týsdagur 26. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 26. november 2002
15
Sunnukvøldið hevði
Næraberg 330-340
tons av surimi og 150
tons av mjøli.
- Tað hevur verið
meira at fingið her
vesturi, og svartkjaft-
urin hevur verið
betur, segði Andor
Isaksen, skipari, tá ið
vit høvdu hann í tele-
fonini sunnukvøldið
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Hesin túrurin hjá Næra-
bergi, sum ikki er liðugur
enn, byrjaði, 17. oktober.
Síðan byrjanina, hava tey
útvið 80 fólkini umborð
virkað næstan 600 tons av
surimi og 300 tons av
mjøli. Skipið var inni og
bunkraði fyri góðum tveim-
um vikum síðan og hevur
verið til fiskiskap síðan.
Umhugsað verður nú at
koma innaftur at bunkra
fyrst í komandi mánaði,
helst 4. desember, og síð-
ani er ætlanin at royna eina
tíð aftrat.
Betri slag
Sosialurin hevði Andor
Isaksen, skipara, í telefon-
ini sunnukvøldið.
Hann sigur, at tað hevur
gingið betur, síðan teir vóru
inni og bunkraðu seinast.
- Vit byrjaðu vestur av
Skeivabanka, men hava
seinastu tíðina roynt vestur
ímóti Íslandsmarkinum –
at kalla norðanvert vestur
úr Mykinesi.
Andor sigur, at svart-
kjafturin hevur verið størri
har vesturi, og fiskiskap-
urin hevur verið betur.
- Eitt sindur hevur verið
at fingið alla tíðina síðan
17. oktober, men meira er
komið burtur úr framleiðsl-
uni, nú fiskurin í seinastuni
hevur verið størri. Vit hava
ikki havt fulla framleiðslu
alla tíðina, men eru okkurt
samdøgur komin uppí eini
40 tons av surimi. Tað er
rímiliga gott.
Skiparin sigur, at tá ið
nóg mikið hevur verið at
fingið, og fiskurin hevur
verið av tí allar besta, hevur
surimiframleiðslan okkurt
samdøgur verið uppi á 60
tonsum, men tað er undan-
taki, og soleiðis hevur tað
ikki verið hendan túrin.
- Vit eru nøgd, tá ið
framleiðslan
av
surimi
kemur upp ímóti 40 tonsum
um døgnið, sigur hann.
Skiftandi veður
Síðan Næraberg fór útaftur
eftir
bunkringina
fyri
stívliga tveimum vikum
síðan, hevur veðrið verið
rættiliga skiftandi og meira
at kalla ólagaligt, men tað
hevur tó verið roynandi.
Høvuðsframleiðslan um-
borð á Nærabergi er surimi.
Slógvið og tann smæsti
fiskurin fer til mjøl.
Góður svartkjaftur
við Íslandsmarkið
Ein maður fekk 1600
pund av toski, og ein
annar fekk sløk 1200
pund.
- Fiskurin, sum er
inni á fjørðinum, er
ikki rak; hann er
fullur av sild og
brislingi, sigur Per
Mikkelsen, sum aftur
leygardagin fekk sløk
500 pund av toski
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Mangt er undarligt.
Í langa tíð - fyri ikki at
siga í alt ár - hevur Skála-
fjørðurin verið ein rætti-
ligur mathjallur hjá eitt nú
toski og springarum.
Bátar, sum hava roynt við
línu og snøri, hava gjørt
heilt góðar dagar.
Ein maður á Strondum
fekk herfyri 1600 pund av
toski, og fyri góðari viku
síðan
fekk
fiskasølu-
maðurin, Per Mikkelsen,
sum er ættaður av Toftum,
sløk 1200 pund av toski.
Leygardagin var hann
aftur og royndi eydnuna, og
tá fekk hann sløk 500 pund.
Nordafarbáturin, Bakka-
fossur, ið plagar at seta nót
eftir brislingi, fekk eisini
ein dagin herfyri fleiri
hundrað pund av toski í
nótina.
