hósdagur 27. november 1986síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Nr. 134 — 27. november 1986
Foroyskur filmur um Regin Dahl
Tey bæði, Katrin Ottarsdóttir og
Hugin Eidi, hava gjørt ein film um
foroyska listarmannin Regin Dahl.
Filmurin ber heitið »Regin útiseti<
og varð hann sýndur fyrstu ferð tann
24. oktober í Feroysku helunum í
Keypmannahavn.
Nú verður so arbeitt við ætlanum
at umseta filmin til annað norður-
lendskt mál, soleiðis at hann eisini
kann seljast til sjónvarp í hinum
Norðurlondum. Nær filmurin verður
vístur i Føroyum er ikki greitt, men
vónandi verður tað skjótt. Vit eiga
ikki nógv føroyskt tilfar av slíkum
slag.
Vit hava fingið sendandi eitt um-
mæli av umredda filmi.
Ja hvussu er tað at koma
beint á ein sjáldsaman
fugl, ein feroyskan yrkja-
ra í Haderslev? Tað nytt-
ar lítið at jesa seg ert tú
feroyngur, tungan líka
sum lofnar. Ein profes-
sionellur fuglastappari
setti seg kanska at bíða
til hann doyði. Nú var tað
so heppið at har kom ong-
in fuglastappari, men ein
gjødin filmsintruktørur.
Summir grava deyðar
menn og blása í, tá er
lagamanni at fáa teir eft-
ir sínum hevdi. Hon setti
sær fyri at fygla yrkjaran
við sínum filmstéli og
fekk hann, um ikki annað,
so at spæla við eina letu:
Lat meg vera ein halda-
kopp bara,/ at onkur
smágenta óstúrin/ fær
leska seg úr mær,/ ný-
vaknað miðsummar-
morgnar
Friggjakvøldid 24. okto-
ber var so tann stóra løt-
an úteftir har Feroyska
Húsið í Keypmannahavn
var karmur um frum-
sýningina. Tað er natú-
ligt, hóast trongar um-
steður, at útisetar onkun-
tíð njóta slíkan heiður.
Eini 40 fólk vóru komin at
hyggja, men pláss var til
nekur aftrat. Katrin Ótt-
arsdóttir, leikstjóri
greiddi eitt sindur frá
umsteðunum at gera
filmin; legði dent á, at tað
var hennara versión og
ikki Reginsa. Onki var
heldur at dylja yvir, t
stuðulin fíggjarliga
heimanífrá kundi verið
dyggari; ein sær í sínum
stilla sinni hundraðtals
milliónir bólta av borðin-
um í feroyska Klondike-
líkis-húsarhaldinum, feil-
ílegur eitur tað, so... 45
minuttir er ikki nógv. Eg
kom at minnast eitt sjón-
varpsglint — listamålar-
an Mikines — fyri einum
15 árum síðani, kanska
ein rundur feðingardagur,
nekur fá sekund uttanfyri
eitt heim, stólbundin.
Stutt eftir varð hann vist
tíkin heim til Føroyar og
doyði. Tá eru trý korter
rúm.
Regin spælir klaver og
syngur. Tað er tann Regin
Dahl feroyingar vita av
Hesin partur er eisini í
fiiminum. Íðan er so
meir? Jú, tað er ein yrkj-
ari, og mín sann eitt liv-
andi menniskja sum
bæði skemtar, roykir og
drekkur. Bellmansk! Yrk-
jarin hyggur út yvir hitt
hjómhvíta havid, tekur
seg kanska í at lyfta
prukkuna, bara fyri at
vita, men letur vera,
leggur seg í grasið við
eygunum undir himmal-
hválvinum og bara undr-
ast. Knappliga, sum trøll
úr eskju, er hann ein
knarrvorðin abbi mitt í
diskoteksvasinum: Dávið
tín dári! Ella stekkur á
gólv hjá >Ná-generatión-
ini< og lesur teim tekstin
um mál og mentan, ment-
an og mál, ynskir útvarp
og serliga sjónvarp niður
og norð. Nei, hann verður
ikki hangandi, fer á dyr
og á kirkjugólv. Við árun-
um gravar ein seg fastari
niður í fylgjurnar av tí ein
fyrr hevur valt. Hann
stendur einsamallur í
hesum velduga, ljómandi
skála við tægrum í mið-
øldini nútíðin reypar
vælsaktans av at kunna
pota tað heila nidur í eitt
evalitid digital-klipp. Tal-
an er jaja-neinei
Men umhvervið er
danskt, og tað ger helst at
filmurin fær ikki sum so
ofta, hetta tápuliga upp-
stásaða dæmið: Vit eru
feroyingar — og eingin
fyrr/ var tað nær ella ná-
munda so nógv sum vit...
/ yrkadagar hava vit ikki
stundir.
Í Føroyum hevði tað
ikki verið hyggjuráðið, at
fleskan stóð frammi með-
an filmað varð, men aft-
anfyri borðbeinið. Mín
sál, maðurin týður til
portvín, tá hann skal yrk-
ja, og situr á vertshúsi og
breiðir seg, meðan tólið
snurrar, ístaðinfyri at
hava ein heilan bókagarð
aftan fyri seg. Frægasti
yrkjari feroyingar eiga!
Reyk einhver glæstri-
mynd um eina feroyska
skaldalagnu, eisini tá var
filmurin við Regini sum
modell ikki til fánýtis.
Soleiðis sæð, tí eg sá
hann bara ta einu ferð-
ina. Hetta er ein erðvísi
filmur, ein heppin fongur,
eggjandi spæl millum
kattin og oøfurid, sum er
ongin pipp-fuglur..smá-
gentur, mjåar um miðju, /
dansa við deyðans greind-
ir/ og teirra vaknandi,
væntandi kvið/lívgar í
túsunda líð.
Herman
Filmurin um Regin Dahl er ein heppin fongur, eggjandi spæl millum kettuna og off-
urið, sum er ongin pipp-fuglur, sigur Herman.
4
SES
NNE
Føroya Studenta-
skuli og HF-skeid
Tann 1. januar 1987 verður eitt starv í
ítrótti og donskum leyst at søkja.
Møguleiki kann eisini vera fyri ítrótti og
onkrari aðrari studentaskúlalærugrein
Umsókn til Landsskúlafyrisitingina
seinasta lagi 12. desember 1986.
LANDSSKÚLAFYRISITINGIN
Skrivstovufólk
Vit søkja: Skrivstovufólk til av
greiðsluna á Kongabrúnni.
Vit vænta: At tú hevur útbúgving
innan skrivstovuyrki, er
von/vanur at fara um við-
skiftafólk, hevur góð sam-
arbeiðsevni og vil luttaka á
skeiðum fyriskipað av
Tryggingarsambandinum.
Áhugavert, sjålvstødugt
arbeiði í góðum umhvørvi,
ign sambært sáttmála mill
tarvsmannafelagið
ryggingarsambandið
Føroyar
Skrivlig, vid avriti av
prógvum og viðmælum
verða at senda:
Vit bjóða:
um I
T
Umsókn:
TRYGGINGARSAMBANDIÐ FOROYAR
Box 329
110 - Tórshavn
AAA
A er