týsdagur 26. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 227 - 26. november 2002
Nr. 227 - 26. november 2002
7
OLJULEITING
Jan Müller
Oljufelagið Amerada Hess
hevur rakt við olju og gass í
seinastu boring síni skamt
frá føroyska markinum.
Hetta veit Sosialurin frá
vælvitandi keldum. Talan
er um Cambobrunnin, sum
Amerada
Hess,
Dong,
Texaco og OMV júst hava
borað við boriskipinum
West Navion. Brunnurin er
nakað norðanfyri verandi
oljufeltini Schiehallion og
Foinaven og umleið 25
kilometrar frá markinum.
– Orsøk er til bjartskygni
eftir at kolvetni er staðfest í
brunninum sigur ein kelda
við blaðið og leggur hon
aftrat, at tað sær gott út. Tað
hevur tikið 25 dagar at bora
brunnin. Oljan er staðfest á
umleið 2800 metrar dýpi.
Talan er um eitt sokallað
»tight hole« tvs. at ongir
upplýsingar verða latnir al-
menninginum. Tað skilst, at
feløgini nú fara at kanna
úrslitið nærri fyri at vita,
um talan kann verða um at
fara undir fleiri boringar til
tess at kunna staðfesta um
fundin kann verða lønandi.
Cambobrunnurin liggur
umleið 30 kilometrar norð-
an fyri Suilvenfundið, sum
varð gjørt fyri nøkrum
árum síðani.
Tað kemur væl við hjá
oljuvinnuni, at kolvetni nú
aftur er staðfest á Atlants-
mótinum. Serstakliga aft-
aná heldur laka úrslitið í
avmarkingar- og metingar-
brunninum hjá Amerada
Hess stutt frá markinum
herfyri.
Um talan er um eitt veru-
ligt oljufund kann hetta fáa
stóran týdning fyri kom-
andi boringina hjá Agip í
føroyskum øki næsta ár.
Hóast
Cambobrunnurin
liggur nakað væl norðan
fyri økið, har Agip fer at
bora, so kann úrslitið tó
gera, at áhugin fyri Agip-
boringini
verður
nógv
størri.
Cambobrunnurin
kann so eisini fáa týdning
fyri oljufeløg, sum hava 9
ára loyvi. Føroyku megin
markið, har Cambobrunn-
urin er, hevur eitt nú Agip
eitt 9-ára loyvi. Tvs. at fel-
agið innan eitt ávíst áramál
skal taka støðu til, um tað
fer undir at bora har.
Úrslitið av Cambobor-
ingini kann eisini fáa týdn-
ing fyri eina komandi út-
bjóðing á føroyskum øki.
Tað kann t.d. hugsast, at
føroykir myndugleikar vilja
hyggja eftir økjunum á
landgrunninum nær hesum
brunninum og taka tey við í
eina komandi útbjóðing.
Sosialurin hevur roynt at
fáa viðmerking frá Ame-
rada Hess í Havn og í Lon-
don. Men har er púra tætt.
Einki skal út um boringina
sum nú er.
Amerada Hess gjørt eitt nýtt oljufund
beint við markið
Á kortinum síggja vit Cambobrunnin fyri norðan. Kelda Dong
West Navion, sum hevur funnið olju nær markinum.
Krevja sparingar fyri 200 milliónir næsta ár
Útlit eru fyri hópupp-
sagnum í stórum stíli
hjá teimum alment
løntu,tí samgongan
hevur givið almenn-
um stovnum boð um
at spara fleiri hundr-
að milliónir næsta ár
FÍGGJARLÓGIN
Áki Bertholdsen
Tað verður uttan iva baldrut
í Løgtinginum, tá ið fíggj-
arlógin fyri næsta ár kemur
fyri tingið aftur.
Vandi er fyri hópupp-
sagnum komandi ár hjá
teimum alment løntu, tí nú
hevur samgongan givið al-
mennum stovnum boð um
at fremja umfatandi spar-
ingar næsta ár víða hvar í
almennu tænastunum.
Hóast nógvir almennir
stovnar
frammanundan
kæra seg um, at teir hava ov
lítið at arbeiða við, hevur
samgongan givið teimum
ymsu landsstýrismonnun-
um boð um at spara 200
milliónir næsta ár.
Tað fer at føra nógvar
uppsagnir við sær, tí meg-
inparturin av almennu út-
reiðslunum eru lønir.
Fíggjarnevndin situr í
løtuni dag um dag og við-
gerð uppskotið hjá Lands-
stýrinum til fíggjarlóg fyri
næsta ár og um einar 14
dagar verður tað lagt fyri
tingið aftur.
