týsdagur 26. november 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 227 - 26. november 2002
Nr. 227 - 26. november 2002
17
Musikkur er upplýsing í tónum
Hetta sigur Martin
Mouritsen, musikk-
skúlastjóri. - Kann-
ingar vísa, at tá børn
sleppa at spæla ljóð-
føri, mennast tey
skjótari og læra betur,
sigur hann
TÓNLEIKUR
OG MENNING
Rúna Sivertsen
Leygardagin endurgóvu vit
úr grein í Politikken, har
m.a. verður víst á, at tón-
leikur hevur positiva ávirk-
an á innlæringarevnini hjá
børnum.
Til hetta sigur Martin
Mouritsen, musikkskúla-
stjóri, at royndir hava verið
gjørdar, t.d. í Kanada, sum
vísa tað sama.
Eftir eina 7 mánaða
royndartíð, har børnini
skuldu spæla eitthvørt ljóð-
føri, vóru týðilig framstig
at síggja.
Tey børn, ið einki ljóð-
føri spældu, vóru á sama
støði, sum frammanundan.
- Eisini í Føroyum hava
vit góðar royndir, tá børn
sleppa at spæla ljóðføri,
sigur Martin.
- Tá tú spælir, verður
heilin ógvuliga nógv stim-
braður, tí neyðugt er at nýta
fleiri sansir í senn, sigur
hann.
Hann sigur, at hann veit
dømi um ein flokk, har øll
børnini spældu ljóðføri.
Eftir eitt ár, var flokkurin,
sum annars hevði verið ein
trupul flokkur, fullkomiliga
broyttur.
Onkustaðni eru lærarar
farnir at nýta tónleik at
sissa børnini við eftir spæl-
ið í fríkorterinum. Tað vísir
seg, at tónleikur, fáar min-
uttir í byrjanini av tíma-
num, økir um konsentra-
tiónsevnini.
- Málið hjá musikkskúla-
num er at bróta sosiala arv-
in, við at øll børn skulu fáa
høvi at spæla, sigur Martin
Mouritsen at enda.
Tveir brotnar rútar
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Um vikuskiftið hava verið smærri herverk í býnum.
Tvey av teimum umfata brotnar rútar. Ein rútur var
fríggjakvøldið brotin hjá Sirri á Áarvegnum í Havn, og
leygarnáttina var ein annar rútur brotin í Sethúsasøl-
uni.
Politiið hevur um vikskiftið verið tvær ferðir úti til
húsaófrið. Harafturat hava tveir persónar sovið rúsin
av sær í brummuni, og leygarmorgunin var ein, sum
hevði fingið ein frammaná í býnum.
Annars sigur politiið í Havn, at tað hevur verið
ógvuliga friðarligt um vikuskiftið.
Ungur drongur
mist fingrar
ARBEIÐSÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Fríggjamorgunin var eitt arbeiðsóhapp í eini smiðju í
Klaksvík. Talan var um ein ungan drong, sum hevði
fingið hondina í klemmu í eini maskinu. Fingrarnir
vórðu kroystir, og drongurin varð sendur niður á Ríkis-
sjúkrahúsið sama dagin, tí læknarnir í Føroyum vistu
ikki, um drongurin misti fingrarnar ella ikki.
– Drongurin, sum er 15 ára gamal, hevur verið
ógvuliga óheppin. Hann var í starvsvenjing í smiðjuni,
sigur vakthavandi á politistøðini í Klaksvík.
Ferðsluóhapp í Klaksvík
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Leygarkvøldið um tíggjutíðina var eitt ferðsluóhapp í
Klaksvík. Talan var um tveir bilar, sum báðir koyrdu
sama veg, sum rendu saman.
Maðurin í aftara bilinum var ávirkaður av rúsdrekka,
so tá bilurin frammanfyri bremsar, fær bilurin aftan-
fyri ikki steðga.
Maðurin varð tikin inn á politistøðina, har blóð-
roynd varð tikin, og maðurin verður skuldsettur fyri
rúsdrekkakoyring.
Tað eru 1427 musikkskúla-
næmingar í Føroyum, ið
spæla sum einstaklingar, um-
framt tey, sum spæla í bólki.