Per Mikkelsen sigur, at í
langa tíð hava fleiri spring-
arar ferðast aftur og fram á
fjørðinum - uppí sildini og
brislinginum.
1200 pund og tveir
slánar…
Per sigur, at meginparturin
av toskinum, sum er fingin
á Skálafjørðinum, er toskur
3 – ella fiskur, sum liggur
millum 4 og 6 pund, so
hetta er stórur fiskur.
Spurdur, um fiskurin er
rak, sigur hann, at av
teimum 1200 pundunum,
hann fekk tann fyrra dagin,
vóru bara 2 ella 3 slánar.
Sama var við veiðini tann
seinna dagin. Restin var alt
góður toskur.
Sum skilst, hava flestu
bátar roynt við aliringarnar
innanfyri Hulk á Strondum,
men roynt hevur eisini
verið við eystursíðuna á
fjørðinum – og úti á.
Per sigur, at fiskurin er
fullur av sild og brislingi.
Bara heilt fáir fiskar – einir
2-3 í tali – eru funnir við
alifóðuri í maganum.
- Eg trúgvi, at lágættar-
vindurin seinastu dagarnar
hevur ført fiskin inná
fjørðin, og her er nógv føði;
tí fer fiskurin ikki útaftur.
Per, sum í mong ár hevur
havt sum ítriv at vera á floti
í frítíðini, sigur frá roynd-
um útróðrarmonnum, at tað
er ikki óvanligt eftir av-
landsvind at fáa reyðfisk
úti á.
- Tí trúgvi eg, at veður-
lagið eisini hevur havt sín
týdning, nú toskurin hevur
leitað sær inn á fjørðin.
Hugsandi er eisini, at minni
føði er úti á beint nú, tí
fiski-og útróðrarmenn siga,
at nógvur fiskur stendur
nær landi í løtuni.
Søkir ljósið…
Per heldur, at ein orsøkin
til, at nógvur fiskur júst
hevur verið at fingið við
aliringarnar, er, at fiskur
søkir ljósið í myrkrinum.
- Eg trúgvi, at brislingur
og sildin søkja eftir ljós-
inum, tá ið myrkt er, og so
fylgir toskurin við.
Hann heldur ikki, at tosk-
urin beinleiðis søkir eftir
føðini, sum fellir frá aling-
ini. Um so var, hevði tað í
nógv størri mun sæst aftur í
maganum.
- Men í maganum á
toskinum er stórt sæð einki
alifóður at finna, sigur Per
Mikkelsen, sum serliga
hevur ligið við aliringarnar
í skýmingini og í lýsingini.
Rainbow
Seafood
selir
frystar
fiska-
vørur til
USA
Menninir aftan
fyri felagið hava
fleiri ára royndir
innan fiskasølu-
virksemi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tveir
fyrrverandi
starvsmenn hjá Før-
oya Fiskasølu, Per
Mikkelsen og Regin
Mikkelsen, hava nú
stovnað egna fyri-
tøku, Rainbow Sea-
food, sum húsast á
Gundadalsvegi 27 í
Havn.
Per fór úr starvi og
Fiskasøluni, 1. april,
og Regin fór, 1. juli.
Herfyri var felagið
alment skrásett.
Selja til USA
Saman við Mikkel-
sen-monnunum,
er
eisini ein ameriku-
maður
partur
av
Rainbow
Seafood.
Sum skilst, hevur
hesin stóran kunn-
leika til amerikanska
marknaðin.
Per sigur, at felagið
fer at virka sum ein
fiskasøla, ið serliga
fer at leggja seg eftir
a m e r i k a n s k a
marknaðinum.
- Vit fara at keypa
frystar fiskavørur og
selja tær á ameri-
kanska marknaðin-
um.
Sum skilst, verður
talan um ymisk sløg
av framleiðslum úr
toski og hýsu, eitt nú
5-pund og fløk.
Spurdur, um avtal-
ur longu eru gjørdar
við virkir um keyp av
vørum, sigur fiska-
sølumaðurin, at ym-
iskt er komið uppá
pláss.
