Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 77 - 19. apríl 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 77 - 19. apríl 2000 Fullveldismálið skal snikkast til fólksins vilja Løgmaður heldur tað hava týdning, at landsstýrið tekur nýggjastu veljara- kanningina til eftirtektar. Ger landsstýrið ikki tað, sær hann vanda fyri, at ein nýggjur sáttmáli verður feldur við fólkaatkvøðuna JOHN JOHANNESSEN Løgmaður heldur tað av- gjørt vera neyðugt at sam- ráðast eftir verandi sátt- málauppskoti fyri at fáa av- klárað, hvat føroyingar og danir eru ósamdir um í rík- isrættarliga spurninginum. Men samstundis heldur Anfinn Kallsberg tað hava alstóran týdning, at lands- stýrið tekur nýggjastu velj- arakanningina til eftirtektar, so endin á øllum ikki verð- ur, at samráðingarúrslitið verður felt á eini fólkaat- kvøðu í Føroyum. Breiði meirilutin neyðugur Veljarakanningin, sum Fynd júst hevur gjørt fyri Útvarp Føroya og Dimma- lætting, vísir, at annar hvør føroyskur veljari velur víðk- að sjálvstýri fram um full- veldi. Og fullveldi er júst tað, landsstýrið leggur upp til í samráðingunum við danir um ríkisrættarligu støðu Føroya. Hinvegin sig- ur andstøðan seg hava eitt alternativ til fullveldisætl- anina - eitt uppskot, ið byggir á víðkað sjálvstýri. Tí er spurningurin til løg- mans, um landsstýrið ikki eigur at endurskoða full- veldisætlanina og einaferð enn royna at finna fram til eina loysn, ið hevur breiðan parlamentariskan meiriluta aftan fyri seg í Føroym, áðr- enn farið verður víðari í rík- isrættarligu samráðingunm. Løgmaður heldur tað avgjørt vera neyðugt at hava breiðan parlamentariskan meiriluta aftan fyri seg. Men hendan roknar hann við at finna fram til, so hvørt samráðingarnar líða. – Eg rokni avgjørt við, at vit fáa nøkur ting avklárað undir samráðingunum, ið kunnu gera, at landsstýrið og samgongan semjast so við og við, sigur Anfinn Kallsberg. Hann vísir eisini í sama sambandi á, at lands- stýrið í veruleikanum hevur sum endamál at koma til eina loysn undir samráðing- unum, sum í veruleikanum er broytt ríkisrættarlig við- urskifti, ið andstøðan eisini sigur seg taka undir við. Tað er bara mannagongdina, vit eru ósamd um, leggur hann afturat. Stór uppgáva Høgni Hoydal, landsstýris- maður í sjálvstýrismálum, hevur fleiri ferðir gjørt heilt greitt, at landsstýrið miðvíst er farið undir eina ætlan, ið merkir, at Føroyar fáa full- veldi. Veljarakannigin hjá Útvarpi Føroya og Dimma- lætting sýnir okkum, at ein triðjingur av øllum føroy- ingum heldur ynskja víðkað sjálvstýri. Løgmaður heldur tað, sum áður nevnt, vera neyð- ugt, at landsstýrið tekur veljarakanningina til eftir- tektar. Tí er spurningurin til løgmans, um tað ikki er ein stór uppgáva hjá honum at halda Tjóðveldisflokkinum aftur, so tað ikki verður far- ið ov ógvusliga fram í rík- isrættarliga spurninginum. Til hetta svarar løgmaður, at hann hevur eina stóra uppgávu í at finna eina loysn, sum Føroya fólk kann taka undir við. Anfinn Kallsberg ásannar, at hetta eisini merkir, at hann má halda saman upp á ymisku meiningarnar í landsstýris- samgonguni. Harðar samráðingar Anfinn Kallsberg væntar avgjørt, at úrslitið av velja- rakanningini ger samráð- ingarstøðuna á næsta sam- ráðingarfundinum, sum verður 2. mei, torføra. Men hann vísir kortini á, at landsstýrið er væl fyrireikað upp á nógvar ymiskar møguleikar, ið kunnu setast saman. Hóast løgmaður væntar torførar samráðingar, vænt- ar hann kortini, at nøkur ting verða avklárað á fund- inum 2. mei. Hetta sigur hann seg hava fingið greiðar ábendingar um úr Danmark. Endaliga loysnin liggur nær Javnaðarflokkinum Jóannes Eidesgaard sigur seg vóna, at lansstýrið fer at endurskoða samráð- ingarútspæl sítt, so ein