mikudagur 19. apríl 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 77 - 19. apríl 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 77 - 19. apríl 2000
Íløguaktivini tryggj-
aðu avlopið
Ársroknskapurin hjá Tryggingarfelagnum:
Fyri fyrstu ferð í mong ár hevði Tryggingarfelagið Føroyar
hall av sjálvum tryggingarvirkseminum. Kortini var
avlopið í fjør upp á knappar 46 mió. krónur og tað stavar
alt sum tað er frá íløguaktivunum, sum sambært ársrokn-
skapinum nú eru meiri enn 1.2 mia. krónur
SVEINUR TRÓNDARSON
Tryggingarfelagið Føroyar
hevði hall upp á 17,3 mió.
krónur av tryggingarvirk-
seminum í 1999.
Kortini var avlopið fyri
seinasta roknaksaparár upp
á knappar 46 mió. krónur,
og orsøkin til tað er, at
Tryggingarfelagið Føroyar
kundi staðfesta ein vinning
upp á góðar 65 mió. krónur
av íløguaktivunum.
Hall á øllum deildum
Í ársfrágreiðingini frá leiðsl-
uni verður sagt, at Trygg-
ingarfelagið fyri fyrstu ferð,
síðani fyrst í nítiøarunum
mátti staðfesta hall av
tryggingarvirkseminum.
Seinastu árini hevur vinn-
ingurin av tryggingarvirk-
seminum verið ein fjórðing-
ur av samlaða vinninginum,
meðan hinir tríggir fjórð-
ingarnir eru komnir frá
vinningi av íløguaktivum.
Soleiðis skuldi ikki ganga
í 1999 og endin var eitt hall
av tryggingarvirkseminum
upp á 17,3 mió. krónur.
Sambært ársfrágreiðing-
ini var hall á øllum trygg-
ingarøkjum uttan á bólkin-
um aðrar tryggingar, sum
hevði ein vinning ipp á 2,1
mió. krónur.
Tann tyngsta deildin hjá
Tryggingarfelagnum hevur
sum oftast verið akfars-
tryggingar, og í so máta var
árið í fjør einki undantak.
Hallið av akfarstrygging-
um var í fjør 9,6 mió. krónur
og tað vil siga, at hallið av
akfarstryggingum umboðar
umleið helmingin av saml-
aða hallinum.
Orsøkin til hallið á ak-
farsdeildini er ein ógvuslig
øking í skaðatalinum, sum
vaks úr 3.282 til 3.981.
Hetta er ein øking upp á 699
skaðar og tað er nógv. Eisini
um hugsað verður um, at
Tryggingarfelagið Føroyar
við árslok 1999 hevði 1.800
fleiri akfør skrásett í sínum
skráum enn árið framman-
undan.
Stórt kurstap
Hóast tað vóru íløguaktiv-
ini, sum í fjør tryggjaðu
Tryggingarfelagnum Før-
oyar avlopið á niðastu linju
í roknskapinum, so var úrsl-
itið av íløguaktivunum rætt-
uliga nógv verri í fjør sam-
mett við 1998.
Tá góvu íløguaktivini eitt
íkast til roknskapin upp á
knappar 84 mió. krónur,
men í fjør var hesin vinn-
ingur svunnin til góðar 65
mió. krónur.
Orsøkin til hetta er, at
Tryggingarfelagið, eins og
øll onnur, sum arbeiddu á
virðisbrævamarknaðinum í
1999, máttu staðfesta kurs-
tap móti kursvinningi árið
fyri.
Rentan hækkaði á virðis-
brævamarknaðinum og tað
hevur við sær kursfall, sum
eitt nú Tryggingarfelagið
merkir sera væl. Felagið
hevur uml. 750 mió. krónur
standandi í virðisbrøvum,
og tá skulu ikki so stórar
kursbroytingar til áðrenn
tær merkjast.
Kurstapið hjá Trygging-
arfelagnum var í 1999
góðar 16 mió. krónur ímóti
einum vinningi upp á góðar
5 mió. krónur. Samanlagt
ein afturgongd upp á
knappliga 22 mió. krónur.
Nógv fleiri skaðar
Orsøkin til tað vánaliga
rakstrarúrslitið er, sum
nevnt frammanfyri, nógv
fleiri skaðar.
Samanlagt fekk Trygg-
ingarfelagið 2000 fleiri
skaðafráboðanir í 1999 enn
í 1998, harav 699 av teim-
um, sum nevnt framman-
fyri, vóru bilskaðar.
Hetta merkir, at skaðabøt-
urnar fyri árið 1999 vuksu
við 53 mió. krónum til 190
mió. krónur. Skaðabøturnar
fyri egna rokning vuksu við
47 mió. krónum til 172 mió.
krónur.
Av hesum 47 mió. krón-
unum stava 16 mió. frá
sjóvátryggin, 15 frá akfars-
tryggingum og 8 frá van-
lukkutryggingum.
