mikudagur 19. apríl 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 77 - 19. apríl 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 77 - 19. apríl 2000
Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna
Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds fyrimunir,
samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti við límtræði. Nú kanst tú
eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið kunnu snarast runt, so tey eru løtt at vaska.
Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan verður tað klætt við
aluminium í tí liti, tær dámar best.
Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis!
Vatnsoyra
Vatnsoyra Snikkaravirki pf.
H
www.h-window.fo
10 ára trygd
stephanssons hús
Frítíð artrygging er íroknað
0,0%
5,0%
10,0%
15,0%
20,0%
25,0%
30,0%
Fólkaflokkurin
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Sjálvstýrisflokkurin
Tjóðveldisflokkurin
Miðflokkurin
Aðrir
Val '98
Kanning mars 00
Kanning apríl 2000
Sambært veljarakanningini, sum Útvarpið og Dimmalætting hava latið gera, hevur
Sambandsflokkurin havt eina fragongd uppá 8,5 prosent sammett við seinasta val.
Verður sammett við kanningina hjá Sosialinum og SvF, hevur flokkurin havt eina fram-
gongd uppá 4,6 prosent upp á ein mánað
Grafikkur: Sosialurin
Sambandsflokkurin
stóri vinnarin
Veljarakanningin, sum Útvarpið og Dimmalætting hava
latið gera, gevur Sambandsflokkinum eina framgongd
uppá heili átta prosent sammett við seinasta val. Tað er
framvegis Fólkaflokkurin, sum er stóri taparin, við eini
afturgongd uppá góð trý prosent
Kann.
Kann.
Broyt. Tingm.
Tingm. Broyt.
Val 98
mars
apríl ´98-apríl
val
kann.´98-apríl
Fólkaflokkurin
21,3
16,1
17,8
-3,5
8
6
-2
Sambandsflokkurin
18,0
21,9
26,5
8,5
6
9
+3
Javnaðarflokkurin
21,9
27,3
24,9
3,0
7
8
+1
Sjálvstýrisflokkurin
7,7
6,0
3,8
-3,9
2
1
-1
Tjóðveldisflokkurin
23,8
24,4
24,8
1,0
8
8
0
Miðflokkurin
4,1
4,3
1,8
-2,3
1
0
-1
Aðrir
3,2
0,0
0,4
-2,8
0
0
0
SVEINUR TRÓNDARSON
Andstøðan - og serliga
Sambandsflokkurin - hevur
vind í seglunum.
Hetta er tann stutta nið-
urstøðan, sum kann gerast
burturúr veljarakanningini,
sum Útvarpið og Dimma-
lætting hava latið gera.
Fýra prosent
upp á ein mánað
Við valið í 1998 fekk Sam-
bandsflokkurin ein dyggan
undir vangan. Hann misti
ein stóran part av veljarun-
um og fór frá at vera størsti
flokkur til at vera fjórð-
størsti, men skulu vit trúgva
seinastu veljarakanningini,
so hevur flokkurin havt eina
øgiliga framgongd seinastu
tíðina og serliga seinasta
mánaðin.
Tað er nevniliga ein mán-
aði síðani Sosialurin og SvF
almannakunngjørdu eina
veljarakanning, sum vísti, at
Sambandsflokkurin
tá
hevði havt eina framgongd
upp á 3,9 prosent, men síð-
ani marts er hann runnin 4,6
prosent fram afturat.
Javnaðarflokkurin
mist eitt sindur
Hin
andstøðuflokkurin
heldur ikki somu høgu ferð,
sum Sambandsflokkurin.
Javnaðarflokkurin hevur
- treyðugt so - eina týðuliga
framgongd, upp á trý pro-
sent, men tað er 2,4 prosent
minni enn fyri einum mán-
að síðani.
Tá var tað Javnaðarflokk-
urin, sum var størsti flokkur,
men hesaferð hava hevur
hin andstøðuflokkurin sníkt
seg framum.
Eisini Tjóðveldisflokkur-
in kann staðfesta eina fram-
gongd. Sammett við valið
seinast hevði flokkurin
fingið eitt prosent fleiri at-
kvøður var val í dag, og
tann framgongdin er størri
enn hon var við seinastu
kanning. Flokkurin hevði
sostatt ligið á triðja plássi,
beint aftanfyri Javnaðar-
flokkin.
Fólkaflokkurin
á veg fram
Hóast Fólkaflokkurin sam-
bært hesi kanningini missir
hálvt fjórða prosent av at-
kvøðunum, so er lítið at iv-
ast í, at fólkafloksmenn
fegnast um hesa kanning-
ina, tí sambært hesi kann-
ingini missir flokkurin
»bert« 3,5 móti 5,2 prosent-
um fyri einum mánað síð-
ani.
Mótsatt kanningini, sum
varð gjørd í apríl, so eru tað
hesaferð smáu flokkarnir,
sum kenna svian av fram-
gongdini hjá eitt nú Sam-
bandsflokkinum.
Sjálvstýrisflokkurin miss-
ir sambært kanningini 3,9
prosent og tað eru 2,2 fleiri
enn við seinastu kanning.
Miðflokkurin missir sam-
bært kanningini 2,3 prosent
og tað er 2,1 fleiri enn teir
mistu sambært kanningini í
mars. Missurin hevur við
sær, at tingmaðurinhjá Mið-
flokkinum rýkur, um enn
tað er um reppið, at flokk-
urin tekur níggjunda mann-
in frá Sambandsflokkinum.
Veljarakanningin er gjørd
tann 13. apríl og umleið eitt
túsund fólk vóru spurd og
av teimum játtaðu 779 fólk
at vera við í kanningini.
Tel. 28 97 21
BERG MOTORS
í Suðuroy
Bilframsýningin hjá Mazda heldur fram
hesa vikuna við hotellið í Øravík
Sosialurin - 311820