Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 227 - 26. november 2002 Nr. 227 - 26. november 2002 13 Eftir øllum døma fer nevndin fyri P.f. Vágatunnilin at lækka kostnaðin at koyra gjøgnum tann fyrsta undirsjóvartunnilin seinri í vikuni. Hetta hendir eftir ramaskríggið, sum var at hoyra úr Malinstindi til Kirkjubøarreyn, tá tann ásetti prísurin varð kunn- gjørdur í næstsíðstu viku. Gjøgnum fjølmiðlar løgdu vágafólk óbeinleiðis eitt hart trýst á politikkarar og nevndina fyri Vága- tunnilin. Tá annar maðurin í Vágum kanska situr eitt sindur leysur í sessinum, var løgmaður skjótur at viðmerkja, at prísurin at ferðast gjøgnum tunnilin skuldi takast upp politiskt. Aðrir flokkar hava sjálvandi verið úti við boð- skapum um, at kostnaðurin er ov høgur. Sjálvandi, tí tað er jú opportunt, og vágafólk skulu jú helst merkja, at onkur hugsar um tey - kanska meira um onnur, sum skulu sigla við stranfaraskipum. Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur kortini hildið fast um, at grundleggjandi avtalan um, at lánini skuldu fíggjast við brúkaragjaldi, skuldi haldast, og at landskassin ikki skuldi átaka sær ein part av lánsbyrðuni. Men tað er ikki pilkað við hetta prinsippið. Afturímóti er komið fram, at tølini um, hvussu nógvir bilar verða fluttir um sundið í dag fyri at rokna út og meta, hvussu stór ferðslan verður í undirsjóvartunnlinum, hava ikki verið nóg eftir- farandi. Sambært tí, sum er komið fram høvdu Strand- faraskip Landsins ikki neyv tøl. Tvørturímóti vístu tøl hjá tí eina skiparanum, sum varð við í útvarps- sending herfyri, at talið av bilum er nógv hægri enn tað, sum nevndin í Vágatunnlinum hevur fingið. Um hetta er so, er hetta aftur eitt dømi um, at vit eru eftirbátar, tá tað snýr seg um hagtøl. Eftir øllum at døma skal prinsippið um brúkaragjald haldast. Hinvegin er rætt at umrøða spurningin, um tað ikki er rætt, at Landsverkfrøðingurin tekur sær av viðlíkahaldi o.ø., sum hann ger við almenna vegakervið annars, hóast Vágatunnilin er ogn hjá almennum partafelag. Somuleiðis er rætt at endurskoða grundarlagið fyri, hvussu stór ferðslan er, og hvussu stór hon fer at verða. Men seinasta avdúkingin um vantandi neyv hagtøl, styrkir ikki um álitið á almenna hagtals- grundarlagið í Føroyum. So vónandi kann hetta dømið við manglandi hagtølum fáa okkara politik- arar at gera nakað við málið um hagtøl og at taka til eftirtektar tað sum stjórin í Búskaparáðnum so væl vísti á herfyri. DAGSINS MEINING Sosialurin Hagtøl skapa ruðuleika um prís VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hóast nógv ár eru liðin síðani hetta arbeiði sá dagsins ljós, og nógvar forðingar hava verði á vegnum, so kunnu vit kortini fegnast um at undirsjóartunnlin gjørdis verunleiki, skrivar Lasse Klein, fyrr. landsstýris- maður í samferðslumál- um. Lasse Klein fyrrv. landsstýrismaður í samferðslumálum Í november 1985 verður stóra tunnilsætlanin al- mannakunnug: Kunoyar- tunnilin, Sev-tunnlarnir á Eiði, Sumbiartunnilin, Signabø-Kalbakstunnilin og Gásadalstunnilin. Aðrenn hetta var Leirvíks- tunnlin tikin í nýtslu, og seinasta skotið latið av í Kallsoyartunnulunum. Stórar verkætlanir Um sama mundi vóru aðrar stórar verkætlanir í umbúna m.a. vesturi í Vágum, meðan aðrar ikki høvdu sæð dagsins ljós: Atlantic Airways var undir upp- sigling, hangarbyggingin