Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 26. november 2002 23 Kvinnurnar hjá Tjaldri áttu hálvleik við rubb og stubb. Men eftir steðgin vendi Stjørnan dyst- inum og vann seg at enda framum í allar- síðstu sekundunum Kvinnuhondbóltur Hilmar Jan Hansen Tað vóru ikki meira enn fimm sekund eftir av mill- um Tjaldur og Stjørnuna, tá dramatikkurin í Runavík toppaði. Maria við Neyst, sum stutt frammanundan hevði skoraði eitt týdningarmikið mál fyri Stjørnuna, var á veg ígjøgnum í allarsíðsta álopinum í dystinum, tá Beinta Joensen hjá Tjaldri tók í armin á henni. Revsingin var burturvís- ing til Beintu og brotskast til Stjørnuna, samstundis sum støðan var 23-23. Dysturin skuldi sostatt avgerast við beinleiðis duell millum málverjan hjá Tjaldri, Mariu Vlas-ceanu, og toppskjúttan hjá Stjørn- uni, Danijelu Ercevic. Og tað bleiv Danijela, sum kundi spæla upp á sálarligu yvirvágina, sum Stjørnan hevði vunnið sær í seinna hálvleiki, og tískil endaði dysturin 24-23 til Stjørnuna. Ein dramatiskur endi í einum dramatiskum og spennandi dysti, sum til tíðir eisini var væl spældur. Men hetta var ikki tann endin, ið alt peikaði á ein góðan hálvan tíma framm- anundan, tá liðini fóru til hálvleiks, tí tá var Tjaldur væl og virðiliga á odda. Sannførandi heimalið Tjaldur átti fyrra hálvleik við rubb og stubb og vann hann sannførandi við seks málum í yvirskoti. Stjørnan fylgdi við tað fyrsta korterið, men so dró Tjaldur bara frá og økti um sína leiðslu, uttan at tað eydnaðist gestunum úr Klaksvík at svara munagott aftur. Serliga vóru tað tær báðar útlendsku hjá heima- liðnum, Milica Ergic og Lenka Ribaric, ið skaraðu framúr og sluppu til skot í heilum móti málinum hjá Stjørnuni. Tjaldur vísti hugflog og áræði, og tað var heilt týðiligt, at spælararnir vóru greiðir yvir, at dysturin skuldi vinnast, um Tjaldur ikki skuldi smokka upp aftur longur niður á aftasta plássinum á stigatalvuni. Hinvegin bar lítið til hjá Stjørnuni, ið serliga hevði trupulleikar við at fáa verjuna upp at koyra. Tær hjá Tjaldri sluppu væl framat og kundu hótta við skotum so at siga alla tíðina. Vend kom í Sjálvt um tað sá svart út hjá Stjørnuni, var tað síðsta framvegis ikki farið, og spælararnir løgdu hart út eftir steðgin og skoraðu beinanvegin fýra mál, uttan at Tjaldur fekk fótin fyri seg. Serliga verjuparturin var munandi betur skipaður hjá Stjørnuni eftir steðgin, og merkisvert er, at Lenka Ribaric í seinna hálvleiki einki mál fekk aftrat og Milica Ergic bara eitt. Spakuliga arbeiddi Stjørnan seg inn í dystin, og hóast Tjaldur stríddist fyri lívinum, bar ikki til at halda fast um leiðsluna, liðið hevði vunnið sær í fyrra hálvleiki. Tjaldur mansvardi av og á Danijelu Ercevic og Natasju Stamenkovic, men uttan at tað steðgaði Stjørn- uni, tí so tóku hinar á liðnum bara yvir og syrgdu fyri, at málini komu og at moralurin var intaktur. Tá bara tíggju minuttir vóru eftir, stóð á jøvnum 19-19, og tí gjørdist tann síðsta langa løtan í dyst- inum ein dramatisk og spennandi uppliving fyri bæði spælarar og áskoðarar. Stjørnan vildi ikki sleppa takinum, tá liðið fyrst hevði fingið fatur í Tjaldrinum, og dysturin kundi sum so farið báðar vegir ella verið endaður javnur. Og so var tað, at brots- kastið í allarsíðstu sekund- unum avgjørdi alt, og tí varð tað Stjørnan, ið kundi fara avstað aftur við øllum. Tjaldur-Stjørnan 