Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 1986síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Fjallavatn — elorka í Vágum: tíðindablaðið SEV hevur start seg blint uppá okkara vøtn Nr. 138 — 6. desember 1986 Vit eiga og mugu góðtaka vatnorkuútbygging, tí henda orka er eisini náttúruvirði, men vit kunnu ikki góðtaka ein stat í statinum, sum søplar triding til helut av hesum virðum burtur og til tess nýtir hálvuaðru til tvær ferðir tann pening, sum sama orka kundi fingist fyri, segði Atli Dam m.a. á fólkafundi í Vágum í juni. Vit prenta røduna, sum Atli Dam, løgmadur, helt á fólkafundi í Vágum 23. juni í ár. Givna evnið: >Fjalla- vatn — elorka i Vågum« leidir til umrødu av elorku år vatni okkara tvs. ut- bygging av sokalladum varandi orkukeldum. Fremsti meguleiki til út- bygging av varandi orku í Feroyum er útbygging av vatnorkuni. Hinir megu- leikarnir við vindi og aldu eru ov stutt ávegis komn- ir. Náttúruárinið = av vatnorkuútbygging og vindorku kann verða rættiliga stórt og er tí ikki legið, at tjak tekur seg upp um hetta. Hópur av fólki kennir tað svárt at síggja nátt- úruvekur lendi løgd undir vatn ella vakrar áir út- turkaðar, serliga tá ískoytið frá vatnorkuni til samlaðu orkunýtsluni er so lítið. Hesi eru tilreiðar at finna seg í teirri meiri globalt fevnandi dálking, sum stendst av nýtslu av termiskari orku við koli, olju ella kjarnusyndring og sum í fyrsta lagi leggur stór skógareki í oyði og í eðrum lagi fremur slíkar veðurlagsbroytingar, at ivasamt er, hvussu leingi livandi verður á jørdini. Hetta dapra alternativið ger, at vit hava skyldu til at útbyggja ta varandi orku vit kunna og hava ráð til, eisini um vit kunnu siga, at tað vit kunnu leggja afturat er eitt pú í allari verðini. Eg eri tí millum teirra, sum taka undir við eini skilagóðari vatnorku- útbygging, sum mest náttúruvernd og ger seg býttan, tá hugsað verður um at seta ílegukostnaðin av projektum sínum inn í ta sterru eindina, sum er At finna hitt optimala — sum maðurin segði — her, er sjálvsagt mikið tjakevni, og til tess at fáa semju í hesum tjaki krevst drúgvt og nærlagt kanningararbeiði, projekt- eran og útroknan. Tíverri tykist tað so, at tann stovnur, sum hevur fingið í hendi at útvega føroyingum elorku, er full- komiliga deyvur, tá talan er um at leita frægastu loysnirnar fram, heilt blindur, tá talan er um náttúruvernd og ger seg býttan, tá hugsað verður um at seta ílegukostnaðin av projektum sínum í ta sterri eindina, sum er beriorkan hjá samlaða før- oyska samfelagsbúskap- inum. Hetta er ein syrgilig sega! Ein statur roynir at reisa seg í statinum, men hesin eigur ikki ta kom- petansu ella tað skynsemi, sum kann útvega okkum hóskandi og bíligastu loysnina. Tað tykist mær, at SEV hevur start seg blint upp á okkara vekru vetn, sum hava ríkað lívið hjá okkum feroyingum og sum eru so týðandi partur av okkara náttúru- »Tiverri tykist tað so, at tann stoun- ur, sum hevur fingið í hendi at út- vega foroyingum elorku, er fullkomi- lig deyvur, tá talan er um at leita frægastu loysnirnar fram, heilt blind- ur, tá talan er um náttúruvernd og ger seg býttan, tá hugsað verður um at seta tløgukostnadin av projektum sínum inn í ta størri eindina, sum er beriorkan hjá samlaða foroyska búy- skapinum.