Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 1986síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Er Nr. 137 4. desember 1986 Vágs Kommuna: Sum vit segdu frá í sein- asta blaði er landsstýris- maðurin í kommunumål- um, Niels Pauli Danielsen ikki samdur við meirilut- mum í Vágs Býráð um eina byggisamtyktar- broyting í samband við vegagerð til íbúðarekið vesturi á Gjógvarabe. Men tað er ikki bert í hesum málinum, at lands- stýrismaðurin og býráðið í Vági ikki draga somu línu. Sum vit skilja hevur hann nógv „stríð“ av Vágs Býráð. — Býráðið í Vági heldur stutt sagt ikki sínar egnu samtyktir, og hetta havi eg nógv demi um, sigur Niels P. Danielsen. Eitt demi er í samband við íbúðarútstykkingina vesturi á Gjógvarbe. Har hevur kommunan givið byggifelagi boð um at gera eina vegsneiðing inni á einum frílendiseki, og tað hevur hon ikki loyvi til Um hetta eru eisini klagur komnar frá íbúgv- um í Vági. Hóast býráðið fekk eitt greitt NEI frá landsstýrinum, vildu teir kortini halda fram, sigur Niels Pauli Danielsen. — Sjálvandi eiga vit at finna eina loysn og harvið hjálpa kommununi burt- urúr hesum trupulleikan- um, og hevur landsstýrið tí nú skotið upp, at vegfer- ingin verður nakað broytt, soleiðis at sleppast kann undan at koma inn á frí- lendisekið, sigur Niels Pauli Danielsen og leggur aftrrat, at um ikki onnur loysn kann finnast enn at fara inn á frílendisekið, fer landsstýrið helst at góð- taka tað, men aðrir møgu- leikar eiga fyrst at verða royndir. Vágs Kommuna fekk longu 5. juli í fjør at vita, at teir ikki sluppu inn á frílendisekið uttan víðari. Hóast tað byrjaðu teir, og tí mátti eg nú siga teim- umfrå, at um teir ikki steðgaðu, kundi tað koma Heldur ikki sínar egnu samtyktir og ti må eg tala at, sigur Niels Pauli Danielsen, landsstýrismaður. upp å tal, at åleggja teim- um bót, sigur landsstýris- maðurin. Eingin kann byrja uppá eitt arbeiði fyr enn tað er góðkent, og tað má eisini Henrik Old, løg- tingsmaður, yvirhalda, sigur hann. Annað demi, sum lands- stýrismaðurin nevnir er, at kært hevur verið um, at býráðið í Vági hevur givið byggiloyvi til eini sethús á havnagkinum. Hesum eki, sum kommunan sjálv hev- ur sett til havn. Um so er, at hald er í kæruni er hetta klárt í stríð við byggisamtyktina fyri kommuna, sigur Niels P. Danielsen. Eitt triðja dansistovan. — Dansifelagið Jóms- víkingar keypti gamla verkstaðin hjá Dion Nol- see, og hevur kommunan givið loyvi til at nýta hetta sum dansistovu, hó- ast tað liggur í sethúsa- eki. Nógvar klagur komu frá grannalagnum og hev- ur landsstýrið eisini sagt kommununi frá, at hetta er ólógligt sambært teirri egnu byggisamtykt. demi er Sama øki til fleiri Herfyri samtykti Vágs býráð at leita eitt eki út á keiini til A/S J. Dahl á Gerðunum. Frammanundan hevdu teir samtykt at leiga sama eki út til ein annan, sum kærdi um at býráðslimir vóru inhabilir. Niels Pauli Danielsen sigur, at teir máttu geva kæruni viðhald við tað, at tveir av meirilutanum í býráðnum vóru inhabilir Ein var nevndarlimur i A/S J. Dahl á Gerðunum, og hin arbeiddi á sama stað. Harvið varð býráðs- samtyktin gjørd ólóglig, sigur landsstýrismaðurin Klaga um figgjarvidurskifti Landsstýrið hevur eisini fingið klagu um fíggjar- viðurskifti í Vágs komm- unu. Landsstýrið hevur sent klaguna til ummælis í Vágs kommunu og fer síðani at viðgera hana. — Eitt annað, sum eg havi verið varugur við, er at býráðsskrivarin í Vágs kommunu, Sverri Skálum, sum eisini er býráðslimur, sigst