týsdagur 26. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 26. november 2002
19
Oftani hevur spenn-
ingurin kring granna-
uppgerðina í Havn
verið størri, og sum
væntað vann Fram
ein tryggan sigur
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað man vera sjáldan, um
nakran tíð, at Fleyr hevur
havt eitt somikið friðarligt
ár, sum felagið hevur í
løtuni. Bestu kvinnurnar í
felagnum hava seinastu
árini havt sera trupult við at
liva upp til gyltu fortíðina,
og nú tykist hetta eisini
hava rakt mansliðið. Einki
ættarliðsskifti er framt sein-
astu mongu árini, og heldur
enn at talan hevur verið um
eina líðandi útskifting, er
mest sum alt liðið skift út í
ár, og hetta merkist sjálv-
andi í úrtøkuni.
Enn hevur Fleyr ikki
vunnið nakað sett í meist-
aradeildini hetta kappingar-
árið, og tann støðan broytt-
ist ikki pettið, tá Fram var
mótstøðuliðið sunnudagin.
Sum væntað, so gjørdist
talan um ein tryggan sigur
til Fram, og tó at tað var um
reppið, at Fleyr streyk
avstað við fyrsta settinum,
so var ongan tíð nakar
veruligur ivi um, hvar stig-
ini skuldu fara.
Við
sigrinum
togaði
Fram seg upp á næst ovasta
sessin í meistaradeildini,
har teir tó hava leikt tveir
dystir fleiri enn Mjølnir.
Júst Mjølnir eru mótstøðu-
menninir komandi viku-
skiftið, og tá fæst helst at
vita, hvørt av hesum liðun-
um skal hava risa stóru
uppgávuna sum fremstu
avbjóðararnir hjá fuglfirð-
ingunum.
Føroyskir judoung-
dómar, sum luttóku í
altjóða kapping í
Danmark leygardag-
in, gjørdu eitt rætti-
ligt hál í kappingini
um medaljur
JUDO
Jákup Mørk
Ikki færri enn 2 gull-
medaljur, 4 bronsumedaljur
og 2 steyp høvdu teir við
sær heimaftur. Føroysku
judo-unglingarnir, sum um
vikuskiftið royndu seg í
altjóða kapping í Danmark.
Gullmerkini
Teitur Joensen úr Sunda
Judofelag vann gull í
vektbólkinum -55 kg. fyri
unglingar undir 17 ár fyri
íðkarar, ið hava upp til
grønt belti. Hann vann allar
sínar dystir, og harafturat
fekk hann fightersteypið, ið
varð latið til tann íðkaran,
sum undir kappingini sýndi
besta teknikk og størsta
stríðsviljan.
Alex Joensen úr Sunda
Judofelag vann eisini gull í
sínum vektbólki. Hann lut-
tók í bólkinum -66 kg. fyri
ung undir 21 ár upp til
grønt belti. Alex skuldi
kappast í bólkinum -60 kg.,
men orsaka av ov fáum til-
meldingum í hesum bólk-
inum, varð Alex fluttur upp
í bólkin -66. Eisini Alex
vann eitt steyp. Tað var fyri
skjótasta sigurin, tí tað tók
honum ikki meira enn 5
sekund at kasta mótstøðu-
mannin til Ippon, t.v.s. fult
stigatal.
Brondu í hægri
vektflokki
Torvald Abrahamsen úr
Havnar Judofelag vann
bronsu í vektbólkinum -60
kg. upp til grønt belti.
Jógvan Páll Kristiansen
úr Sunda Judofelag vann
eisini bronsu. Hann skuldi
luttaka í venktbólkinum -
60 kg., men av tí at hann
vigaði 60,6 kg. eydnaðist
honum ikki at røkka hend-
an bólkin, so hann varð
fluttur upp í -66 kg.
