Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 26. november 2002 25 Hvalvíkingar hava eina góða leiðslu eftir trý umfør, men tað tykist sum um kapp- ingin í ár verður tøtt um øll plássini í 1. deild TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Toppdysturin leygardagin millum klaksvíkingar og hvalvíkingar endaði við einum heldur óvæntaðum teprum sigri til hvalvík- ingar. Á øllum fýra borðum vóru klaksvíkingar styrkis- mettir hægri. Martin Brekká og Finnbjørn Zachariassen løgdu lunnar undir sigurin við ávíkavist javnleiki og sigri á Ólavur Simonsen og Rana Nolsøe. Í Vestmanna vitjaðu havnarmenn. Teir fór heim við fullum stigatali. Úr- slitið er sjálvsagt óvæntað, men tá hugsað verður um at IM John Rødgaard ikki leikti hetta umfarið, er tað vælskiljandi at vestmenn- ingar taptu dystin. Torbjørn Thomsen telvar ikki við teimum hendan veturin, og tá John ikki er við, er liðið sera skert. Toftamenn og kollfirð- ingar býttu stigini, sum eisini var eitt nøkunlunda væntað úrslit. Við Boga Ziska og Jens Kristian Han- sen á toftaliðnum, er liðið aftur vorðið FM kandidatar, eins og kollfirðingar eru við Hans Kristian Simon- sen og Torbjørn Thomsen á liðnum Brekká vann á Rødgaard í 3. umfari Martin Brekká hevur fingið flúgvandi byrjan á hval- víksliðnum. Hann leikti tvey tey fyrstu talvini remis móti Martini Poulsen og Òlavi Simonsen, og sunnu- dagin gjørdi hann ikki mætari enn at vinna á John Rødgaard. Martin hevði enntá svarta fólkið, og er fáur føroyskur telvari sum hevur megnað tað. Hval- víkingar vunnu dystin tep- urt 2,5-1,5. Toftamenn vunnu dystin móti havnarmonnum, og eru nú av álvara millum FM-kandidatarnar. Teir báðir, Bogi og Jens Krist- ian, vunnu á unglingunum Martin Poulsen og Olaf Berg. Rutinan vann sostatt á ungdóminum. Niðara helvtin bjargaðu tó havnar- monnum frá stórtapi, tá Herluf Hansen og Haldur Suni Johansen (hevur havt eina longri pausu frá telving) ávíkavist leiktu javnt og vunnu á Wenzil Højgaard og Helga Joen- sen. Klaksvíkingar vildu helst gloyma tapið móti hvalvík- ingum við tað sama, og høvdu í Kollafirði møgu- leika til tess við einum sigri. So varð, men sigurin bleiv ikki stórur. Ólavur vann á Hans Kristian í eyðkendum stíli við offrum a la Mikhail Tal (sum er hansara talvfyrimynd). Tor- bjørn vann á Rana, sum ikki hevur havt eina góða kappingarbyrjan. Steintór Rasmussen var aftur at síggja á klaksvíksliðnum, og leikti hann javnt móti Eyðálvi Johannesen, með- an Tummas M. Anthon- iussen vann á fjórða borði móti Grettir Djurhuus. Eisini javnt í 2. deild Tvey lið liggja fremst í næstbestu deildini, nevn- liga RT og KTF. Men bert hálvt stig aftanfyri eru sandavágsmenn, og so eiga vit heldur ikki at útiloka havnarmenn í toppstríð- num. Møguliga hava runa- víkingar ár besta møgu- leikan. Teir eru støðugir, og hava í ár fleiri fólk enn í fjør at taka av. Eitt nú telvar Jógvan Næs fyri teir í ár. Endaliga úttøku- kappingin verður í Havn Av serligum orsøkum, er síðsta og endaliga úttøku- kappingin sum skuldi verða í Hósvík, flutt til Havnar. Kappingin verður í hølum HT's, leygardagin tann 30. nov. 2002. Byrja verður kl. 1100. Í aldursbólkunum B (86- 87), C (88-89), D (90-91) og E (92 og yngri) verða 8 luttakarir í hvørjum bólki, telva verða 6 umfør, og umhugsunartíðin í hvørjum talvi er 30 min. hvør. Steyp verða latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki, og nr. 1 og 2 koma við til NM 2003 fyri unglingar. Luttakararnir til kappingina verða hesir: 1986-87: Rani Baldursson (KTF), Sjúrður Thorsteins- son (Tvøroyri), Jóhan Hendrik Ellefsen (MT), Olaf Berg (HT), Tummas Hans Rubeksen (HT), Andras Ortind (Sørvág) og Per Jacobsen (GT). 