Her spælir 5 ára gamla Sú-
sanna Thomsen fiól fyri lut-
takarunum á ráðstevnuni
hjá Trivnaðar- og heilsuráð-
num í Norðurlandahúsinum
herfyri
Mynd: Rúna Sivertsen
Mikukvøldið kom-
andi skipar valfelag
Sambandsfloksins í
Eysturoy, Samhald,
fyri almennum fundi
á Svangaskarði um
fiskivinnuna
POLITISKUR FUNDUR
Tíðindaskriv
Umframt løgtingsumboð
floksins í Eysturoy, fer
Meinhard Jacobsen, stjóri á
Føroya Fiskavirking, at
greiða frá um fiskivinnuna
í Føroyum, og Egil Olsen,
stjóri á Faroe Marine pro-
ducts fer at hava eitt inn-
legg um alternativar vinnu-
møguleikar. Eisini Hjalti í
Jákupsstovu, stjóri á Fiski-
rannsóknarstovuni verður
við á fundinum. Hann fer at
greða frá um útlitini hjá
fiskivinnuni í framtíðini.
Í farnu viku bórust tíð-
indi um, at gróðurin á land-
grunninum er dottin niður á
sama botnstøði, sumhann
var í 1990. Fiskivinnan er
høvuðsgrundarlagið undir
føroyska búskapinum, og tí
kann hetta fáa stóra ávirkan
á alt tað føroyska samfelag-
ið.
Á heystfundi Sambands-
floksins, sum var 2. novem-
ber, varð nógv gjørt burtur-
úr, at útbúgvingar, sum
kunnu takast í Føroyum,
samsvara ikki við tey arb-
eiði, sum føroyingar kunnu
velja eftir lokna útbúgving.
Hesi og onnur viðurskifti
verða viðgjørd á fundinum
á Svangaskarði mikukvøld-
ið, og fyrireikararnir rokna
við einum áhugaverdum og
viðkomandi fundi.
Samhald hevur fyrr í
heyst skipað fyri einum al-
mennum fundi um yvir-
tøkuna av fólkakirkjuni, og
var eisini við til at skipa
fyri fundi um fíggjarlógar-
uppskotið fyri 2003. Ætlan-
in er seinni í vetur at hava
fleiri fundir við ymiskum
spennandi evnum, sum ætl-
andi verða hildnir ymsa-
staðni í Eysturoynni.
ÚTGÁVUR
Rúna Sivertsen
Klakvíkingurin, Andras
Miðskarð, hevur á egnum
forlagi givið út skaldsøg-
una, “Bygdarmenning”.
- Skaldsøgan má sigast
at vera realistisk og legg-
ur upp til nýggjar avbjóð-
ingar, um at satsa, tora og
vilja, sigur høvundurin í
tíðindaskrivi.
Skaldsøgan, “Bygdar-
menning”, er um ung-
lingin, Tórhall, sum setir
sær fyri at bjarga heim-
bygd
síni
undan
at
doyggja út.
Bygdin, Selnes, eins og
aðrar bygdir í útjaðara-
num, er merkt av at missa
sítt besta fólk vegna vant-
andi arbeiði.
Tórhallur setir sær tí
fyri - við Guds hjálp - at
venda hesi skeivu gongd.
Tað eydnast Tórhalli
saman við øðrum góðum
kreftum at gera dreymar-
nar
um
burðardygga
menning til veruleika.
Hvussu
hetta
verður
gjørt, lata vit lesaran
sjálvan at finna útav.
Bókin, sum telur 115
blaðsíður, kostar kr. 200,
er at fáa í øllum bókabúð-
um kring landið og hjá
forlagnum.
Í
tíðindaskrivinum
verður sagt, at bert ein
skaldsøga er útgivin í
Norðoyggjum áður. Tað
er skaldsøgan, “Dælt er
manni vitandi orð”, sum
Óli Dahl, sáli, gav út í
1988.
Sosialurin ynskir Andr-
asi Miðskarð tillukku við
avrikinum og góða eydnu
framyvir.
Skaldsøga um bygdarmenning
Fundur um fiskivinnu á Svangaskarði
Kvettmaður forseti
Lucio Guiterrez varð
sunnudagin valdur til
forseta í suðurameri-
kanska landinum Ekva-
dor. Hann fekk 54,3
prosent av atkvøðunum,
meðan mótvalevnið, rík-
maðurin Alvaro Noboa,
fekk 45,6 prosent.
Tann vinstrasinnaði
Lucio Guiterres hevði
ein virknan lut í kvett-
inum, tá herurin koyrdi
tann fólkavalda forsetan
Jamil Mahuad frá fyri
tveimum árum síðani.
Hann gongur altíð í
hermannabúna
og
verður á manna munni
róptur "Obersturin".
Undir
valstríðnum
lovaði tann 45 ára gamli
Guiterrez at bøta um
viðurskiftini hjá teimum
fátæku í Ekvador, eins
og hann lovaði at geva
landsins indiánum betri
umstøður. 12 milliónir
fólk búgva í Ekvador, og
hildið verður, at tveir
triðingar liva í fátækra-
dømi.
