Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÓLAVUR Í BEITI Nú vil Heðin Mortensen, tingmaður Sambandsfloks- ins, hava greitt svar frá Høgna Hoydal, sjálvstýris- málaráðharra, og hevur Heðin Mortensen sett lands- stýrismanninum tríggjar spurningar. Fyrst verður spurt, Hvørjar útbúgvingar- møguleikar føroyingar fáa í Danmark, um so er, at Før- oyar verða skipaðar sum fullveldisríki, og ein avleið- Greitt svar um tey lesandi í øðrum londum Hvussu langt er landsstýrið komið við at gera avtalur við onnur lond um samstarv á útbúgvingarøkinum? Hetta vil Heðin Mortensen eisini hava at vita frá Høgna Hoydal, sjálvstýrismálaráðharra, í fyrispurningi um lesandi í Danmark ing av hesum er, at føroy- ingar missa sín ríkisborgar- arætt í Danmark? Og høvdu føroyingar, sum útbúgva seg í Danmark fingið dansk- an lestrarstuðul, um Føroyar blivu skipaðar sum fullveld- isríki, og føroyingar mistu sín ríkisborgararætt í Dan- mark? Og hvussu langt er landsstýrið komið við at gera avtalur við onnur lond um samstarv á útbúgving- arøkinum? Í viðmerkingunum sipar Heðin Mortensen til sam- røðu við Sosialin hin 25. august 1998, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur: „Politikkurin hjá okk- um miðar eftir einum felags ríkisborgararætti fyri føroy- ingar og danir. Tí verða út- búgvingarmøguleikarnir, sum vit hava í dag, teir somu – teir verða ikki skerdir“ (sitat endað). – Nú hava vit fingið at vita frá donskum politikar- um, at føroyingar fáa ikki henda felags ríkisborgarar- ættin, um Føroyar gerast fullveldi. Tí er spurningurin nú, hvat hendir við lesandi føroyingum, sigur Heðin Mortensen, um Føroyar ger- ast fullveldi, og føroyingar missa danska ríkisborgara- rættin? Missa føroysk les- andi danska lestrarstuðulin, og hvat hava vit at geva teimum ístaðin? Verða tey (ella føroyskir myndug- leikar) noydd at gjalda fyri útbúgvingina og missa tey tann sonevnda føroyafrá- dráttin? Og hvussu verður við íbúðarmøguleikum? Onnur lond Eisini verður nevnt í við- merkingunum, at sjálv- stýrismálaráðharrin sigur í Sosialinum, at tað er týdn- ingarmikið, at vit eisini fáa avtalur við onnur lond um útbúgving. – Spurdur um nøkur ítøk- ilig avtala er gjørd við norð- menn og íslendingar, sigur Høgni Hoydal við Sosialin, at enn er ikki nøkur avtala gjørd, men at hetta arbeiðið er í gongd. Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvussu langt landsstýrið er komið við hesum arbeiði, nú meira enn hálvtannað ár er farið síðani samrøðan varð gjørd, og tíðin nærkast, tá landsstýrið ætlar at Før- oyar skulu gerast fullveld- isríki, sigur Heðin Morten- sen í viðmerkingunum. Tað er mær ein heiður og gleði at fáa høvi til at lata upp árskappingina Ungt Virki her á Føroya Handils- skúla. Hetta tiltak er vorðið ein fastur táttur á Handilsskúlanum – eins og líknandi kappingar á øðrum miðnámsútbúgvingum her á landi. Við hesum tiltaki kunnu næmingar kappast um at royna sína innlærdu vitan í verki. Tað er ein áhugaverd og spennandi menning inn- an undirvísingina – ikki bert fyri næmingar og lærarar her á skúlanum, men so sanniliga eisini fyri okkum onnur, sum í spenningi á hvørjum ári fylgja við í, hvørji hugskot, okkara ungu fólk hava valt at umseta í vinnuligar karmar. Eg havi fingið