1988-89: Fríðbjartur D. Olsen (HT), Heri Thomsen (GT), Rógvi Mortensen (HT), Andras Mikkelsen (GT), Ingi W. Joensen (MT), Sam Jacobsen (GT), Henry Berg (HT) og Bjarni Jacobsen (HT). 1990-91: Rógvi Dragaberg (KTF), Helgi D. Ziska (HT), Margar Berg (HT), Dia Guttesen (GT), Dánjal P. Jacobsen (KTF), Eilif Arge (KTF), Bogi Hansen (KTF) og Regin Sivertsen (KTF). 1992 og yngri: Eli N. Leifsson (HT), Hjalti Toft- um (HT), Magnus Dánjals- son (KTF), Rógvi E. Niel- sen (ST), Johan Vørmadal (VT), Jógvan E. Joensen (VT), Heiðrikkur Jacobsen (HT) og Bárður Jacobsen (KTF). Einkultúrslitini í FM- kappingini 2. umfar KTF – TSF 1,5-2,5 Ólavur Simonsen — Martin Poulsen = Rani Nolsøe — Finnbjørn Zachariasen 0-1 Finnbjørn Vang - Sámal Christiansen 1-0 Tummas M. Anthoniusen — Gunnar Joensen 0-1 VT — HT 0-4 John Jacobsen - Martin Poulsen 0-1 Kári O. Durhuus - Olaf Berg 0-1 Petur Højgaard - Herluf Hansen 0-1 Jákup Andreasen - Haldur Suni Johansen 0-1 TT — KT 2-2 3. umfar TFS — VT 2,5-1,5 Martin Brekká — IM John Rødgaard 1-0 Finnbjørn Zachs. - John Jacobsen 0-1 Sámal Chrs. — Jákup Andreasen = Bergur Magnussen — Jón Mikkelsen 1-0 HT — TT 1,5-2,5 Martin Poulsen — Bogi Ziska 0-1 Olaf Berg - Jens K. Hansen 0-1 Herluf Hansen — Wensil Højgaard = Haldur S. Johansen — Helgi D. Ziska 1-0 KT - KTF 1,5-2,5 Hans K. Simonsen - Ólavur Simonsen 0 – 1 Torbjørn Thomsen - Rani Nolsøe 1-0 Eyðálvur Johannesen - Steintór Rasmussen = Grettir Durhuus - Tummas M. Anthoniussen 0-1 Støðan: TFS 8,0 stig KTF 6,5 HT 6,5 TT 6 KT 5,5 VT 3,5 Talvið hesa vikuna: Góður IM-skalpur Tveir føroyingar luttaka í sterkari kapping í Taastrup, har møguleiki eisini er at skora sær IM- normar. Flóvin Tór Næs og Eyðun Nolsøe hava báðir fingið góða byrjan. Flóvin hevur 2,5 stig eftir trý umfør, og hevur eitt nú leikt javnt móti IM Ole Jacobsen, meðan Eyðun hevur 2 stig. Í triða umfari, sum varð leikt sunnudagin, vann Eyðun eitt gott talv móti týskum altjóða meistara. Havi valt hetta talv í dag. (1) Eyðun Nolsøe (2232) - IM Koerholtz (2357) Taastrup 30 års-turneringen (3. umfar), 24.11.2002 1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 g6 5.c4 Bg7 6.Be3 Rif6 7.Ric3 Rig4 (sambært talvbásum skal hvítur ikki verða bangin fyri hesum leiki) 8.Fxg4 Rixd4 9.Fd1 e5 10.Bd3 0—0 11.0—0 a6 12.Fd2 Rb8 13.Rad1 d6 14.b3 f5 15.Bxd4! (svartur fær ringt við at verja d4-finnuna) 15...exd4 16.Rie2 Fh4 17.exf5 Bxf5 18.Bxf5 Rxf5 19.Rixd4 (so reyk finnan, og hvítur hevur eisini sunna støðu + at d6 finnan ikki yvirlivur leingi) 19...Rf7 20.Rie6 (aktivur riddarin gevur Eyðun eina finnu aftrat) Bf8 21.g3 Fg4 22.Rixf8 Rbxf8 23.Fxd6 h5 24.Rd4 Fg5 25.Fd5 Fe7 26.Rf4 Kg7 27.Fd4+ Kh7 28.Rxf7+ Rxf7 (støðan er lætt vunnin, og Eyðun ger eisini skjótt av) 29.Rd1 Fe2 30.Rd2 Fe1+ 31.Kg2 Re7 32.Ff4 Fb1 33.Rd8 Fc2 34.Rh8+! (skjótasti háttur) 34...Kxh8 35.Ff8+ Kh7 36.Fxe7+ Kg8 37.Fxb7 Fxa2 38.Fd5+ Kg7 39.c5 Fc2 40.c6 Kh6 41.Fc4 Ff5 42.Ff4+ og finnan kemur á mál 1—0 Tøtt kapping Við sigrinum á Rana Nolsøe var Finnbjørn Zachariasen við til at leggja lunnar undir sigrinum hjá hvalvíkingum á Klaksvíkini 25 24 Nr. 227 - 