« Vit eiga og mugu góð- taka vatnorkuútbygging, tí henda orka er eisini náttúruvirði, men vit kunnu ikki góðtaka ein stat i statinum, sum søpl- ar triding til hevlt av hes- um virðum burtur og til Atli Dam å følkafundi i Vågum i juni 1986 rikidømi vid ti rika, ser- merkta livi, tey eru upp- hav til. Eisini tå tad snyr seg um so lågtliggjandi vøtn sum Eidisvatn og Fjalla- vatn, har meira enn trid- ingurin av orkuni er tikin burtur úr, tí vatnið misti hana í fallinum av tindum og líðum og niður í 100- 110 metra hædd, har SEV leggur goymslurnar. Lat meg endurtaka: tess nýtir hálvaaðru til tvær ferðir tann pening sum sama orka kundi fingist fyri. Nú er evnið her orkan í Fjallavatni, og kann tað tykjast óviðkomandi at vísa til tað, sum hendir í Norðureysturoy, men júst gongdin har ger, at neyðugt er at brynja seg, áðrenn Fjallavatn stendur fyri terni, hóast eg meti, at SEV hevur lorkað so, at Atli Dam: — Eg eri millum teirra, sum taki undir við eini skilagóðari vatnorkuútbygging, sum mest skyns- amiliga varðveitir náttúruvirði og samstundis gevur mest meguliga orku fyri eina ávísa ílegu. teir ikki orka undir út- bygging her tey fyrstu nógvu árini. Nú er tað so, at alis- freðiligar ella fysisku lóg- irnar geva okkum tann einastandandi meguleika at leggja tær útbyggingar, sum neyðugar eru, so hegt á haga, at munandi smærri regneki geva sterri orku, enn hon fáast kann við at byggja lágt. Henda meguleika mugu vit nýta, men siga SEV og ráðgevar tess enn nei, og koma teir tí at renna hesa útbygging fasta, tí heldur hon fram, so vil okkara lítla land bleða burtur og tað til fánýtis. Orkunýtslan pr. í búgva í Feroyum er stór, men nógv minni enn í granna- londum okkara, og sært tú fyri tær framhaldandi vekstur í hesum landi, so munar hendan útbygging í neðra so lítið, at hon valla nektar veksturin í orkunýtslu, alt meðan hon nýtir meira enn alt avlopið í samfelagsorku, sum út- byggingin skuldi tryggjað, so her er galið. Vit vita, at orkan, sum vatnið goymir, veksur við hæddini, tí orka er einfalt vatnmongd faldað við fallhædd — so hetta veks- ur sokallað liniert — sam- stundis vita vit, at av- fallsmongdin eisini veksur við hæddini soleiðis at hver km? í erva goymir ella fær úr loftinum mun- andi meira vatn enn hver km! í neðra. Verður | vatngoymslan legd ov nidarlaga, so verð- ur fallhæddin lítil og ongin, og hóast vatn- mongdin er sterst her, verður lítil og ongin orka Hinvegin, um burturúr. goymslan er legd heilt í erva, nær ovastu fjallarød- ini, so er tann víddin, sum savnar vatnið, sera lítil og tí vatnmongdin lítil eisini, úrslitið verður tá, at hóast fallhæddin er so stór, sum hon kann verða, so verður orkan lítil og ongin vegna ov lítla vatnnegd. Tað er tí greitt, at um vatngoymslan verður legd onkunstaðni millum ovast og niðast í lendinum, so fæst mest orka burturúr. Tað ber eisini til at vísa, at um lendið hevur javnt hall frá sjónvarpinum ti fjallarødina, og tað regnar eins mikið allastaðni, so er hæddin, sum vatngoymsl- an skal liggja í, helvtin av hæddini av fjallareðini. Men sum nevnt veksur avfallsnøgdin vid hæddini og skulu goymslurnar ti liggja omanfyri helvtina av hæddini i fjallarødini, teoretiskt å 2/3, men i praksis nakad lægri, ti skapid og viddin av lend- inum i erva ger ofta, at tu må leggja partar av av- fallsøkinum burturúr. Í norður Eysturoy er meðalhæddin av fjallarød- ini 0.u. 600 metrar og hava kenir menn roknað út, at í Eysturoy lá goymslan frægast í 320-335 metra hædd. Her í Vágum er fjalla- reðin o.u. 500 metrar í meðal og ein leyslig met: ing sýnir, at goymslur kundu ligið í 260 til 300 metra hædd. Hetta vil helst geva sterstu orkuna fyri minstu íleguna, men skal eg koma aftur til hendan spurning. - Atli Dam umreddi síð- ani útbyggingina Í Eysturoynni og vísti á, at har hevdu ráðgevarnir £