Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 77 - 19. apríl 2000 Fótbóltur Fótbóltur 2000 Alt um liðini í 1. deild Leikarayvirlit Samrøður við leikarar, venjarar og formenn Landsliðsárið 2000 Alsamt fleiri leikarar uttanlands Er kappingin nóg væl skipað? Tórsvøllur ella Svangaskarð Serblað 56 síður kostnaður 40 kr. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Veljarin ynskir eina hóvligari gongd Tann nýggja veljarakanningin slær aftur fast, at meiri enn helvtin av føroyingum ynskir eina skipan, sum liggur millum heimastýrisskipanina og fullveldisætlanina. Somuleiðis vísir kanning- in, at bara fjórði hvør veljari tekur undir við full- veldisætlanini, um tillagingartíðin verður fýra ár. Nýggja kanningin er aftur eitt dømi um, at tær kanningar, sum geva fólki fleiri møguleikar enn tann eina - ja ella nei til fullveldi - vísa, at flestu føroyingar vilja hava eina meiri hóvliga gongd fram ímóti sjálvstýri. Men føroyingar vilja hava økt sjálvstýri! Tað mugu sambands- og samrík- isfólk eisini gera sær greitt. Verður tillagingar- tíðin 15 ár, sum landsstýrið hevur nevnt sum ein møguleika, taka nærum 50 prosent undir við ætlanini at skipa Føroyar sum fullveldi. Enn hava landsstýrið og sjtórnin ikki samráðst av álvara. Av hesi orsøk vita vit framvegis ikki, hvat vit skulu taka støðu til. Tí er talan um eina meiri prinsipiella støðutakan til ein ella fleiri møguleikar. Samgongan hevur fullveldið sum mál, men líkt er til, at nú kemur tað væntaða tvíbýtið fram. Í seinastu kanning tók bara helvtin av fólkafloksveljarunum undir við fullveldisætl- anini. Og nú eru fleiri røddir í Sjálvstýrisflokki- num - sum fær ein dyggan frammaná í veljara- kanningini - farnar at gera vart við seg. Tann eini tingmaðurn heldur enntá, at tað gongur ov skjótt. Spurningurin er, nær ein so mikið stórur partur í samgonguni fer at krevja, at tað verður steðgað á, so málið kann tillagast veruligu støð- uni hjá flokkunum. Teir hóvligu partarnir í Fólkaflokkinum og Sjálv- stýrisflokkinum hava lykjilin. Teir tykjast í feliri viðurskiftum liggja nærri Javnaðarflokkinum enn Tjóðvelidsflokkinum. Taka vit orðklúgvingina burtur, skuldi áskoðanin hjá hesum trimum flokk- unum verið í góðum samljóði við tað, sum veljarin heldur. Vert er at leggja til merkis, at heili 52 prosent taka víðkað sjálvstýri fram um fullveldi, men bara 36 prosent taka fullveldi fram um víðkað sjálvstýri. Nú er torført at siga, hvat víðkað sjálvstýri ber í sær, men í prinsippinum skuldi tað samsvarað við áskoðanina hjá Javnaðar- flokkinum og helst meirilutanum í Fólkaflokki- num og Sjálvstýrisflokkinum. Her skuldi verið eitt alternativ til ta meir víðgongdu støðuna hjá Tjóðveldisflokkinum. Men vil hann flyta seg? Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vinna, um val hevði verið nú. Báðir flokkar eru ímóti fullveldisætlanini, men spurningurin er, um teir í felag kunnu seta fram eitt alternativ. Sam- bandsflokkurin vil broytingar, men neyvan so víðgongdar, sum Javnaðarflokkurin vil. Tað var hóast alt hann, sum av álvara tók spurningin um økt sjálvstýri upp aftur fyri trimum árum síðani. Enn er nógv ógreitt, men tað er greitt, at sam- gongan hevur ikki meirilutan aftan fyri seg meira, og veljarin ynskir eina hóvligari gongd í sjálv- stýrismálinum. Bæði Fólkaflokkurin og Sjálv- stýrsflokkurin eru fyri stórum tapi, og Tjóðveld- isflokkurin heldur so dánt skansan., hetta eigur at geva samgonguni nakað at