Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 26. november 2002 21 - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á 21 20 Nr. 227 - 26. november 2002 Úrslit um vikuskiftið Meistaradeild kvinnur TB-Mjølnir 3-2 (11-25, 25-21, 25-17, 23-25, 15-8) Dráttur-ÍF 3-2 (17-25, 25-19, 11-25, 25-17, 15-6) KÍF-Fleyr 3-0 (25-15, 25-19, 25-22) Meistaradeild menn SÍ-ÍF 0-3 (15-25, 20-25, 17-25) Fram-Fleyr 3-0 (26-24, 25-17, 25-18) Dráttur vísti, at tær eisini vilja verða part- ur í heiðursmerkja- stríðnum, tá tær vunnu heimadystin móti ÍF KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Higartil í kappingini hava tað fyri tað mesta verið trý lið, sum tosað hevur um, tá talan hevur verið um heiðursmerkjakandidatar. TB, Mjølnir og ÍF høvdu fram til hetta vikuskiftið býtt stigini sínamillum í innanhýsis dystum sínum, og so høvdu tey bara tikið alt, tá talan var um dystir móti Drátti, KÍF og Fleyr. Dráttur hava tó fleiri ferðir víst, at tær kunnu koma heilt nær, um lagið er tað rætta, og tað var tað sunnudagin. ÍF var á vitjan á Giljanesi, og eftir ein harðan dyst, sum gekk út í fimm sett, eydnaðist tað heimaliðnum at knógva ÍF. Fyri Drátt merkir sigurin sjálvandi fyrst og fremst, at tær nærkaðust ÍF á triðja- plássinum, men sálarligi týdningurin av sigrinum man vera nógv størri enn so. Eftir at tað fleiri ferðir hevur verið nær við, fekk Dráttur hesa ferð prógvað, at tær væl kunnu vera við, har sum tað hendir, og fyri kappingina er tað bara at frøast um, at talan nú tykist vera um enn eitt lið, sum er ført fyri at blanda seg í oddinum. Fyri ÍF merkti tapið hin- vegin, at tær dragnaðu eitt fitt petti í mun til oddaliðið av Tvøroyri. ÍF er annars einasta lið, sum higartil hevur megnað at bast TB. Tað gjørdu tær í fyrsta umfarinum, og komandi vikuskifti fæst sjón fyri søgn, hvørt talan tá bert var um upplop, ella um ÍF veruliga hevur evnini til at leggja seg út í oddastríðið. Eftir fleiri góð avrik fekk KÍF sunnudagin síni fyrstu stig nakran tíð í meistaradeildini, tá tær vunnu granna- uppgerðina ímóti Fleyr KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk KÍF er ikki longur niðasta liðið í meistaradeildini hjá kvinnum. Fyri fyrstu ferð nakran tíð hava kollfjarðar- kvinnurnar hetta kapping- arárið roynt seg í meist- aradeildini hjá kvinnum, men fram til sunnudagin hevði úrtøkan tó verið so sum so. Fleiri ferðir hevur liðið tó sýnt góð avrik, men hetta hevur ikki rokkið til stig. Altso ikki fyrr enn sunnudagin. KÍF vísti nevnliga hesa- ferð, at tær so avgjørt hava tikið við læru í dystunum higartil, og tað var eingin ivi um, at nú skuldi tað vera hjá teimum. Snøgt sagt, so vóru tær nógv meira tendraðar enn Fleyr-kvinn- urnar, og hesin stríðsviljin vísti seg eisini at gerast avgerandi. Í fyrsta settinum fekk Fleyr valla fótin fyri seg, og tó at tær komu nærri, sum dysturin leið, so megnaðu tær ongan tíð veruliga at hótta sigurin hjá heima- liðnum. Sum sagt, so lyfti sigurin KÍF av niðasta plássinum í deildini, sum ístðain er í varðveitslu hjá Fleyr. Og mangt bendir á, at hetta eisini verður støðan, í øll- um førum fram til grund- spælið er av. Tað er í løtuni óhugsandi, at Fleyr skal taka stig frá nøkrum av hinum feløgunum í deild- ini, og tí er lítið hugaliga prátið um eina møguliga niðurflyting farið at ganga hjá havnarfelagnum. Ein støða, sum í mangar mátar vildi verið óhugsandi fyri fáum árum síðani, men sum kortini er veruleiki í dag. ÍF lat ongan iva vera eftir, tá teir vunnu tryggan sigur í úti- dystinum móti SÍ MANSFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Eitt av allar sterkastu lið- unum í flogbóltslandskapp- ingini