hósdagur 27. november 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóári:
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Jan Miiller
Krisjan Dahi
Høgni Djurhuus
Utgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk :
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
endurtekur
søgan seg
Í oddagrein í Dagblaðnum sein-
asta mánadag verður enn eina
ferð mælt til lýsingarboykott
móti ávísum bløðum. Grundgev-
ingin fyri at vinnurekandi ikki
eiga at lýsa í hesum blødum er, at
»høvudsuppgåva teirra er at av-
taka alt vinnuligt fyritakssemi í
Føroyum.« Nú verða eingi blød
nevnd, men áður hava t.d. Sos-
ialurin og Fjúrtandi verið flokkað
millum tey blød, sum ikki eigur at
verða lýst í.
AT grundgevingin fyri hesum er
heilt burturvið hevur minni at siga
í hesum sambandi. Tað, sum hev-
ur áhuga, er, at henda áheitan á
vinnurekandi um at boykotta
okkum er so ofta sett fram nú, at
hon má metast sum almennur
fólkaflokspolitikkur. Og hvat vil
Dagblaðið fáa burtur úr, um
henda áheitan verður fylgd. Jú,
fíggjarliga grundarlagið vil verða
tikið undan teimum bløðum, sum
eru mest ósamd við Dagblað og
fólkaflokk. Og blaðið við hava
nátt eitt av sínum fremstu enda-
málum, nevniliga einsrætting av
føroysku prassuni.
VIÐ ongum ella avmarkaðum
Sosiali, Fjúrtanda og enntá eisini
Fríu Føroyar vilja vit hava nátt eitt
stig nærri tilstandum í ófrælsum
einaræðislondum, har bert ein
sannleiki finst, nevniliga hann,
sum talar sek teirra ráðandi. Og
vit kunnu so síggja fram til at
»Dagbladid« fer fram júst so.
TAÐ er als einki nýtt í hesum
sjónarmiðum, og tað er heldur
ikki tí, vit skriva oddagrein um
tey.
MEN tað eru tó kanska tey
fægstu sum vita, at hugskotið um
lýsingarboykott móti »besverl-
igum« blødum er ikki nakað nýtt
fyribrigdi, og hetta er ikki nakað,
sum fólkafloksmenn hava tikið úr
egnum bråsti.
SOMU framferð nýttu týsku nas-
istarnir mótvegis donskum blød-
um. Aftaná at teir høvdu fingið
valdið, høvdu teir ongar trupul-
leikar við at einsrætta týsku
pressuna. Men teir ráðandi í
Týsklandi ansaðu eisini væl eftir,
hvat t.d. donsku blødini skrivaðu
um nýggja stýrið í Týsklandi.
Tyskar fyritøkur lýstu nógv í
donskum blødum, og lýst varð i
teimum ymisku bløðunum í tann
mun tey vóru vinarliga sinnað
móti nasistiska stýrinum. Ein ser-
lig nevnd varð sett til at ansa eftir
sinnalagnum hjá donsku blød-
unum og gera tilmæli um hvert
tey høvdu ta réttu innstillingina.
Og tað skal sigast um donsku
pressuna, at hon lagaði seg bara
væl til meiningarnar sunnanfyri
markið. Tað var kanska eitt úrslit
av hesi tillaging, at Jyllands-
posten í 1939 kundi skriva, at í
veruleikanum skiltu teir væl, at
týskarar vildu sleppa sær av við
jødarnar!
MENN eru sanniliga ikki bangnir
av sær, tå teir nu tykjast at hava
hug til at endurtaka hesa søguna.
TAD frættist herfyri av einum
fólkafloksfundi, at menn har
høvdu hug at ståra fyri ti før-
oyska fólkaræðinum, tå ov fáir
løgtingsfundir vóru hildnir. Okk-
ara ráð eru: Sópið fyri egnum
hurðum. Er vandi fyri okkara
demokrati er als ikki vist, at fólka-
floksmenn noyðast at fara so
langt!
Nr. 134
Aftursvar til
»Mentadur havnarma0ur«
Lesarabræv i Sosialinum
18. november »Aftursvar
til Hans Birgir Hansen«.
Eg broyti ikki hugsan
viðv. lesarabrævi um fríari
rusdrekkasølu i
blødum. Tað eru nógv sum
siga seg taka fult undir
við mær og hava greitt frá
dag-
sínum u……pulleikum, sum
tit hava skapt teimum
innan fráhaldsfelags-
skapir, trúarfelagsskapir
og so tú og meirlutin av
Feroya fólki, so tað er
nógv eg kann leggja tykk-
um undir í at forða eðrum.
Tá ið tú og fráhalds- og
trúarfelagsskapir, meir-
lutin av Feroya fólki er
ímóti fríari rúsdrekkaselu,
so sýna tit skilliga,
hvussu ódemokratiskt og
ómenniskjansligt tit hava
borið tykkum at við einari
fólkaatkveðu fyri nøkrum
árum síðani.
Eg haldi tað vera gott
gjørt, at tit, sum ikki
smakka tykkum á, skulu
taka aðrar av ræði í egn-
um avgerðum/viðurskift-
um, uttan at teir verða
spurdir. Er hetta ikki at
skerja rættin og frælsið
hjá teimum. Tit kunna
ikki vera mentað, tá ið tit
liva í 1907, meðan eg livi í
1986, so tit eru bláoygdir,
at tit ikki síggja fram um
nesina. Ikki eri eg blá-
oygdur, tá ið eg veit,
hvussu man fær javnvág i
drekkaríi, og at nógvir
rúsaðir vilja gera nakað
hesum viðv.