Sjódeildin mátti í fýra før-
um rinda fulla tryggingar-
hædd tí skip antin gingu
burtur ella brunnu.
Stór eginogn
Hóast tað ikki gekst heilt
eftir vild í 1999, so er eingin
ivi um, at Tryggingarfelagið
Føroyar framhaldandi er eitt
sterkt felag.
Roknskaparárið 1999 var
tað næsta síðani felagið
varð lagt saman, men kort-
ini tað fyrsta heila rokn-
skaparárið hjá nýggja fel-
agnum.
Tað eru tó nogv ár síðani
Tryggingarsambandið var
stovnað og roknskaparárið
var tað 60. í røðini síðani
Tryggingarsambandið Før-
oyar varð stovnað.
Eginognin hjá felagnum
er stór og solvensurin hjá
felagnum góður.
Eginognin var við árslok
1999 góða 1,1 mia. krónur
og solvensurin 29 ferðir
lógarkravið.
Hóast raksturin av Tryggingarfelagnum Føroyar ikki gekk so væl, sum leiðslan kundi
hugsað sær, so var úrslitið eitt avlop upp á góðar 45 mió. krónur. Men yvirskotið stav-
ar frá vinningi av íløguaktivunum
Fyri nøkrum døgum síðani hevði IRF aðalfund, har m. a. roknskapurin varð lagdur fram til góðkenningar. Avlop fyri
1999 var góðar 3,3 mió. krónur, sum er á leið tað sama sum í 1998
Mynd: Jens Kristian Vang
Rusknøgdin bara økist
Seinastu tvey árini er rusknøgdin til Brennistøðina hjá IRF økt við knøppum
30 prosentum, sum svara til uml. 4.500 tons. Hetta stendur at lesa í ársfrá-
greiðingini til roknskapin hjá felagnum, sum vísir eitt avlop upp á góðar 3,3
mió. krónur, sum er umleið 300 túsund minni enn í 1998
SVEINUR TRÓNDARSON
IRF hevði eitt avlop uppá
góðar 3,3 mió. krónur í
1999. Hetta er eitt sindur
minni enn árið fyri tá úrsl-
itið var góðar 3,6 mió. krón-
ur.
Inntøkurnar hjá felags-
skapinum øktust við knapp-
liga 3 mió. krónum í fjør og
sambært ársfrágreiðingini
stava meirinntøkurnar í
høvuðsheitum frá virkjum.
Hóast fleiri inntøkur, sæst
tað ikki aftur á botnlinjuni,
tí samstundis sum inntøk-
urnar øktust, øktust eisini
útreiðslurnar.
Meirútreiðslurnar stava
serliga fra´øktum lønarút-
reiðslum, flutningsútreiðsl-
um og øktum útreiðslum til
jarnútflutning.
Á rættari leið
Tað hevur ikki altíð verið
so hugaligt at hava við IRF
at gera, tí tað gekk meiri enn
striltið fyrstu árini.
Í 1992 hevði felagsskap-
urin eitt hall upp á góðar 28
mió. krónur, men síðani
1994 hevur gingið rættan
veg.
Inntøkurnar eru øktar
nógv, og serliga er tað tann
parturin sum eitur aðrar inn-
tøkur, sum eru øktar serliga
nógv.
Í 1992 vóru samlaðu inn-
tøkurnar knappar 31 mió.
krónur, og bert tríggjar
teirra stavaðu frá øðrum
inntøkum.
Í fjør vóru inntøkurnar
góðar 47 milliónir, og nú
stava knappliga 15 milliónir
frá øðrum inntøkum - sum
serliga eru virkir.
Henda positiva gongd
sæst tí eisini aftur á egin-
ognini, sum nú er góðar fýra
milliónir. Tó skal ein hava í
huga, at samlaðu aktivini
hjá felagsskapinum er upp
á knappar 98 mió. krónur,
og tí er ein eginogn uppá 4
mió. krónur ikki serliga
nógv.
Rusknøgdin nógv økt
Orsøkin til, at tað nú melur
runt fíggjarliga hjá brenni-
støðini er sjálvsagt, at støðin
hevur nógv meira rusk at
brenna.
Síðani 1991 er nøgdin,
sum brend er, økt úr uml.
12.500 tonsum til knappliga
20 túsund tons. Sum vera
man var ein niðurgongd í
kreppuárunum, men hetta er
so ruddiliga komið aftur og
væl tað.
Í 1993, tá brenda nøgdin
var minst, Brendi IRF uml.
11 túsund tons. Seinastu
tvey árini er nøgdin sam-
bært ársfrágreiðingini økt
við knappliga 30 prosent-
um.
Hóast vaksandi nøgdir, so
er støðan hjá felagsskapin-
um ikki nóg góð fíggjarliga.