høvi til at kaga í lýsingarnar av teim virkjum, sum verða sýnd fram her í dag. Hugtakandi er at staðfesta, at trupulleik- arnir, sum næmingarnir hava stríðst við í tilgongdini til hendan dagin, í mangar mátar minna um teir trupulleikar, sum »verulig« virkir í tí dagliga dragast við: • Samstarvstrupulleikar, sum stinga seg upp og verða loystir. • Hugskot um vørur ella tænastur, sum í eina tíð verða hildin at vera góð, men sum síðan mugu sleppast, antin tí markn- aðurin ikki er til staðar, ella tí kostnaðurin er ov høgur, og harvið kapping- arførið ov vánaligt. • Vánaligt gjaldføri, sum skapar forðingar, men sum verður loyst við sponsoratum – ella skulu vit rópa tað eitt slag av eginpeningi? • Miseydnað marknaðar- føring, sum verður betrað av at rætta teir feilir, sum í fyrstu atløgu vóru gjørd- ir. Alt hetta eru viðurskifti, sum ikki bara tit hava upp- livað, men sum sanniliga eisini koma fyri í vinnuni dag og dagliga. Og tað er m.a. júst av hesi orsøk, at Ungt Virki hevur sín stóra týdning: Tit hava longu nú gjørt tykkum nakrar royndir »Ungt virki« stimbrar stigtakan um hvat tað merkir at byrja og reka egið virksemi. Tit hava sæð, at trupulleikarnir altíð vilja stinga seg upp, men uppgávan er at loysa hesar trupulleikar. Tað er ígjøgnum hesar royndir, at flestu stigtakarar røkka sín- um málum – við vilja, vitan og treiskni. Vilja til at seta sær mál og skapa nakað nýtt, vitan um hvussu ein skal fara fram og treiskni til at berjast ímóti, tá ið harðast leikar á. Sjálvandi skulu vit ikki gloyma keypmansskapin í okkara stigtakan. Ofta verð- ur sagt, at eitt gott hugskot, ella ein góð idé, er nakað, sum nøktar ein tørv. Tá er grundarlag fyri, at markn- aðurin vil rinda pening fyri at ogna sær júst ta vøru ella tænastu, sum nøktar hans- ara tørv. Um marknaðurin ikki hevur nakran tørv – ja, so verður torført at selja – óansæð vilja, vitan og treiskni hjá stigtakaranum. Keypmansskapur er eisini at selja vøruna fyri nakað væl meira enn hon hevur kostað at framleiða. Vinn- ingur skal liggja eftir, tí uttan vinning ber ikki til áhaldandi at menna virk- semi. Hetta er kanska sjálv- sagt – men júst vantandi keypmansskapur er sum oftast orsøkin til, at fyritøk- ur fara á húsagang. Her á Handilsskúlanum hava tit sum næmingar eitt óført høvi til at ogna tykk- um vitan um teir ymsu tætt- ir, sum eru tengdir at vinnu- ligum virksemi – tað veri seg búskap, fyriskipan, marknaðarføring, mál osfr. Tað eru tveir eyðsýndir fyrimunir við útbúgving og vitan: Lærdómur er lættur at bera, og vitanina kann ongin taka frá tykkum. Tit nema her á skúlanum við ta rávøru, sum verður einamest virkismikil í fram- tíðini: Nevniliga tað sum situr millum oyruni á tykk- um, og evnini til at brúa tað í verki. Longu í dag er tað soleiðis, at fyritøkur í alt størri mun mugu byggja sítt virksemi á lærdóm og vitan hjá sínum starvsfólkum, um tær skulu gera seg galdandi í altjóða kappingini. Fyri nøkrum vikum síð- ani hoyrdi eg nøkur vís- dómsorð her á skúlanum: Tann, sum trýr, hann er lið- ugt útbúgvin er liðugur – men ikki útbúgving. Áhald- andi útbúgving – ella lívs- long læring – antin í form av víðari lestri ella við skeiðum og eftirútbúgving er ein neyðug fortreyt fyri persónligum og vinnuligum