Eisini hann kappaðist í
aldursbólkinum undir 17 ár
millum teir, sum hava upp
til grønt belti. Jógvan Páll
kláraði seg heilt væl í
kappingini, hóast hann kom
í hægri vektbólk. Hann
vann tríggjar teir fyrstu
dystirnar, men kláraði seg
tó ikki longur upp enn til
bronsumedaljuna.
Christoffer
Olsen
úr
Havnar Judofelag býr í
løtuni í Danmark, har hann
er undir útbúgving og dag-
liga venur við judofelag-
num í Vejen. Hann stillaði
upp í vektbólkinum -60 kg.
í A-klassanum, t.v.s. mill-
um teir, ið hava blátt belti
ella hægri. Christoffer, sum
er í aldursbólkinum undir
21 ár, vann eisini bronsu-
medalju.
Jákup Andrias Thomsen
úr Havnar Judofelag kapp-
aðist eisini í A-klassanum.
Hann var í vektbólkinum -
73 kg. fyri ung undir 21 ár,
og eisini hann kláraði seg
avbera gott og vann bronsu-
medalju.
Fleiri vóru nær við
Eirikur Jákupsson úr Havn-
ar Judofelag var eisini við í
kappingini. Hann var í
vektbólkinum -45 kg. fyri
unglingar undir 17 ár við
upp til grønt belti. Hann
tapti fyrsta dystin, vann
næsta men tapti so eisini
triðja dystin, tó at føroy-
ingarnir mettu, at talan her
var
um
dómaramistak.
Eirikur kastaði í hesum
dystinum mótstøðumannin,
men dómarin dømdi kortini
mótstøðumannin at hava
vunnið
dystin.
Eirikur
endaði á 4. plássi.
Fríði Eidesgaard Mikkel-
sen úr Havnar Judofelag
var eins og Erikur við í út-
lendskari
kapping
fyri
fyrstu ferð. Eisini Fríði
royndist væl í kappingini,
men kappingin varð ov
hørð fyri hann í bólkinum -
50 kg. fyri ung undir 17 ár,
so hann kom ikki víðari í
kappingini.
David Nilssen úr Havnar
Judofelag hevði eisini eina
rættiliga góða kapping. Í
fyrsta dystinum var hann
frammanfyri allan dystin
við einum wasa-ari og
tveimum yoku, men tá bert
50 sekund vóru eftir av
dystinum var hann ikki nóg
ansin, og hin fekk kasta
David og vann sostatt dyst-
in. Næsta dystin vann Da-
vid við at kasta ein svensk-
ara til ippon.
Í triðja dystinum var
David eisini frammanfyri,
men heldur ikki hesa ferð
eydnaðist honum at halda
fast.
Mótstøðumaðurin,
sum er á danska ungdóms-
landsliðnum, vann hendan
dystin, tá tað eydnaðist
honum at fáa eitt halditak á
Davidi.
