Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JAN MÜLLER Seinnapartin í gjár lat eitt av heimsins størstu olju- feløgum upp skrivstovu í Havn. Talan er um BP Amoco, sum longu hevur boðað frá, at tað verður við í leitingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Samtíðis sum felagið lat upp skrivstovuna á Skansa- vegi, eitt hanagleiv frá Kongabrúnni, legði olju- hjálparskipið „Grampian Frontier“ at bryggju í Havn. Skipið, sum røkir arbeiðs- uppgávur á Foinaven olju- feltinum skamt frá føroyska markinum, er komið til Før- oya fyri at skifta manning. BP Amoco leigaði At- lantsflog til upplatingina av skrivstovuni, og komu ikki færri enn 33 oljufólk við flogfarinum til Føroya. 26 av teimum er nýggj mann- ing til Grampian Frontier. Hini BP Amoco umboðini komu til hátíðarhaldið í sambandi við upplatingina av skrivstovuni. Ikki færri enn tveir lands- stýrismenn vórðu við til upplatingina, Eyðun Elttør, oljumálaráðharri og Finn- bogi Arge, vinnumálaráð- harri. Millum hini innbodnu var eisini býráðsformaðurin í Havn, sum heilsaði olju- vinnuni vælkomnari í høvuðstaðnum. Peter Rattey, sum stendur BP Amoco satsar høgt í Føroyum -Føroyski landgrunnurin hevur sera høgan prioritet í framtíðar ætlanum okkara og tí er upplatingin av skriv- stovuni í Havn ein týðandi lið í kom- andi útviklinginum sigur Peter Rattey á odda fyri allari oljuleiting á Atlantsmótinum, beyð vælkomin og fegnaðist um nýggjastu skrivstovuni hjá BP Amoco. Hann segði seg hava verið á nógvum olju- skrivstovum kring knøttin, men mátti viðganga, at hetta var ein tann hugnaligsta í einum einastandandi um- hvørvi við útsýni yvir Tinganes og eystaru vág. BP stjórin segði, at felagið var komið til Føroya fyri at verða verandi. Hann metti møguleikan at finna olju sera góðan, og legði dent á, at BP Amoco ætlar sær at satsa høgt við Før- oyar. -Vit koma við einum sera góðum tilboði, og rokna tí eisini við at fáa nakrar góðar teigar. Um so verður fara vit at bora longu í ár 2001 og miðja vit móti at finna olju innan árslok sama árið. Hann takkaði føroyska umboðsmanninum Hjarnari Djurhuus fyri at hava verið við til at leggja lunnar undir skrivstovuna og arbeiðið hjá felagnum í Føroyum. Peter Rattey duldi ikki fyri, at BP Amoco priori- terar Føroyaøkið høgt. - Hetta økið og henda skriv- stovan markera eina nýggja byrjan hjá felag okkara, og vit fara at gera tað vit eru mentir fyri at kunna gagna føroyska samfelagnum í tí komandi útviklinginum. Oljurisin BP Amoco er nú partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Í gjár felagið upp skrivstovu í sjálvum hjartanum í Havnini, nærhendis Kongabrúnni. Fv. Brian Mitchener, stjóri Hjarnar Djurhuus, umboðsmaður, Peter Rattey, leitingarstjóri og Martin Miles, stjóri.. Hm. Grampian Frontier beinleiðis frá Foinavenfeltinum til Føroya at skifta manning 13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 77 - 19. apríl 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 77 - 19. apríl 2000 JAN MÜLLER -Vinnumálaráðharrin er í sínum fulla rætti til at taka slíkar avgerðir. Tað er jú hann, sum hevur ábyrgdina av hesum í síðsta enda. Men eg eri kløkkur av, at eitt so grundleggjandi umskifti í siðvenju verður gjøgnum- ført eftir so stuttari tíð sigur Magni Arge, stjóri, sum er sera harmur um, at Finnbogi Arge, vinnumálaráðharri gav loyvi til príslækking á flogrutuni millum Føroyar og Danmark eftir eini til- ætlaðari kampanju frá mót- partinum, sum hann málber seg, heldur enn at hetta kom sum eitt politiskt signal, soleiðis at man fekk stundir at laga seg eftir tí politiska viljanum. Magni Arge er eftir øllum at døma fullkomiliga tikin á bóli av avgerðini hjá vinnumálaráðharranum, nú hon kom so knappliga. -Ein kann sjálvandi spyrja, um eg ikki hevði lisið signalini nóg væl frammanundan, men eg havi ikki skilt tað soleiðis, at hetta var á trappuni her og nú. Magni Arge sigur seg tó einki hava ímóti at fara út at kappast út frá teimum fortreytum, sum nú eru. So taka teir dystin upp har frá. -Metir tú hetta sum at