23- 24 (15-9) Málskjúttar: Tjaldur: Milica Ergic 6, Beinta Joensen 5 (1), Lenka Ribaric 4, Oddvá Fossdalsá 3, Mona Lang- gaard 3 (1), Kristine Ell- ingsgaard 1 Stjørnan: Danijela Ercevic 12 (4), Rannvá Andreasen 4, Una Olsen 4, Natasja Stamenkovic 2, Súsanna Hansen 1, Maria við Neyst 1 Brotskøst: Tjaldur 5, Stjørnan 6 Útvísingar: Tjaldur 3, Stjørnan 1 Burturvísing: Tjaldur 1 Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar Simonsen Eftir orðaskiftið leyg- ardagin ætlar FSF at kanna hjá feløgunum, hvønn hugburð tey hava um longdina á kappingarárinum og um landskappingin framvegis skal halda summarfrí FÓTBÓLTSFUNDUR Jóannes Hansen At allir fimm landskapp- ingardystirnir í bestu deild- ini skulu spælast í senn – sunnudag klokkan trý – hevur í mong ár verið ein sjálvfylgja, sum tað ikki hevur verið sett spurnar- tekin við. Tað hevur bara verið, tá ið feløg hava verið upptikin av Europa Cup, ella tá ið aðrar serligar um- støður hava gjørt seg gald- andi, at dystir hava verið fluttir. Men nú er møguleiki fyri, at einstakir dystir í skránni verða lagdir at verða spældir eitt nú mána- kvøld. – Málið hevur verið umrøtt áður, uttan at nakað er samtykt. Nú var spurn- ingurin aftur uppi og vendi. Tað hevur verið tosað um, at ein av dystunum skal spælast mánakvøld, tá ið tað í einum umfari eru tríggir dystir á skránni í Eysturoy. Á fundinum leygardagin varð gjørt av, at hetta skal vera ein av spurningunum, sum skal vera í spurnarblaðnum, sum vit nú beinanvegin fara at senda feløgunum. Svar- ini skulu brúkast sum grundarlag, tá ið við í næsta mánað fara at leggja kappingarnar komandi ár endaliga til rættis. Hetta sigur Karl Vidt- feldt, formaður í kapp- ingarnevndini hjá FSF. Fundurin, sum hann sipar til, er tann, sum feløgini og FSF nevndin plaga at hava fyri at eftirmeta farna kapp- ingarárið og at stinga út í kortið fyri nýggja árið. Hesin fundurin var leygar- dagin, og skipanin av kapp- ingini fekk ikki so lítla umrøðu. Umframt spurn- ingin um dystir mánakvøld, so varð eisini tosað um longdina á kappingarárin- um, og um tað framvegis skal vera soleiðis, at allar fótbóltskappingarnar eru í summarfrí í juli mánað. At allir landskappingar- dystirnir ikki verða spældir í senn er nakað, sum er vorðið alt meiri vanligt aðra staðni í Europa. Har eru tað sjónvarpingarnar frá fótbólti, sum eru orsøkin til flyt-ingar. Eitt nú verður í Noregi sum oftast ein dyst- ur spældur leygarkvøld, og í Danmark hevur í heyst verið ein dystur á skránni leygardag seinnapart. Vilja stytta kappingarárið Millum sjónarmiðini, sum vórðu førd fram um kapp- ingina og kappingarárið, var tað væl kenda, at tað er burturvið ikki at spæla fótbólt í juli, tá ið tað er hásummar í Føroyum. Ís- lendingar hava altíð spælt fótbólt í juli, men teir spæla ikki í oktober. Sjónarmiðið at skera føroysku kapping- ina eftir umleið hesum leistinum varð ført fram. Tað er ein royndur lutur, at sjálvt um tað ikki verður spælt í landskappingini frá fyrst í juli og inntil fyrst í agust, so er fótbóltsvirk- semið stórt hesa tíðina. Tað verður spælt í Europa Cup og í Intertoto, og feløgini, sum eru í steypafinaluni, brúka eisini hesa tíðina at fyrireika seg í. – Tá ið alt kemur til alt, so man summarfrítíðin hjá spælarunum ikki vera meiri enn eina til tvær vikur. Um juli mánaði eisini skal brúkast til landskappingina, verða