eisini vera formaður í Byggi- og Býarskipanar- nevndini, hóast undan- farna landsstýri gav kommununi boð um, at býráðsskrivarin ikki kundi vera limur í nakrari býráðsnevnd, sigur lands- stýrismaðurin g leggur aftrat, at hann hevur biðið kommununa um eitt yvir- lit yvir hver situr í hverj- ari nevnd í býráðnum. Samstundis hava vit sagt kommununi frá, at landsstýrið kannar um tað er sambæriligt sambært kommunulógina, at bý- ráðslimur situr sum bý- ráðsskrivari. Einki er yvir at dylja, at eins og í nógvum eðrum kommunustýrum er eisini í Vági ein meiriluti og ein minniluti — og hesir sita ikki væl um sátt. Onkur vil vera við, at Niels Pauli heldur við minnilutanum. Er tað satt? — Eg havi eisini hoyrt hetta, men tað passar als ikki. Eg royni at vera neu- tralur og gera mítt arbeiði sum landsstýrismaður í kommunumálum so sam- vitskufult sum eg eri ferur fyri. Tá borgarar í eini kommunu klaga um okk- urt, er tað mín skylda at kanna klaguna. Vísir tað seg tá, at kommunan hev- ur gjert okkurt ólógligt, er tað ikki bert mín rættur, men eisini mín skylda at tala at, og tað er hetta, eg havi gjert, sigur Niels Pauli Danielsen. Landsstýrismaðurin legg- ur aftrat, at hann sanni- liga eisini hevur gingið í- I Býráðshúsunum í Vági gongur mangan hart fyri seg. móti minnilutanum. Her- fyri ynskti minnilutin í bý- ráðnum at fáa lyklar til býráðshúsini, og hesum sýtti meirlutin fyri. Minnilutin klagadi til landsstýrið, og teir fingu eisini nei frá mær, hóast tað er rættiliga vanligt, at allir býráðslimir sleppa inn í býráðshúsini, sigur Niels Pauli Danielsen. tór.- Fáa minstulon fyri tyngsta Heysttúrurin hjá salt- fiskabátunum Borðoya- nesi og Hans Eriki gjerd- ust eitt vónbrot. Hálvan fjórða mánað hava teir verið burturi. Teir komu heim fyri stuttum við bara hálvari last. Veiðan hjá Borðoyanesi vá 165 tons og varð legd upp í Klaksvík. Lastin tekur 350 tons. Veiðan henda túrin er seld fyri millum hálva fjórðu og fýra milliónir. Borðoyanes, sum er 19 ára gamal, hevur ongantíð áður gjert so ringan heyst- túr. Heysttúrurin seinasta ár gav tað dupulta. Vár- túrarnir plaga ikki at vera so p6dir, men í vár kom Borðoyanes heim við 245 tonsum. Hvussu stórur mann- ingarparturin fyri túrin verður, veit reiðarin á Borðoyanesi, Jákup Ziska- son, ikki enn. Men hann verður ikki nógv aftrat minstulenini Aftrat minstulenini fáa menninir tó eina viðbót, ið er nakrar túsund krónur til mannin. Tá so lítið er at býta, fáa yvirmenninir lítið meir enn hinir. Hans Erik er farin til Danmarkar at selja. Hann skal ikki avstað í vár, tí motorurin skal skiftast út. Borðoyanes verður longu gjørdur klårur til næsta túr. Um teir fara millum jóla og nýggjárs, ella bíðað verður til eftir nýggjár. veldst um, hvat menninir siga, sigur Ják- up Ziskason. Tað er munur á at vera við hesum bátunum og við teimum nýggju trolar- unum. Hesir eru leingi burturi, koma sjáldan inn nakra staðni, og av tí at teir fiska við línu, er ar- beiði so at siga tað sama, uttan mun til um teir fiska nakað ella ikki. Kortini ber framvegis til at fáa fólk. Jákup Ziska- son væntar, at eini 10 av teimum 27 monnunum fara við aftur Borðoya- nesi. Onkrir hava verið við áður, hava kanska verið heima ein túr. Ein stórur partur av manningini er heilt ungur, eitt nú verður tann 22 ára gamli Líggjas Johannesen skipari. Jákup Ziskason sigur, at um hetta verður lagið framyvir, verður neyðugt at stuðla hesum skipunum betur. Prísviðbótin er hækkað í ár men ikki nóg mikið, sigur hann. randi