skula fara út í eina kapp- ing, sum tú sjálvur hevur kallað ójavna, og sum rætt og slætt taka grund- arlagið undan Atlantsflog! -Hatta er so ein politiskur trupulleiki og ein trupulleiki hjá partaeigaranum. Og í hesum førinum er partaeig- arin og tann politiski mynd- ugleikin tann sami. Eg gangi út frá, at Finnbogi Arge hevur mett hesi tingini upp móti hvørjum øðrum. Og tað ivist eg ikki í, at hann hevur gjørt, men eg tori væl at siga, at vit eru helst ikki heilt samdir. Uppá fyrispurning um landsstýrismaðurin hevur umrøtt spurningin saman við leiðsluni í Atlantsflog, áðrenn hann tók avgerðina um at ganga Maersk Air á møti sigur Magni Arge, at hetta er nakað vit mugu spyrja landsstýrismannin sjálvan um. -Men er avgerðin ikki í tráð við tær liberala poli- tikk, sum Finnbogi Arge ynskir, at hetta landsstýrið skal reka? -Eg eri fullkomiliga greiður yvir, at liberaliser- ingin er tiltakandi, og man kann siga, at man hevur royndir við ein ávísari liberalisering í flogferðsl- uni í Europa, og at tað so eru tvær tunellir eftir í danska kongaríkinum, sum ikki eru við, nevniliga tra- fikkurin uppá Grønland og Føroyar. Vit hava verið greiðir yvir, at fyrr ella seinni, so hendir eisini ein broyting á hesum økinum, og vit hava í veruleikanum eisini spakuliga fyrireikað okkum uppá tað. Men tað hava ikki verið nøkur greið signal, hvussu skjótt hetta umskifti skuldi henda. Og eg hevði ikki roknað við, at tað skuldi henda so knapp- liga. Magni Arge heldur, at tað er í hesum høpi, at politiski myndugleikin í Føroyum átti at tikið málið upp til nærri viðgerðar og lýst, hvørjar avleiðingarnar eru og har givið pørtunum eitt skotbrá at innrætta seg eftir nýggju tíðini. Broytingin kemur ov knappliga -Hvat er tað, sum heilt ítøkiliga er so álvarsligt við hesi avgerðini hjá Finnboga Arge? -Tað, sum er álvarsligt í hesum, er hetta, at tú so knappliga fær broyttar um- støður at virka undir. Í aðrar mátar er tað gott, at kund- arnir kunnu fáa øðrvísi til- boð, og at prískappingin kanska harðnar. Men um støðan er tann, at tað verður loyvt at fara niður um eitt ávíst mark, har tú kemur niður á dumpingmarkið, so verður trupult at kappast hjá tí lítla móti tí stóra. Og stjórin í Atlantsflogi metir prísir, sum nærkast teimum 1000 kr. at vera á hesum marki. -Skal man út í slíkar prís- ir, har tú í veruleikanum skal seta pengar til uppá flúgvingina, so er tað bara ein spurningurin um, hvussu leingi tú heldur, og tá tapir tú kanska meira fyri minni uppá longri sikt. -Men hvat vil tú so siga við føroyska brúkaran, sum kann fáa bíligari ferðir við Maersk Air? -Eg skilji væl, at brúkarin vil sleppa út at ferðast fyri ein bíligan penga, men eg vil bara mæla til, at man eisini hevur eitt meira lang- siktað perspektiv. Tað, sum er umráðandi, er, at vit sum tað minna føroyska felagið eisini hava stundir og bestu møguleikar til at innrætta okkum til ta nýggju avbjóð- ingina, at vit standa okkum í eini kapping á einum nýggjum grundarlag. Tað trúgvi eg fer at gagna tí før- oyska brúkaranum best uppá longri sikt. Annars er vandi fyri, at vit enda aftur monopoltíðini. Í øðrum lagi er ein vandi fyri, at man endar aftur í eini trafikk- skipan, har Føroyar enda sum ein blindtarmur í Dan- mark, heldur enn at fylgja verandi gongd upp, har Føroyar meira liggja í miðj- uni. Stjórin í Atlantsflogi met- ir sjálvur nettupp tað at vera sera virðismikið fyri fram- tíðina hjá Føroyum yvir- høvur, at tú hevur ræðið á eini menning av infrastrukt- urinum millum Føroyar og umheimin. Ivasamt tilboð Magni Arge heldur ikki at avgerðin hjá Finnboga Arge er so øgilig, at hon eigur at fáa okkum til at umrøða spurningin, um vit í heila tikið skulu hava eitt før- oyskt flogfelag. -Fyribils hevur hann giv- ið loyvi til tveir kam- panjuprísir. Tað, sum serliga fekk meg at reisa uggafjarð- arnar, var mátin hetta varð gjørt uppá. At Maersk kem- ur upp til Føroyar 12. apríl og sigur, at teir á Esplan- aduni hava gjørt hetta og hetta av, og at man vil hava eitt svar í ovurmorgin. At tú so tveitir