hugsa um undan komandi samráðingum. Jonhard Eliasen forsvarer landsbanken med en dog- matisk rethaveriskhed, så man skulle tro, det var de kanoniske skrifter - og ikke lov om Landsbanka Føroya - der var til debat. Når nogen drister sig til at betvivle landsbankens muligheder for at leve op til sin meget pompøse for- målsparagraf, så bliver man af Eliasen gjort til en vantro kætter, der vender tingene på hovedet og ikke har for- stået sagernes rette sam- menhæng. I det fromme håb, at det kan medvirke til lidt selvransagelse hos min unge kollega, Eliasen, skal jeg tillade mig at citere af- døde finansminister Poul Møller, som engang måtte erindre en politisk modstan- der om, at “...hvis man løber panden imod en mur, og der lyder et hult drøn, så be- høver det jo ikke at være muren, der er hul.” Jonhard Eliasen kommer vidt omkring i sin sagsfrem- stilling. Selv gamle Adam Smith bliver minsandten indkaldt som vidne. Men så kompliceret er sagen jo slet ikke. Jeg har argumenteret for, at landsstyret og landsstyr- ets virksomheder med for- del kunne placere deres kommercielle bankforretn- inger direkte i de private pengeinstitutter fremfor at sende forretningerne gen- nem landsbanken. Og jeg har vendt mig imod, at landsbanken, som i forvejen er fritaget for skattepligt - og finanstilsyn - nu med lovgivningsmagten i ryggen søger at udvide sit virkeom- råde på bekostning af de private pengeinstitutter. Jeg har derimod ikke arg- umenteret for, at landsbank- ens pengepolitiske opgaver skulle overføres til de priv- ate pengeinstitutter. Men det er der da heller ikke no- gen grund til. De pengepol- itiske opgaver på Færøerne varetages for øjeblikket af Danmarks Nationalbank. Og således vil det være, så længe vi har valutafælles- skab med Danmark. Ganske vist har Jonhard Eliasen fra den pengepol- itiske værktøjskasse frem- fundet et antal redskaber, som han vel sagtens mener, landsbanken kunne tage i brug på Færøerne. Det dre- jer sig om kreditrationering, deponeringsordninger, var- iable kassebindingsregler og andre værktøjer, som tager sigte på en direkte reg- ulering af kreditformidling- en. Det er ordninger, som man alle andre steder i den moderne verden har forladt til fordel for en mere effek- tiv og markedsorienteret rente- og likviditetspolitik. Men rente- og likviditets- politikken hører ind under Danmarks Nationalbanks Mere bank ressort. Ikke landsbankens. Landsbanken kan ikke føre pengepolitik på Færø- erne, medmindre man da af- skærmer Færøerne fra ud- landet og regulerer, eller helt forbyder, kapitalbevæg- elser ind og ud af Færøerne. Det giver jo eksempelvis ikke megen mening at på- tvinge de færøske pengein- stitutter et udlånsloft, hvis kreditværdige og lånelystne færinger frit kan låne i Un- ibank eller ABN Amro Bank. Men der er god grund til at advare mod at eksperi- mentere med en afskærm- ning af det færøske kredit- marked. Rentebeskatningen førte i 1980’erne til, at vi på Færøerne fik en reel af- skærmning af det færøske kreditmarked. Det var mu- ligt, i alt for en tid, at opret- holde et særfærøsk renteni- veau, og det var muligt, for en tid, at føre en særfærøsk pengepolitik. Men mon det dog ikke er de færreste, der har lyst til at gentage 80’er- nes planøkonomiske eksp- erimenter? Jørn Astrup Hansen Latið okkum fáa eina ’skip- aða skiftistíð’, har vit sjálvi avgera tíðina, kostnaðin og avleiðingarnar. Nú tað nærkast tíðini, har Føroya