Ongin fæst til at siga nak-
að alment um fíggjarlógina
fyri næsta ár, nú viðgerðin í
fíggjarnevndini ikki er lið-
ug.
Men fíggjarnevndin hev-
ur havt fleiri Landsstýris-
menn til hoyringar fyri at
tosa um útreiðslustøðið
komandi ár.
Og frá vælvitandi keld-
um veit Sosialurin, at teir
hava allir fingið boð um at
fremja umfatandi sparingar
fyri 200 milliónir komandi
ár.
Tað er formaðurin í fíggj-
arnevndini,
Óli
Breck-
mann, sum førir orðið
vegna
samgonguna
og
sparingarnar, sum hann
hevur givið boð um, fara at
raka bæði heilsuverkið, al-
mannaverkið og skúlaverk-
ið meint, men tað fer eisini
at raka onnur øki.
Soleiðis hevur Páll á
Reynatúgvu, sum umsitur
almannamál, fingið boð um
at spara 90 milliónir, Bill
Justinussen, sum umsitur
heilsumál, hevur fingið boð
um at spara næstan 50
milliónir og Annlis Bjark-
hamar, sum umsitur skúla-
mál og mentamál, hevur
fingið boð um at spara 40
milliónir.
Harumframt hevur Jør-
gen Niclasen fingið at vita,
at hann skal spara 15
milliónir á sínum málsøki
næsta ár.
Hópuppsagnir
Nógv tað mesta av almenn-
um útreiðslum er til lønir,
so hóast nakað kann sparast
á summum økjum, uttan at
siga fólki upp, er ongin ivi
um, at hesar sparingarnar
fara at føra við sær hópupp-
sagnir víða hvar ímillum al-
menn starvsfólk.
Vanliga hevur verið sagt,
at í miðal ganga fýra starvs-
fólk upp á hvørja millión.
Skal samgongan so
spara 200 milliónir kom-
andi ár, soleiðis sum ætlað,
fer tað í ringasta føri at
kosta útvið 800 fólkum
starvi.
Kanska verða uppsagnir-
nar eitt sindur færri, verða
sparingar funnar á øðrum
økjum, men skal sparast, er
tað bara í lønum, at tað
veruliga munar, so upp-
sagnirnar verða í øllum før-
um fleiri hundrað.
Kanska verða tað mangt
slíkt, tí nógv hava tríggjar
mánaða
uppsagnarfreist,
ella eitt hálvt ár og sostatt
skulu allar sparingarnar
fremjast seinasta partin av
árinum og og tað merkir, at
avleiðingarnar
sjálvsagt
verða tvífalt so álvfarsligar.
Keldur okkara siga, at so-
statt er greitt, at samgongan
ætlar at gera álvara burturúr
tí, sum varð fráboðað um,
at sparast skulu 150- 200
milliónir í almennu umsit-
ingini komandi ár.
Samstundis vísa keldur
okkara á, at almenna umsit-
ingin er ógvuliga nógv
vaksin seinastu fýra árini.
Ein uppgerð, sum er
gjørd í sambandi við fíggj-
arlógarviðgerðina, vísir, at
nú eru næstan 1.000 fólk
fleiri í almennum starvi,
enn tað vóru fyri fýra árum
síðani.
Her er hugsað um øll tey,
sum arbeiða á sjúkrahúsun-
um, Strandferðsluni og øðr-
um almennum stovnum.
Veksa 100 milliónir
Samstundis vísir uppgerð-
in, at í løtuni eru 330 full-
tíðarstørv í sjálvari miðfyri-
sitingini. Tilsamans skjýtur
samgongan upp at játta
næstan 138 milliónir til tey
ymsu aðalstýrini næsta ár. Í
1998 var játtanin til aðal-
stýrini slakar 54 milliónir,
so har er vøksturin stórur
hesi fýra árini.
Eftir uppskotinum hjá
Landsstýrinum, veksa løn-
arútreiðslurnar hja tí al-
menna smár 100 milliónir
komandi ár, so hóast lønir-
nar eru hækkaðar, boðar tað
frá, at starvsfólkatalið er
nógv økt.
Her skal tó havast í huga,
at tølini kunnu ikki rætti-
liga samanberast, tí seina-
stu árini eru fleiri øki løgd
undir miðfyrisitingina, sum
ikki vóru frammaundan.
Samstundis, sum tað er
vaksið í miðfyrisitingini, er
tað sostatt minkað aðra-
staðni. Men verður alt lagt
saman, er talið á almennum
starvsfólki vaksið næstan
1.000 fólk hesi seinastu
fýra árini, siga keldur okk-
ara.
