Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 227 - 26. november 2002 Nr. 227 - 26. november 2002 5 So eru jólini komin. Í hvussu er í flestu handilsvindeygum. Eisini í blómuhandl- unum í Sandavági eru tey farin at halda jól JÓLASTOVA Edvard Joensen Sandavági: Jólastova lat upp í Blómunhandlinum Dáanum í Sandavági sunnudagin. Hetta er annað árið, hetta tiltakið er í handlinum. Sonevndu jólastovurnar eru afturvendandandi tiltak hjá summum av blómu- handlunum i landinum. Í Sandavági er ætlanin at gera hetta til áligt tiltak í framtíðini, sigur Kári á Lofti, sum eigur blómu- handilin Dáan. Tað hoyrast jólaløg úr hátalaranum, tá tú trínur inn í jólastovuna í kjallar- anum undir blómuhandl- inum. Og at talan er um jól, er eingin ivi um. Tað eru jól allaastaðni, rættiliga »kon- sentrerað« má sigast. Hugnaligt, og ein hevur líkasum hug at koma jóla- hýri beinanveg. Hóast nógv er inni, er tað kortini ikki so, at fólk ikki fáa gingið. Og tað, ein leggur merki til er, at ikki eru tað sonevndu »nissur- nar«, sum púra stýra allari myndini. Ein leggur heldur merki til einglar og ljós. Og tað er í grundini ikki so galið. Eisini í erva eru jólini komin, sæst, tá tá farið verður upp trappurnar. Hóast jólastovan soleiðis burturav er i kjallaranum, er eisini gjørt burtur úr í sjálvum handlinum í erva. Bæði í miðhæddini, har blómubúðin er, og í gávubúðini á loftinum. Jólini eru her Hóast jólanissurnar sum vera man eru at síggja í jólastovuni hjá Dáanum … Mynd: Edvard Joensen … eru tað heldur einglar og ljós, ein meira heftir seg við Mynd: Edvard Joensen Gamla bygdarment- anin varð eisini hildin uppin við, at fólk hittust í vinalagi. Tað ráddi ikki bara um at liva, men at liva væl KVØLDSETA Edvard Joensen Skulu bygdirnar liva, krevur tað, at fólkið stendur saman. At tey hittast og koma hvørjum øðrum við. Tey skulu liva saman og liva væl, segði Eyðun Andreasen, professari og folkalívsfrøðingur, millum annað á kvøldsetu á Sandi herfyri. Sanda Kommuna skipaði næstseinasta mikukvøld fyri hugnaløtu í Virkinum, har bæði fólk av Sandi og aðrastaðni frá luttóku. Skráin fevndi víða. Frá heilsuráðum um tónleik og kommunalpolitikk til fyri- lestur um frítíð og felags- skapir í bygdarlívinum. At dreingir og gentur eru ymiskt fyri, varð víst á á komið varð inn á heilsuna hjá teimum ungu. Genturnar eru meira friðaligar, og tað lá líkasum í luftini, at tær vóru verri at aktivera, tí dreingjunum bar til at blaka ein bólt, og so runnu teir eftir honum í tímar, um tað skuldi verið. Men tað eru ikki bara tey ungu, sum við sínum soda- vatni og chipsi gera sær lívið feitt. Nei, foreldrini tykjast hava misskilt okk- urt, tá tey altíð skulu vera góð við børnini og koyra tey til alt, sum gerast skal. Tað kann í ávísan mun vísa seg at virka øvugt, tí børn- ini røra seg ov lítið, fingu heimasandsfók at vita. Ungmannafelagið virkið og B71 standa hvørt í sínum lagi frammalaga i huganum hjá sandingum, tá hugsað veðru um frítíðina. Og ásannast má, at ivaleyst er tað B71, sum líkasum hevur hug at vinna áhugan í dag. Ungmannafelagið Virkið verður 80 ár komandi ár, men er ikki so virkið, sum tað onkuntíð hevur veirð. Tað tykist, sum tann tíðin, tá sjónleikur og filmur kundu savna fólk í