- Men virksemið
hjá okkum er nýtt, og
felagið er nústaðni
skrásett. Kappingin
er hørð um fiskavør-
urnar, men vit fara so
at royna at fáa ein
part
av
hesum
marknaði, sigur Per
Mikkelsen á Rain-
bow Seafood.
Síðan Næraberg fór vestur móti Íslandsmarkinum at royna, hevur meira verið at fingið, og
svartkjafturin hevur verið betur
Tað ýðir við lívi á Skálafjørðinum
Toskur og springarar hava notið gott av tí mathjalli, sum Skálafjørðurin hevur verið í longri tíð.
15
14
Nr. 227 - 26. november 2002
Hann var sín egin, heilt egin.
Hann setti egnu dagsskrá.
Hann legði ikki so nógv í
hvat onnur søgdu, hann livdi
sítt egna lív og var nøgdur
við tað. Tað er Jógvan Bóndi,
Jógvan Høgnesen, av Grund-
lendi í Oyndarfirði, Grunn-
lendsbóndin, her skrivað
verður um. Eyguni brustu
fríggjamorgunin, væl yvir
áttati ára gamal.
Hann var ein partur av
bygdini, í bøttum yviralls
klæðum og alpuhúgvu, stór-
um svørtum eygnabrún og
eitt sindur boygdur framá á
ellisárum. Hann var ein
provo í verumáta og eisini
hvussu hann gekk ílatin
gerandis. Hann legði ikki eitt
plagg frá sær, uttan at tað var
so útslitið, at ongin dugur var
í tí longur. Tað gav at bíta
einaferð teir skuldu fara á
fjall og yvirallsbuksurnar
vóru sjónskari stoppaðar enn
nakrantíð. Tá tók Esmar
Dahl, bóndi, sáli til: »Jamen
góðasti Jógvan, kemur tú á
fjall við broderaðum gini.«
Og tað var ikki undarligt at
Esmar undraðis, tí siður var í
Oyndarfirði at fara í góðum,
reinum og heilum klæðum á
fjall.
Og hví so skriva um ein
serling, ein gamlan drong,
millum manna mangan eitt
tvørball, sum næstan alt sítt
lív hevði hildið seg innan-
nesja í Oyndarfirði og sum
púrasta einki helt um nýggju
tíðina, íð eg eri eitt barn av.
Jú, tí Jógvan Bóndi fekk
stóran týdning fyri meg og
mín
uppvøkstur.
Hóast
karmurin um verðsliga lívið
var í Oyndarfirði, so ferð-
aðist hugur hansara víða um,
hann hevði stóran áhuga fyri
heimspeki, søgu og bók-
mentum, og hann vakti ein
neista í mær, við at oysa av tí
hann hevði nomið sær av
griskum
heimsspekingum
fyrst og síðan teimum sum
fylgdu upp gjøgnum tíðina.
Hann helt so øgiliga nógv av
abbabeiggja mínum, Hans
Marius Eidesgaard, skaldi,
og hesin hevði vakt hansara
áhuga fyri bókmentum. Hans
Marius, sum kom nógv í
barnaheimi á Grundlendi,
var anna orðið, tá góða lag
var á Jógvan Bónda.
Í stovuni hjá Jógvan sá eg
fyrsta bókasavnið í lívinum.
Einir fýra favnar av bókum
og eg helt hetta var ein øgilig
rúgva. Onkra bókina lænti
eg, og aðrar hoyrdi eg hann
oysa av. Eg skilti ikki so
nógv av tí hann greiddi frá,
men kendi tað aftur seinni í
lívinum, tá mítt forvitni
leitaði somu slóðir sum
Jógvans.