loysn kann finnast á ríkisrættarliga spurninginum, ið fólki tekur undir við JOHN JOHANNESSEN – Eg vóni, at landsstýrið fer at endurskoða samráðingar- útspæl sítt til ríkisrættarligu samráðingarnar. Útspælið leggur upp til fullveldi, meðan veljarakanningin hjá Útvapinum og Dimmalætt- ing sýnir okkum, at føroy- ingar heldur ynskja víðkað sjálvstýri. Tí má landsstýrið taka veljaran til eftirtektar og broyta samráðingar- grundarlagið. Hetta sigur Jóannes Eid- esgaard, formaður Javnað- arfloksins, eftir úrslitið av veljarakanningini hjá Út- varpi Føroya og Dimma- lætting. Jóannes Eidesgaard held- ur, at um landsstýrið letur vera við at taka kanningina til eftirtektar, men í staðin heldur fram at samráðast eftir tí leisti, sum lagt varð upp til á seinasta samráð- ingarfundinum, fer endaliga sáttmálauppskotið at fella við eina føroyska fólka- atkvøðu. Hetta, heldur hann, fer at elva til miklar ruðuleika í samfelagnum og somuleiðis til kílar í sam- starvinum við Danmark. Jóannes Eidesgaard held- ur tískil, at nakað, ið líkist sjálvst ýr i s u p p k s ko t i Javnaðarfloksins, verður brúkt sum grundarlag undir samráðingunum. Nýggj samgonga Tað kann ikki væntast, at Tjóðveldisflokkurin fer at verða sinnaður at broyta samráðingaruppleggið, so- leiðis, at landsstýrið í staðin fyri at samráðast um full- veldi, heldur fer at samráð- ast um víðkað sjálvstýri. Tí síggja bæði formaður Javn- aðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, og formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, eina nýggja sam- gongu sum bestu loysnina á ríkisrættarliga spurningin- um. Hesir báðir andstøðuleið- ararnir eru samdir um, at bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu tikið undir við, at samráð- ingarleisturin varð broyttur soleiðis, at víðkað sjálvstýri var endamálið. Jóannes Eidesgaard sigur tað vera ógvuliga trupult at vísa á nakað annað enn sjálvstýrisuppskot Javnað- arfloksins, at nýta sum grundarlag fyri ríkisrættar- ligu samráðingunum hjá einari aðrari samgongu. Men kortini vísir hann á, at tað eigur at bera til at sam- ráða seg til eitt uppskot millum hesar flokkar. Serfrøðingar viðmæla uppskotinum Formaður Javnaðarfloksins sigur seg hava ráðført seg við nógvar viðurkendar ser- frøðingar, bæði áðrenn og eftir, at sjálvstýrisuppskotið varð gjørt. Hesir serfrøðing- ar viðmæla, sambært Jóann- esi Eidesgaard allir sjálv- stýrisuppkostinum. Ein av hesum mongu ser- frøðingunum, Jóannes Eid- esgaard, hevur havt sam- band við, er doktarin í løg- frøði, Frederik Harhoff. Hesin er, sambært Jóannesi Eidesgaard, sannførdur um, at sjálvstýrisuppskotið er besta uppskotið. Hetta gjørdi Frederik Harhoff eis- ini greitt í viðtalu við Før- oysku Tíðindastovuna í Keypmannahavn beint eftir spurnarorðaskiftið á fólka- tingi um ríkisrættarligu støðu Føroya. Doktarin í løgfrøði feg- naðist um, at danski forsæt- isráðharrin hevði nevnt økt føroyskt sjálvstýri, ið ikki kann takast aftur, sum ein møguleika. Hann vísti á, at stjórnin nú á fyrsta sinni hevði viðurkent, at grund- lógin heimilar, at Danmark letur frá sær vald í tíð og ævir. Harhoff vísti Før- oysku Tíðindastovuni á, at tað áður hevur verið ført fram, at heimastýrislógin er ein delegatión, sum í prin- sippinum kann takast aftur, um tá hóvar fólkatinginum. Men nú hevði stjórnin al- ment viðurkent, at grund- lógin heimilar delegatión- um, sum ikki kunnu takast aftur. Jóannes Eidesgaard væntar, at endaliga loysnin á ríkisrættarliga spurninginum fer at liggja ógvuliga nær sjálvstýrisuppskoti Javnaðarfloksins Anfinn Kallsberg heldur tað hava alstóran týdning, at landsstýrið tekur nýggj- astu veljarakanningina til eftirtektar, so endin av øllum ikki verður, at sam- ráðingarúrslitið