Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-11-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 1986síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

————— Nr. 131 20. november 1986 Heildarætlan fyri alla Suðurstreymoy: Mett verður, at um ár 2000 búgva millum 20.000 og 25.000 fólk í Suður- streymoy. Í dag búgva 15.000 fólk í hesum ekin- um Hvar skulu nýggju íbúðarekini vera? Hvussu við vegasambandinum? Havnir? Idnadarøki? Flogvøllur? o.s.fr. Hesir eru nakrir av spurningunum, sum ein arbeiðsbólkur hevur ar beitt við, og sum teir nú koma við einum boði uppá. Tórshavnar Býráð letur nú bókling prenta við hesi ætlan og sum áhugaði kunnu fáa til keyps fyri jól. Hendan ætlanin er eitt neyðugt amboð fyri at til- rættaleggja nýggjar býar- partar, ídnað og ferðslu á rættan hátt, sigur Poul Michelsen, byrådsformad- ur, sum leggur dent á, at hetta ikki skal skiljast sum nakað diktat, men heldur at skapa grundar- lag undir einum sakligum orðaskifti um hesi viður- skifti. Vegaætlanin uppbrúkt Í 1972 varð gjørd ein vegaætlan fyri Tórshavn- ar kommunu. Hendan er nú uppbrúkt, og tí varð hildið vera neyðugt at stinga út í kortið, hvussu víðari skal farast, sigur býráðsformaðurin Nýggju býarpartar- nir skulu hava vegasam- band hver við annan og við verandi býarpartar Nógvir av verandi vegum kunnu als ikki taka ímóti ektu ferðsluni og tí er einki ov tíðliga at hugsa um ringveganetið nú Haraftrat fáa vit nógv ekta ferðslu til og av Velbastað í samband við ferjuleguna umframt at vit fáa alla ferðsluna norð- anífrá gjøgnum bergholið í Kaldbaksbotni, sum ver andi veganet als íklki kann taka. Tí settu vit ein , 7 Pr - - +Å ånhy AA Nýggir byarpartar — hvør vid sinum middepli arbeiðsbólk at gera eitt upplegg. gjør', sigur Poul Michel sen. og tað er nú Nýggju ibudarøkini Í upplegginum verður eis ini greitt frá, hvar best er at leggja tey nýggju íbúð- arøkini. Tvey hevuðssjón- armið liggja aftanfyri meginreglurnar fyri Annað er at Havnin nýggju ekini fyribyrgja, at veksur tilvildarliga uttan um verandi byggiøki. Og hitt, at leggja teir nýggju býarpartarnar í greitt av markaðum eindum við bý armiðdepli fyri hvenn bj arpartin við skúla, barna garði, vøggustovu, kirkju, ítróttarvellum, handlum og skrivstovum. Hevuðs- miðdepulin verður fram- vegis miðbýurin í Havn Í samband við planlegg- ingina av sethusaøkjum hevur eisini verið hugsað um at spara lendi. Hetta verður gjert á tann hátt, at alt er ikki lagt av sum vanlig sethús, men eisini sum raðhús og aðrar form- ar fyri sambygging. Tey sterru íbúðarekini verða Hoyvíkshagi. |} sunnara parti verður rokn- að við 900 íbúðum og í norðara umleið 800 íbúðir, og í Flatnahaga verður roknað við plássi til eini 300 nýggjar íbúðir. Innan fyri ringvegin í Havn verður roknað við plássi fyri umleið 500 nýggjum íbúðum og á Velbastað er gjerligt at byggja 650 nýggjar íbúð- ir. Sethús — flogvøllur Á Glyvursnesi er gott byggilendi til sethús, men her verður skotið upp at hetta eki í staðin verður lagt av til flogvell. Við- víkjandi flogvelli sigur býráðsformaðurin, at hetta er eingamal tanki, og er ein flogvellur ein náttúrligur liður í eini heildarætlan fyri Suður- streymoy. Um flogvellurin ikki verður lagdur har, kundi pléss verið fyri fleiri tús- und íbúðareindum,og tað kunnu so vera ymiskar meiningar um, hvat er betri. Býráðsformaðurin er ið hvussu er ikki í iva um hvat hann velur. Tað verður flogvellurin, og tí hava vit roynt at tryggja okkum, at lendið ikki verður nýtt til annað endamál, sigur hann. Havnaútbygging Einaferð var talan um at víðka vestara keiøki suð- ureftir, undir Lands- sjúkrahúsinum, men hetta eki er friðað, so annað má Síða 3 Soleiðis sær uppskotið ut viðvíkjandi ringvegunum um Havnina. Her skal við- merkjast, at síðani hetta uppskotið er gjert, hevur býráðið samtykt at leggja ringvegin i Marknagili omanfyri verandi Markna- - gilsveg, og ikki eftir hon- um, sum hendan myndin vísir. finnast ístaðin. Umframt útbyggjan av verandi havn verður nú farið undir havn á Sundi, men hugs- ast má eisini um megu- leikarnar at gera góðs- havn á Glyvursnesi. Tá talan verður um íbúðareki og havnir í eðrum komm unum í Suðurstreymoy, er hetta ikki at skilja so, at hetta eru boð frá Tórs- havnar kommunu. — Hvussu hesar komm- unu velja at útbyggja, er sjálvandi upp til teirra, men vit mugu tilrætta- leggja soleiðis, at tað vit gera t.d. við ringveganet- inum kann taka ferðsluna, um ekið í Suðurstreymoy verður útbygt so nógv tað kann, sigur Poul Michel- sen. tor