26. november 2002 Teir á oddaliðnum hildu seg avgjørt ikki hava verið óhepnar í Aalborg, har málið hjá Toda bar eitt stig við sær ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Sunnudagurin komandi verður fyrsti sunnudagur í adventini. Tá fer danska superligan í vetrarfrí. FCK skal spæla á heimavølli ímóti botnliðnum Silke- borg. Í donsku miðlunum eru teir longu farnir at tosa um, hvussu FCK liðið man fara at verða mannað í tí dystinum. Í bløðunum verður eingin ivi mettur at vera í, at Todi Jónsson fer at vera í øðrum álopsplássin- um. Sigursmálið ímóti Køge næstsíðsta sunnudag bar við sær, at bonkarendin í Parkini fyri stórari viku síð- ani varð útskiftur við pláss ímillum teir fyrstu ellivu í Aalborg. Og málið í Aal- borg ber ivaleyst nýggjan møguleika á vøllinum við sær næsta sunnudag. Eisini tí at Peter Møller, sum var liðformaður í Aalborg, er ivasamur orsaka av skaða. Gongdin hjá Toda í FCK síðstu vikurnar er undir- striking av, hvussu skjótt tað kann ganga hvønn veg- in í fótbólti. Fyri einum mánað síðani var Todi onkra ferðina ikki ímillum teir fyrstu sekstan í FCK. Nú tykist hann at vera sjálvskrivaður ímillum teir fyrstu ellivu, og spurning- urin er heldur, um Zuma skal flytast úr høgru og undir liðina á Toda í FCK álopinum, ella um Jörgen Petterssson aftur skal fáa møguleikan. Eftir at sviin hevði skorað tvær ferðir, varð hann sagdur at vera málrevurin, sum FCK hevði leitað og bíðað eftir. So varð hann eitt sindur skaddur, og nú tykist hann ikki hava møguleika at sleppa á liðið, um allir hinir eru tøkir. Kroystir av AaB At teir í FCK vóru nøgdir við 1–1 í Aalborg var ikki so undarligt. Tá ið teir vóru har norðuri seint í summar, løgdu teir í FCK rygg til eyðmýkjandi 3–0 tap. Og sunnudagin vóru teir eisini stórar partar av tíðini kroystir. – AaB spældi væl. Teir vóru ágangandi, og teir løgdu okkum undir trýst. Tað hevði við sær, at vit sera sjáldan megnaðu at samanspæla fleiri enn tvær ella tríggjar ferðir, áðrenn teir komu ímillum, og teir spældu seg til væl fleiri málmøguleikar, enn vit gjørdu, sigur Todi Jónsson. AaB hevði góðar møgu- leikar beinanvegin, og teir høvdu ivaleyst vunnið, um tað hevði eydnast teimum at fáa hol á. Tí var málið, sum Todi Jónsson skoraði eftir eitt stórt korter, so sera týdningarmikið. Thomas Røll, sum skoraði annað av málunum í 2–0 sigrinum hjá Danmark á Póllandi mikukvøldið, sendi horna innfyri úr høgru. AaB verj- an var serliga upptikin av at ansa Peter Møller. So varð Todi leysur undir málinum og støðan 1–0 til FCK. Eftir málið snúði tað seg hjá FCK um at halda tætt og so vóna, at tað skuldi eydnast í snarálopum. AaB trýsti, og eitt lítið korter undan dystarenda eydnaðist tað unga Christian Christiansen at sneiða framvið fleiri og at javna til 1–1. AaB hevði betri slut- spurt, men evnagóði Rune Pedersen í FCK málinum spældi sera væl. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK 17 10 - 5 - 2 27 16 11 35 2 Brøndby (M) 17 7 - 5 - 5 24 20 4 26 3 AaB 17 8 - 2 - 7 25 26 -1 26 4 Esbjerg 17 6 - 6 - 5 36 35 1 24 5 Farum 17 8 - 0 - 9 24 34 -10 24 6 OB (S) 17 6 - 5 - 6 27 24 3 23 7 AB 17 5 - 7 - 5 22 19 3 22 8 Køge 17 7 - 1 - 9 30 38 -8 22 9 FCM 17 5 - 6 - 6 23 22 1 21 10 Viborg 17 5 - 6 - 6 30 32 -2 21 11 AGF 17 5 - 4 - 8 25 33 -8 19 12 Silkeborg 17 4 - 5 - 8 23 27 -4 17 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Stórsigurin lætti um hjá