul- in er fyri fólk, sum hava sukursjúku. Fáa betri livikor Hava allar kvinnur brúk fyri hormonviðgerð í skiftisárunum ? — Eg haldi at allar kvinnur, sum eru farnar um tey 50 árini, áttu at fingið hormonviðgerð, og at allar fáa gagn av tí. Annars er vanligt, at kvinnur, sum eru í 40'un- um, byrja slíka viðgerð, um tær ynskja tað. Hetta er nógv nýtt og vísir seg at hava góða ávirkan á livikorini hjá kvinnum, í júst hesum aldri — Leysliga mett, fáa umleið ein triðingur av øll- um kvinnum millum 50-60 år i Føroyum hesa vid gerð. Gagnlig — bæði likamliga og sálarliga Hvenn mun sært tú á kvinnum, sum fáa hor- mon, og teimum, sum ikki fáa slík? — Munurin er sjónligur, tí kvinnur ið fáa hormon- viðgerð, eru betri fyri — bæði sálarliga og likam- liga, og tað sæst á út- sjóndini. Harnæst er hor- monviðgerðin gagnlig fyri beinagrindina, sum ann- ars minkar og viknar, tá likamid sjálvt heldur upp- at at gera hetta evnið í skiftisárunum. Eisini hev- ur tað týdning at kvinnan áhaldandi hevur hug til kynsligt samband. Hetta plagar at minka, tá skift- isárini koma, ti slimhinn- urnar i móðurskeiðini torna. Koma kvinnur av sinum eintingum til tin, at bidja um hormonviðgerð? — Tað er so ymiskt, men eg eri vanur at tosa við kvinnur í arbeiði min- um. Tí veit eg kanska betri, hvat á stendur, tá tær koma higar at leita sær hjálp. Vísir tað seg, at kvinnan hevur trupulleik- ar í samband við skiftisár- ini, so fær hon í boði at royna hesa loysn. Læknar ósamdir Ósemja hevur verið mill- um læknar í mong ár, hvert tað er gagnligt at geva hormonviðgerð í samband við skiftisárini. Hvat heldur tú um tað? Eg haldi, at allar kvinnur áttu at fingið hor- monviðgerð, og at eg, sum lækni. havi góðar royndir av hesum. Áður var mótviljin stór- ur millum læknar, men seinastu árini eru komin nógv og góð hormonev ni á marknaðin, sum eingin vandi er fyri at taka. — Fyri 20 árum síðan vórðu gjørd (kunstig) hor- monevni nýtt, sum vit góvu kvinnum sum inn- spræning. Í dag eru tabl- ettir, krem og onnur evni — alt eftir tí, sum einstak- lingurin hevur brúk fyri, og sum lættir um hjá kvinnuni. Hóast mótviljin ikki er so stórur longur, so eru kortini læknar, sum sýta fyri at geva kvinnum hor- monviðgerð. Tað hendir seg av og á, at hesar kvinnur koma til mín av somu grundum. Sum insulin fyri diabetikaran — Viðmerkjast skal eisini, at hormonviðgerðin hevur fyribyrgjandi ávirkan. Ikki bert fyri beinagrind- ina, men eisini fyribyrgir hetta blóðteppum í hjart- anum, eins og sálarliga steðan hjá kvinnuni gerst betur, so hon framhald- andi kann virka, sum hon hevur higartil, hóast hon er komin í skiftisaldurin. — Tað er lítið at um- hugsa í hesum feri, tí kvinnur hava sjálvar hig- artil gjert tey hormon- evni, sum nú fáast sum tablettir 0.a. Tað er at sammeta við fólk, sum hava sukur- sjúku. Eingin vildi noktað Nr. 129 - 15. november 1986 diabetikarum insulin, tí tað er lívsneyðugt. - Eins neyðugt er tað fyri kvinnuna í skiftisár- unum at fáa tað evnið, sum likamið higartil hev- ur gjert. Sostatt er hor- monviðgerðin ikki fremm- and fyri likamið, men bert eitt ískoyti, sum er neyð- skulu plágast meir enn hægst neyðugt, sigur Marner Simonsen at enda. Dagny Joensen ugt, fyri at kvinnur ikki Skiftis- aldurin Tá kvinnur verða um 45-55 ára gamlar, broytist mánasjúkan. Hon verður oftast óreglulig fyri seinni at hverva. Nógvar kvinnur halda, at einasta tekin um at tær eru komnar í skiftisaldurin er, at mánasjúkan fer burtur. Aðrar kvinnur hava trupulleikar, eitt nú hita- stigningar, bæði um dagin og á nátt, slímhinnur- nar í móðurskeiðini torna, og hon kann oftast ger- ast sálarliga skjót hvenn vegin, bert fyri at nevna nekur demi. Hetta hevur við sær, at liviumsteðurnar hjá kvinnu í skiftisárunum gerast truplar. Hon verð- ur skjótari móð og hevur t.d. ikki áhuga fyri kyns- ligari samveru o.s.fr. Regluliga mánasjúkan kemur tá kvinnan er lik- amliga búgvin og heldur fram til skiftisårini byrja. Mánasjúkan verður stýrd av tveimum hor- monevnum, sum likamið sjálvt ger. Annað evnið er østrogen, hitt er progesteron. Hesi bædi hormonevni eru vanliga til stadar i ymsum mongdum teir umleið 28 dagarnar, sum eru millum mánasjúkurnar. Hormonevnini syrgja fyri at slímhinnan í lívmóðrini veksur, til hon at enda verður koyrd út Tað er mánasjúkan. Fyri at minka um trupulleikarnar í samband við skiftisárini, ber til at geva kvinnum hormon- viðgerð. Ymisk sløg av tablettum, krem o.a. er til at taka, sum læknin kann åvisa. Sjåkakassin rindar 50 pst. av ti, sum evnini kosta. Fyri brúk- aran er galdandi, at einstaklingurin rindar umleið 35-45 krónur, hvenn mánaða, viðgerðin fer fram. Hormonviðgerð kann gevast í eitt áramál ella so leingi kvinnan vil tåa. Demi eru um kvinnur, sum eru farnar um tey sjeyti, men sum enn fáa hesa viðgerð.