Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 227 - 26. november 2002 Nr. 227 - 26. november 2002 11 Harry Potter rúnar- bindur børn og vaks- in í næstan tríggjar tímar. Næsti filmurin í røðini um tann dámliga gandakallin við tí heimskenda arrinum í pannuni er uppaftur betri enn tann fyrri, halda børnini. Hevur tú lis- ið bøkurnar um Harry Potter, kanst tú róliga fara í biograf. Tú keðir teg ikki eitt sekund FRUMSÝNING Ingi Rasmussen »Eg gleði meg longu til nummar 3 kemur!« Frumsýningin av filmi- num "Harry Potter og kam- arið við loynidómum" er bara nakrar fáar minuttir gomul, tá 7 ára gamli síðu- maðurin í berum ovfarakáti gevur filminum sítt allar besta viðmæli. Orðini eru samstundis ein staðfesting av tí stóra spenningi, sum leingi hevur verið. Tann síðsti mánaður- in hevur verið ein long Harry Potter-niðurteljing, og endiliga sleppa vit aftur inn í hendan magiska heim- in við talandi málningum, sveimandi ljósastakum og quittich – eitt bóltspæl á kustaskøftum. Lat tað bara vera sagt beinanvegin: Børnini við mína lið pipraðu, flentu, kløkkaðust og gleddust í samfullar 160 minuttir, sum filmurin tekur. Trokan í høll Tað er í grundini tann rami gandur, at Harry Potter megnar at varðveita áhugan hjá bæði smærri og størri børnum í næstan tríggjar tímar. Tað einasta, ið virkar ov langdrigið, eru steðgir- nir, sum eru óneyðuga langir. Men Havnar bio skal eisini leingi liva. Longu áðrenn filmurin byrjar, følir tú tætta spenn- ingin í luftini, sum angar av søtum poppkorni. Hóast góð tíð er eftir, er longu fult í forhøllini, har børnini trokaðust sum í gomlum døgum. Tað er sum til frumsýning í útlondum, og útselt var fleiri dagar áðr- enn fyrstu sýning. Enn er útlendski galladámurin kortini ikki heilt komin til Havnar, so hattarnir, kust- arnir og gandastavirnir eru eftir við hús, men onkur hevði latið seg í Potter- troyggjuna. Tutl og tesk Tá filmurin byrjar klappa børnini í spontanari gleði. Tey kunnu ikki lata vera. Meðan filmurin gongur, hoyrist suði alla tíðina. Tutl og tesk frá foreldrum, sum umseta og forklára, og børnum, sum spyrja ella geva sína meining til kenn- ar. »Harry snakkar so sne- digt.« »Ja, og hann er blivin so stórur«, siga tey bæði 7 og 9 ára gomlu báðu megin við, fyrstu ferð tey síggja Harry aftur aftaná eitt heilt ár. Men tað er ikki so løgið. Harry er farin í pubertetin, og fyri hvørt ár sum gong- ur, til allir lovaðu sjey film- irnir hava verið, verður hann eitt ár eldri – líka sum børnini sjálv. Tað sama eru Ron og Hermione, hansara góðu vinir. Tey umboða tað góða, og í felag berjast tey saman við øðrum góðum kreftum móti teimum óndu. Voldemort. Bara navnið fær tað at skelva í stóla- rekkjuni. Hesaferð verður tað til stríð við eitt stórt ódjór, og ta løtuna gibbaði tað fleiri ferðir í børnunum. Men utt- an at avdúka ov nógv so endar alt gott, og hjarta- nemandi er tað eisini onkra løtuna. Aftur til bókina Aftaná ivast børnini ikki. Hatta er tann besti filmurin, tey nakrantíð hava sæð. Og tey fara enntá so langt sum Biografhugurin hjá føroyingum er rættiliga komin fyri seg aftur, staðfestir Louis Jacobsen úr Havnar bio. Tað er Harry Potter eitt livandi prógv um. Fyrsta vikuskiftið sóu útvið 2000 fólk tann næsta filmin um lítla gandakall- in, og tað er væl størri áhugi enn fyrru ferð POTTER-FEPUR Ingi Rasmussen – Hetta er nógv størri enn 1'arin. Louis Jacobsen úr Havnar bio er væl nøgdur í hesum døgum. Filmurin »Harry Potter og kamarið við loynidómum« hevur fingið fólk í biografin sum ongantíð áður. Fríggjadagin, leygar- dagin og sunnudagin vóru tríggjar sýningar hvønn dag, og fult var til allar sýningar uttan ta seinastu náttarsýningina sunnukvøldið, tí fólk skulu til arbeiðis tíðliga morgunin eftir. 