feløgini nú biðin at geva sítt boð uppá, sigur Karl Vidtfeldt. Í uppskotinum viðvíkj- andi leikdøgum, sum kapp- ingarnevndin hjá FSF hevði gjørt undan fundinum leyg- ardagin, var lagt upp til, at fyrsta innleiðandi umfarið í steypakappingini skal spæl- ast fyrst í mars, og at átjanda og síðsta umfarið í 1. deild skal spælast mið- skeiðis í oktober. Tað vóru fleiri, sum góvu til kennar, at tað er ov seint at spæla avgerandi dystir- nar miðskeiðis í oktober, og tað var eisini eitt sjónar- mið, at tað er ov tíðliga at spæla fyrst í mars, tá ið tað ofta er kavi og illveður. Hvat feløgini halda um hetta, skulu tey eisini boða frá í svarinum upp á spurn- arblaðið, sum tey fáa heilt skjótt, og sum tey skjótt skulu senda aftur til FSF. – Tað eru fimm EM undankappingardystir á skránni í 2003. Tað eru fleiri dystir, enn tað vóru á skránni í farna kappingar- árinum. Tað hevur við sær, at tað verður eitt sindur trongligari við vikuskiftum til landskappingina. Men hetta er ikki nakar trupul- leiki. Nú fáa vit at síggja, hvat feløgini halda, og so fara vit at snikka uppskotið hjá okkum saman, sigur Karl Vidtfeldt, formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF og kappingarstjóri bæði í yngru og eldru deildunum. Mánakvøld verður fótbóltskvøld Verður ætlanin við nýggju skipanini til veruleika, verður tað sum í fótbóltseuropa, har tað er alt meira vanligt, at tað ikki bert er um vikuskifti, at fótbóltur verður leiktur Tjaldur-Stjørnan 23-24 (15-9): Stjørnan vendi eftir steðgin 23 22 Nr. 227 - 26. november 2002 Við sínum sjeynda sigri á rað av líka so nógvum møguligum, er VB framvegis trygt oddalið í bestu kvinnudeildini. Hesa ferð var tað Neistin, ið mátti lúta í Vági KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Framvegis er tað eingin, ið hevur megnað at steðgað kvinnuliðnum hjá VB í vet- ur, og nú Neistin sunnudag- in skuldi royna tað í Vági, bar heldur ikki til. Sostatt er VB framvegis væl og virðiliga oddalið – nú við sjey sigrum í sjey dystum, við fjúrtan stigum í úrtøku. Áhugin fyri kvinnuhond- bóltinum hevur eisini breitt seg víðari í Suðuroynni, tí áskoðaratalið bara økist, og nú kemur eisini fólk norðan av oynni til Vágs at hyggja, tá VB-kvinnurnar spæla á heimavølli. Sunnudagin, tá Neistin var á vitjan, var samlaða áskoðaratalið uppi á 300, og tað ger tað neyvan minni stuttligt at vera virkin kvinnuligur hondbóltsspæl- ari í Vági. VB legði væl fyri Hesa ferð fekk VB øgiliga góða byrjan í dystinum og var á odda 5-1, tá bara tíggju minuttir vóru farnir. Og fimm minuttir seinni, tá fyrri hálvleikur var hálv- runnin, var VB framman- fyri 8-2. Tað var tó ikki bara VB, ið byrjaði væl, tí hóast mong mál fóru ígjøgnum, stóð málverjin hjá Neistan- um, Helena Dam Poulsen, sera væl í málinum. Var tað ikki fyri fleiri góðum bjargingum frá hennara síðu, kundi byrjan- in í dystinum blivið ein sonn katastrofa fyri Neist- an. Annars var ikki tað stóra flogið yvir dystinum. Ferð- in var ikki so øgilig, men heldur tóktust verjurnar á báðum liðum hugsa um at koma sær skjótt upp á pláss, hvørja ferð eitt álop var endað í hinum endan- um. Og sjálvt um Neistin tapti greitt, gavst liðið ong- antíð at stríðast fyri sakini. Dysturin var ikki liðugur, fyrr enn hann var liðugur. Millum annað hevði Neistin skjótt og vælkoyr- andi grundspæl, men manglaði tey avgerandi gjøgnumbrotini, ið