Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 227 - 26. november 2002 Nr. 227 - 26. november 2002 9 Prísurin fyri at nýta fasta sambandið um Vestmannasund verður broyttur, áðrenn tunnilin verður tikin í nýtslu 10.desember. Sosial- urin hevur skilt, at talan verður um at lækka prísin umleið 20 prosent. Hóast nevndarformaðurin í P/F Vágatunnilin ikki hevur viðmerkingar til hesa lækking, so váttar Klæmint Weihe, at grundarlag er fyri at broyta prísin. BUMMGJALDIÐ Jón Brian Hvidtfeldt Tá Vágatunnilin verður tikin í nýtslu 10.desember, verður tað við øðrum prísum enn teimum, sum P/F Vágatunnilin higartil hevur lýst við. Tað ber til at staðfesta eftir nógva fund- arvirksemið á ymsum stig- um, síðan almenna parta- felagið kunngjørdi prísin fyri smáum tveimum vik- um síðan. Fríggjadagin var fundur millum nevndina í P/F Vágatunnilin og Bjarna Djurholm, landsstýris- mann, har nevndin skuldi útgreina, hvørjar útrokn- ingar og hvat grundarlag, prísirnir, ið vóru kunn- gjørdir tann 14. november, byggja á. Mikudagin skal nevndin so aftur á fund við Bjarna Djurholm, har nýggjar útrokningar skulu á borðið. Úr 285 upp í 337 Tíðindini, sum fram um onnur hava fingið nevndina í P/F Vágatunnlinum úr stólinum, er uppgerðin hjá Strandferðsluni, ið vísir, at í meðal hevur stovnurin flutt 337 bilar um dagin aftur og fram, um Vest- mannasund. Uppgerðin byggir á skrá- setingar av bilum umborð á Ternuni, og vóru fyrstu ferð frammi í Sosialinum miku- dagin og sama dag í kjak- sendingini Sostatt í Útvarp- inum. Men hóast skiparin á Ternuni skrásetur tølini so hvørt, og tískil alla tíðina hevur neyv tøl fyri sigling- ina, túr fyri túr, dag fyri dag, mánað fyri mánað, so gjørdust tey ikki partur av málinum um prísásetingina fyri Vágatunnilin fyrr enn mikudagin í síðstu viku. Klæmint Weihe, nevnd- arformaður í P/F Vágatunn- ilin, sigur, at hann hvakk við, tá hann frætti um tølini í fjølmiðlunum. Hann sigur, at nýggju tølini gera, at neyðugt verður at endur- skoða útrokningargrundar- lagið fyri prísásetingini. Spurdur, hví P/F Vága- tunnilin ikki sjálvt hevur útvegað sær hesi tøl hjá Strandferðsluni fyri langari tíð síðan, sigur Klæmint Weihe, at partafelagið hevur havt trupult við at fáa tøl frá Strandferðsluni. - P/F Vágatunnilin hevur biðið um tøl frá SL fleiri ferðir, men tað hevur verið trupult at fáa tøl frá Strand- ferðsluni. Tað seinasta vit fingu var ein lang útskrift frá billett-skipanini hjá stovninum, ið vit so sjálvi kundu telja saman, sigur Klæmint Weihe, nevndar- formaður í P/F Vágatunn- ilin. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, hevur heilt aðra áskoðan enn nevndar- formaðurin í P/F Vága- tunnilin. Hann førir fram, at P/F Vágatunnilin als ikki hevur tikið Strandferðsluna við upp á ráð, hóast stovn- urin í dag hevur alla sigling um Vestmannasund, hevur øll tøl yvir flutning um sundið, og tískil eisini skuldi dugað at mett um ferðsluna. - Eg haldi tað vera løgið, at P/F Vágatunnilin í sínum útrokningum yvir ferðsluna skal nýta gomul tøl. Hvat við at spyrja okkum eftir nýggjum tølum, spyr Reidar Nónfjall. Stjórin á Strandferðsluni leggur afturat, at eftir hansara tykki hevur nevnd og leiðsla í P/F Vágatunnl- inum als ikki ynskt at