týsdagur 26. november 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 227 - 26. november 2002
Nr. 227 - 26. november 2002
3
– Robinson í ár hevur
verið ein stór uppliv-
ing. Eitt stórt ævintýr.
Tað hevur verið hart.
Ikki bara svongdin og
svikaráðini, men
veruleikin hevur
verið størsta trýstið.
Serliga fjølmiðlarnir,
sigur Jørgen Kløcker
úr Robinson Ekspedi-
tionen 1999 og 2002
ROBINSON
Ingrid Bjarnastein
Tey, sum fylgja við í
Robinson í ár, kenna øll
Jørgen Kløcker. Hann er
ein av teimum seinastu
luttakarunum, sum er eftir á
ekspeditiónini í ár, og er
hann ógvuliga vælumtóktur
millum hyggjararnar.
Jørgen Kløcker var við í
Robinson í 1999, og er
hann aftur við í ár, í tí sein-
asta útspælinum av Robin-
son hjá TV3 – Det Endelige
Opgør.
Á hesum seinasta yvir-
livilsistúrinum eru bert lut-
takarar, sum hava áður
verið við á fýra teimum
fyrstu túrunum, og er
vinningurin hesaferð eisini
væl størri enn seinast. Ein
heil millión er at vinna, og
Jørgen Kløcker er ein av
teimum fimm, sum er
komin heilt nær hesi milli-
ónini – í øllum førum
higartil.
– Robinson í ár hevur
verið eitt risaupplivilsi fyri
meg. Eitt ævintýr. Tað
hevur verið ógvuliga hart.
Tá tosi eg ikki um svongd-
ina og svikaráðini, men um
veruleikan, tá tú kemur
aftur frá Robinson, sigur
Jørgen
Kløcker
við
Sosialin.
Kløcker er í løtuni stadd-
ur í Spania, har hann er
gestalærari á einum skeiði
hjá Service & Co. Hin
gestalærarin
er
Lasse
Rungholm, sum eisini er
við í Robinson í ár, men
longu er farin út.
– Veruleikin er tað størsta
trýstið. Mátin fjølmiðlarnir
taka alt upp á. Her hugsi eg
serliga um Se & Hør, sum
hevur ein undarligan máta
at føra fram søgur, greiðir
Kløcker frá.
Jørgen Kløcker hevur
sum fleiri onnur úr Robin-
son eisini hava gjørt, stevnt
vikublaðnum Se & Hør.
– Sjálvt um eg ikki eri
týpan, sum plagi at øsa
meg, so havi eg kent meg
noyddan til at stevna teim-
um. Tey skriva bara lygi-
søgur, sum ganga útyvir
gentu mína, son mín og
foreldrini hjá mær, og tað
vil eg ikki hava.
Øðrvísi
Robinson
Ekspeditiónin
eitur í ár Det Endelige
Opgør. Hetta kemst av, at
hetta er seinasta útspælið
frá TV 3, hvat Robinson
viðvíkur, og hava allir lut-
takararnir í ár áður verið
við í Robinson.
– Í ár er spælið øðrvísi.
Hetta kemst av, at øll hava
verið við fyrr, og tí hava tey
lagt eina ætlan um, hvussu
tey ætla sær at gera. Men so
henda nøkur óvæntað ting
frá síðuni hjá TV 3, og hetta
ger, at spælið útviklar seg
øðrvísi,
sigur
Jørgen
Kløcker.
– Og tá spælið útviklar
seg øðrvísi, so verða tey
veikari, og byrja upp á
onnur ting, sum til dømis at
tapa við vilja. Spælið hevur
verið ótespiligari og meira
kontant hesuferð.
Spurdur um, hvør harð-
asta avbjóðingin í Robin-
son hevur verið hesuferð,
vendir Jørgen beinanvegin
aftur til fjølmiðlarnar.
– Eg havi havt ógvuliga
ringt við at skilja Se & Hør,
og hvussu nakar, sum ar-
beiðir har, klárar at síggja
seg sjálvan í speglinum.
Tað hevur verið tað harð-
asta trýstið við Robinson
hesuferð. Eg havi ilt við at
skilja, hvussu nakar kann
arbeiða á handan hátt. Tey
skriva
lygisøgur,
sum
ganga útyvir familjuna hjá
mær, og tað havi eg ringt
við at taka, sigur Robinson-
luttakarin.
Jørgen Kløcker sigur, at
tað tók ikki so langa tíð at
koma yvir ekspeditiónina
kropsliga og sálarliga.
– Tað var so skjótt, vit
komu útaftur, at man kom
yvir tað. Men nú er tað eitt
heilt annað spæl. Nú tá
partarnir verða vístir, ringja
fólk til hvønn annan fyri at
»vaska sær um hendurnar«
og siga, at »hatta havi eg
ongantíð sagt«, og at tey
ikki meintu tað, sum tey
hava sagt. Hetta tekur nógv
ting uppaftur, sum so at
siga hava verið gloymd
síðani vit komu aftur.
Hetta er seinastu ferð TV
3 ger eina Robinson Eks-
peditión. Men Kløcker
sigur, at um hann hevði
fingið
møguleikan,
so
hevði hann ongantíð í lív-
inum farið aftur á eina tí-
líka ekspeditión.
– Aftaná ekspeditiónina í
1999, segði eg, at nú var
nóg mikið. Men hóast tað,
so fór eg við í hesa seinastu
ekspeditiónina. Tá tú spyrt
meg nú, so sigi eg, nei,
ongantíð í lívinum. Men
sum eg kenni meg sjálvan,
so skal eg ikki avvísa, at eg
møguliga kundi funnið upp
á, at verið við aftur. Alt
eftir, hvussu konseptið
hevði verið, sigur Jørgen
Kløcker at enda.
Nú kunnu Robinson-
hyggjarar bara bíða eftir, og
síggja, hvør tað verður, sum
fer avstað við milliónini.
Finalan verður 2. desember.
Fakta:
Navn: Jørgen Michael Kløcker
Aldur: 35 ár
Bústaður: Birkerød
•
Var við í Robinson Ekspeditiónini í 1999, har
hann varð valdur út sum nummar átta
•
Tá hevði Kløcker verið við í 26 dagar.
•
Hetta er fimta árið á rað, at TV 3 ger eina
Robinson Ekspeditión
•
Ekspeditiónin í ár er tann seinasta í røðini
•
21 luttakarar hava í ár kappast um eina millión
krónur
Veruleikin er størsta trýstið
Frá vinstru: Lasse Rungholm, Sámal Bláhamar og Jørgen Kløcker. Myndin er tikin í Spania, har
Lasse og Kløcker eru gestalærarar á einum skeiði, sum Sámal Bláhamar millum onnur luttekur
á
C
M
Y
K
3
2