í stoypiskoyðini, nýtt strand- ferðsluskip til Mikinesar, nýggj tyrla o.s.fr. Eisini aðra staðni í landinum vóru rembingar frammi um út- byggingar: Gamlarætt, FM sendistøðin, Skálafjarðar- siglingin, Sandoyarsigling- in, sambandi um Suður- oyarfjørð, Bygdaleiðir, Funningsvegurin, fast sam- band um Haraldsund o.s.fr. Kemur gongd á Spurningurin um fast sam- band um Vestmannastund var longu tá fleiri ára gamal. Tey flestu minnast til uppskotið hjá Vilhelm Nielsen og Haldur Hansen um heingibrúgt um stundið. Men ikki fyrr enn trupul- leikin um verðandi farleið krevur ábøtur: nýtt strand- faraskip ella "okkurt ann- að" kemur gongd verunliga á málið. Á teimum skjølum (havi uml. 600 skjøl) sum undir- ritaði hevur til skjals fram- gongur, at landsverkfrøð- ingurin hevur gjørt kann- ingar, og at ávísar jarð- frøðisligar kanningar vóru gjørdar av Jóannes Ras- mussen, jarðfrøðingi í 1986, og 2. februar 1987 fara Mikkjal Helmsdal, Henning Jacobsen, Jørn Thomsen og Jóannes Ras- mussen til Danmarkar og Norra at tosa við jarð- frøðingar og verkfrøðingar um spurningin, og 6. februar 1987 eri undirritaði við í kanningararbeiðinum í Norra. Afturkomin úr Norra sendi undirritaði eitt tíðindaskriv út um ferðina, og máli fær nógva umrøðu hesar dagar. Frágreiðingar og fundarvirksemið Longu tíðiliga í 1986 bóðu Helgi Fossadal og Anfinnur Setberg um fund við lands- stýrismannin í samferðslu- málum, teir vóru fíggjar- ligu og tekniski ráðgevarar hjá Felagskommununum í Vágum, og greiddi frá ætlanum. Seinnri komu frá- greiðingar um 1) teknisku møguleikar, 2) hvussu arbeiði skuldi fíggjast, 3) hvussu arbeiði skuldi skip- ast o.s.fr. Seinnri var fund- ur úti í Tinganesi við fe- lagskommununa um ætl- anina. Umframt fjølbroytt fundarvirksemið við lands- verkfrøðingin, landsstýrið, samgongu, Felagskomm- ununa í Havn og Vágum og einstaklingar. Tað var pørtunum heilt greitt, at skuldi ein so kostnaðarmikil ætlan sum hendan eydnast til fulnar, so var neyðugt við politisk- ari undirtøku, ikki bara frá landsstýrismanninum, men eisini frá politisku skip- anini. Á fyrsta fundinum fingu umboðini fyri felagskommununa nakrar vikur í at kunna sínar flokk- ar um ætlana, og tá 1987 var byrja at halla, var politiski hugburðurin á øllum økjum positivur. Felagskommunan Felagskommunan í Vágum hevði gjørt eitt grundleggj- andi gott arbeiði. Formaður fyri Felags-kommununa var Johannus Ellefsen, og sam- an við honum Martin Niel- sen sum umboðaðu Mið- vágs Kommunu. Fyri Sørvág: Eyðun Thomassen og Dánjal Tausen. Fyri Sandavág: Jóanis Nielsen og Osmund Joensen. Fyri Bø: Elias Petersen og Gutti Petersen. Fyri Kvívík: Kristian Magnussen og Petur Múller. Nú tá íð nøvn verða nevnd í hesum sambandi so kann eg heldur ikki lata verða við at nevna frá- greiðingina frá ferð í Norra hjá Arnfinnur Setberg og Dánjal Poulsen í juni 1987. Heldur ikki skal leikluturin hjá Karl Jóhan Nielsen, tannlækna á Vatnsoyrum verður gloymdur. Hann var ein góður stuðul. Politiska viðgerðin Í september 1987 var heitt á búskapardeildina um at koma við einum notati um sambandið um Vestmanna- sund, samfelagsbúskapar- liga sæð. Hendan frágreið- ingin kom á borði 28. ok- tober 1987, og 16. novemb- er 1987, var samlaða ætlan- in send landsstýrinum til viðgerðar og støðutakan, og góðar tríggjar mánaðir aftaná ella tann 17. mars 1988 legði landsstýrismað- urin í samferðslumálum tunnil um Vestmannasund til tingsins viðgerð. 