samstarva við Strandferðsl- una, tá leiðslan hevur gjørt sína meting av ferðsluni um Vestmannasund. Klæmint Weihe sigur, at tølini yvir ferðsluna, ið P/F Vágatunnilin hevur nýtt sum grundarlag fyri sínum útrokningum eru fyri 2001. Hesi tøl vísa, at í meðal fara 285 bilar aftur og fram um sundið um dagin, og út frá hesum roknaði P/F Vágatunnilin við einum ferðslulopi, so ferðslan økist upp í 350 bilar um samdøgrið. Men sum nevnt vísa tølini hjá SL, at hig- artil í ár hevur stovnurin í meðal flutt 337 bilar aftur og fram dagliga um sundið. Hvat er farið fram og ikki, so ber í øllum føri til at staðfesta, at samskifti og samstarvið millum P/F Vágatunnilin og Strand- ferðsluna ikki hevur verið á nøktandi støði, tá bilatalið um sundið, ið má sigast at vera rættuliga viðkomandi fyri ásetingina av prísinum at nýta undirsjóvartunnilin, nú verður broytt í tólvta tíma. Verður bíligari Klæmint Weihe, nevndar- formaður í P/F Vágatunn- ilin, sigur, at nú nýggj tøl yvir ferðsluna liggja á borðinum, veðrur neyðugt at endurskoða prísin. Og nýggju tølini vóru eisini umrødd á fundinum, ið nevndin í P/F Vágatunnilin hevði við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnu- og samferðslumálum, fríggja- dagin. Umframt at nýggju tølini yvir ferðsluna um Vest- mannasund vóru umrødd, so varð eisini umrøtt, hvørt P/F Vágatunnilin kann spara pengar á rakstrar- síðuni. P/F Vágatunnilin hevur mett, at neyðugt er at krevja 20 milliónir krónur inn í nýgslugjaldi árliga; 13 milliónir til at gjalda skuld, meðan sjey milliónir skulu krevjast inn til rakstur og víðlíkahald av tunnlinum. Bjarni Djurholm sigur, at talan verður ikki um at flyta rakstrarútreiðslur frá P/F Vágatunnilin yvir í lands- kassan. Skal hetta gerast, so verður neyðugt at broyta anlegslógina fyri Vága- tunnilin, umframt at pengar skulu finnast á fíggjar- lógini. Og pengar eru í øllum føri ikki at heinta í vinnumálaráðnum, sigur Bjarni Djurholm. Í staðin er greitt, at nevnd og leiðsla fyri P/F Vága- tunnilin skal inn og hyggja at rakstarasíðuni av nýggj- um fyri at finna útav, um onkrar útreiðslur kunnu minkast ella møguliga sparast burtur. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at P/F Vágatunnilin ikki sjálvt skal útvega sær amboð og fleiri starvsfólk til ymsar viðlíkahaldsuppgávur, men ístaðin keypa tær uttanifrá. Kannast skal nú, hvørt tað møguliga ber til at gera nakrar av hesum uppgávum bíligari enn upprunaliga mett. Men Bjarni Djurholm ger samtíðis greitt, at hildið verður fast við upprunaliga konceptið, har allar út- reiðslur og rakstur liggja hjá partafelagnum. Landsstýrismaðurin og Klæmint Weihe, nevndar- formaður í P/F Vágatunn- ilin, ásanna tó báðir, at ringt verður at skerja rakstrar- útreiðslurnar munandi eftir hesum leisti. Harumframt er her talan um arbeiði, ið ikki ber til at gera eftir einum degi. Tískil verður tað fyrst og fremst broyttu tølini fyri ferðsluna um sundið, ið koma at hava ávirkan, tá nýggjur prísur skal ásetast. Sosialurin hevur fingið at vita frá keldum, at helst verður talan um eina prís- lækking upp á umleið 20 prosent. Hvørki nevndar- formaðurin ella stjórin í P/F Vágatunnilin ynskja tó at gera viðmerkingar til upplýsingarnar. Og heldur