Sí eisini greinina "Sita
hendur í favn og hyggja
at".
Í fíggjarnevndini sita
limirnir hjá samgong-
uni og royna av øllum
alvi at berjast ímóti
sínum egnu, men lim-
irnir hjá andstøðuni
sita hendur í favn og
hyggja, ímeðan teir
bíða eftir, hvussu leik-
ur ferð
FÍGGJARLÓGIN 2003
Áki Bertholdsen
Tað er stórur spenningur
um, hvussu uppskotið til
fíggjarlóg fer at síggja út,
nú tað kemur aftur úr fíggj-
arnevndini.
Í øllum førum er tað
greitt, at viðgerðin í fíggj-
arnevndini er rættiliga nógv
øðrvísi, enn hon plagar at
vera.
Keldur, sum eru inni í
málinum, siga fyri Sosiali-
num, at vanliga plaga tað at
vera limirnir hjá andstøð-
uni í fíggjarnevndini, sum
eru teir, sum eru teir ágang-
andi og royna at pilka upp-
skotið
hjá
samgonguni
sundur og koma við broyt-
ingum og grundgevingum
fyri at broyta uppskotið.
Men hesuferð er tað beint
øvugt.
–Hesuferð hendir tað
merkiliga, at tað eru limir-
nir hjá samgonguni sjálv-
ari, sum royna at pilka upp-
skotið hjá sínum teirra
Landsstýrið sundur, sigur
ein kelda fyri Sosialinum.
Hesuferð er tað sam-
gongan sum kemur við um-
fatandi ætlanum um broyt-
ingar -og tað er fyri tað
mesta sparingar, og sum tað
sæst í aðrari grein í blað-
num, hevur samgongan
givið almennum stovnum
boð um at spara 200 milli-
ónir komandi ár.
–Hetta er ein rættiliga
margháttlig viðgerð og er í
grundini ein staðfesting av
tí, sum hevur verið sagt um,
at tað er eitt rættiliga ófull-
fíggjað
uppskot,
sum
Landsstýrið hevur lagt fram
og at samgongan langt frá
er samd um uppskotið til
fíggjarlóg fyri næsta ár.
–Tað tykist sum um sam-
gongan ikki rættiliga veit,
hvat hon hevur gjørt og at
tað er komin fjáltur á sam-
gongumenn fyri at finna
sparingar.
Samstundis situr limirnir
hjá
andstøðuni
fyribils
mestsum hendur í favn og
eygleiða, hvussu leikur
ferð, tí teir síggja tað als
ikki sum sína uppgávu at
hjálpa samgonguni við
sparingum, sum teir í
mongum førum halda vera
heilt burturvið og órealist-
iskar.
Keldur vísa á fyri Sosiali-
num, at nógv tað mesta av
almennu útreðslunum eru
ásettar við lógum og sátt-
málum, ikki minst lønir. Í
summum førum eru yvir
80% av útreiðslunum hjá
almennum stovnum lønir,
so tað er ringt at hugsa sær,
hvussu tað skal bera til at
spara nakað munandi, uttan
at tað fer víttfevndar avleið-
ingar við hópuppsagnum á
nógvum økjum.
– Tað, sum samgongan
heldur skuldi havt syrgt
fyri, er, at hon skuldi ikki
havt latið almennu umsit-
ingini vaksið so nógv, sein-
astu árini, sum hon er
gjørd.
Men nú almenna umsit-
ingin er vaksin so nógv, er
ómetaliga trupult at minka
hana aftur nakað munandi.
Men ein meting sigur, at
Óli
Breckmann
hevur
grundfest ein stóran part av
sínum politiska lívi upp á at
almenna umsitingin er ov
stór.
Og nú hann situr við
ábyrgd, sum formaður í
fíggjarnevndini, er hann
noyddir at halda kósina í
hvussu so er at síggja til og
at boða frá almennum spar-
ingum í stórum stíli, sama,
hvussu órealistiskt tað er, tí
hann veit, at Løgtingið
helst fer at taka um endan
og so gongur hann sjálvur
fríur, tí so kann hann siga,
at hann royndi, men Løg-
tingið vildi ikki.
Sí eisini greinina "Krevja
sparingar fyri 200 milliónir
næsta ár"
Vandi er fyri umfatandi upp-
sagnum, víða hvar ímillum
tey alment løntu næsta ár.
Bæði heilsuverkið, almanna-
verkið og skúlaverkið verða
skorin inn á bein, tí sam-
gongan hevur givið boð um
umfatandi sparingar kom-
andi ár
Tilvildarlig mynd
Sita hendur í favn og hyggja at
C
M
Y
K
7
6