Laudrup, meðan nýggi AGF venjarin hevur rættuliga nógv at hugsa um í tunga endanum á støðu- talvuni SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað lætnaði nógv hjá Brøndby og Michael Laud- rup leygardagin. Kanska var talan um síðsta lands- kappingardystin hjá Brønd- by á heimavølli, uttan at nakar føroyingur er í hópin- um. Jón Rói Jacobsen var ikki á Brøndby stadion leygardagin. Men vit skilja á lagnum, at tað er sera nógv, sum bendir á, at hann verður evni til 1. liðs hópin, tá ið tað í mars verður farið undir seinnapartin av donsku landskappingini. Áskoðarafjøldin var stór í Brøndby. Tey vóru komin at fagna málverjanum Mogens Krogh, sum sein- astu ellivu árini hevur vart Brøndby málið. Og tey vóru komin at siga farvæl við Allan Ravn og Thomas Lindrup, sum ikki ætla at halda fram í Brøndby. Farvæl dysturin var nógv besta avrikið, sum Brøndby hevur sýnt í hesum kapp- ingarárinum. Teir vundu burturúr Farum. Uppflyt- araliðið, sum annars hevur staðið seg so ógvuliga væl, legði rygg til 7–1 tap. Stóri maðurin hjá Brøndby var Morten Wieghorst. Mið- vallarin skoraði fýra av teimum sjey málunum. Esbjerg kiksaði Burtursæð frá hjá Brøndby so royndist tað ikki nakað serligt hjá hinum feløgun- um, sum royna at hanga uppií FCK, sum er níggju stig undan næstu kapping- arneytunum. Esbjerg var í Viborg, har heimaliðið við 4–1 sigri fyri fyrstu ferð í langa tíð lyfti sær uppum niðurflyt- ingar strikuna. Esbjerg ætl- aði at vinna næstfremsta plássið aftur, sum Brøndby hevði tikið leygardagin, men vesturjydarnir vórðu rættuliga kollrendir. Tá ið eitt korter var farið, var støðan 2–0. Spurningurin var síðani, um tað skuldi gangast, sum tað gjørdi tíðliga í kappingarárinum, tá ið Viborg vann 6–0 á heimavølli ímóti Esbjerg. Gestirnir komu eitt sindur betri undan hesa ferð, men sjálvandi vóru teir alt annað enn væl nøgdir. AB, sum er í fíggjarlig- um óføri, og sum leingi var í úrslitaligum aldudali, vann fyri aðru ferð á rað. Næstsíðst vunnu teir 4–0 í Aalborg, og hesa ferð vunnu teir 3–1 á heimavølli ímóti AGF. Nú hevur AB ikki tapt í seks landskapp- ingardystum á rað. Hjá AGF og nýggja venj- aranum, Poul Hansen, sten- dur verri til. Teir eru á nið- urflytingarplássi, og teir hava ikki vunnið síðani fyrst í november, tá ið teir sendu Brøndby av Århus stadion við tapi. Tá varð vónað og kanska eisini roknað við í Århus, at AGF skuldi nærkast toppinum. Men soleiðis hevur tað av- gjørt ikki gingið. Troels Bech var inntil summarsteðgin venjari hjá OB. Nú er hann venjari hjá FCM, meðan hjálparvenj- arin hjá honum í tíðini í Odense, Ulrik Pedersen, heldur í teymarnar hjá OB. Tá ið hesi bæði liðini sunnudagin hittust á Oden- se stadion, bendi alt leingi á, at tað skuldi endað mál- leyst. Men sjey minuttir undan leikloki fekk heima- liðið sigursmálið. Kanska varð tað roknað við fáum ella ongum mál- um, tá ið botnliðini, Silke- borg og Køge hittust. So- leiðis gekst tað ikki. Gest- irnir úr Køge vunnu 4–3, eftir at teir í 1. hálvleiki høvdu verið frammanfyri 3–0. Málmøguleikarnir vóru so nógvir, at Køge venjarin, Henrik Jensen, eftir dystin helt fyri, at tað kanska hevði verið rættari, um úrslitið hevði havt verið 10–10! Nú tað bara restar eitt umfar undan vetrarhvíldini, eru tað grannafeløgini AGF og Silkeborg, sum heita tey bæði aftastu plássini, meðan tað eru grannarnir í høvuðsstaðnum, FCK og Brøndby, sum