framburði. Nøkur av tykkum ætla óivað at fara undir víðari lestur – onnur ætla sær út í vinnuna at virka av fullari megi. Onkur hevur dreymin um egið virksemi, og til hesi havi eg tey ráð: Gevist ikki á hondum, hóast tað kann sýnast møtimikið. Í flestu londum er tað soleiðis, at framburður og nýskapan í stóran mun kemur frá stig- takarum, sum vilja bróta upp úr nýggjum. Tí er um- ráðandi, at tit sum hava hug til tess, halda fast og sýna neyðugan vilja og áræði til at forfylgja tykkara málum. Men tvey viðurskifti vil eg heita á tykkum um at vera ansin um: eginpening og stuðul. Tað er altíð ein fyrimunur at hava dyggan eginpening, tá ið byrjað verður, tí læntir pengar eru bæði dýrir og truplir at fáast við. Vantar tykkum egin- pening – roynið so heldur at fáa onnur at seta í og ásannið, at tá ið fólk sýna vágafýsni við at seta pening í tykkara verkætlan, so mugu tit eisini lata ognar- rættindi frá tykkum – so- leiðis eru spælireglurnar í marknaðarbúskapinum. Eg havi onkuntíð sagt tað soleiðis: Tað er betur at eiga 10% av nógvum enn 100% av ongum. Alt ov nógvir stigtakarar koma ikki í gongd við sínum verkætl- anum, tí teir vilja eiga alt 100% sjálvir. Fylgjan er, at verkætlanir blíva verandi á pappírinum, og ongantíð verða settar í verk. Tá var frægari, at stigtakarin átti ein part saman við øðrum. Og so er tað stuðulin: Byggið ikki nakað virk- semið uppá stuðul – hann kann vera góður til okkurt ávíst – men sum heild verð- ur onki skapað við grundar- lagi í stuðli. Søki heldur ráðgeving um hvussu tit kunnu skipa tykkara virk- semi, soleiðis at tað gerst sjálvberandi av egnari megi. Slíka ráðgeving kunnu tit m.a. fáa á TK Stovuni – og har er hon ókeypis! Við hesum orðum fari eg at lata upp árskappingina Ungt Virki, við ynski um at rætta virkið fær sín uppi- borna vinning, og at kapp- ingin gevur íblástur til at taka virknan lut í føroysku vinnuni. Takk fyri. Ólavur Gregersen 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 77 - 19. apríl 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 77 - 19. apríl 2000 ÁKI BERTHOLDSEN Nú verður skjótt farið undir arbeiðið at gera eina stóra frystigoymslu í Kollafirði. Talan er um eitt frysti- hotell, har øll kunnu leggja sínar vørur á goymslu. Tað er Janus Norðberg í Havn, sum byggir hotellið saman við einum niður- lendskum felag, sum frammanundan hevur níggju frystigoymslur í Nið- urlondum og eina í Noregi. Arbeitt hevur verið við hesi ætlanini í langa tíð, men nú eru øll loyvi gingin til vega og allar fyrireik- ingar fingnar frá hondini. Beint nú hevur Kolla- fjarðar Kommuna boðið ar- beiðið út at gera bryggju til á Langasandi, har frystiho- tellið verður. Bryggjan verður 100 metrar long og tað skal vera 12 metrar djúpt framvið. Tilboðini til tað arbeiðið skulu vera inni 16. mai. Janus Norðberg sigur, at frystihotellið verður liðugt um ársskiftið. Hann sigur, at uppruna- liga søktu teir um byggi- loyvi í Havn, men í samráði við Tórshavnar Býráð, og bygdarráðið í Kollafirði, samdust teir um, at besta plássið til eina slíka goymslu var á Langasandi í Kollafirði. Sostatt er hetta ein tann fyrsta stóra fruktin, sum er heystað av kommunalu samanleggingini millum Tórshavn og Kollafjørð. Tekur heili 8.000 tons Sjálvt frystihotellið