UTTAN ÚR HEIMI
220.000 børn í vanda
Búskaparkreppan í Ar-
gentina hevur rakt fólkið
meint, og sambært ein-
ari nýggjari frágreiðing
líða nógv børn av, at tey
fáa ov lítið at eta, ella at
maturin er ov vánaligur.
Frágreiðingin sigur, at
hvønn dag doyggja trý
argentinsk børn, tí tey
hava fingið ov vánaligan
mat, og hjálparfelags-
skapir ávarar um, at
støðan kann gerast upp-
aftur verri, tí dagligu
umstøðurnar hjá fólki
eru versnaðar nógv í
seinastuni.
Blaðið El Pais skriv-
aði um vikuskiftið, at
umleið 220.000 børn,
sum eru fødd hetta sein-
asta árið, hava fátæk for-
eldur, og at tey tí mugu
haldast at vera í vanda.
Tað svarar til 63 prosent
av øllum børnunum,
sum eru fødd í Argen-
tina í ár.
Ofta hoyra vit um harð-
ligar menn, og at kvinn-
ur noyðast at rýma úr
heiminum, tí menninir
eru so harðligir við tær,
men í Hongkong er
myndin tann øvugta.
Har
hava
myndug-
leikarnir fingið stórar
trupulleikar av harð-
ligum kvinnum.
Í 1998 fekk løgreglan
í Hongkong 39 frá-
boðanir um, at kvinnur
høvdu verið í so harð-
ligar við menninar, men
í fjør vóru fráboðanirnar
179 í tali, og hendan
gongdin tykist standa
við.
Myndugleikarnir
halda, at veksandi ar-
beiðsloysi er orsøkin til,
at kvinnurnar eru vorðn-
ar so harðligar við
hjúnafelagan. Ein onnur
orsøk er, at nógvar
kvinnur í Hongkong eru
vorðnar meiri sjálvstøð-
ugar og seta manninum
størri og størri krøv.
Men menninir í Hong-
kong eru nú heldur ikki
Guðs bestu børn. Í fjør
fingu myndugleikarnir
meiri enn 2.000 frá-
boðanir um, at menn
høvdu verið ov harðligir
við konuna.
Eingin filmur um James
Bond uttan minst eina
vakra kvinnu, og nú um
dagarvar varð kunngjørt
eitt yvirlit yvir, hvørjar
av teimum sonevndu
Bond-gentunum eru tær
best umtóktu millum
teirra, sum halda av
filmunum um Agent
007.
Kanningin vísti týði-
liga, at tann nú 66 ára
gamla Ursula Andress er
tann, sum hyggjararnir
halda mest av. Hon
spældi í Bond-filminum
"Dr. No" í 1962. Næst
henni kom tann 31 ára
gamla Denise Richards,
sum spældi í filminum
"The World Is Not
Enough" fyri tveimum
árum síðani. Fýra Bond-
gentur mugu býta triðja
pláss sínamillum. Tær
eru Honor Blackman,
Diana Rigg, Barbara
Bach og Jane Seymour.
Tann 34 ára gamla
Halle
Berry
hevur
kvinnuliga leiklutin í
nýggja Bond-filminum
"Die Another Day".
Harðligar kvinnur
Eingin er ímóti Ursulu
Víðgongdi Frælsis-
flokkurin fekk ein
rættiligan frammaná
á valinum í Eysturríki
sunnudagin, og fyri
fyrstu ferð í 36 ár er
tann konservativi
flokkurin nú tann
størsti í landinum
EYSTURRÍKI
Árni Joensen
Valúrslitið
í
Eysturríki
sunnudagin kann tulkast
eum ein nýggjur eystur-
ríkskur boðskapur til hin
partin av Evropa. Á valin-
um í 1999 fekk tann víð-
gongdi
høgraflokkurin
Frælsisflokkurin so stóra
undirtøku, at hann kom í
stjórn. Tað hóvaði ikki
hinum ES-londunum, sum
settu tiltøk í verk ímóti
Eysturíki.
Men sunnudagin varpaðu
eysturríksku
veljararnir
Frælsisflokkin og leiðara
hansara, Jørg Haider, á dyr.
Flokkurin misti tveir trið-
ingar av sínum veljarum,
og so stóran ósigur hevur
eingin politiskur flokkur í
Eysturríki
havt
síðani
seinna heimsbardaga. Men
valið setti eisini eitt annað
met. Konservativi flokkurin
hjá Wolfgang Schússel,
kanslara fekk so stóra
framgongd, sum eingin
annar flokkur hevur havt í
sama tíðarskeiði, og fyri
fyrstu ferð í 36 ár er
flokkurin nú tann størsti í
landinum.