ikki Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur viðmerkingar til príslækk- ingina. Klæmint Weihe, nevnd- arformaður í P/F Vága- tunnilin, vil tó siga so mikið, sum at prísurin verður broyttur. - Eftir at vit hava fingið nýggju tølini yvir ferðluna um Vestmannasund mugu vit nú fara at kanna tey nærri, millum annað fyri at finna út av, hví talið er so nógv hægri enn okkara tøl. Men eg vænti tó, at grund- arlag er fyri at broyta prísin, sigur Klæmint Weihe, sum tó ikki vil siga nakað um, hvussu stóra príslækking, talan verður um. Sum kunnugt skal undir- sjóvartunnilin takast í nýtslu 10.desember. Nevndarformaðurin í P/F Vágatunnilin væntar, at broytti prísurin verður galdandi frá fyrsta degi. Nevnd og leiðsla fyri P/F Vágatunnilin skal aftur á fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann, miku- dagin. Verður bíligari at nýta Vágatunnilin Prísurin fyri at koyra undir Vestmannasundi verður broyttur, áðrenn tunnilin letur upp 10.desember. Eftir fundin millum nevndina í P/F Vágatunnilin og Bjarna Djurholm fríggjadagin, noyðist P/F Vágatunnilin at seta seg aftur við roknimaskinuni. Fundur verður aftur partanna millum mikudagin, og tá fæst væntandi ábending um, hvussu nógv prísurin lækkar. Mynd: Jens Kr. Vang - Eg haldi tað vera løgið, at P/F Vágatunnilin í sínum útrokningum yvir ferðsluna hevur brúkt gomul tøl. Hvat við at spyrja okkum eftir nýggjum tølum, spyr Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni. Føroya Tele ger sær ikki dælt av Sim-lock GSM Heri á Rógvi Í útlondum verðut tað nógv nýtt at hava sokallaði Sim- lock í fartelefonunum. Hesi Sim-lock gera tað, at fartelefonin verður knýtt til eitt ávíst Sim-kort, og setur tú eitt annað kort – frá øðr- um veitara – so avvísir tele- fonin kortið. Vanliga hevur hendan skipanin virkað soleiðis, at kundin kann keypa eina fartelefon fyri ein bíligan penga við stuðuli frá veitar- anum. Vanliga vil Sim-lock vera virkið í hálvt ár, og hetta heldur so kundan hjá fyritøkuni. Veitaran fær eitt loynital frá framleiðaranum av telefonini, og hetta kann seta Sim-lock í verk. Veitarin skal so avlæsa tele- fonina, um kundin ynskir at skifta felag. Tekniski stjórin hjá Før- oya Tele, Hjallgrím Hentze, sigur, at teir hava ikki nýtt Sim-lock. – Tað kann vera, at onkur telefon, ið vit hava fingið heim, hevur havt Sim-lock innbygt, men hetta er ikki nakað, vit hava biðið um, sigur Hjallgrím. Vanligt hevur heldur ikki verið at selt fartelefonir bílíga við stórum avsláttri í Føroyum. Tískil stendur tað kundum frítt at velja, hvønn veitara, teir vilja hava í dag – og hvønn í morgin. Um eitt ár eru prísirnir og tænast- urnar á GSM komnir á sama støði sum í hinum norðan- londunum, metir stjórin á Fjarskiftis- eftirlitinum. Fyribrigdið við heilt bíligum fartelefon verður væntandi ikki at síggja í Føroyum FJARSKIFTI Heri á Rógvi Hósdagin kom Kall á marknaðin við sínum til- boði til fartelefonmarknað- in. Í fyrsta umfari verður farið eftir talutíðarkundun- um, men seinni er eisini ætlanin at leggja longur út eftir kundunum, sum er knýttur at fyritøkuni við haldum. Fjarskiftiseftirlitið er loyvismyndugleiki á økin- um. Eisini har fegnast fólk um kapping. At tað nú er kapping á øllum stórum