Í allari almindiligheit, so
varð tað ikki hildið so nógv
um tað sum Jógvan læs, mill-
um bygdarmenninar í Oynd-
arfirði. Her var toskur annað
orðið, missión, seyður, jørð,
pengar og vanlig nerings-
sorg. Hvat skulu vit við
hasum høgt flúgvandi tvætl-
inum. Tú lesir bara fyri gera
teg klókari enn hini, at hevja
teg upp um okkum, var van-
lig hugsan. Men Jógvan
legði sektin á, honum dámdi
hugsaninar uttan úr heimi,
og ein lítil rebellur var hann.
Hann
elskaði
Zola
og
Goethe. Og hesin seinni er
kendur fyri at siga, at kennir
tú ikki søguna minst 3000 ár
aftur í tíðina, so livir tú frá
hondini til munnin.
Pápi mín Leivur, Frits og
Jógvan Bóndi vóru vinmenn.
Teir vóru ikki heilt javn-
gamlir, pápi var yngst, Jógv-
an fylti á flaggdegnum hvørt
ár og Frits tókst ikki við nak-
að so verðsligt sum føðingar-
dagar, hóast hann eldist eitt
ár hvør árið eins og øll
onnur. Nú er tann seinasti
farin av hesum vinmonnum
og minnini reika. Og tað eru
flógvir tankar eg havi um teir
tríggjar, nú eg siti og skrivi
og síggi teir fyri mær, fyrr á
lívsleiðini.
Onkuntíð varð í allari
hemmiligheit ein kassi be-
stiltur av vinmonnunum og
so bleiv hann smuglaður av
posthúsinum hjá Posta Lenu
og antin niðan til Jógvan,
heim til Frits og enntá inn til
okkum. Kassin lat dyrnar
upp á víðan vegg til ment-
unnarheim Jógvans og með-
an tað fjaraði skjótt í løgin-
um, vóru yrkingar havdar á
lofti, við tárum á kinn. Plat-
on varð vigaður upp móti
lærumeistaranum Sokrates
og Poul F bleiv lyftur himm-
al høgt sum geni og spottari
alt eftir hvussu lagið var, og
hvussu langt var ligið út á
náttina. Dagarnar aftaná sást
hann ikki. Tað segðist, at
tungsinnið hvíldi yvir honum
og nátt var í sál, har hann sat
einsamallur í einbýli sínum,
meðan hann ernerdi seg við
niðursodnaðari
frukt
úr
blikkum fyri at vinna heils-
una aftur Tá tú so hitti hann
aftur, uppafturstadnan, og
minti hann á onkra geniala
poetiska útlegging, hann
hevði snikkað til í verst-
skapinum, so svaraði hann
smílandi. »Jæ, jæ, jæ, for-
stendur tú! Og so einki meira
um tað. Lívið gekk víðari,
ein dag í senn.
Og lívið gekk víðari hjá
Jógvani í tí stilla gerningi at
vera bóndi. Jógvan dámdi
væl vísa Salomon í Halgu
bók og lat okkum byrja
hendan parti av lívi hans við
einum av orðtøkum Salo-
mons. »Lat ein annan rósa
tær og ikki tín egna munn,
ein fremmandan og ikki tínar
egnu varrar.« Orðt. 27.2
Jógvan var bóndi og tann
næstseinasti av røðini av
Grundlendsbóndum
í
ó-
brotnari linju nógv ættarlið
aftur í tíðina. Um Jógvan var
bóndi, tí hann hevði hug, ella
tí hann skuldi vera tað, havi
ongantíð fingð rættuliga
greiðu yvir. Men bóndi var
hann burturav og hann bar
ikki bara arvin víðari. Hann
legði slett ikki so lítið eftir
seg sum bóndi. Avrikini tala
fyri seg, hóast tað hevur
verið lítið mett, tað menn
leggja í jørðina, síðan Før-
oyar broyttust frá at vera eitt
bóndasamfelag
til
fiski-
veiðusamfelag. Hetta eru
skrivaðar heilar bøkur um.
