Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Utgevari: PÅ Sosialurin O Blaðfóik: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosiaiurin Prent: P/f Pressan 1981 Aftaná fiski- vinnutingið NÚ ER fiskivinnutingið farið aft- urum og eftir er at gera eina nið- urstødu. Evnini á tinginum vóru sum áður sagt frá, lutvíst prísá- seting og lutvíst fiskasølumål. Sjålvt um hesi viðurskifti eru nær tengd at hvørjum ødrum, kann gerast fylgjandi nidurstøda um hvørt av hesum målum: SEMJA var um, at prisåsetingin ikki i nóg stóran mun tryggjar eina hægst møguliga urtøku til samfelagið. Sum kunnugt eru virkini tryggjað eitt skiftisavlop, sum skuldi kunnað goldið teirra útreiðslur, og tað uttan mun til um hegur ella lágur prísur fæst fyri veruna. Hetta er óheppið, tí ein slík skipan leggur ikki nóg stórt trýst og framleiðslu- og sølulid at fáa hægst møguligan pris. Eitt gott dømi um hetta er kongafiskurin. Virkini gjalda i dag kr. 1,50 og fåa tad sama burturår, sum tå tey gjalda kr. 3. Urslitid er ein ovurhonds studningstørvur, sum samfelagid neyvan kann for- svara at gjalda. MEN HER kom formaðurin í Før- oya Fiskimannafelag vid upp- skoti um eina aðra prísásetingar- skipan, sum í ein stóran mun til sleppa okkum undan vansunum við núverandi skipan. HETTA uppskot fekk sum heild eina góða undirtøku og løgmadur gav tilsøgn um at arbeiða víðari við hesum uppskoti. Hetta merk- ir, at útlit er til, at ið hvussu er okkurt itøkiligt fer at spyrjast burtur úr hesum fiskivinnutingi. Og úrslitið fer helst at vísa, at henda samgonga er meira »liber- al« enn teir flokkar sum gera krav uppá hetta heitið! Í FISKASØLUMÅLUM kom einki serligt ítgkiligt burturúr. Allir fyri- lestrahaldararnir hildu ikki núver- andi skipan geva ta størstu úrtak- una. Tað sum tó hevur meira áhuga er, at tveir av hesum eru limir i fiskasøluni og vita tískil hvat teir tosa um. Hinvegin metti stjórin í fiskasgluni skipanina at vera nóg góða sum so. Allir partar undirbygdu síni sjónarmið við tøl- um, men tølini hjá fiskasøluni haltaðu tó, ti Danmark varð ikki oddagrein tikið við í sammetingini. Og vit vita, at tað eru júst danir, sum gjalda munandi meira fyri okkara tosk, sum teir nýta til somu fram- leiðslu sum okkara egnu flaka- virkir. SVARID frá fiskasøluni til teir lim- ir, sum ikki meta galdandi skipan nóg góða, er at teir kunnu bert melda seg úr fiskasøluni, um teir ikki eru negdir. Hetta fall for- manninum í reiðarafelagnum fyri brósti. Hann er eisini limur í fiska- søluni og medeigari av einum flakavirki. Vit skilja hann væl og halda eisini, at so einfalt eigur eitt orðaskifti um fiskasglumál ikki at verða køvt. Tað er nevniliga ikki bert at melda seg út. Fiskasglan veitir flakavirkjunum aðrar sømd- ir enn júst at selja fiskin. T.d. við fígging og útvegan av pakkitilfari. Hetta eru veitingar sum eingin ivi er um at flakavirkini ynskja at varðveita. Og hetta er tann »klemma« sum fiskasglan hevur á virkjunum, og sum ger at fiska- sølan hevur faktiskt monopol. Tann stóra atfinningin móti fiska- søluni er tí sjálv skipanin. Sela og vørumenning er virkjunum full- komiliga óviðkomandi. Tí eru hetta økir, sum eru alt ov mið- savnað í heilt fáum hondum. Vit