1969 fólk hava sæð Harry Potter um viku- skiftið, og mánakvøldið var aftur útselt til báðar sýningarnar. Um vit roknað mánakvøldið uppí, so hava 2330 fólk sæð næsta filmin um Harry Potter fýra teir fyrstu dagarnar, og tað man vera met. Fyrsti filmurin um Harry Potter savnaði »bara« 1540 fólk tað fyrsta vikuskiftið. – Tey vaksnu eru farin at dáma Harry Potter sera væl, og tað ger munin, tí tað eru nógv fleiri vaksin í biograf hesaferð. Sostatt eru eisini nógv í salinum til tær seinastu kvøldsýningarnar, sum enda rættiliga seint, sigur Louis Jacobsen. Nógv fólk hava keypt atgongumerki í forsølu, men sambært Louis Jacobsen er áhugin upp- aftur størri fyri Ringanna harra, sum verður frum- sýndur miðskeiðis í de- sember. – Vit brúka vanliga ikki tað at selja atgongumerki frammanundan, men vit gera eitt undantak við hesum báðum filmunum, tí áhugin er so stórur, sig- ur Louis. »Harry Potter og kam- arið við loynidómum« verður sýndur til 16. de- sember, tá Ringanna harri kemur á lørifti. Fyrst verður 1'arin sýndur um- aftur, og so kemur 2'arin. Havnar bio hevur lagt seg eftir at hava frumsýn- ing saman við restini av heiminum. Tað er ikki dýrari, men Havnar bio skal bara lúka kravið um, at pláss skal vera til minst 200 fólk, og filmurin skal sýnast minst tvær ferðir. – Fólk hava tikið væl undir við, at vit hava heimspremierur. Yvir- høvur er biografhugurin rættiliga komin fyri seg aftur í Føroyum. Serliga tey ungu fylgja væl við, hvat rørir seg í films- heiminum, og tey vita akkurát, hvat er á skránni úti í heimi. Tað vísir seg eisini, at tað, sum er væl umtókt í USA, verður væl móttikið í Føroyum, sigur Louis Jacobsen. Hann er spentur, til Ringanna harri kemur. Beint nú er hann glaður fyri, at Harry Potter gandar lív í Havnar bio. Eitt ár gekk millum film- irnar »Harry Potter og vitramannasteinurin« og »Harry Potter og kamarið við loynidómum«, sum hevði heimspremieru í Havnar bio fríggjadagin. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at sjey bøkur skulu skrivast og sjey filmir skulu gerast um gandakallin við brill- unum og tí kenda arrinum. Eitt ár skal ganga ímill- um hvønn filmin, men líkt er til, at tað verður torført at halda hesa tíð- arætlan. Triði filmurin eitur »Fangin úr Azkaban«. Higartil hevur Chris Co- lumbus leikstjórnað film- unum, men hann letur nú Carlos Cuarón úr Meksi- ko yvirtaka uppgávuna. Harafturat skal ein av- loysari finnast fyri Richard Harris, sála, sum meistarliga hevur leikt Albus Dumbledore, ið er tann góðsligi og rættvísi rektarin á Hogwarts. Harry Potter sjálvur, leiktur av Daniel Rat- cliffe, skal eisini hava tíð at finna seg til rættis á einum privatskúla, sum hann júst er byrjaður á, so alt bendir á, at tað verður torført at verða liðug til ætlaðu tíðina. Kortini verður roknað við, at filmurin kann ger- ast liðugur til desember næsta ár, so heilt galið verður tað neyvan. -ir Harry Potter slær øll met 3-arin helst seinkaður at siga, at hann er nógv betri enn tann fyrri. Kanska hava tey rætt. Hesaferð er ikki neyðugt at spilla tíðina við at forklára alt universið og persónar- nar. Farið verður