Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfótk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Europa sum gísli ØRSKAN við SD! stendur vid og versnar. Fyrst ljóðaði tað so tilfor- látiligt: „star war« ella stjørnu- kriggj — nakað, sum fekk veikar sálir at hugsa um jól og Holly- wood. Máliskan varð jú eisini knæsett av einum fyrrverandi 3.floks B filmssjónleikara, so hon skuldi kunnað gingið ann. AFTAN fyri hetta heitið »stjørnu- kriggj« fjalir seg ein tann óhugna- ligasta og mesta vandamikla vápnaskipan, sum yvirhøvur hug- sast kann. Tad skal eitast at snúgva seg um skipanir, ið skulu kunna varnast, finna og tyna atomvåpn, sum møguliga eru å veg ímóti USA. Fyrimunurin skuldi verid, at skipanin ikki so- leidis uttan vidari kann oydileggj- ast av einum figginda. Hesin spurningur er i sjálvum sær iva- samur, ti sjálvsagt verða russar ein dag førir fyri at røkka SDI skipanunum, um teir ynskja tað og úrslitið verður eitt fyrverkari í rúmdini, sum fer at gera okkara part av universinum åliviligan tey næstu 500000 árini. TAÐ er heldur eingin, sum trýr, at SDi bert verður utgjørt til verju, sjálvsagt verður skipanin eisini bygd til álopsvápn, nakað sum amerikanskir herovastar longu hava latið orð falla um. MEN ørskan røkkur longur enn so. Higartil hevur SDI bert dekk- að norðuramerikanska fast- landið. Hetta halda Reagan og hansara ráðharrar ikki vera nóg mikið, men vilja nú bjóða Europa at koma uppí hesa skipan. ikki eiti á tilboð. Fyrst midalrakettir- nar, sum skulu tryggja USA, at eitt møguligt atomkríggj ikki verður at fara fram heima, men í Europa; síðan tilboðið um at lut- taka í tí mest vitleysa projekti nakrantíð. TÁ saman um kemur, man ætl- anin verða tann sama sum við miðalrakettunum: at Europa skal verða „stand in« hjá USA í einum komandi ragnarroki. Soleiðis er Europa enn einaferð gísli hjá hesum eirindaleysa stórveldi, sum eyðsýnliga bert kann verja sínar sameindu við at týna teir. já Framhald av síðu 3 skiftivaktsarbeidi, sum teir hava norðuri við Eiðisvatn. Tað hava menninir avtalað sjálvir við leiðsluna. Menninir hava eisini gjert avtalu um bonus. Men bonusið hava menninir tó ongantíð fingið útgoldið, ikki fyrr enn fyri oktober mánað. Hvussu hetta verður rokn- að út, vita teir ikki. Men nú hava teir fingið avtalu við H & S um at fáa bon- usið útgoldið. — Heyvði boringin verið liðug, áðrenn verkfall bleiv, hevdu menninir neyvan fingið eitt oyra. H & S sviku lyfti sitt, men nú noyðast teir at gjalda, sigur Hegni Hejgaard. Verkfallið ikki av vantandi trygdar- viðurskiftum Tað hevur verið sagt, at handverkararnir fóru í verkfall við tí grundgev- ing, at teir vóru ónegdir við arbeiðsviðurskiftini í tunnlinum. Men orsekin vr sáttmálabrotini. Ikki fyrr enn vit skuldu steðga arbeiðinum, fingu vit at vita, hvussu vandamiklar umsteðurnar vóru. Eitt annað mál er um koyripening og mattíðir. Tað málið hava vit sent til sakferara, og vinna vit tað, hava vit eitt prógv aftrat um sáttmálabrot, sigur Hegni Hejgaard Gott samanhald Verkfallið í tunnlinum byrjaði týsdagin í farnu viku. Mánadagin í hesi vikuni varð avtala gjørd, og týsdagin fóru menninir aftur til arbeiðis. Men bor- ingin er ikki tikin upp aft- ur enn. Nær boringin byrj- ar aftur, er eitt mál millum arbeiðsplássið og Arbeiðs- eftirlitið, ið hevur sett ávís krev fyri at kunna byrja aftur. — Undir verkfallinum hevur leiðslan í Hejgaard á Schultz gingið frá manni til mann og biðið teir um at byrja aftur, tí so skuldu teir fáa bonusið, men teir vildu ikki byrja, fyrr enn teir fingu boð frá handverkarafelagnum. — Tað hevur verið gott samanhald millum menn- inar og felagið, eingin er lopin frá. Tíðindini, sum SEV-stjørin Klæmint Weihe, vóru ógvuliga vill- leiðandi. Hverki menninir ella felagið finna seg í at verða útspiltir soleiðis, sigur Høgni Højgaard, sum ikki heldur at SEV- stjórin kann uttala seg um vidurskiftini. SEV er ikki beinleiðis partur í mål- inum. Og hvussu kann Klæmint Weihe kenna nakað til, hvar menninir eru limir, spyr hann. Endurgjaldkrav Havnar Handverkara- felag heldur sáttmálabrot- ini vera so álvarssom, at tað umhugsar at krevja Umsíður burðaðist mær fyri fyrstu ferð at hoyra nýggju sendireðina um foroyskt mál í útvarpinum mikudagin 26. november Okkum, sum av heilum huga lurtaðu eftir »oråa- bøkini«, tá ið Jóhan Hendrik hevði hana, ið vit gleddust so nógv um og lærdu so nógv av, var tað eitt stórt vónbrot, at út- varpið gav honum dura- fjórðingin, tá ið best um evni stóð. Hetta var fer- oyskum máli óbótalig