er 40 Byggja stórt frysti-hotell í Kollafirði Hotellið skal verða liðugt um ársskiftið og tá verður rúmd fyri 8.000 tonsum av frystivørum í Kollafirði metrar langt og 100 metrar langt, tvs, 4.000 fermetrar stórur. Og tað tekur nógv, heili 8.000 tons. Nýggja Frystigoymslan í Kollafirði kostar næstan 20 milliónir. Frystigoymslan, sum ætl- anin er at byggja í Kolla- firði, er sera framkomin. – Vit kunnu sjálvandi frysta niður í 25 kuldastig, og meiri enn tað, skuldi tað verðið neyðugt og yvirhøv- ur verður arbeitt í allar mát- ar eftir teimum nýggjastu fyriskipanum, sum eru. Ætlanin er at bjóða hesa tænastuna fram til øll, sum fiska her í Norðuratlants- havi, umframt í Irmingar- havinum og Barentshavin- um, bæði føroyingar og út- lendingar. So tilsamans er talan um ein veldugan flota. vørurnar fram, so hvørt tað er brúk fyri tí á marknað- inum, men halda vørunum aftur, tá ið marknaðurin er veikur. Hann leggur afturat, at nýggja frystigoymslan er í góðum samsvari við álitið um „Føroyar sum tilfeing- isdepil“, tí har er eitt stórt frystihús nevnt sum ein for- treyt fyri at kunna gera Før- oyar til ein tilfeingisdepil. Eini 5-6 fólk koma at arbeiða á goysmluni. Men tá ið skip lossa og lasta verða brúk fyri meiri fólki, kanska 20-25 fólkum. men hon er spjødd. Hann heldur, at ein stór goymsla, sum hendan, teir ætla at byggja í Kollafirði, liggur væl fyri í Føroyum. –Tað verður nógv fiskað her norðuri. Og tað er ein fyrimunur at kunna leggja vørurnar upp á goymslur í Føroyum, heldur enn at brúka dýr fiskiskip til farmaskip at sigla líka niður á marknaðin við fiskinum. –Ein annars fyrimunur við eini frystigoymslu er, at tey, sum eiga fiskin, hava betri møguleikar at stýra søluni, so at tey bjóða Hann leggur dent á, at Frystigoymslan verður rikin púra óheft av einstøkum fel- øgum. – Tvs, at kappingarneytar kunnu leggja sínar vørur í goymsluna, uttan at óttast fyri, at upplýsingar um tað, koma kappingarneytunum í hendi. Nettupp hetta er tað mest týðandi í ætlanini hjá Janus Norðberg og hansara sam- starvsfeløgum. Liggur væl fyri Hann sigur, at fyri so vítt er nógv frystiorka í Føroyum, Frystihotell Vilja hava at vita hvat Føroyar hava kostað higartil í ár Tinglimir hava varhugan av, at ov lítið er sett av á fíggjarlógini til fleiri endamál ÁKI BERTHOLDSEN Nú skal greiða fáast á, hvat føroyska samfelagið hevur kostað at reka higartil í ár. Tað er tingmanningin hjá javnaðarflokkinum, sum hevur tikið stig til at fáa hesar upplýsingarnar al- mannakunngjørdar. Tinglimirnir hjá javnaðar- flokkinum sett øllum lands- stýrismonnunum skrivligan fyrispurning, har spurt verð- ur, hvussu nógv er brúkt á teimum ymsu málsøkjunum tann fyrsta ársfjórðingin í ár. Kristian Magnussen, løg- tingsmaður sigur, at nú vit eru farin um hálvan apríl, hevur landsstýrið væntandi fingið yvirlitini yvir út- reiðslurnar á teimum ymsu játtunum fyri fyrsta árs- fjórðing í ár. Og tá ið teir upplýsingar- nir eru tøkir, ber væl til at meta um útreiðslurnar tað, sum eftir er av árinum og sostat kunnu vit longu nú fáa eina heilt greiða ábend- ing um, antin játtanirnar, sum eru settar av til tey ymsu økini á fíggjarlógini, fara at halda. Ov lítið sett av Kristian Magnussen vísir á, at upphæddirnar fyri, hvat