Jógvan fór sum ungur á
royndarstøðina í Hoyvík at
nema sær kunnleika til nú-
tímans jarðarbrúk. Og tú sær
tað aftur í bønum, at hann
lærdi í Hoyvík. Garðurin er
fimm merkur og Jógvan velti
hann, næstan allan, frá
gomlum kornteigalendi til
stórar samanlagdar teigar,
sum maskinur kundu arbeiða
á. Jógvan var av kvikastu
veltarum. Ongin í Oyndar-
firði velti so stórar bøkkar
sum hann. Trý stikk við
hvassa spakanum, síðan upp
í luftina og har lá hann
snøggur, svartur og blankur
og passaði fullkomiliga mill-
um hinar bøkkarnar, íð lógu
við svørinum niður. Eg
royndi, at gera honum kunst-
in eftir, Petur farbróður við,
men ikki fingu vit teir so
snøggar sum Jógvan. Har var
einki gart og hann velti
dupult so skjótt sum vit. Og
so fekk hann ein traktor, eg
var smádrongur tá. Framman
fyri traktorin, ið eisini var
sláimaskina, var ein vognur
og tað var eitt satt rumsterilsi
í bygdini, tá Jógvan fyrstu
dagarnar koyrdi við traktor-
inum, við einum riðli av
smádreingjum kring seg.
Jógvan var arbeiðssamur
og lítið sást til hann. Hagin
var tá, áðrenn vegurin kom í
1968, sera óhøgligur og hetta
steðgaði ikki Jógvan at
byggja ikki færri enn trý
seyðhús av Fløðhamri og
fram á Rust. Alt hetta er
gjørt í mínari tíð og tilfarið
borið á herðum Jógvans.
Jógvan gjørdi mannsverk
millum høg fjøll í einum tí
herviligasta kavaplássi í
landinum.
Hann
gjørdi
mannsverk
einsamallur,
nógv legði hann eftir seg og
lítið rós fekk hann fyri tað.
Jógvan skilti ongantíð
landbúnaðin í Føroyum í
dag. At alt græsið í Oynd-
arfirði varð koyrt niður í
seyð. Hetta var heilt vitleyst í
hansara verð, tí tað sum
fekkst burtur úr øllum stríð-
num av hoygging, at draga
og leggja fyri, stóð slett ikki
í mun til tað sum sást aftur á
ásinum í hjallinum. Seyður í
Oyndarfirði vigar vanliga
millum 24-32 pund, um hann
einki hoyggj fær. Gevur tú
honum allan veturin inni, so
hækkar vektin nøkur fá pund,
men hetta stendur slett ikki
mát við stríðið. Tá Jógvan
var ungur, fór hoyggið niður
í neyt, sum síðan góvu
mjólk. Seyður var slett ikki
tikin inn og fekk bara stutta
tíð á árinum, ring ár. Tey
flestu hoyggjhús í Oynd-
arfirði eru bygd í Jógvansa
tíð og bara verðagjólvingar
vórðu tiknir inn.
At so Jógvan var slóð-
brótari, og gjørdist seyða-
bóndi seinastu árini, hann sat
við festinum, kann man júst
takka framskygninum fyri.
Hann bygdi fjós inni í
Prestbø og fór undir at geva
súrhoyggj. Men vanlagna
kom í og tey fýra neytini
doyðu øll av spillu í súr-
hoygginum.
Eg
gloymi
ongantíð aftur sum smá-
drongur, dagin, tá neytini
vóru drigin eftir halanum
oman í bygdina og vórðu
koyrd burtur. Ein dyggur
smeitur var hetta fyri Grund-
lendsbóndan.
Lívið er ein bíðirøð. Vit
liva okkara avmáldu tíð og tá
vit fara, koma onnur til.
Pláss er ikki fyri øllum, flytir
deyðin okkum ikki inn í
ævinleikan, sum er absolutta
hæddarpunktið í lívinum.
Jógvan bóndi er farin,
hansara næstu fara at sakna
hann, vit í grannalagnum
fara eisini at sakna hann,
bygdin fer at sakna hann. Eg
minnist hann við einum smíli
og
takki
honum
fyri
vinarlagið og fyri tann lær-
dóm eg nam, tí hann var
akkurát sum hann var.
