Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 1986síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 138 — 6. desember 1986 tiðindablaðið Hetta er ekið, id gevur eins nógva orku sum stóra projektið hjá HÁS, sum fevnir um allar Vágarnar. Eins og í Eysturoyni eru møguleikar at gera hyljar vesturi í Vágum í 250-300 metra hædd. manorerað soleiðis, at man hevur sær eitt alibi fyri at byggja í neðra. Í veruleikanum hevur eingin ráðgevi nakrantíð mælt til at byggja í neðra uttan Højgaard á Shukz Hann greiddi eisini frá teirri politisku neyðsemj uni, sum varð gjerd, tá samgongan varð skipað Um neyðsemjuna segði hann, at hon miðar ímóti, at lántekan hjá SEV skal ikki fara upp um tær 208 mill. kr., um so er, at SEV fastheldur at útbyggja í neðra Atli Dam vísti tó á, at tað ber til at økja fram- Húsadalur , 283 leiðsluna ur 20-22 mill kWh upp i mesta lagi 28 30 mill. kWh sjålvt nu tå byrjað er at útbyggja i nedra, men um so veråur, at hildið verður fram i erva dg hevur ein tvey verk, eitt omanfyri vatnið og so tað, sum nú verður bygt við sjóvar- málan Vónandi fer SEV at ganga við til at broyta projektið. Talan verður um eina ávísa meiriløgu i tráð við tað sum bæði Orkuráðið og 4-manna- nevndin hava mælt til. Henda meiriløga lækkar kostnaðin av investerað- um krónum pr. kWt. Hvat viðvíkur útbygg- ing í Vágoynni, so skal tann optimala linjan liggja millum 260 og 300 metrar ella nakað lægri enn í Eysturoynni, ti fjøll- ini har eru hægri. Jarðfreðisliga skuldi einki verið til hindurs fyri hes- um, tí tunnlarnir koma at liggja í somu fláum, nevni- liga í miðfláunum, so har skuldi verið lagamanni at lagt tunnlarnar. Hyggur ein so at økinum, so finnur ein fram til, at Steigin kann leggjast heilt burtur úr tvs. at ekið sum ein nýtist at brúka er tað mill- um hovuðsvegin millum Eee Verðufelli ) 3/5 Skuve ——— II Tre % f Borgar- h Berglíðsmúli heyggjur Geituskor < m Kollgjógv - Oyrargjógv og Miðvág og millum Vatnið og Fjalla- vatn sg norður vestur í Hav, tað er umleið 60-70 km: ella tað sama sum i Eyst- uroynni norðan fyri tunn- larnar. Eysturoy annars er ialt 120 km", sum útbygd í hæddini kundi givið 60- 80 mill. kWt. um rætt varð atborið. Taka vit so 24 km" av hesum í Vágum, so fáast 40 mill. kWt ímóti at byggja teir 60 km? í neðra, sum bara geva 28 mill. kWt. Tvs. at ein fær nógv minni orku við at taka eitt nógv sterri eki í neðra og samstundis fær tú longri tunnlar. SEV fær 40 mill. kWt við at taka alla Vágoynna, tvs. bæði tað sentrala økid, Steigina og ekið sunnan- fyri Fjallavatn tvs millum Fjallavatn og Ser- vág. Men tá skal takast alt vestanfyri Skarðsá, Storå, Breiðá, Kirkjuá, Marknaðará og eitt minni eki av Steigini, sum renn- ur í Marknaðará eystan- fyri. Tað er givið, at hetta projektið kostar nógv meira, uttan at nekur eykaorka fæst burtur úr íleguni. Sostatt fæst fyri umleið 1/3 av víddini sama orka ; Ravhsinsfjall Middagstjal — | re 43 Rituberg sum SEV-projektid gevur á einum 3 ferðir sterri eki Ein kann eisini siga tað eðrvísi: við at byggja lágt fáast 0,55 Gwt p.r. km ímóti 1,6 Gwt við at byggja høgt Og hvat hendir so við Fjallavatni um ein byggi lágt? Vatnskorpan hækkað úr 92 metrum upp í minst 107 metrar (summi tala um at hækka hana upp í 120 --.). Og tað verð- úr tann sama segan sum í Norðureystu“ >y. við at ein leggur eitt vatn omaná vatnið fyri at féa eina goymslu. Og um nú friðingar- myndugleikarnir seta eitt mark fyri, hvussu langt niður vatnhæddin skal koyrast t.d. til einar 5—6 metrar, so hevur ein eina- ferð enn bygt eitt vatn í leysum lofti, har botnurin á hesum vatni liggur 10 ella 20 metrar omanfyri verandi Fjallavatn, meðan tá fult er speglið liggur 16—26 m. omanfyri ver- andi Fjallavatni. Tað sigur seg sjálvt, at slík bygging má vera dýr, og at orku- og peninga- spillið verður stórt. SEV leggur so egiligan dent á reguleringsmegu- leikar, sum verður liggur í at Hestfalsgjógv. - Futaklettur —5 — Høldarsting Breidistiggjur Ok na Á Ar, #19 4 pot" Húsafelli tog K i Fosstndt ur ndavågur Kjølur EG nur g Stakkarnir Flesin Presttangi hava stórar hyljar, men stórir hyljar eru bara til nyttu, tá ið meginparturin av orkunýtsluni í Føroyum kann fåast frå vatnorkuni, og nær verður tað? Tað verður …" seinur dagur I løtuni gevur vatnork- an 25% tvs. umleid 40 kWt. av 180. Arligi vøkst- urin i elnytslunier 12-15 mill. kWt, tvs. at annad- avert år skulu vit byggja eitt slíkt verk, sum SEV ætlar at byggjr í Våg- oynni. Skitsur yvir ekið, har byggjast kann og sum neyðugt er at taka, eru gjørdar, og har er sýnt, hvat meguligar goymslur kunnu leggjast. Frá tunn- linum verður so tunnil ella rer niður til eitt verk við t.d. Oyrargjógv. Vit mugu kortini byggja vatnorkuna út, men tað skal verða gjert eftir eini langtíðarætlan, sum gevur optimalan útnyttan alla tíðina. Niðursteðan er tí tann, at tað er ikki neyðugt at røra Fjallavatn og kortini kanst tú fáa meira orku burtur úr við at byggja uppi í hæddini.