5. mai 1987 var lógin endaliga samtykt við 31-0 atkvøð- um, og 9. juni 1988 var lógin lýst at galda. Tungur burður At fáa málið um undirsjóv- artunnlin um Vestmanna- sund loyst á hendan hátt var ein tungur burður, og eg vil takka øllum teimum sum á ein fyrimyndarligan hátt vóru uppi í hesum arbeiði. Hóast 15 ár eru liðin síðani hetta arbeiði sá dagsins ljós, og nógvar forðingar hava verði á vegnum, so kunnu vit kortini fegnast um at undirsjóartunnlin gjørdis verunleiki. Hjartaliga tilukku Nú havi eg bert viðgjørt ígongdsetana av hesi verk- ætlan. Men eisini tey sum við tógvi stríð at enda vóru við at bera ætlanina á mál eiga tøkk uppiborna. Ikki minst skiftandi landsstýrir, nevndin fyri undirsjóvar- tunnlin, tingmenn og sein- ast, men ikki minst Felags- kommunan í Vágum og ikki at gloyma Vága Vinnu- felag. Váagafólk – Føroy- ingar! vit hava orsøkir til at ynskja hvørjum øðrum tilukku við hesi verkætlan. Hjartaliga tillukku! 15 ár og ein undirsjóartunnil Ein rættleiðing til røðuna, ið Jógvan við Keldu, løg- tingsmaður helt á ráð- stevnuni um ”Trivnaðar- og heilsumál nú og í fram- tíðini,” sum varð hildin í norðurlanda-húsinum hósdagin 14. og fríggja- dagin 15. november. Røð- an varð endurgivin í Norðlýsinum fyri fríggja- dagin 22. november Vilhelm Johannesen Í røðuni sigur Jógvan við Keldu m.a., at samlaðu útreiðslurnar á figgjar- lógini fyri næsta ár eru 3,2 mia. kr., og at játtanin til almanna- og heilsumál er 1,7 mia.kr. ella 53 prosent av samlaðu útreiðslunum. Men hetta er ikki heilt rætt. Í mínum eintaki av fíggjar- lógaruppskotinum eru samlaðu útreiðslurnar ikki 3,2 mia. kr., men 3 mia. 631 mió. og 207 tús. kr. Játtanin til almanna- heilsumál er 1 mia. 727 mió. og 903 tús. kr. Men tað, sum má falla einum fyri bróstið, eru orð- ini hjá Jógvan við Keldu, tá hann sigur, at vit hava ráð til tey veiku, men ikki til ov stóra og fløkta umsiting. Aftan á løgtingsvalið 30. apríl 1998, gjørdist Jógvan við Keldu partur av parla- mentariska grundarlagnum hjá landsstýrinum og sam- gonguni, sum sat fram til løgtingsvalið 30. apríl 2002. Í hesum tíðarskeið- num hækkaðu útreiðslurnar til almennu umsitingina úr 53,8 mió. kr. í 1998 upp í 105,5 mió. kr. í 2002. Aftan á løgtingsvalið 30. apríl 2002 helt Jógvan við Keldu fram sum partur av parla-mentariska grundar- lagnum hjá landsstýrinum og samgonguni. Taka vit so uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003, og sammeta hetta við fíggjarlógina fyri ávikavist 1998 og 2002, so síggja vit, at í mun til 1998 er talið av aðalstýrum vaksið við 50 prosentum - úr seks upp í níggju - og uppskotna játt- anin til almennu umsiting- ina í 2003 er 137,9 mió. kr. ella 32,4 mió. kr. hægri enn í 2002 og 84,1 mió. kr. hægri enn í 1998. Eg end- urtaki - ein vøkstur í út- reiðslunum til almenna umsiting á 84,1 mió. kr. eftir bara fimm árum, og ein vøkstur á 32,4 mió. kr. frá einum ári til annað. Tá vit so hugsa um røðuna hjá Jógvani við Keldu í norðurlandahúsin- um, sum er endurgivin í Norðlýsinum seinasta fríggjadag, so er nakað galið. Veit Jógvan við Keldu veruliga ikki, at í hansara tíð sum samgongu- maður á tingi, er talið av aðalstýrum vaksið úr seks upp í níggju og at játtanin til almennu umsitingina í sama