verður felt á eini fólkaatkvøðu als ikki tær, sum landsstýrið hevur roknað við og greitt Føroya fólki frá í allari sín- ari kunning. – Skiftistíðin verður 3 – 4 ár, og føroyingar missa danska ríkisborgararættin og øll tey rættindi, ið hesin gevur. Spurnarorðaskiftið í Fólkatinginum vísti eisini, at danska stjórnin hevur breiða undirtøku í Fólka- tinginum fyri hesum sjón- armiðum. – Tí eiga føroyingar at verða kunnaðir umaftur, so at fólkið fær at vita, hvørjar tær veruligu avleiðingarnar verða av eini møguligari loysing. Um landsstýrið ikki ætlar at gera hesa kunn- ing, eigur andstøðan at fáa part av játtanini til hetta endamál, tí tað kann undir ongum umstøðum góðtak- ast, at Føroya fólk ikki fær sannleikan at vita, sigur Ed- mund Joensen í viðmerk- ingunum. ÓLAVUR Í BEITI – Hevur landsstýrið ætlanir um av nýggjum at kunna føroyingar um avleiðingar- nar av einum møguligum fullveldi, nú fortreytirnar eru munandi broyttar? Um landsstýrið ikki sjálvt ætlar at kunna føroyingar av nýggjum um avleiðingarnar av einum møguligum full- veldi, eru so nakrar ætlanir um at lata andstøðuna fáa burtur av játtanini til sjálv- stýrismál, so at andstøðan kann útvega føroyingum upplýsingar, sum samsvara við nýggju støðuna? spyr Edmund Joensen í fyri- spurningi Anfinn Kallsberg, løgmann. Einsíðug kunning Í viðmerkingunum, sigur Edmund Joensen, at í sam- bandi við tað sonevnda full- veldismálið hava føroyingar fingið nógva einsíðuga kunning, bæði við Hvítu- bók, Caragata álitinum og ikki minst á herferðini kring um í landinum, sum lands- stýrið skipaði fyri í sam- bandi við, at Hvítabók kom út. Eisini er internetið brúkt til hesa einsháttaðu kunn- ing, og fjølmiðlarnir hava somuleiðis verið nógv nýtt- ir. – Øll henda kunning byggir á ta fortreyt, at bú- skaparliga skiftistíðin verð- ur 15 - 20 ár, og at føroy- ingar varðveita danska rík- isborgararættin. Við øðrum orðum skal alt halda fram sum higartil. – Samlaða niðurstøðan hjá landsstýrinum av hesi kunning hevur tí verið, at avleiðingarnar av eini møg- uligari loysing verða ikki so ógvisligar (hóast Hvítabók og aðrar frágreiðingar vísa á bæði fólkafráflyting, stór afturstig fyri búskapin og munandi lækking av livi- støðinum). So at siga øll rættindi skulu sambært landsstýrinum halda fram sum higartil, umframt at vit fáa fleiri nýggj rættindi. 12 mió. krónur – Umleið 12 mió. kr. eru avsettar til sjálvstýrismál, har ímillum kunningina, sum øll byggir á áður- nevndu fortreytir. Men longu á fyrsta samráðing- arfundi við donsku stjórn- ina fingu føroyingar greitt at vita, at fortreytirnar verða Føroyingar eiga at verða kunnaðir umaftur – so at fólkið fær at vita, hvørjar tær veruligu avleiðingarnar verða av eini møguligari loys- ing, sigur Edmund Joensen í viðmerking til fyrispurning ÓLAVUR Í BEITI Í januar 99 spurdi Katrin Dahl Jakobsen landsstýris- mannin um bróstkanningar. Í svarinum frá Helenu Dam á Neystabø varð tá greitt frá, at eftirlitsmyndugleikin hjá føroyska heilsuverkinum, danska Sundhedsstyrelsen, hevur mælt til, at mammo- grafi screening verður gjørd av kvinnum í aldursbólki- num 50-69 ár. – Landsstýrismaðurin segði seg tá kanna, um og undir hvørjum formi hetta átti at verið sett í verk í Før- oyum. Viðvíkjandi faklig- um førleika og útgerð helt landsstýrismaðurin, at bæði vóru til staðar á Lands- Málið um bróstkanningar dregur út Nú er nakað væl fráliðið, og skuldi tí borið til at frætt nærri, um ætlanin er slept ella, hvat ið røkist fyri hesum kanningum, sigur Katrin Dahl Jakobsen í viðmerkingum til fyrispurning sjúkrahúsinum. – Landsstýrismaðurin segði seg samdan við spyrj- aran, at slíkar kanningar eiga at setast í verk í Før- oyum. Tó vísir hon á, sum rímiligt er, at málið má