mikudagur 19. apríl 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 77 - 19. apríl 2000
2000
Nr. 15
Glorybox og prát og roks
sí›a 18 og 19
sí›a 18 og 19
Fleiri litir takk
sí›a 17
sí›a 17
sí›a 20
sí›a 20
Fløguumæli
baksí›an
baksí›an
sí›a 21
sí›a 21
TAXI av verkstaðnum út í heim
Hitlistar og svara so!
Frá svimjigørpunum: In
a yellow Submarin ljóð
ar ein kvøða til ein
snøggan fuglfirðing, nú
hann rundar "Kap-
horn". Hugfarsligt er
hvønn leygarmorgun, at
møtast í vátum vatni í
svimjihylinu í Fugla-
fjarðar skúla og svambla
eina góða løtu og fáa eitt
gott prát undir vatni, í
krókum í hylinum og á
miðjum vatni, um heim-
lig viðirskifti, fullveldi,
seyð, skipsferðir, lærara-
verkfallið, laksavirus,
tónleik og sjálvandi
hvussu ofta svimjast skal
aftur og fram fyri at vera
ein rættur pensjónistur.
Ikki allir eru pensjón-
istar, ið svimja leygar-
morgun. Einir tríggir
hava fingið serloyvi frá
Finni, og hetta kenna teir
sum eina tign í hesum
heimsins fínasta svimji-
felag. Teir hava fingið
"dispensatión" og kenna
seg væl millum teir, ið
bera tað rætta pensjón-
istaheitið bæði oman á
vatni og undir vatni. Her
er rættur hugburður til
tað, sum fyrifert henda
morgun.
Ikki einans svomið
verður, nei, eftir vátu
ferð tína undir vatni og
oman á vatni verður
borðreitt á lærarastovuni.
Einki er tilvildarligt -
"stílurin" hevur alt at
siga. Tú verður boðin til
búgvið borð - gott kaffi,
mjólk, morgunbreyð, ost
og gott margarin stendur
so borðbart á miðum
langborði og bíðar eftir
tær. Her sessast væl úr
hondum greiddir pen-
sjonistar, hóvsamir, hó-
ligir og lætta ljóði av.
Ein so frálík talingarløta.
Hárið tornar, meðan tú
fært tær ein heitan duss,
ja, satt at siga tær
strýggjurnar, sum tú fórt
av songini við, eru tær,
sum her verður hugsað
um. Ikki smáhárini, ið
liggja eftir á koddanum,
tí teimum er ikki lív
laga. Nei, her er angi av
sápulúti frá alheims-
marknaðinum, ið glinsar
á føgrum pensjonista-
feldum, sum hava sæð
sólina rísa og seta fleri
túsund ferðir.
Henda stevna er eisini
ein góð mentanarstevna
við íblástri frá farnum
døgum. Søgur úr huga-
heimi hjá monnum, ið
væl og virðisliga greiða
frá egnum lívi, lívs-
royndum og ávikum -
natúrliga og sjálvandi
málsliga rætt. Fólkið er
fyrverandi sjómenn,
seyðamenn, lærarar,
maskinmeistarar, smiðir,
deknar og skiparar. Hetta
er miðleingjan í hesum
fraga hópi, sum hevur
borið samfelagnum uppi
í ár so mong.
Væl gongst teimum at
halda sær uppi, og blám-
in stendur frá , tá ið
hestakreftirnar snurra í
hylinum. Hópurin ber
tað rætta heiti: In a yell-
ow Submarin.
Arnfinnur Olsen hevur í
eini 15 ár staðið fyri
hesum frálíka tiltaki.
Fleiri av hesum monn-
um, sum vóru við frá
fyrstan tíð, hvíla undir
grønu torvu. Tað dettur
burtur av, men tað legst
eisini til.
Finnur er so sera musik-
alskur. Hann hevur spælt
horn, sungið ( syngur
enn), spælir enn klaver,
banjo og guitar. Hann
prýðir dámurnar í bygd-
ini við tí fínasta skrúð-
num, tú kanst hugsað tær
úr hvalabeini. Hetta eru:
hálsprýði, oyrnaprýði,
ringar, armbond, bræv-
knívar og onnur prýði,
sum hann listaliga evnar
úr hvalatonnum,.og
verður henda tilevning
maktað sum nakað ser-
skilt í bygd okkara hon-
um til rós og okkum
øðrum at gagni.
Pensjonistasvimjibólkur-
in: In á yellow Submarin
ynskir tær til lukku við
teimum sjeyti- fimm
árunum páskaaftan og
takka fyri tær frálíku
løturnar undir vatni,
oman á vatni og á lærar-
astovuni hvønn leygar-
morgun so snimma.
Heilsan
Frits - svimur við
serloyvi
Arnfinnur Olsen, Fugla-
fjørður sjeytifimm ár
Sosialurin - 311820