nakrar beitir út heilt niður á 1000 kr. í ferðaseðlum fyri líkasum at fáa almenningin at bakka upp um kravið, varð tað, sum fekk meg uppá bak- beinini. Tvs. partvíst tí at man krevur at fáa broytt grundarlag og broyttar sið- venjur í mun til, hvat man hevur havt frammanundan, og eisini metti eg, at tað var óseriøst at koma við einum slíkum prístilboði beint uppundir, at páskatrafikk- urin skuldi avviklast kortini. Tað vísir seg eisini nú at vera eitt ivatilboð, tí man er ikki førur fyri at gjøgn- umføra tað kortini, sjálvt um man fekk neyðuga loyv- ið, skulu vit ganga eftir tí, sum er komið fram í miðl- unum. Magni Arge vísir á, at teir hava annars koyrt kam- panjuprísir í heyst og vár, og hann sær annars einki til hindurs fyri, at man kemur at hava kampanjuprísir frameftir, sum gera tað møguligt hjá føroyingum at kunna ferðast í størri mun. -Vit hava øll brúk fyri at ferðast meira og fáa meira luft uttanífrá. Vit hava held- ur einki ímóti at fáa fleiri fremmandafólk til Føroya. Men hetta má bara gerast við einum vissum skili í, soleiðis at tað kann vera ein sunn handilslig fornuft og ein sunn kapping í fram- tíðini. -Men skilur tú argu- mentini hjá Maerk, at tað er ikki sunn kapping, tá prísirnir ikki kunnu lækk- ast? -Eg havi ongantíð noktað teimum at lækka prísirnar, so eg eri ikki tann rætti at svara tí. Eg havi bert sagt, at grundarlagið at kappast á skal vera javnt. Har er tað so ein sannroynd, at styrkin hjá feløgunum er so ymisk, og man kann vera altíð bangin fyri, at ein størri kappingarneyti hevur møguleika at brúka sínar musklar móti einum minni kappingarneyta, sum aftur hevur við sær ójavna og ó- sunna kapping. Magni Arge sigur víðari, at eitt felag, sum hevur lítið og einki av sínum inntøku- grundarlag bygt uppá Før- oyaflúgvingina, kann seta til hvar sum helst. Meðan eitt felag sum Atlantsflog, sum hevur Føroyaflúgving- ina sum høvuðsinntøku ikki hevur sama møguleika. - Hetta er tað sama vit síggja í Europa og hetta er so eis- ini tað, ið man brúkar kapp- ingarráðini til, so man má bara rokna við, at tað verður eitt vist umhugsni í tí í fram- tíðini eisini. Rætt og gott við føroyskum felag -Hvussu týdningarmikið er tað at hava eitt føroyskt flogfelag? -Tað er prógvið hesi 12 árini Atlantsflog hevur ver- ið, at tað hevur verið nógv betri fyri føroyingar og fyri ferðslumynstrið til og úr Føroyum at hava eitt før- oyskt felag við í myndini. Eitt føroyskt felag tekur sítt grundstøði í, at tað skal tæna nøkrum føroyskum á- hugamálum, og tað kann man eisini lesa av tí gongd, sum var áðrenn Atlantsflog kom. Tað er bara at sam- anbera tíðina tá við í dag. Eg trúgvi tað verður altíð pláss fyri einum felag við støði í Føroyum og sum Magni Arge um avgerðina hjá vinnumálaráðharranum: Bar seg ov skjótt at tænir føroyskum áhuga- málum. -Hevur avgerðin hjá Finnboga Arge fingið Magna Arge til at um- hugsa sítt starv? -Nei, nei, so lættur eri eg heldur ikki, at eg flyti meg av stólinum bara tí at eitt lítið nos er. Vit taka dystin upp og hava júst nú heitt á Ferðslumálaráðið um loyvi at seta í verk eitt sølutiltak, har prísurin á ferðaseðlum lækkar heilt niður á 1480 kr. (umframt avgjøld). Hetta tilboð er galdandi fyri ferðir til Danmarkar, Íslands og Skotlands á rut- unum hjá Atlantic Airways frá 28. apríl til 19. juni. Magni Arge sigur, at teir meta tað ikki ráðiligt at fara longur niður við prísinum enn 1480. Hetta er góðar 200 kr. hægri enn tilboðið frá Maersk Air. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi er ovfarin av vinnumálaráðharranum, at hann hevur tikið so skjóta avgerð mum at ganga Maersk Air á møti. -Tað, sum er álvarsligt í hesum, er hetta, at tú so knapp- liga fær broyttar umstøður at virka undir. Í aðrar mátar er tað gott, at kundarnir kunnu fáa øðrvísi tilboð, og at prískappingin kanska harðnar. Men um støðan er tann, at tað verður loyvt at fara niður um eitt ávíst mark, har tú kemur niður á dumpingmarkið, so verður trupult at kapp- ast hjá tí lítla móti tí stóra sigur stjóri í Atlantsflogi