fyri- reikast, og at arbeitt varð við hesum innan heilsuverkið, sigur Katrin Dahl Jakobsen í viðmerkingunum. Útgerð Og tí spyr Katrin Dahl Jak- obsen, hvussu líður við fyrireikingunum til at fara undir regluligu bróstkann- ingarnar (mammografi screening), sum ætlanin var at fáa at virka? Hvørji stig eru tikin í hesum máli? Er fakligur førleiki og útgerð Svar um tey lesandi í øðrum londum Hvussu langt er landsstýrið komið við at gera avtalur við onnur lond um samstarv á útbúgvingarøkinum? Hetta vil Heðin Mortensen eisini hava at vita frá Høgna Hoydal, sjálvstýrismálaráðharra, í fyrispurningi um lesandi í Danmark ÓLAVUR Í BEITI Nú vil Heðin Mortensen, tingmaður Sambandsfloks- ins, hava greitt svar frá Høgna Hoydal, sjálvstýris- málaráðharra, og hevur Heðin Mortensen sett lands- stýrismanninum tríggjar spurningar. Fyrst verður spurt, Hvørjar útbúgvingar- møguleikar føroyingar fáa í Danmark, um so er, at Før- oyar verða skipaðar sum fullveldisríki, og ein avleið- ing av hesum er, at føroy- ingar missa sín ríkisborgar- arætt í Danmark? Og høvdu føroyingar, sum útbúgva seg í Danmark fingið dansk- an lestrarstuðul, um Føroyar blivu skipaðar sum fullveld- isríki, og føroyingar mistu sín ríkisborgararætt í Dan- mark? Og hvussu langt er landsstýrið komið við at gera avtalur við onnur lond um samstarv á útbúgving- arøkinum? Ikki felags ríkisborgararætt Í viðmerkingunum sipar Heðin Mortensen til sam- røðu við Sosialin hin 25. august 1998, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur: „Politikkurin hjá okk- um miðar eftir einum felags ríkisborgararætti fyri føroy- ingar og danir. Tí verða út- búgvingarmøguleikarnir, sum vit hava í dag, teir somu – teir verða ikki skerdir“ (sitat endað). – Nú hava vit fingið at vita frá donskum politikar- um, at føroyingar fáa ikki henda felags ríkisborgara- rættin, um Føroyar gerast fullveldi. Tí er spurningurin nú, hvat hendir við lesandi føroyingum, sigur Heðin Mortensen, um Føroyar ger- ast fullveldi, og føroyingar missa danska ríkisborgar- arættin? Missa føroysk les- andi danska lestrarstuðulin, og hvat hava vit at geva teimum ístaðin? Verða tey (ella føroyskir myndugleik- ar) noydd at gjalda fyri út- búgvingina og missa tey tann sonevnda føroyafrá- dráttin? Og hvussu verður við íbúðarmøguleikum? Onnur lond Eisini verður nevnt í við- merkingunum, at sjálv- stýrismálaráðharrin sigur í Sosialinum, at tað er týdn- ingarmikið, at vit eisini fáa avtalur við onnur lond um útbúgving. – Spurdur um nøkur ítøk- ilig avtala er gjørd við norð- menn og íslendingar, sigur Høgni Hoydal við Sosialin, at enn er ikki nøkur avtala gjørd, men at hetta arbeiðið er í gongd. Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvussu langt landsstýrið er komið við hesum arbeiði, nú meira enn hálvtannað ár er farið síðani samrøðan varð gjørd, og tíðin nærkast, tá landsstýrið ætlar at Før- oyar skulu gerast fullveld- isríki, sigur Heðin Morten- sen í viðmerkingunum. til endamálið framvegis til staðar á Landssjúkrahúsi- num? Hvussu nógv fer ætl- anin at kosta at seta í verk, og hvat verður árliga út- reiðslan? Og at enda, nær vit kunnu vænta, at skipanin fer at virka? Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna Heðin Mortensen, løgtingsmaður Sambandsfloksins Sosialurin - 311820 H. K. A. REINGERING s¿kir 20 reingerings- f—lk. L¿n eftir avtalu. v/Hanneba K. Andreasen • Heiðagøta 10 • 160 Argir • Tel 32 15 80 REINGERING H.K.A. H. K. A. REINGERING FEVNIR UM: Veggja- og loftsvask Gólvvask Gólvpolering Trýstspuling Teppirens Reingerð av ventilatión Vanliga reingering ØKI: Slaktaríir Kantinur/Køkar W.C. Lagur Skrivstovur Handilsrúm Ídnaður/ Maskinur v.m. Ítróttarhallir v.m. H.K.A. REINGERING ISO 9001 CERTIFIKAT