tíðarskeiði er hækkað úr 53,8 mió. kr. uppí 137,9 mió. kr.? Ella roynir Jógv- an við Keldu við vilja, at billa áhoyrarum og lesarum nakað inn, sum ikki hevur hald í veruleikanum? Jógv- an við Keldu eigur eintøk av fíggjarlógunum og landskassaroknskapunum fyri hesi árini. Tað er bara at sláa upp, so fær hann prógv fyri at eg havi rætt, tí í nevndu bókum standa hesi tølini við svørtum á hvít- um. Meirjáttanin til almennu umsitingina í 2003, í mun til 2002, á 32,4 mió. kr. minnir ótrúliga nógv um upphæddina, sum lands- kassin sambært lógini um fast samband um Leirvíks- fjørð, skuldi seta í parta- felagið Norðoyatunnilin í 2003. Men landskassin hevur ikki ráð at seta 32,5 mió. kr. í partafelagið Norðoyatunnilin í 2003. Við stuðli frá m.ø. Jógvani við Keldu, Jákupi Mikkel- sen og Heina O. Heinesen verður upphæddin ístaðin játtað til størri almenna umsiting í Havn. Men hetta var ikki júst tað, sum teir góvu veljarunum lyfti um undan valinum. Tí kunnu norðoyingar í gásaeygum ásanna orðini og siga: ”Jú, so roynast álitismenn.” VIÐMERKINGAR ”Jú, so roynast álitismenn!” Annlis Bjarkhamar Landsstýrismaður í mentamálum Tað fyrikemur mær at verða óhugsandi, at løgmaður ikki hevur betur innlit í okkara íløguætlanir, enn tað hann borðreiðir við í Dimmalætting, fríggja- dagin 22. november. Tað eigur ikki at bera til, at landsstýrismenn og um- boð fyri samgonguflokk- arnir saman við løgmanni í tímar, dagar og vikur hava viðgjørt bæði fíggjarlógina og íløguætlanir, at løg- maður nú í tólvta tíma kemur sum ketta upp úr høvdatrogi og kunnger fyri Føroya fólki, at í menta- málum er lítið skil í íløgu- ætlanunum, og at har kunnu vit ikki vænta okkum, at stórvegis fer at koma burturúr. Hví løgmaður ger hetta, er mær ein gáta. Men tað sum verri er, er at hann varpar skeivleikar út til Føroya fólk, sum beinleiðis eru við til at skaða trúvirðið hjá samgonguni og hjá mær sum nýggjum landsstýris- manni. Tað tykist mær ógvuliga løgið, at løgmaður gjøg- num Dimmalætting ger sína støðu galdandi. Hann hevur havt allar møguleikar at ávirka fíggjarlógar- arbeiði og tær raðfestingar, sum har eru gjørdar. At hann ikki hevur gjørt tað, kann hann bara lasta sær sjálvum fyri. Eg kann til eina og hvørja tíð verja tær raðfestingar, eg havi gjørt á íløguøkin- um, og ætli mær eisini komandi árini at stríðast fyri, at júst hetta økið fær tær neyðugu játtanirnar til íløgur. Skeivir upplýsingar Hvønn týdning løgmaður leggur í tað at samstarva, veit eg ikki. Í míni verð merkir samstarv, at vit mugu treyta hvønn annan, at vit tryggjað hvørjum øðrum eina sakliga við- gerð, og at tað sum verður sagt alment, er satt. Tað átti ikki at verið neyðugt hjá løgmanni at nýtt Dimmalætting sum talurør. Hann kann til eina og hvørja tíð, um tað eru ivamál viðv. mínum máls- øki, at spyrja seg fyri hjá mær, og soleiðis fáa ruddað ivamál, væntandi innlit o.a. av vegnum. Men hetta veljir hann ikki at gera og hevur hann tí sum leiðari í samgonguni lagt støðið. Eg kenni tað sum mína skyldu, bæði fyri mína egnu skuld, fyri skúla- og mentanarøkið og fyri sam- gongunnar skuld at vísa aftur nøkrum skeivleikum í viðtaluni við løgmanni. Rætta søgan Tað eru ikki 11 fyrireik- ingarverkætlanir innan skúlabygging í gongd í Mentamálaráðnum. Hvar løgmaður og Sonja Jógv- ansdóttur hava hetta talið frá, skulu gudarnar vita. Tað