Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 1986síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — Ivamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Vit eru til reiðar! Sjónleikarhúsið 60 ár í morgin 9. og 11. desember 1926 varð sjónleikur á fyrsta sinni spældur í Sjónleikar- húsinum í Havn. Leikurin var »Hjå Dalabéndum«. 10. desember var sam- koma, sum Hans Andreas Djurhuus skrivadi kan- tatu til Havnar Sjónleikarfelag er eldri enn Sjónleikar- húsið. Tað varð stovnað i 1917 og helt tey fyrstu ár- ini til í Tatursalinum i Klubbanum. Men tá Klubbin fór at vísa film, noyddist Havnar Sjónleik- arfelag út. Í nekur ár spældu tey sjónleik ymsa staðni, eitt nú í skúlanum, men so fóru tey at tosa um at byggja sjónleikarhús og savna inn pengar. Í sambandi við feðingar- dagin hjá Sjónleikarhús- inum er gjerd ein fram- sýning við myndum, plak- atum, Búnum, pallluttum og eðrum. Her sæst eisini lýsing frá fleiri havnar- kvinnum, sum høvdu bas- ar. Hesin basarur gav 7.000 krónur til húsið. 25. juni 1926 var Sjón- leikarhúsið reist. Dansað varð í tí á ólavseku. Frá ólavseku og út í desember mánað varð húsið bygt lið- ugt, samstundis sum tey vandu leikin. Ofta hava ætlanir verið frammi um at útbyggja Sjónleikarhúsið. Ymiskar ætlanir hava verið, men fyri tveimum árum síðan fóru tey í gongd. Tað ar- beiðið er liðugt nú, bæði uppíbyggingin og at seta tað gamla í stand. Leik- pallurin er blivin nógv sterri, ein venjingarpallur er komin aftrat, har er fundarheli og skrivstova, umklæðingarrúm og 25. juni 1926 var Sjónleikarhúsið reist goymslurúm. Í sambandi við 60 ára dagin verður samkoma í Sjónleikarhúsinum í morgin. Við eru boðin lim- ir í Havnar Sjónleikar- felag, stuðlar og onnur, ið standa Sjónleikarhúsinum nær. Soleiðis sær Sjónleikarhúsið út eftir umbyggingina Í # Fólk og dólgar í Sjónleikarhúsinum undirteku. Tá avgjert varð at seta leikin upp í Feroyum, fóru Elin Mouritsen og hjálpar- Havnar Sjónleikarfelag er annars við at venja sjón- leikin Fólk og Dólgar í Kardumummubýi, sum Thorbjørn Egner hevur skrivað. Jenny Petersen hevur umsett leikritið úr norskur-. Elin Mouritsen er leikstjóri. Eini 20 leik- arar verða við umframt eitt orkestur. Bern og vaksin. Hetta er óheppin tíð at venja, men væl gongur kortini, sigur Elin Mouritsen. Ætlanin er at hava frumframførslu mill- um jóla og nyggjårs. Hetta er ein barnasjón- leikur, ið kortini sigur vaksnum líka nógv sum bernum. Í Kardumummu- býi eru øll fólk fitt, allir trupulleikar kunnu loys- ast. Har er alt soleiðis, sum okkum øllum leingist eftir, sigur Elin. Tveir norðmenn frá Bergens Teater hava verið i Føroyum og gjert leik- tjøldini til leikin. Tað er ein gáva frá Norðurlanda Húsinum. Tað eru 25 ár síðan, at Eyðun Johannesen gjerdi Fólk og dólgar í Kardu- mummubýi til útvarps- leik. Leikurin verður fram- vegis spældur í granna- londunum við góðari kvinna hennara Jenny Petersen til Noregs at hitta Thorbjørn Egner. Hann var fegin um, at før- oyingar hava áhuga fyri leikinum og gav loyvi til at seta hann upp uttan at fáa nakra samsýning. randi Aftur eitt tónleikaband Stutt er millum tónleikabondini, ið koma út í hesum døgum. Tað nýggjasta eitur »I løtuni«. Við undantaki av einum lagi hevur Georg Eystan á gjørt allar tekstirnar og øll legini á bandinum. Hetta er triðja bandið hjá Georg. Hini bæði eita »Vårlongsul« og »Um Aftur«. Tónleikurin er lættur, og fleiri tekstir eru um mål, ið eru frammi i tíðini, eitt nú Watson og grind. Aftrat sær hevur Georg tónleikararnar Ronnie Nielsen, Johan Petur Andreasen, Arnbjern Siv- ertsen og Kolbein Simonsen. Lív í Baianstovu leggur redd til. Hetta bandið kostar 120 krónur.