beint til søguna, tí vit kenna teir rotnu muglararnar, sum eru vit gandaleysu, og so teir spennandi lærararnar, næmingarnar og livandi deyðu á Hogwarts, skúla- num fyri gandakynstur og galdralist. »Eg má síggja hann aft- ur,« eru tey skjót at siga, tá vit aftur standa uttanfyri í muglaraverðini. Tíverri mugu vit bíða eitt heilt ár, áðrenn tann triði filmurin í røðini kemur. Men vit kunnu troysta okk- um við, at tann fjórða bókin á føroyskum kemur fyrsta dagin. Og er tað nakað, sum er betri enn at fara í biograf saman, so er tað at lesa bøkur saman. Framúrskarandi Harry Potter Tann seinni filmurin um Harry Potter er betri enn tann fyrri. Hann er spennandi og skemtiligur og tú verður ofta tikin á bóli UMMÆLI Birita í Dali og Mariann Mortensen Nú kanst tú aftur fylgja Harry Potter á enn einum spennandi ári í Hogwarts. »Harry Potter og kamarið við loynidóm- um« er annar filmur um tann unga ganda- kallin, Harry Potter. Harry leingist eftir at vera saman við bestu vinum sínum Ron Weasley og Her- mione Granger. Harry undrast yvir, hví hann einki bræv hevur fingið frá teimum alla summarfrítíðina, men hetta vísir seg seinni at hava eina undarliga orsøk. Ikki dámar Harry at vera í Privetgøtu hjá gubbanum, gummuni, harra og frú Durs- ley, og teirra forkelaða soni Dudley, syst- kinabarn Harry. Gott verður at sleppa und- an gerandisskeldinum og arganini. Mest av øllum gleðir Harry seg at byrja annað árið í Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist, men ikki gongst sum ætlað. Tí fyrst roynur onkur at forða honum at sleppa aftur í skúlan, og tá tað hóast alt eydnast, verður næstan einki sum áður. Betri enn tann fyrri Óndar maktir gera um seg á skúlanum og leggja seg eftir næmingum av muglaraætt. Í øllum hurlivasanum finnur Harry útav, at hann hevur enn eitt óvanligt gandaevni, sum tann óndi, mæti Voldemort yvirførdi honum, tá Harry var smábarn. Í byrjanini kemur hetta gandaevnið hon- um ikki til góðar, men ger tvørturímóti, at mangir vinir venda honum ryggin. Ikki verður lættari, tá Harry verður mistonktur at vera hjálparmaðurin hjá tí ónda ganda- kallinumVoldemort. Vit í Sosialinum vóru til frumsýningina av »Harry Potter og kamarið við loynidóm- um«, og vóru samd um, at hesin filmurin er munandi betri enn tann fyrri »Harry Potter og vitramannasteinurin.« Lættur at skilja Filmurin er sera lættur at skilja, og hevur ikki fløkt innihald. Sjálvt um filmurin vardi næstan 3 tímar, virkaði hann yvirhøv- ur ikki langdrigin. Um tú hevur lisið bók- ina »Harry Potter og kamarið við loyni- dómum« er tað lættari at skilja filmin, tí í filminum mangla nógv brot, sum eru í bókini. Filmurin var spennandi og rættiliga skemtiligur. Og av og á blivu vit kløkk. Munurin á fyrsta og øðrum filmi er, at annar filmur fer longri inn í dýpdina í ævintýraheiminum. »Harry Potter og vitramanna steinurin« er grundarlagið undir Harry Potter heimi- num, tí har varð nógv gjørt burtur úr at greiða hyggjaranum frá um filmin, við at lýsa støðini og verurnar. Persónarnir, Hog- wartsskúlin, quidditch spælið og yvirhøvur hvussu gandaheimurin virkar skuldi lýsast, so ein kann liva seg inn í teir komandi filmarnir. Í »Harry Potter og kamarið við loyni- dómum« sært tú meira til eitt ævintýr við eini rættuligari søgugongd, tí tú kennir teg aftur. Filmurin um Harry Potter tekur teg á bóli, vit vóru bæði spent og bilsin og fóru væl nøgd til húsar. Tann rami gandur C M Y K 11 10