økjum á fjarskiftismarkn- aðinum ger, at marknaðurin nú væntandi fer at hátta seg eftir øðrvísi leisti, enn hann hevur. Kappingin fer víðari eisini at hava við sær mun- andi fleiri produktir. Sam- stundis broytist eisini upp- gávan hjá Fjarskiftiseftir- litinum nakað, til meira at hava eftirlit heldur enn at geva loyvi. Prísgongdin Stjórin fyri Fjarskiftiseftir- litið, Jógvan Thomsen, hel- dur, at kappingin fer at merkja lægri prísir og eitt størri úrval av tænastum til kundarnar. – Príslegan í Føroyum liggur sum heild eini 20- 30% yvir prísunum í Dan- mørk og Íslandi, sigur Jógvan Thomsen, sum leggur afturat, at hetta er sagt við fyrivarni fyri trup- ulleikanum við at saman- bera. – Príslegan í Føroyum gongur rættan vegin og væntar Fjarskiftiseftirlitið, at Føroyar innan eitt gott ár fara at liggja ájavnt grann- unum á nógvum økjum í príslegu og tænastuútboðið, svarar Jógvan Thomsen upp á fyrispurning. Gongdin aðrastaðni hev- ur tann, at príslegan, eftir at kappingin er farin í gongd, er minkað, og útboðið av tænastum er voksið mun- andi. Stjórin á Fjarskiftiseftir- litinum er av teirri fatan, at tað er pláss fyri einum kappingarneytan til Føroya Tele á marknaðinum. – Mett verður, at tað er rúm fyri kapping og sam- stundis at forrenta íløgurn- ar og samstundis geva kundunum góðar tænastur, sigur Jógvan Thomsen. Heldur prísir enn telefonir Tað er greiða fatanin hjá Jógvani Thomsen, at kapp- ingin á marknaðinum fer at geva bíligari prísir, men hann heldur ikki, at ókeypis ella heilt bíligari fartele- fonir farat at síggjast nógv her á landi. – Í Danmark gjørdist vanligt at binda kundan í fleiri mánaðir afturfyri fekk kundin eina bíliga fartele- fon. Hetta hevur víst seg at verða óheppið fyri markn- aðin. Feløgini settu nógvar pengar til og nógvar lítið brúktar telefonir verða ikki nýttar. Fjarskiftiseftirltið loyvir ikki feløgunum at binda kundarnar í longri enn í vanligu viðskiftatreyt- unum, í minsta lagi 10 daga varningi til endan av einum mánaði. Eisini er hugsandi, at Kappingarráðið kundi hugsast at gjørt inntriv, um fjarskiftisveitarnir góðu ókeypis fartelefonir. Hetta er sera avlagandi fyri hand- lar, ið selja fartelefonir, sig- ur Jógvan Thomsen. Kombi Kall hevur avgjørt at lata øllum sínum fastnet kund- um ókeypis talutíð. Talan er um »gávu«, og talan hevur ikki verið um at lata kund- unum kombinerað hald, har stórur avsláttur verður latin. Hetta krevst loyvi frá Fjar- skiftiseftirlitinum til at gera. Føroya Tele eru somu- leiðis grammir eftir at sleppa seta sítt fastnet og fartelefon saman í eitt produkt. Jógvan Thomsen sigur, at teir ikki kunnu siga, hvat teir vilja góðkenna, tí í løt- uni er eingin umsøkn. – Fjarskiftiseftirlitið leggur dent á sínum met- ingum um góðkenning av avsláttraskipanum, at lista- prísirnir hjá feløgunum ikki gerast fiktivir. Á einum fjarskiftimarknaði á veg í eina kappingarstøðu er tað av týdningi, at gjøgnum- skygni á marknaðinum ikki minkar og hvørvur í eini longri røð av favsláttraskip- anum, sigur Jógvan Thom- sen. Ongar ókeypis fartelefonir Einki Sim-lock Kappingin í Føroyum verður heldur um prís og tænastur heldur enn bíligari fartelefonir, verður roknað við Mynd: Álvur Haraldsen. C M Y K 9 8