húsin- um, er við at fara. Nú sita tey heldur framman fyri sjónvarpinum heima. Tað er høgligari. Men kortini halda tey, at ítróttarfelagið hevur tað ikki so heilt galið, hóast umstøðurnar ikki eru betri enn góðar. Ítróttarhøllin manglar, og hon var sum vera man eisini havd á lofti. At greiða eitt sindur frá, hvussu fólk hava brúkt sína frítíð í farnum døgum, ella kanska heldur kvøldum, høvdu sandingar fingið Eyðun Andreasen, profess- ara, suður úr Havn. Hann vísti á, at felags- skapur var bæði í arbeiði og fítíð. Hann nevndi útróður sum dømi um felagskap í arbeiði. Og skuldu tey hugna sær saman og frætta eitthvørt, kanska uttaneftir, hittust tey at spæla kort. Ikki var so øgiliga nógv annað, segði hann. Nógv fólk livdu alla sína tíð í bygidni, Høvdu kanska ongantíð verið í Havn tíansheldur uttanlands. Í dag er alt øðrvísi, og einum nýtist í grundini ikki at fara so langt fyri at fáa upplýsing. Tað verður farið inn i stovuna hjá einum sjálvum, trýst á ein knøtt, og alt í einum er allur heimurin inni hjá tær. Eftir at tøgn hevur verið eina tíð, er føroyska Nærvarpið í Keypmannahavn aftur farið at senda ÚTISETAR Edvard Joensen Seinastu tríggjar mánað- arnar ella so hevur verið sent frá føroyska Nærvarp- inum í Keypmannahavn. Nærvarpið hevur annars ligið stilt stóran part av árinum, verður sagt í tíðindaskrivi, sent er um dagarnar. Umframt at senda tíð- indi, tónleik, samrøður við fólk og sovorðið, sum van- liga hoyrir útvarpi til, plagar Nærvarpið eisini at skipa fyri ymsum tiltøkum í Føroyahúsinum í Keyp- mannahavn. Eitt nú dansi og ikki minst teimum ár- ligu jólaheilsunum. Komandi leygarkvøld, tann 30. november, verður skipað fyri dansikvøldi í Føroyahúsinum, har orkest- ur mannað við føroyingum búsitandi í Danmark fer at spæla. Teir fýra tónleikararnir eru Eyðun Nolsøe, Pætur við Keldu, Leivur Thomsen og Agnar Lamhauge, siga tey í tíðindaskrivinum frá Nærvarpinum. Atgongumerkini fara at kosta 80,- krónur, og kunnu keypast í forsølu í kaffi- stovuni, eins og eisini verður møguligt at keypa tey við dyrnar leygar- kvøldið. Sum vanligt er, tá slíkt tiltøk eru í Føroyahúsinum, verður portrið afturlatið á midnátt. Jólini nærkast, og fólk fara so smátt at koma í jólahýri. Hjá teimum, sum burturi eru, fer hugurin at leita heimaftur, og tann 15. december fara tey í Keyp- mannahavn at senda jóla- heilsanir úr Føroyahúsin- um. Tað er eisini Nær- varpið, sum skipar fyri. Byrjað verður at taka upp í Føroyahúsinum klokkan 15.00 seinnapartin. Um- framt upptøkurna, sum sendar verða Útvarpi Før- oya, verður eisini upplestur av onkrari barnasøgu hend- an seinnapartin í Føroya- húsinum, siga tey frá Nærvarpinum í tíðinda- skrivinum. Nærvarpið sendir fríggjakvøld 20-21.30 og sunnudag 13-15 á FM 91,4 MHz og á FM 98,8 MHz. Tað hoyrist í Keypmanna- havnarumráðnum. E-mail adressan hjá Nærvarpinum er: narvarp@hotmail.com og tlf/fax 0045 33 22 84 01. Her vilja vit liva væl Elin og Høgni stóðu fyri tónleikinumá kvøldsetuni á Sandi Mynd: Óskar Óskarsson Eyðun Andreasen var gestarøðari hjá sandingum Mynd: Óskar Óskarsson Nærvarpið sendir aftur Eyðun Nolsøe og Pætur við keldu mynda helvtina av bólkinum, sum fer at spæla til dans í Føryahúsinum leygarkvøldið Mynd: Nærvarpið C M Y K 5 4