í fjør var SÍ. Meist- araheitið vunnu teir ikki, men leingi vóru teir væl við, og hartil eydnaðist teimum eisini at vinna steypafinaluna í dysti móti ÍF. Og sørvingar hava aftur í ár eitt sterkt lið, men tað er tó ein munur á kortini. Tað er nevnliga so, at ÍF í ár tykist hava eitt lið, sum eingin kemur í nær námind av hvat styrki viðvíkjur. Undan dystinum í Sør- vági høvdu fuglfirðingarnir vunnið fimm dystir á rað, uttan at sett er tikið frá teimum, og sunnudagin kom so sætti sigurin. Og tað var ongan tíð nakar ivi um, hvør parturin var hin stinnari. Frá fyrsta bóltinum vóru fuglfirðing- ar teir stinnaru, og tó at ferðin á spælinum ikki alla tíðina var hin sama, so var tað ikki stórvegis, sum heimamenninir kundu gera til tess at steðga reyða herinum. Og spurningurin tykist í løtuni vera, hvørt nakar yvir høvur er førur fyri at gera nakað sum helst við ÍF. Á øllum plássum tykist liðið vera somikið sterkt, at veik punkt eru trupul at fáa eyga á, og tí fær liðið alla tíðina leikt sítt spæl, tó at leikararnir rotera á pláss- unum. Enn er grundspælið tó ikki liðugt, og í endaspæl- inum fara stigini av álvara at telja, men sum sagt, so er í løtuni ilt at fáa eyga á nakran avbjóðara til væl koyrandi fuglfirðingarnar. Í oddadystinum í Trongisvági fekk TB harðastu mót- støðuna á árinum frá Mjølnir, ið tó ikki kláraði at fylgja við allan vegin KVINNU- FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen At kvinnurnar hjá Mjølnir vóru fult upp- settar til dystin móti, vístu tær frá fyrstu løtu, tí TB fekk á heimavølli av at vita í fyrsta settin- um. Alt bar til hjá Mjølnir og einki hjá TB, og tá avtornaði hevði Mjølnir lagt seg á odda 1-0 við settúrslitinum 25-11. Sovorðna mótstøðu hevði TB ikki fingið á heimavølli fyrr í ár, og tað var ikki sørt, at fjáltur kom á bæði spæl- ararnar og hini rundan um liðið. Men í øðrum setti kom TB betur við og byrjaði við at leggja seg á odda 6-0. Mjølnir svaraði tó aftur, og skjótt stóð á jøvnum 7-7. Síðani fylgdust liðini uppeftir, men í síðsta enda fekk TB meira burturúr, og í avgerandi løtuni eydnaðist at vinna settið 25-21. Í triðja settinum vóru tær hjá TB blivnar heilt tryggar í spælinum og vunnu 25-17. Serliga var tað álopsspælið, ið nú var komið upp á pláss, og tá kunnu fægstu lið í landinum vænta sær at gera tað stóra við TB. Roynda manningin hjá Mjølnir skal kortini ongantíð avskrivast, og tað vísti seg eisini í fjórða setti. Liðini fylgdust upp- eftir, men hóast TB var liðið, ið alla tíðina var eitt vet frammanfyri, spældi Mjølnir sterkt á gólvinum og fekk vent settinum móti endanum. TB megnaði ikki at halda fast við góða álopið frá settinum frammanundan, og tá kanska nervar at enda eisini komu uppí, helt Mjølnir tørn og vann 25- 23. Nú skuldi alt avgerast í fimta settinum, men her skuldi tað vísa seg, at TB-kvinnurnar høvdu størru orkuna, meðan kreftirnar hjá Mjølnir fóru at ganga undan eftir tey fýra hørðu settini frammanundan. Tí gjørdist tað ein sannførandi 15-8 sigur til TB í avgerandi settin- um, og sostatt rakk tað eisini til 3-2 sigurin, ið ger, at TB nú er einsa- malt oddalið við 12 stig- um fyri sínar sjey dystir, framman fyri ÍF og Mjølnir, ið hava ávika- vist 10 og 8 stig. TB-Mjølnir 3-2 (11-25, 25-21, 25-17, 23-25, 15-8): TB vann upp á álopsspælið SÍ-ÍF 0-3 (15-25, 20-25, 17-25) Ivaleysir fuglfirðingar Dráttur-ÍF 3-2 (17-25, 25-19, 11-25, 25-17, 15-6) ÍF dragnaði KÍF-Fleyr 3-0 (25-15, 25-19, 25-22) Fyrstu stigini KÍF vann botn- og grannauppgerðini móti Fleyr, og lyfti seg sostatt av niðasta sessinum í meistaradeildini hjá kvinnum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20