Tað er rætt at koma í
dagbleð við slíkum
málum, ið viðkoma ellum
foroyingum, hvat eg skal
gera nógv við so lítið
mentað tit eru, fáa at lesa
um keðiligu negativu av-
leiðingarnar, sum rús-
drekka elvir til hjá fleiri
ættarliðum, ið líða undir
um alt landið.
Eg kenni arbeiðið, úr-
27. november 1986
slitið hjá fráhalds- trúar-
felagsskapum, sum eg eri
misnegdur við. Felags-
skapirnir arbeiða í upplýs
ingarliðinum og tað er ikki
nóg mikið at fáa hjálpt
fólki at vinna á trupulleik-
um og tað hevur ikki givið
gott úrslit.
Tú kanst ikki leggja
flestu føroyingar undir at
drekka seg frá ellum ogn-
um sínum.
Eg seti bert væl hugsað
lesarabræv í dagbleð. Tú
kanst ikki seta meg í tína
steðu at skamta eina rús-
drekkanýtslu, tá ið eg ikki
havi eina slíka sum tú, so
tað er gott, um tú heldur
tær innan fyri rammurnar
rúsdrekkalógin loyvir tær.
Fyri tí tú einki úrslit sær,
so havi eg fingið fleiri úr-
slit av at skriva í dagbleð
og taka orðið á fundum og
í túnatosi.
Hans Birgir Hansen
Kirkjubøarstolarnir
Aheitan til
Føroya Landsstyri
Latið ikki stólarnar fara
av landinum aftur, gerið
ikki somu dáragerð, sum
gjørd varð í 1874. Tað er
eisini óðamannaverk at
senda so virðismiklar lutir
millum lond á hávetri. Alt
kann jú henda, hyggið
bara í seinastani, eitt skip
misti fleiri kontainarar í
havið, eitt annað skip kom
sum við eitt Guds undur
undan stórum eldi.
Er tað at vera góður við
okkara dýrastu fornminni
at senda tey aftur til Dan-
markar á hávetri, síðani til
at ferðast runt í Danmark,
fyri at útisetar kunnu
síggja teir — hetta fredd-
ist okkara mentamálaráð-
harri um, og okkara forn-
freðingur metir teir við
alnamát og annað. — Nei,
latið stólarnar verða í Fer-
oyum, so at føroyingar
sjalvir kunnu siggja og
gledast yvir teir, og uti-
setarnir hava nakað at
verða stoltir av og koma
heim til.
Takið við tilboðnum frá
Feroya Fornminnagrunni,
finnið eina loysn, megu-
leikarnir eru nógvir, setið
teir i Mariukirkjuna,
byggið savn uttan um
kirkjuna, leggið tak á
Múrin, sum Knud Krogh
mælti til, byggið tjóðar-
savn í Kirkjube í samband
við tak á Múrin.
Ein fyribils loysn er at
goyma teir. Moguliga sett
teir í vekru Vestur-
kirkjuna, har skuldu allir
meguleikar verið til stað-
ar, og har kundu teir stað-
ið væl, til umsteðurnar
vóru gjørdar í samband
við Mariukirkjuna ella
Múrin.
Enn eina ferð heita vit á
landsins myndugleikar,
latið ikki stólarnar fara av
landinum fyri aðru ferð,
men takið við tilboðnum
frá Fornminnagrunninum
um at finna eina loysn.
Virðingarmest
Selvá og Páll
Patursson
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Kirkjuboarstólarnir
Til Føroya Landsstýri,
v/ Lassa Klein, lands-
stýrismanni.
»] sambandi við fram-
sýning av kirkjubear-
stólunum her heima í
Feroyum varð á árs-
fundi grunsins tann 3.
august 1986 umrett, at
stólarnir ikki máttu
fara av aftur landinum,
men saman við altar-
talvuni og Mariumynd-
ini ferast aftur í sanna
umhvørvi teirra —
Mariukirkjuna.
Nú stólarnir eru aft-
urkomnir til landið,
hevur nevnd grunsins
umrett, hvussu hug-
stoytt tað vil verða, um
teir fyri aðru ferð verða
sendir av landinum. At
landsstýrið kennir seg
bundið, kann ikki gera
kensluna av vanæru
minni millum manna.
Feroya fornminna-
grunnur hevur tí fingið
J. P. Gregoriussen og
Gunnar Hoydal, arki-
tektar, og Kjartan
Mørkøre, sóknarprest,
at jåtta, at teir fegnir
saman við Føroya
Fornminnissavni bein-
anvegin vilja kanna,
um og hvussu stólarnir
trygt kunnu varðveit-
ast í Mariukirkjuni, til
onnur loysn, enn at
senda teir av aftur
landinum, er funnin.
Kanningina og út-
reiðslurnar av varð-
veitsluni i Mariu-
kirkjuni vil grunnurin
fegin átaka sær at
leggja út og um neyð-
ugt gjalda.
Grunnurin heitir
inniliga á landsstýrið
og fornminnamyndug-
leikarnar um íkki at
hava hesum tilboði,
men saman við grunn-
inum at fremja eina
loysn, ið er til mesta
sóma fyri okkara tjóð,,
eins og varðveitslan av
Múrinum er tað.“
Feroya Fornminna-
grunnur
Kjartan Kristiansen
form.