Fram-Fleyr 3-0 (26-24, 25-17, 25-18)
Fram vann grannauppgerðina
Vunnu fleiri heiðursmerki
Flogbóltsúrslit
G16
KÍF-SÍ 3-1
2M
Nøvan-Fram 3-1
1M
NFL-ÍF a
0-3
D16
SÍ-ÍF
3-0
Flogbóltsstøður
1. deild kvinnur
Dystir
Sett
leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig
SÍ 3
3
0
9
0
9
6
Dráttur
2
2
0
6
0
6
4
Mjølnir a
2
1
1
3
3
0
2
Nøvan
2
1
1
4
4
0
2
Fleyr
2
1
1
3
4
-1
2
KÍF a
2
0
2
1
6
-5
0
Mjølnir b
3
0
3
0
9
-9
0
1. deild menn
Dystir
Sett
leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig
Fleyr
3
3
0
9
5
4
6
Mjølnir a
2
2
0
6
0
6
4
ÍF b
2
2
0
6
3
3
4
ÍF a
3
2
1
6
4
2
4
Fram
3
1
2
6
7
-1
2
NFL
4
1
3
6
9
-3
2
Mjølnir b
2
0
2
1
6
-5
0
SÍ 3
0
3
3
9
-6
0
2. deild kvinnur
Dystir
Sett
leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig
TB
2
2
0
6
0
6
4
Fossánes a
3
2
1
6
3
3
4
SÍ 2
1
1
3
3
0
2
Mjølnir
2
1
1
3
3
0
2
ÍF 1
0
1
0
3
-3
0
Nøvan
2
0
2
0
6
-6
2. deild menn
Dystir
Sett
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig
Fossánes
3
3
0
9
6
3
6
Fleyr a
2
2
0
6
0
6
4
Nøvan
4
2
2
8
7
1
4
Flram
3
1
2
6
6
0
2
Mjølnir
4
0
4
2
12
-10
0
Gentur 16
Dystir
Sett
leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig
TB a
2
2
0
6
0
6
4
Dráttur
3
2
1
6
5
1
4
KÍF
4
2
2
6
7
-1
4
SÍ 2
1
1
4
3
1
2
Mjølnir
3
1
2
5
6
-1
2
Fleyr a
2
0
2
0
6
-6
0
Dreingir 16
Dystir
Sett
leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig
SÍ 3
3
0
9
0
9
6
Mjølnir
3
2
1
6
3
3
4
ÍF 3
1
2
3
7
-4
2
Fleyr
3
0
3
1
9
-8
0
Sum væntað, so gjørdist talan um eina hampuliga
tama grannauppgerð. Fleyr var nær við í fyrsta
settinum, men í veruleikanum var sjáldan nakar ivi
um, at Fram var betra liðið
Mynd: Álvur Haraldsen
19
Sterki verjuleikarin
flytir til Danmarkar í
næstum, og verður tí
ikki við á HB-liðnum
komandi kappingarár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir øllum at døma verða
føroyameistararnir úr HB
noyddir at finna sær styrk í
verjupartinum til komandi
kappingarár. Eitt av trygg-
astu verjuálitunum seinastu
árini hevur uttan iva verið
Hans á Lag. Ein leikari,
sum kanska fyrst og fremst
hevur verið nýttur í mið-
verjuni, men sum í fjør
sýndi sera góð evnir sum
álopssinnaður bakkur.
Komandi ár noyðist HB
tó at vera hesi evni fyri-
uttan, tí Hans verður ikki
við á liðnum, sum nú skal
royna
at
endurvinna
gullmerkið frá í fjør.
- Tað er so í løtuni, at eg
eftir øllum at døma flyti til
Danmarkar, og tá so er, so
fái eg sjálvandi ikki spælt
við HB, sigur Hans sjálvur,
tá vit royna at fregnast, um
avgerðina.
- Akkurát, hvussu verður
við fótbóltinum eftir hetta,
dugi eg slettis ikki at siga,
men eg skal tó ikki útiloka
nakað.
Umframt at Hans á Lag
nú gevst, valdar í løtuni
eisini óvissa um, hvørt
Jóhannis Joensen fer at
halda fram í felagnum.
Sáttmálin hjá honum renn-
ur út í ár, og sum skilst er
enn ikki tikin endalig støða
til, hvørt hesin verður
longdur, og hartil kemur so
eisini, at Jan Dam eftir
gullmerkið í fjør segði, at
hetta eftir øllum at døma
fór at vera hansara seinasta
av slagnum. Við størri og
minni ivamálum um tríggj-
ar somikið týdningarmiklar
leikarar er lítið at ivast í, at
leiðslan í HB umhugsar at
styrkja sær verjupartin, og
so er spurningurin bara,
hvørt hetta verður gjørt við
leikarum úr egnum røðum,
ella um talan verður um
styrk uttanífrá.