Landsstýri skal samráðast við donsku stjórnina, sum framman- undan hevur tryggjað sær undirtøku fyri einari bein- harðari samráðingarlinju frá Fólkatinginum, fari eg at gera niðanfyristandani við- merkingar. Samgonguskjalið, løg- tingssamtyktin frá okt. 1998 og uppritið, sum skal verða grundarlag fyri samráðing- um at loysa Føroyar frá Danmark, eru amboðini, sum Landsstýrið skal nýta í samráðingunum. Ein og hvør — fyri ella ímóti loysingargongdini - veit, at Landsstýrið á demo- kratiskan hátt hevur rætt til at samráðast um framtíðar- støðu Føroya; hetta eiga vit at virða, og gera tað eisini, ja, so má hvør í sínum lagi ella saman í flokki taka støðu til úrslitið. Ætlan Landsstýrisins er at samráðast um, hvussu blokkurin skal minkast, hvussu skuldin skal avvikl- ast og hvussu vit fáa polit- iskt og búskaparligt frælsi, og hvussu vit í framtíðini kunnu hava samstarv við Danmark. Ella í stuttum: Ætlan landsstýrisins er at fáa eina skiftistíð til full- veldi Føroyar er veruleiki. Eitt er vist: Tað kennist løgið, at Landstýrið skal samráðast við ministarar í Danmark fyri at fáa ein skiftistíð. Tað eigur at verða greitt fyri Høgna Hoydal og Landsstýrið alt, at ein grundarlagið avgerðin fyri einari ”skipaðari skiftistíð” finnst bara á Føroya landi. ”Skipa skiftistíð” í Før- oyum uttan danska ávirkan: Munin lættari átti tað at verið at lagt eina ætlan fyri eini ”skipaðari skiftistíð”, har flokkar í Føroyum tóku seg saman, at avtala ein málsetning um • í hvørji raðfylgju yvirtøk- ur skulu gerast, so blokkur- in minkar í takt við yvirtikin málsøki. • hvussu skjótt skuldin skal avviklast • hvussu eitt framtíðar samstarv við Danmark skal skipast Um henda ætlan (skipað skiftistíð) hevði verið fylgd, kundi hent, at ætlan lands- stýrisins hevði verðið skjót- ari veruleiki enn teir sjálvir høvdu vónað við fullveld- isætlanin í samráðingum við donsku stjórnina. Við eini føroyskari polit- iskari avtalu um ein ”skip- aða skiftistíð” hevði danska stjórnin onga ávirkan havt, og vit skuldu ikki spurt Ny- rup um nakað sum helst. Vit eiga sjálvi at avgerða skiftistíðina, kostnaðin og avleiðingarnar! Tær búskaparligu avleið- ingarnar av fullveldisætlan- ini kennir eingin, tí hetta verður ikki ein ”skipað skiftistíð” - hóast landsstýr- ið heldur fast um tað øv- ugta. Allar búskaparfrá- greiðingar, sum snúgva seg um avleiðingarnar av eini skjótt minkandi ríksiveiting, vísa týðiliga, at vælferðin og livikor føroyinga verða fyri stórum afturstigi, tí hava vit brúk fyri eini ”skipaðari skiftistíð”, sum er føroysk, og uttan danska ávirkan. Øll rættiindi sum føroy- ingar hava í Danmørkini í dag eiga vit at samráðast um, tá ið blokkurin er av- viklaður, og skuldin niður- goldin, ikki fyrrenn tá kenna vit hvørji rættindi vit hava brúk fyri í Danmørkini. Landsstýrið kann so í øll- um førum taka av tilboð- num frá Nyrup, um størri politiskt vald til løgmann, sum ikki kann takast aftur av donsku stjórnini; hetta haldi eg veraa eina góð byrj- an til eina ”skipaða skiftis- tíð” uttan danska ávirkan. Vit kunnu sjálvi avgerða skiftistíðina: Mín áheitan til Høgna Hoydal og Føroya Lands- strýrið skal vera: Latið ikki Nyrup avgerða skiftistíðina, - lat okkum fá eina føroyska ”skipaða skiftistíð”, har vit sjálvi avgera tíðina, kostn- aðin og avleiðingarnar, og uttan ta ávirkan úr Dan- mark, sum tit í løtuni leggja upp til. Birgir Waag Høgnesen Lat ikki Nyrup avgera skiftis- tíðina, harra Høgni Hoydal