Valið gav konservativa
flokkinum 42,3 prosent av
atkvøðunum
(+15,4),
sosialdemokratunum 36,9
prosent (+3,8), Frælsis-
flokkinum 10,2 (-16,7) og
Teimum Gørnu 9,0 prosent
(+1,6).
Úrslitið ber í sær, at
Wolfgang Schússel hevur
næstan frítt at velja, hvønn
flokk hann vil hava í
samgongu við sær. Hann
kann halda fram saman við
Frælsisflokkinum, men ger
tað neyvan. Hann kann
eisini velja sosialdemokrat-
arnar og hevði tá valt ta
samgongu, sum flestu eyst-
urríkarar fegnir vilja hava,
og at enda kann hann velja
at fara í samgongu við
Teimum Grønu. Hetta sein-
asta er ikki óhugsandi, tí
Wolfgang Schússel ber orð
fyri at hava dirvi til at royna
tað, sum eingin væntar.
Hvat við Haider?
Spurningurin er so, um
tann stóri ósigurin fer at
gera enda á politiska skeiði
Jørg Haiders, men flestu
eygleiðarar tykjast vera á
einum máli um, at hann er
ikki tann, sum letur seg
teppa av einum valósigri.
So seint sum fyri einari
viku síðani segði Haider, at
hann ætlar at halda fram
við royndunum at samskipa
eina
felags
evropeiska
høgrarørslu, sum skal stilla
upp til tey ymsu ES-valini.
Undir valstríðnum hesa-
ferð var útlendingapoli-
tikkurin høvuðsmálið hjá
Haider og Frælsisflokk-
inum, men valið vísti, at tað
er ikki har, hann kann
vænta sær stuðul. Hann var
eisini ímóti at taka londini í
Eysturevropa upp í ES,
men fekk heldur ikki und-
irtøku fyri tí. Spurningurin
er so, um hann fer at finna
okkurt annað mál til næstu
ferð.
Portugisar vilja vera
við, at olja er farin at
renna úr tangunum á
"Prestige". Nei, siga
spaniumenn
UMHVØRVISDÁLKING
Árni Joensen
Portugisisku myndugleik-
arnir boðaðu sunnudagin
frá, at olja var farin at renna
úr tangunum á tanga-
skipinum "Prestige", sum
sakk úti fyri sponsku
útnyrðingsstrondini í síðstu
viku.
Eitt portugisiskt rann-
sóknarflogfar var sunnu-
dagin á leiðini, har skipið
sakk góðar hundrað fjórð-
ingar úr landi, og sambært
manningini á flogfarinum
var nógv olja at síggja á
sjónum. Manningin vildi
eisini vera við, at olja kom
støðugt upp í vatnskorpuna,
og at leki tí var komin á
tangarnar.
Men hetta avsannaðu
sponsku myndugleikarnir
seinni. Mariano Rajoy,
varaforsætisráðharri segði,
at eingin olja er komin úr
skipinum, síðani tað sakk
seinasta týsdag. Sambært
spaniumonnum
vóru
11.000 tons likin úr tang-
unum, tá skipið sakk, men
umhvørvisverndarfelagssk
apir ivast í hesum talinum.
Teir vilja vera við, at minst
20.000 tons runnu úr
tangunum, áðrenn "Pre-
stige" fór til botns.
Seinastu dagarnar hava
fleiri hundrað sjálvboðin
hjálpt myndugleikunum at
taka olju upp í fjøruni á
sponsku útnyrðingsstrond-
ini.
Meiri enn 300 politik-
arar og felagsskapir
úr øllum heiminum
vilja hava ameri-
kanska forsetan at
forða fyri kríggi við
Irak
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Tey, sum hava skrivað undir
áheitanina á George W.
Bush, forseta, eru fólk fyri
friði, umhvørvisverndar-
fólk og -felagsskapir og
fólk og felagsskapir, sum
eru ímóti kjarnorkuvápn-
um.
Í brævinum mæla tey
USA til at beina fyri sínum
egnu
kjarnorkuvápnum,
áðrenn landið krevur, at
onnur lond skulu beina fyri
sínum hópoyðingarvápn-
um.
- Heimurin kann ikki
góðtaka, at USA, Russland,
Kina, Bretland, Frakland,
India, Pakistan og Ísrael
hava kjarnorkuvápn, stend-
ur í brævinum til ameri-
kanska forsetan.
- So leingi hesi londini
hava kjarnorkuvápn, fara
onnur lond at royna at
útvega sær tey, stendur at
enda í brævinum.
Biðja Bush fyribyrgja kríggi
Keglast um oljudálking
Eysturríksku veljararnir
góvu Jørg Haider sekkin
Wolfgang Schüssel
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
17
16