Nr. 227 • týsdagur • 26. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Saman við liðfeløg-
unum úr Holte
eydnaðist tað leyg-
ardagin hjá Bárði
Mikkelsen at spæla
seg í donsku
steypafinaluna í
flogbólti
FLOGBÓLTSÚTISETI
Jákup Mørk
Leygardagin
skuldu
Bárður Mikkelsen og
Holte royna seg ímóti
DHG Odense, tá hálv-
finalan í donsku steypa-
kappingini var á skránni.
Dysturin varð leiktur
fyri mest sum fullsettari
høll í Odense, og fyri
heimaáskoðararnar tókt-
ist alt ganga eftir vild
fyrstu løtuna.
Vendu dystinum
Tað var nevnliga DHG,
sum kom best frá byrjan,
og í fyrsta settinum
tóktist ivin ikki vera
nakar serligur. Bárður
Mikkelsen greiðir frá, at
leikararnir hjá Holte
framdu fleiri persónligar
villur, og at hesar vórðu
revsaðar hart av heima-
liðnum, sum vann settið
25-19.
Í
næsta
settinum
tóktist framvegis ganga
sama vegin, men við eitt
kom vend í. Nú var tað
brádliga
DHG,
sum
framdi flestu mistøkini,
og tá Holte samstundis
fekk skil upp á sítt
álopsspæl, kom Holte
betur við, og vunnu teir
settið 25-20.
Og so vóru teir í Holte
av álvara heitir. Sjálvur
heldur Bárður, at teir
neyvan hava leikt betri í
ár, enn teir gjørdu tey
bæði seinastu settini,
sum vórðu vunnin 25-12
og 27-25. Hetta hóast
teir í Holte vóru sera
ónøgdir um dømininga,
har teir onkursvegna
mistu tveir dystarbóltar,
uttan at nakar av leikar-
unum kendi til orsøkina
fyri hesum, verður sagt.
Hitta Ålborg
Í hinari hálvfinaluni
vann HIK Ålborg á
Skovbakken Volley í
einum sera spennandi
dysti, og sostatt verða
tað somu lið sum í fjør,
sum nú skulu hittast í
finaludystinum.
Finalan verður leikt í
Aarhus tann 17. de-
sember, og tað er einki
at ivast í, at Báður og
teir hava nakað til góðar.
Í fjør taptu teir nevnliga
finalurnar í bæði lands-
og steypakapping fyri
júst HIK, men í ár hava
teir so megnað at vunnið
3-0 í fyrsta dystinum
millum liðini.
Teir føroysku hyggjar-
arnir, sum síggja Viasat
Sport, kunnu longu nú
vera vísir í at síggja
finaludystin hjá Bárði
og teimum, og møguliga
verður dysturin eisini
sýndur á DR1, men tað
er so ikki endaliga greitt
enn.
Bárður
í steypa-
finaluni
Hans gevst í HB
Hans á Lag hevur í mong ár verið fastur fúsur í verjuni hjá HB, men komandi ár verður hann so ikki tøkur hjá
føroyameistarunum
Bárður Mikkelsen og Holte verða aftur í ár partur av
donsku steypafinaluni í flogbólti
Karina Petersen úr Fugla-
firði setti um vikuskiftið
nýtt føroyskt met í 100 m
bringusvimjing við tíðini
1.18,58.
Hetta hendi í svimji-
kapping í Vági, og við
tíðini syrgdi Karina sam-
stundis fyri, at hon longu
nú er vís í at vera í føroyska
hópinum, tá Oyggjaleikir-
nir verða á Guernsey kom-
andi summar.
Umframt at svimjararnir
nú hava úttøkukrøvini til
OyL at miðja eftir, var
kappingin eisini úttøku-
kapping til NJM, sum
verður í Malmø komandi
mánað.
Tríggir svimjarar, Lisbert
Joensen, Sára Joensen og
Janus Olsen, tryggjaðu
svumu í kappingini undir
ásettu krøvini, og verða tey
sostatt við í kappingini.
-jm
Karina setti met
C
M
Y
K
18