skadagerø, tí, var vilji til tess og áhugi, kundi gott foroyskt mál ljóðað inn í hvert heim i Feroyum, heldur enn nú vit noyðast at lurta eftir orðavavstri, sum hugsaður er á donsk- um og borin okkum fram við donskum orðalag og orðavali. Íðan, nú hava vit send- ingina um feroyskt mál í útvarpinum, so nú skuldi allur skaði verið bettur, heldur tú. Nei, lat tað verða sagt beinanvegin, at sendingin 26. nov. var eitt stórt vónbrot, ein vánalig eftirgerð (plagiat) av „orðabókini<. Tað er undr- anarvert, at málFreðing- urin Eivind Weihe skal ditta sær til at vera so óskoytin í málbering síni. Mær tykir, hann var lítið mætari enn teir málsliga vánaligu utvarpsmenn- inir. Hann er kanska sum so mangur annar, ið hevur gingið so leingi á tí danska asfaltinum, at tað herkir Nýggj sendirød so fast við iljarnar og kåmar føroyska málburðin burtur. Hesi fólkini vita sær einki annað enn hjartaleyst at tala um eitt smidligt føroyskt mál, har øll bending endar í einum hurlivasa, og góð forn orð, sum enn verða nýtt av eldri fólki, ið eru ikki máls- liga spilt av t.d. vánalig- um skúla, verða hánisliga skírd at vera íslendsk. Tað er ikki svíni líkt, ið sínum er líkt. Í málsendingini hoyrdi tú Eivind í tíð og ótíð nýta týsk-danska orðið man, sum vit væl kunnu vera uttan; orðini akkurát, netop og mong onnur tilik hugsaði eg ikki, at mál- frødingur tók i sín munn. - Årnafjørdur kann heldur ikki verða bendur rætt í tí- líkari sending, tí tá kemur navnið helst at sipast ís- lendskum ov nógv. Eivind tekur til fólk >í Árna- fjørdi«!! Í Havn — um Nr. 138 — 6. desember 1986 Bringsnagøtu leiðina — er sum kunnugt gamalt hús, sum nevnt verður í Árna- firdbi« av teimum gomlu Havnarfólkunum, sum ongantíð hevdu lært at benda, men tó málbóru seg rætt! Hvussu ofta hoyrir tú ikki útvarpsfólk- ini siga »til Kollafirðar, Arnafirðar< í staðin fyri til Kollafjarðar, Árnafjarðar, men ólukkan er helst tann, at hetta verður at sipast ov nógv íslendskari bend- ing, tí mugu vit heldur nýta tvætlimál. Í hesi góðu málsending hoyrdi eg onga rættileið- ing til góða málnýtslu, enn minni ávaring um vánalig- an málburð. Hver er meiningin við hesi sending um feroyskt mál? Málvinur »Feil kalkulering« og S.A. málið (viðm. til oddagein í Sosialinum) Gjerdist heilt klekkur, tá eg las oddagreinina í Sos- ialinum 2. des. 1986. Greinskrivarin j.d. (Jó- annes Dalsgaard?) man so fullkomiliga hava misskilt okkurt ella fingið skeivar upplýsingar! Tí hesar við- merkingar: Tað er rætt, tá sagt verður, at hóast ósemjur, so hevur samarbeiði í sam- gonguni verið gott. Tó er eyðsæð, at greinir av slík- um slagi ikki eru fremj- andi fyri samarbeiðslagið — tverturímóti! Greinin er sera kenslu- borin og ógvuliga ólogisk. J.D. heldur tað vera í lagi og í tráð við parlament- ariskan arbeiðshátt sam- gongunnar, at Sjálvstýris- flokkurin hevur givið grønt ljós fyri framløgu av uppskotinum um handils- bann ímóti Suður Afrika, hóast hesin sami flokkur ikki kemur at atkveða fyri. Tá eg harafturímóti í hesum máli havi somu stødu sum Sjálvstýris- flokkurin, verður tað skýrt sum ósemja millum Kristiliga Fólkaflokkin og teir báðar stóru sam- gonguflokkarnar! Hvar er logikkurin?? Vidari sigur J.D., at mangur gjørdist bilsin, tå eg undir orðaskiftinum »knappliga gekk im6ti« Og vónar J.D. at hetta skyldast eina misskiljing, sum kann verða uppklár- að, soleiðis at eg fari at broyta steðu aftur... Slíkt tvætl! Tí sambært J.D. kann tað tykjast, sum um steða mín áðrenn orðaskifti á tingi hevur verið ein onnur. So er als ikki! Og hetta átti Jó- annes av góðum grundum at verið kunnugur við. (Legmaður umsitir jú mál- ið). Tá nú tríggjar atkveður úr samgonguni mangla, so er givið, at tríggjar mega koma úr andsteðuni, skal málið ikki fella. Um so verður, at hesar tríggjar ikki fáast og málið harvið fellur, so skyldast hetta einki minni enn eini „feil kalkulering« løgmans. Annars eigur J.D. at verða mintur á, at nytt stev må tað av sonnum kallast, at partar av sam- gonguni »kalkulera« vid andstøduni, ådrenn mål koma í tingið Kann tað hugsast, at andsteðuni fer at verða veittur sami meguleiki — at »kalkulera« við pørtum av samgonguni?? Tordur J. Niclasen endurgjald frå Højgaard & Schultz. Útvarpið visti at siga i vikuni, at meist- arafelagid ætlar at krevja handverkarafelagið eftir 80.000 krónum fyri hvenn verkfalsdag. — Legið at vit skulu hoyra slík tíðindi í útvarp- inum. Skrivligt hava vit einki fingið. Men seta vit fram krav um endurgjald, verður tað minst líka stórt, sigur Høgni Høj- gaard. randi