átti at verið lætt hjá teimum báðum - tíðinda- kvinnuni og løgmanni - at brúkt nakrar minuttir av samrøðuni at kaga gjøgnum uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003, fyri soleiðis at fingið røttu myndina av íløgu- ætlanunum á undirvísingar- og mentanarøkinum. Men tað hava tey bæði eftir øllum at døma ikki givið sær stundir til. At tíðinda- kvinnan ikki ger tað, og møguliga er eitt sindur óvitandi um júst hetta økið, kann eg fyrigeva. Men at løgmaður ikki ger tað, og er eins óvitandi og tíðinda- kvinnan, tað undrar meg stórliga. Lat meg í stuttum greiða frá íløguætlanini fyri 2003 á undirvísingar- og ment- anarøkinum, soleiðis at allir skeivleikar verða beindir av vegnum. Í 2003 er ætlanin at fyrireika 3 verkætlanir í samband við nýbygging av skúlum. Hesar eru Skúla- depilin í Marknagili, Lista- skúlin á Sandoynni og Fiskivinnuskúlin í Vest- manna. Ein útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík fer eisini at verða fyrireikað í 2003 Í 2003 er ætlanin eisini at gera nakað við hølistørvin á Læraraskúlanum og Fróðskaparsetrinum. Her er ikki talan um nýbygging, men umbygging, og kemur hetta at bøta munandi um hølisumstøðurnar hjá hes- um skúlum. Fyrireikingarnar av bygging av Miðnámsskúla í Suðuroy eru komnar so mikið áleiðis, at farið verður undir byggingina í fíggjarárinum 2003. Skúlabygging krevur neyva fyrireiking, tí neyð- ugt er nágreiniliga í sjálvari fyrireikingini av byggingini at áseta samsvarið, ið verða skal millum innihald, endamál, framtíðar avbjóð- ingarnar í útbúgvingini og sjálva byggingina av skúl- anum. Bert soleiðis megna vit at framtíðartryggja menningina av okkara út- búgvingum, og bert soleið- is fáa vit skúlabygningar, ið megna námsfrøðiligu av- bjóðingarnar í framtíðar- skúla okkara. Peningur er eisini settur av til stovnsetan av skúla- tilboði til ung menning- artarnað. Umframt hetta er játtan til stovnsetan av nýggjum megin-, fólka- og skúla- bókasøvnum runt landið. Forminnissavnið skal skifta tak, og arbeiðið við at varð- veita Kirkjubømúrin fær eisini sín lut í íløgujátt- anini. Føroya Náttúrugripa- savn fær eisini ein brotpart av íløgujáttanini til flyting og framhaldandi umbygg- ing av gamla bókasavns- húsinum á Debesartrøð og í Kaldbak. SvF og ÚF hava gjørt heildarætlanir fyri um- legging til digitalu tøknina og fáa ávíkavist 3- og 1 millión kr. á íløguætlanini. Undirvísingar- og mentanarøkið krevur íløgur Hetta eru sostatt raðfestu økini á íløguætlanini hjá Mentamálum næsta ár. Størri verkætlanir, ið skulu fremjast yvir nøkur ár, eru samanflættaðar við minni verkætlanum, sum bert hava játtan tað eina árið fyri neyðuni. Á fundi í Fíggjarmála- ráðnum fyrst í september í ár, har allir landsstýris- menn, løgmaður og umboð fyri flokkarnir vóru við, varð eitt uppskot til íløgu- ætlan býtt út, ið greidliga vísti á íløgutørvin á undir- vísingar- og mentanar- økinum 2003 - 2013. So løgmaður kann tann dag í morgin boða til fund- ar fyri at viðgera framtíðar íløgurnar á undirvísingar- og mentanarøkinum. Hann skal kortini gera sær púra greitt, at júst hetta økið hevur víkt fyri øðrum stór- um íløgnum farnu árini, og at tíðin tí er komin til at undirvísingar-og mentanar- økið fær sín bróðurpart av íløgujáttanini komandi árini. Rættleiðing til løgmann C M Y K 13 12 Lesið Sosialin -tað loysir seg!