manna tvey tey fremstu plássini. Í átjanda umfarinum sær skráin soleiðis út: Køge- Brøndby (leygardagin), AGF-AaB, Esbjerg-AB, Farum-OB, FCK-Silkeborg og FCM-Viborg. Hann er sinnaður til undir kendu treytunum at kappast um pláss í álopinum, men hann ætlar sær ikki at spæla ókeypis ÚTISETI Jóannes Hansen Seinnapartin í gjár – eftir at blaðið fór til prentingar, hittust Todi Jónsson og ítróttarstjór- in í FCK, Niels–Christi- an Holmstrøm, í felags- hølunum hjá FCK á Frederiksberg. Einasta mál á dagsskránni vóru sáttmálasamráðingarnar. Fyri einum lítlum mánað síðani gjørdi Todi av at steðga við samráðingunum. Hann var ikki vísur í, um hann vildi halda fram í fel- agnum, tá ið hann saman við trimum øðrum skuldi kappast um tvey pláss ímillum teir fyrstu ellivu. Sunnudagin skoraði Todi FCK málið í Aal- borg. Harvið undirstrik- aði hann dyggiliga, hvussu týdningarmikil hann er í FCK. Talan var um fjórða málið í lands- kappingini, sum er seytj- an umfør gomul. Tað er ikki so galið, tá ið hugs- að verður um, at nógvu tey fyrstu umførini var Todi stóran part av tíðini á beinkinum. Umframt tey fýra málini í lands- kappingini hevur Todi skorað fýra onnur týdn- ingarmikil mál síðani summarsteðgin – í steypakappingini og Europa Cup. Spurningin, um hann er sinnaður at halda fram í FCK ella ikki, hevur Todi sjálvur svar- að, áðrenn hann í gjár skuldi til samráðingar- borðið: – Eg havi hugsað meg um, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg eri sinnaður at halda fram í FCK. Zuma hevur í nógvum umførum tær síðstu vikurnar verið í høgru síðu. Tað vil siga, at vit nú tykjast vera tríggir, sum kappast um tvey pláss í álopinum, og tí kappingini havi eg einki ímóti at vera við í. Tað ræður um at bíta tennirnar saman og at gera sítt ítarsta. Tað vil við øðrum orð- um siga, at ítróttarstjórin í FCK nýttist í gjár ikki at ivast í, um Todi var sinnaður at halda fram í felagnum ella ikki. Spurningurin, sum skuldi avgreiðast, var, hvussu tað skuldi vera við lønini, og hvussu langt nýggja sáttmála- skeiðið skuldi verða. Yvirhøvur eru lønirn- ar í FCK hægri, enn tær eru í øðrum feløgum í Danmark. Men tað er eingin loyna, at Todi ikki hevur verið millum best løntu spælararnar í FCK. Hetta er sætta árið hjá honum í felagnum, og síðani Todi í 1997 flutti úr Lyngby og til FCK eru nógvir spælar- ar komnir afturat, sum ivaleyst fáa nógv meiri í løn. Todi vil ikki siga so nógv um lønarspurning- in: – Eg ætli mær ikki at spæla ókeypis, er einasta viðmerkingin. Í stuttu útsøgnini man liggja, at føroyski álopsmaðurin vil hava meiri í lønar- posan, enn hann higartil hevur fingið. Góða úrtøkan síðstu vikurnar hevur styrkt um samráðingarstøðuna hjá føroyska spælaran- um, sum við avrikunum á vøllinum dyggiliga hevur undirstrikað yvir- fyri leiðsluni, at hann framvegis er týdningar- mikil liður í FCK strem- banini at vinna DM og at standa seg í europeisku kappingunum. At Todi millum FCK áskoðar- arnar telist millum best lýddu spælararnar í fel- agnum ger neyvan støð- una verri undan samráð- ingunum. FCK ferðalagið kom ikki aftur úr Aalborg fyrrenn fyrrapartin í gjár. Teir fóru beinleiðis úr Kastrup og til venj- ingar á Frederiksberg, og so skuldu Todi og Niels–Christian Holm- strøm samráðast. Í mor- gin frætta vit meiri um, hvussu tað gekst. Todi ætlar at halda fram í FCK FCK heldur tørn Brøndby gjørdi orduliga um seg C M Y K 24