Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 19. apríl 2000 17 Tvær ferðir um árið noyðast tey sum fylgja mótanum fult út, at fylla sær klædnaskápið av nýggjum. Sjálvt um kavin í skrivandi løtu liggur tjúkkur uttan- fyri, so er summar- máladagur farin aftur- um, og hetta merkir samstundis, at klædna- handlarnir kring land- ið eru farnir at brynja seg til fyrstandandi summarið. Vetrarklæð- ini eru langt síðani farin á útsølu, og stillað verður nú út av nýggjum. Eitt av teimum árligu afturvendandi tiltøku- num tá summarmótin skal vísast fram er tann stóra mótasýningin í SMS. Seinasta miku- kvøld bjóðaðu hand- larnir í SMS øllum mótahugaðum til tað hálvárligu mótasýning- ina, og skal metast út frá talinum av teimum vitjandi, so hava tey handlandi gott í væntu, tá sólin fer at senda sínar fyrstu geislar. Summarmótin fer í ár at loyva fleir litum inn- aftur enn vit hava sæð í seinastuni. Svart og grátt hava í longri tíð verið teir báðið ráðandi litirnir. Eftir hvat skilst á fólkum innan klædnavinnuna, so skal meiri kulørur setast á í summar. Uttan at síggja út sum ein leivd frá teim- um skríggjandi litríku átta- tiárunum, so er í summar galið einki galið í at vera eitt sindur reyður, gulur, bláur ella army grønur, um tú skuldi kent teg freistaðan. Hvítar buksir vera eisini ein av stóru dillunum í summar. Sjálvt um hetta hevur verið at sæð fyri stuttum so verður spátt at hvítu brøkurnar eisini fara at gera um seg í summar. Cowboy buksurnar sum ikki hava havt tað so gott í seinastuni, og mestsum hava verið at rokna sum vørumerkið hjá teimum afturhaldssinnaðu, eru eisini á veg innaftur. Nýggjastu cowboy buksur- nar eru rættuliga ljósar, og slitnar, og tað ger heldur einki um nøkur hol eru at síggja, og skal tað vera heilt gott, so skal annar reyvalummin helst vera skræddur av. Stendur tað til tey handl- andi, so skulu eisini skógv- arnir skiftast út. Nýggju skógvarnir hava flatan snút, summir eru enntá sollaðir uppá tonna. Hjá teimum í ikki tíma at binda lissur, er einki at óttast. Baði skógvar við opnum hali, og við teimum tiltik- nu karalásunum, klebri- skógvar, eru á veg inn- aftur. Myndamaðurin hjá Yngd var í SMS mikukvøldið, so til ber hjá lesaranum at gera sær eina meting av hvussu rættast er at síggja út tá summarið kemur. Sjálvt um summarið, í kulda og kava, kann tykj- ast óendaliga langt burtur. Fleiri litir takk! Fleiri litir takk! Nr. 15 - 19. apríl 2000 16 Tí›indabla›i› Sosialurin Postsmoga 76 110 Tórshavn Tlf: 311820 Fax: 314720 Teldupostur: yngd@sosialurin.fo Ábyrgdarbla›stjóri: Jan Müller Uppseting: Karis Olsen Yngd er ein partur av Sosi- alinum mikudag. Evsta- mark er á middegi fríggja- dag Vit skriva›u stutt sí›ani í Yngd, at fleiri føroyskir tónleikarar hava so gó› tónlistarlig evnir, at teir hava gó›an møguleika at fáa eitt gjøgn- umbrot uttanlands. Og í dagsins Yngd kunnu vit so sta›festa ta›. Fleiri ungir føroyingar hava fram- úr gó› evnir, ta› hava teir jú fleiri fer›ir víst bæ›i á palli og á ymisk- um útgávum. Men ta› finnast ikki bara evna- ríkir føroyingar í Føroyum. Fleiri føroyskir evnaríkir tónleikarar eru mesta av tí› síni uttanlands, og av tí orsøk eru teir ikki serliga kendir í Føroyum. Ein av hesum tónleikabólkum er bólkurin Glorybox, sum tó ikki er heilt føroyskur. Glorybox er fyri mongum oyrum eitt sera ókent fyribrigdi, hóast teir vóru í Før- oyum á sumri í 99. Tr‡ fólk manna í løtuni Glorybox, sum er ein krist- in andaligur bólkur, og ein teirra er føroyingurin Jan. Tey í Glorybox hava fyri stuttum givi› út eina fløgu, og tey eru í løtuni á konsert- fer› kring Europa. Vit hava í dagsins Yngd hitt tey tr‡ úr Glorybx, og hava práta› vi› tey um leyst og fast. Tey vera av mongum mett sum ein bólkur, vi› eini sera bjartari framtí›, og tón- leikur teirra er sera væl umtóktur millum tey, sum hava hoyrt Glory- box. Hóast man “bert” kann kalla Glory box ein “hálvføroyskan” bólk, er hetta enn eitt prógv uppá, at ta› bert er ein spurningur um tí›, nær ein føroyingur veruliga fær sítt gjøgnumbrot uttanlands. Ein annar bólkur, sum av fleiri ver›ur mettur sum tann besti yvir- høvur í Føroyum, er bólkurin Taxi. Fleiri av tónleikarunum í Taxi er profesionellir, og er ta› nakar før- oyskur bólkur, sum hevur møgu- leikan at sláa ígjøgnum uttan- lands, er ta› bólkurin Taxi. Teir flestu av teimum eru royndir og tilkomnir tónleikarar, sum hava nógv ár á baki›, og hava teir viljan og hugbur›in til at koma langt í tónleikaheiminum, letur hetta seg gera. Evnini eru í hvussu so er har. Í løtuni eru teir á venjingarlegu í Leirvík, og sí›ani liggur lei›in út í heim. Vit hava eisini fingi› or›i› á manningina úr Taxi. Eisini hevur stór mótaframs‡n- ing veri› í SMS. Í tí sambandi ber til í dagsins Yngd at síggja, hvat n‡tt er komi› á markna›in, hvat er í fer› vi› at fara av móta, hvørji klæ›ir koma at ey›kenna summar- i›, o.s.fr. Lesi um hetta í bla›num í dag! Bert ein spurningur um tí› Vinn eina fløgu Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum eru á marknaðinum. Fyri at lesararnir eisini skulu hava høvi at koma fram at, hava vit sjálvsagt rúm fyri einum brævkassa, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um líkt og ólíkt. Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt heilt annað, so er bara at finna pennin ella telduna fram, og skriva til okkum. Antin til Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn, merk brævbjálvan „Yngd“. Ella send okk- um teldupost á yngd@sosialurin.fo Hvørja viku verður so drigið lut ímillum innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina spildurnýggja fløgu sendandi frá 3‘aranum í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur, seta vit onga treyt um at innkomið tilfar verður undirskrivað við fullum navni. Navn og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd, soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga skal sendast. Send inn inn og vinn letur eina fløgu um vikuna til teg, sum hevur besta inn- slagi› í Yngd. Ynskir øllum einar gó›ar páskir