Friður verið við minninum
og vit síggjast Jógvan Bóndi
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Jógvan Bóndi
í Oyndarfirði
til minnis
Palli Dalsgaard
Leygardagin í farnu viku
var seyðasýning her í
bygdini. Sýndir vóru
brundseyðir úr øllum
eysturbygdunum, Skála-
vík, Húsavík, Dali og
Skarvanesi. Hettar er
fyrstu
ferð,
at
seyðasýning hevur verið
her á plássinum, men á
oynni hevur seyðasýning
verið fyri árum síðan.
Tað er skopuningurin
Eynar Martin Kjærbo,
sum er blivin bóndi her í
bygdini, ið hevur tikið
stig til hettar tiltak, tað
skal hann hava tøkk fyri,
tí eitt slíkt tiltak skapar
nakað, tað setur lív í har
dekan og deydligt er
framman undan.
Hann
hevur,
síðan
hann kom í bygdina, lagt
seg eftir at fáa betri seyð
við at gera betri við
seyðin, og har eru møgu-
leikarnir so ymiskir. At
fáa menn at koma til eina
slíka sýning ger eisini sítt
til, at hugsað verður
meira um at fáa góðar og
vakrar brundir. Tað er
nakað av fyrireiking-
ararbeiði til at fáa eitt
slíkt tiltak upp at standa,
men hann hevur havt gott
fólk at hjálpa sær, og tá
er tað mikið lættari.
Sigast má, at væl varð
fyrireikað. Sýningin var í
gamla fiskahúsinum við
bátahylin,
har
vóru
krubbur uppsettar, sum
seyðirnir gingu í, og borð
við smurdum breyði og
køkum, kaffi og the, til
tey at fáa sær, sum vildu
hava ein heitan munn.
Tað vóru ikki einans
eigarar av brundseyðum,
sum
møttir
vóru,
áskoðarir vóru í hópatali
úr øllum bygdunum, og
ikki sørt av konufólki. Tú
sá við tað sama, tú nærk-
aðist plássinum, at nógv
fólk var til sýningina, tí
uttanfyri stóðu millum
30 og 40 bilar umframt
traktorar, tað var sum tá
grind hevur lagt beinini á
oynni.
Einki er av ivast í, at
ein seyðasýning, sum
hendan, hevur alstóran
týdning fyri seyðahaldið,
hon ger, at menn leggja
sær nær til at sleppa teim
vakrastu brundunum og
gimburlondunum,
tá
hagreiðast skal og hagin
verður avgjørdur um
heystið. Brundseyðirnir
vóru 63 í tali, og vardi
sýningin frá kl. 10.00 til
út á seinrapartin, tá
høvdu eigararnir fingið
at vita, hvat sýnsmenn-
irnir meintu um teirra
seyð.
Sigast má, at tiltakið
eydnaðist væl í allar mát-
ar. Men vit sum tilkomin
eru í dag og minnast
neytaframsýningarnar,
sum vóru undan og undir
krígnum, vit saknaðu
tann gleimin, ið mangan
var aftaná á sýningarnar,
tá premiurnar vóru út-
býttar. Tey sum ikki
fingu ta premiuna, tey
høvdu væntað sær at fáa,
vóru alt annað enn blíð.
Og harðligur orðadráttur
var mangan millum bæði
mann og kvinnu, og ikki
at tala um tey forhánis-
ligu orð, sum fullu um
skrivstovumenn úr Havn,
sum dittaðu sær at koma
suður at siga fólki,
hvussu ein kúgv skuldi
síggja út. Tann gamla
sjarman er farin, sum so
mangt annað.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi
Marius Gardshodn
ættaður úr Elduvík, búsitandi í Tórshavn
andaðist í heiminum
fríggjadagin 22. november 68 ára gamal.
Jarðarferðin verður týsdagin kl. 13.00
úr Vesturkirkjuni.
Vegna tey avvarðandi
Annelisa, Edna, Óli og Kelna Maria
Seyðasýning í Skálavík
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
14