kunnu saktans fáa meira burtur úr við verandi fiskasgluskipan, um virkini eisini vóru við í søluar- beiðinum, og tey eisini fingu møguleika fyri at selja ein part av teirra framleiðslu. Hetta vil geva teimum eina føling við marknað- inum, sum er neyðug fyri at tey skulu kunna gera eina kvalifiser- aða meting um fiskasglan ger eitt nóg gott arbeiði. MEN vónandi fer ein komandi prísásetingarskipan at føra við sær, at úrslitið hjá virkjunum í stórri mun verður treytað av hvat tey kunnu fáa fyri teirra fram- leiðslu. Hetta fer helst eisini at føra við sær, at virkini sjálvi fáa ein áhuga fyri at »liberalisera« sjålva fiskasøluna. HER tykist so merkiligt tað ljóðar at vera størst mótstgða hjá teim- um sum sjålvar kalla seg »liberal- ara. Skiljið tað hver ið vil. Nr. 137 — 4. desember 1986 Tillukku, John Sigurd og vælgagnist JohnSigurd hevur fingið tað bláa stemplið. Tað fekk hann í sjón- varpssendingini týskveld- ið tá hann vitjaði fína- klubba hjá Alberti á Arg)- um Sjálvur stjórin segði gott fyri hon- um. Hann hevði kent JohnSigurd í 10 ár, so hann ikki. John- Sigurd er hampamaður og er ikki vanur at órógva fólk ella kuta handseym- aðar leðursofur upp. Sjón- varpsmaðurin varð góð- tikin við brestin Sjálvandi freast vit allir hansara andsfelagar í før- oyska fjølmidlaheiminum Tað hava vit alla orsek til. restaurati0ns- ivaðist Hann er jú ein av okk- ara... Men hvussu eðrum fer at gang- vilja sleppa gjøgnum nálareygað á Argjum. Sjónvarpsmað- urin gjørdi sitt itarsta fyri at spyrja hver annar kundi sleppa við, tí sjálv- andi verður ikki serliga spennandi hjá honum at sita einsamallur har úti. Jú, segði restaurat- iónsstjórin, eftir at hava hugsað seg væl um: For- rætningsmenn og politik- arar — fyrst og fremst. Ja men, skal ein annað- hvert vera politikari ella forrætningsmaður fyri at sleppa upp í part, spurdi ivasat verður ast, sum hin forvitni sjónvarps- maðurin? — Tja, nneii, nei, nei, nei, segði restauratións- stjórin. Men hann legði stóran dent á: IKKI EIN OG HVOR. — Tú skilir tað, John- Sigurd. Vit hava gull loft, og hondseymaðar leður- softur, so hetta er sjálv- andi ikki fyri ein og hvenn. Og menuin — hon er bert fyri kræstnar góm- ar, sum koma úr París ella New York til domis. Hetta skal jú vera restauratión á globalum steði, stjórin. Tað segði skilti = sjónvarps- maðurin sjálvandi, og spurdi alspentur um nakað drekkandi fekst í fínaklubba. Tá stúrsaði stjórin við Hann rendi eyguni eftir sjónvarpsmanninum og skeitt eftir teimum rok fullu hillunum av fleskum Nei, so avgjert ikki!? heilsan og vælgagnist Torfinn Svar til Sólrun »Aids og 'normalur“ homoseksualitetur« er heitið á einum ekstremum lesarabrævi í Dagblaðn- um 24. nov. Ein, ið nevnir seg Sólrun, spyr hví mannaættin leitar >sum óð eftir heilivági ímóti tí heimsumfatandi drepandi sóttini AIDS — tey leita jú sum í blindum, tí hin besti heilivágurin ella verja kom jú á tíðarinnar morgni klárur at taka í nýtslu nú fyri hvenn tann sum vil«. Síðani er tað heldur langa brævið fylt við bíbliu-citatum, heili 8 í tali, og endar brævið við orðunum „ein dag fara tit at sanna, at...