kundu givið nøkur fleiri mál. Og nógvum av tí, sum kom, vardi verjan hjá VB væl fyri. Móti endanum var tað eisini Helena Dam Poulsen í Neista-málinum, ið gjørdi sítt til, at sigurin hjá VB ikki bleiv ov stórur. Aftur fann hon góðar bjargingar fram og gjørdi tað mangan torført hjá heimaliðnum at finna málmeskarnar, tá møgu- leikarnir annars ikki trutu og VB kundi havt økt sær væl um málmunin. Mansverja ger ongan mun móti VB Eins og í fleiri av undan- farnu sigrunum hjá VB, vísti liðið seg aftur hesa ferð at hava størri skot- styrki og betri gjøgnum- brotskraft enn mótstøðulið- ið. Hetta hevur sum heild verið munurin á VB og hin- um liðunum, og um vágs- kvinnur megna at halda tann fyrimunin við líka, verður tað meira enn torført hjá hinum liðunum at nerta tær. Spælið hjá VB er rætti- liga trygt, og sjálvt um fleiri broytingar blivu gjør- dar gjøgnum dystin sunnu- dagin, darvaði tað ikki spælinum ella hugflognum. Eitt nú byrjaði Reda Kur- kaliskiene hesa ferð úti á vinstra vongi, har gjøgn- umbrotini kanska ikki hava verið tey nógvu í hinum dystunum, og hon fekk væl burturúr. Tá so Neistin fór at mansverja Daivu Tuo- maite, kom Reda inn á bakkin aftur. Mansverja er annars eitt vápn, fleiri av hinum liðun- um hava roynt, men hetta tykjast tær í VB at hava gjørt nokk so fitt burturúr í venjing, tí tær standa seg minst líka væl fimm móti fimm, sum tá allar seks sleppa at spæla frítt. Sunnudagin kundi tað gera næstan tað sama, hvat Neistin fann uppá, tí VB vísti sína styrki og læt ong- antíð nakran iva vera um vinnaran av dystinum. Næstu vikurnar skulu so enn eina ferð vísa, hvussu sterkt VB-liðið í veruleik- anum er, tí fyri framman eru tveir og kanska tríggir torførir dystir. Fyrst skal VB á útivølli møta StÍF, síðani á heima- vølli Kyndli, og so gongur leiðin norður til Klaksvíkar at spæla móti Stjørnuni. VB-Neistin 25-16 (13-7) Málskjúttar: VB: Reda Kurkaliskiene 10 (1), Daiva Tuomaite 8 (2), Laila Jespersen 3, Eyðbritt Krosslá 2, Anja Magnussen 1, Guðrun Midjord 1 Neistin: Simona Dziugyte 5 (2), Mildrið Jacobsen 5, Súna Mørk 2, Susan Brockie 1, Ata Høgnadóttir 1, Ása Dam á Neystabø 1 Brotskøst: VB 5, Neistin 2 Útvísingar: Neistin 1 Dómarar: Kári Niclasen og Birgir Dimon VB-Neistin 25-16 (13-7): VB situr trygt á trúnuni 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 7 7 - 0 - 0 172 136 36 14 2 VÍF 8 5 - 0 - 3 182 153 29 10 3 StÍF 8 4 - 0 - 4 185 193 -8 8 4 Stjørnan 7 3 - 1 - 3 146 153 -7 7 5 Neistin 9 3 - 1 - 5 167 185 -18 7 6 Kyndil 7 3 - 0 - 4 176 167 9 6 7 Tjaldur 8 1 - 0 - 7 157 198 -41 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 9 7 - 0 - 2 264 234 30 14 2 VÍF 9 6 - 0 - 3 290 234 56 12 3 Neistin 9 6 - 0 - 3 258 243 15 12 4 Kyndil 8 4 - 1 - 3 223 215 8 9 5 KÍF 8 2 - 1 - 5 201 207 -6 5 6 H71 8 2 - 0 - 6 191 232 -41 4 7 Tjaldur 9 2 - 0 - 7 216 278 -62 4 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 7 6 - 1 20 6 14 12 2 ÍF 7 5 - 2 19 11 8 10 3 Mjølnir 6 4 - 2 15 9 6 8 4 Dráttur 6 3 - 3 12 14 -2 6 5 KÍF 7 1 - 6 7 18 -11 2 6 Fleyr 7 1 - 6 4 18 -14 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 6 6 - 0 18 0 18 12 2 Fram 5 3 - 2 10 6 4 6 3 Mjølnir 3 2 - 1 6 4 2 4 4 SÍ 4 1 - 3 3 9 -6 2 5 Fleyr 6 0 - 6 0 18 -18 0 VB vann oddadystin í Vági, og styrktu tær sostatt um oddastøðu sína í bestu hondbóltsdeildini savmnsmynd Hondbóltsstøður C M Y K 22