tey ymsu økini skuldu kosta, vórðu ásettar seinasta heyst, tá ið fíggjarlógarupp- skotið varð lagt fram og seinni samtykt, uttan stór- vegis broytingar. Og so tíðliga kann tað verða trupult at meta um útreiðslurnar. – Men tá ið fíggjarlógin varð til viðgerðar í tingin- um, varð eisini fleiri ferðir ført fram, at útreiðslurnar til fleiri málsøki vóru undir- mettar - og summar út- reiðslur enntá stórliga und- irmettar. Hans Pauli Strøm, sigur, at m.a. førdu tinglimir fram, at fult endurgjald varð ikki sett á fíggjarlógina fyri løn- arvøksturin sum fakfeløgini samráddust seg fram til seinasta vár. – Eitt nú varð ført fram, at yvirhøvur hevði lands- stýrið bara hækka fíggjar- lógina við eini upphædd sum svaraði til 2/3 av teirri lønarhækking, sum fakfel- øgini fingu. Tann seinasti triðingurin skuldi so fáast til vega við sparingum. Men tað varð eisini ført fram, at útreiðslurnar, til eitt nú almannamál, sum er eitt stórt mál, vóru undirmettar so tað munaði. Hann sigur, at tað er eisini sumt, sum bendir á, at t.d. Landssjúkrahúsið fær fíggj- arligar trupulleikar seinni í ár. – Uppsagdi sjúkrahús- leiðarin, Jákup Mørkøre førdi, fram, at tað var neyð- ugt við sparingum fyri at fáa játtanina at halda. Men hann metti eisini, at tað var neyðugt at taka burt- urav játtanini til lønir at brúka til annan rakstur, so at sjúkrahúsið fekk keypt heilivág, tilfar o.a. sum brúk er fyri í viðgerðini. Kristian Magnussen sig- ur, at hóast hetta, so dugir hann ikki at síggja at nakrar sum helst sparingar eru sett- ar í verk, fyri at fáa útreiðsl- urnar at halda. Hann minnir á, at lands- stýrið hevur lovað fleiri lóg- arbroytingar, sum skuldi føra sparingar við sær, men tað er onki komið enn. Skulu biðja um meir Hann sigur, at nú kunnu vit í hvussu so er gera støðuna upp fyri ein ársfjórðing og so fáa vit at síggja, hvar vit flóta, og hvussu gongdin verður, tað, sum eftir er av árinum. Hann sigur, at vísir tað seg, at ov lítið er sett av til ymisk málsøki, skulu av- varðandi landsstýrismenn biðja um eykajáttanir tá ið teir fáa tað at vita, ella skal lógin broytast og lagast til játtanina. Kristian Magnussen sig- ur, at tað er semja fíggjar- nevndin, landsgrannskoð- ari, fíggjarmálastýrið og umsitingina hjá løgtingin- um, at játtanir skulu haldast, so ella so, tí ongin útreiðsla má vera goldin, uttan at heimild er fyri henni í fíggj- arlógini, ella í aðrari játt- anarlóg. Sostatt er ein vanlig løg- tingslóg ikki nóg góð heim- ild til at gjalda útreiðslur eftir. Og tí má tingið antin játta peningin til eina lóg á ser- stakari játtan- ella at taka løgtingslógina, sum førir út- reiðsluna við sær, av. – Tvs, er ov nógv brúkt, skal landsstýrismaðurin ant- in biða um meiri pening, beinanvegin, hann fær tað at vita, ella skal hann leggja uppskot fyri tingið um at broyta lógina. Hann sigur, at tað er greitt brot á stýrisskipanarlógina at drála við at bíða um meiri pening, ella at broyta lóg- ina, um landsstýrismaður varnast, at ov nógv er brúkt. Kristian Magnussen held- ur tí, at tað hevur týdning at fáa hesi viðurskiftini lýst longu nú. Kristian Magnussen hevur varhugan av, at játtanin á fíggjarlógini fer ikki at halda, men tað vil hann, og javn- aðarflokkurin annars, hava greiði á longu nú