< Fyri at tað ikki skal vera lygn eru bíbliu-citatini sorteraði í bólkum við kronologisk- um yvirskriftum í besta miðaldarliga stíli: »Orsøk- in«, seinasta bjarging«, »løn syndarinnar« og at enda sjálvandi »vendid vid«. Tað ógvuliga »spar- sommiliga« lítla petti, sum kemur úr Sólrunsa egna munni, gevur meir enn so stoff til eftirtanka. Fyri tað fyrsta sær tað út til at hon meinar, at homo- seksuel skulu ikki hjálp- ast, um tey verða rakt av AIDS og altso pínast íhel, sum henda ræðuliga sjúka tíverri inniber, og hetta má í roynd og veru sigast at vera ein fascistiskur holdningur. Fyri tað næsta „heldur“ hendan meiningin ikki eingang, eftirsum tað fyri so vítt er um atw vera out at tosa um bara homoseksuel, Sum veraandi í vanda og tendensurin í útviklingin- um er heilt klárt, at meira og meira heteroseksuel verða smittað, og um ikki so nógv ár, eru tað mest heteroseksuel, sum hava AIDS. Meinar Sólrun so eisini, at hesi menniskju skulu líða tann ræðuliga AIDS-deyðan ella ganga í teirri óhugnaligu óvissuni, kanska alt lívið? Og fyri tað triðja, hvat við blødar- um og ødrum, ið fingið hava sjúkuna av heilt eðr- um orsekum enn kynslig- um? Skulu tey eisini lata lív við sama argumenti, nevniliga, at tey »kundu latið vera<? Ja, sjálvt Sól- run átti at hoyrt, hvussu absurt hatta ljóðar, og eft- irhondini átti tað at verið gingið upp fyri sjálvt tey mest tornæmu (sum t.d. Sólrun), at sjúkan sum so einki hevur við t.d. biolog- iina hjá júst homoseksu- ellum at gera. Hon kann raka øll, eisini teg, góða Sólrun! Tí er hetta lesarabræv einki annað enn ússalig roynd at leggja eftir homoseksuellum, men úr- slitið má tíbetur sigast at vera púra láturligt, men eisini gråtuligt. Láturligt, tí at brævið sum heild er so sjálvmótsigandi, grund og rætt og slætt vánaligt, at ein bara fær hug at flenna at tí og tímir ikki at svara aftur, men ger tað kortini, tá tað samstundis er grátuligt, at nakar veruliga gongur runt í okkara vælupplýsta væl- ferðarsamfelagi og er so skelkandi óupplýstur. Og at enda: Hvat er tað forrestion fyri hepisleys yvirskrift? At vera nor- mal er populert definerað sum at fylgja normum, hvat homoseksualitetur ikki ger í traditionellum forstandi, tó at hann hev- ur verið til líka leingi sum heteroseksualitetur, men eftirsum orðið stendur í gásareygum, skal tað evt. skiljast ironiskt, altso ónormalur homoseksuali- tetur, ella hvat? Ótrúligt satiriskt begávilsi, Sólrun eigur! Til eina aðru ferð átti hon antin undirbygt eitt lesarabræv betur, ella hildið munn og ikki gjert seg sjálva til rukku. Leyvan Tokk til yvirfriðingar- nevndina þtað vóru eini gleðilig tíð- indi, sum Útvarp Feroya bar Feroya fólki um kveld- ið tann 25. november 1986, nevniliga, at Fjalla- vatn bleiv friðað. Av skaða blívur ein klókur, er orðafelli — er í sannari merking. Dyrt varð goldið, áðrenn teir vaknaðu. Eiðisvatn og ell fornminnini har um leiðir máttu gjalda prísin og allar tær hundraðtals mill iónir, sum skattaborgarar- nir skulu gjalda í komandi tíðum. Aftan á at Eiðisvatn hevði íingið banasár komu so hesi góðu tíðindi At vidganga, at ein hevur gjørt skeivt er ein æra, í eiga tit i dag tøkk uppi borna fyri at frida fjalla vatn. Men liggur ikki okk urt djupari aftanfyri frid ingina — ju, tad ger. heilsan Theodor Dahl