Leiðslan sigur, at við tí
virksemi, sum IRF hevur í
dag, skal gjaldførið helst
vera í minsta lagið 3 milli-
ónir. Tí verður neyðugt at
hækka limagjaldið fyri
hvønn íbúgva við 50 krón-
um til 1.090 krónur. Hetta
verður gjørt frá 2001.
EDVARD JOENSEN
Á limafundi hjá Føroya
Lærarafelag
mánadagin
varð eingin støða tikin til
semingsuppskotið,
sum
komið er í trætuni millum
Lærarafelagið og Fíggjar-
málastýrið.
Elsa Birgitta Petersen,
formaður í Føroya Lærara-
felag, sigur, at nevndin
Nú avgera limirnir
Búskaparráðið havt sín fyrsta fund
Fyri kortum valdi landsstýr-
ið nýtt Búskaparráð og nú
hevur nýggja ráðið havt sín
fyrsta fund.
Ráðið skipaði seg við
Hermanni Oskarsyni sum
formanni. Hini bæði í for-
mansskapinum er Una Jo-
ensen og John P. Danielsen.
Hinir limirnir í Búskap-
Semingsuppskotið, sum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið hava
fingið, er nú sent limum Lærarafelagsins til uratkvøðu. Úrslitið av henni
verður so tað, nevndin í felagnum fer at halda seg til
framman undan fundinum
mánadagin hevði samtykt,
at avgerðin skuldi takast við
uratkvøðu millum limirnar.
Og tað varð eisini úrslitið
av fundinum.
Hin parturin í málinum,
Fíggjarmálastýrið,
vildi
hava málið avgjørt fyri
páskir. Men tað helt lærara-
nevndin ikki hava so øgi-
ligan skund. Nú er málið
komið so langt, at tey halda,
at nú skal tað sleppa at
standa sína endaligu roynd.
Tí verður tað nú koyrt fult
út, sigur Elsa Birgitta Pet-
ersen, formaður í Føroya
Lærarafelag.
Lærarafelagið hevur sent
liminum atkvøðuseðlar við
postinum, og evstamark
fyri, nær atkvøðurnar skulu
vera aftur hjá felagnum, er
hósdagin tann 27. apríl á
middegi. Tær atkvøður, sum
ikki eru komnar tá, telja ikki
við í atkvøðugreiðsluni. At-
kvøðunevnd er longu sett,
og hon fer at sita klár at telja
upp, beinanvegin, farið er
um evstamark.
At tað kann tykjast long
tíð, kemst av, at páskirnar
koma ímillum, umframt at
flaggdagurin er triðja pásk-
adag, og tá er Postverkið
stongt.
Nevndin í Føroya Lærar-
afelag hvur latið fult og heilt
upp til limirnar at avgera,
hvussu teir atkvøða. Tey
hava hvørki mælt til ella frá.
Tosað hevur verið um
hugtakið ársverk í samband
við sáttmálan. Men tað eru
fleiri sløg av ársverkum,
sigur Elsa Birgitta Petersen,
formaður í Føroya Lærara-
felag. Og tað er hvat árs-
verk, talan er um, ósemjan
stendur.
Elsa Birgitta Petersen sig-
ur, at hon veit, at onkur lær-
ari tekur undir við semings-
uppskotinum, meðan aðrir
ikki gera tað. So nú verður
spennandi at síggja úrslitið
av uratkvøðugreiðsluni.
arráðnum eru Anfinn Olsen,
Anna
Kass,
Elisabeth
Gaardbo og Marner Jacob-
sen.
Skrivari hjá Ráðnum er
Jóannes Jacobsen.
st
Hermann Oskarson
nýggjur formaður í
Búskaparráðnum
Nývalda Búskaparráðið hevur skipað
seg við Hermanni Oskarsyni sum
formanni
Nógvir lærarar møttu á
fundinum í Norður-
landahúsinum mánadagin
Elsa Birgitta Petersen sigur, at hon veit, at onkur lærari tekur undir við semingsuppskotinum, meðan aðrir ikki gera
tað. So nú verður spennandi at síggja úrslitið av uratkvøðugreiðsluni
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 16
VIKA 16
1
1 Star W
Star Wars Den usynlige fjende
ars Den usynlige fjende
2 She's all that
2 She's all that
3 The Blair W
3 The Blair Witch Pr
itch Project
oject
4 Runaway Bride
4 Runaway Bride
5
5 Eyes W
Eyes Wide Shut
ide Shut
6 Sex Games
6 Sex Games
7 EDtv
7 EDtv
8 Familie T
8 Familie Terapi
erapi
9 Asterix og Obelix
9 Asterix og Obelix
10 Austin Powers -
10 Austin Powers -
The Spy who shagged me
The Spy who shagged me
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
Leiga
Leiga
videofilmin
videofilmin
frá
ST
STATOIL
TOIL
á páskum
skum
STATOIL
ynskir øllum
gleðiligar páskir