hósdagur 11. desember 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
*íÁi á
á
Mats Johansson, svenskur leikhússtjóri:
stóran týdnin
fyri málsliga
identitetin
Ein miðvísur mentanarpolitikkur við einum virknum leikhús-
virksemi hevur stóran týdning fyri tann málsliga identitetin.
Fyri lítla tjóð sum ta foroysku ræður um at verja og fjálga um
málið og til tess er sjónleikurin eitt gott amboð. Eg haldi, at tað
almenna eigur at gera alt tað er ment, at stuðla sjónleikavirk-
semi, sigur Mats Johansson, stjóri á svenska Ríkisleikhúsinum,
sum júst hevur vitjað í Føroyum
Mats Johansson er 61 ára
gamal. Hann er føddur í
Geteborg og hevur út-
búgvið seg í bókmenta-
segu og fronskum máli. Í
dag er hann ein av odda-
svenska
sjónleikaheiminum.
stjóri á Ríkisleikhúsinum
„Riksteatern< hevur hann
umleið 400 fólk í arbeiði
og skal árliga umsita mill-
um 150 og 200 mill. kr.
Vit hittu hann ein fyrra-
part — á matstovuni á
Hotel Hafnia. Fryntligur
maður og skjótur at svara
spurningum. Hetta er
fyrstu ferð hann vitjar í
Feroyum. Neyvan er tað
heldur síðstu ferð, skilst á
honum.
monnunum
Sum
Hugtikin
— Eg eri ikki sært hugtik-
in av landi tykkara og
fólkinum. Øll eru so vin-
som, og so duga og skilja
flestu tykkara svenskt.
Hver skuldi trúð tí — her
mitt úti í tí brimbarda At-
landshavi sigur hann
brosandi.
Men hví leita sær til
hesar fjarskotnu oyggjar
hesa harðbalnu ársins tíð!
Orsekin er hon, at heims-
kenda Cullbergballettin,
sum hevur vitjað kring alt
Europa, nú hevur eina frí-
lotu — og hana vildu tey
so sleppa at brúka í Føroy-
um. Og tá stjórin í Norð-
urlandahúsinum eisini er
svensk, so var tað laga-
manni at gera álvara burt-
ur úr hesi fyri tey, og ser-
deilis fyri feroyingar,
sjáldsomu ferð. Ballett er
ikki júst nakað, sum er
vanligt at síggja á fer-
oyskum palli
Tað vísti seg so eisini,
at tað varð spælt fyri full-
um húsum heilar tríggjar
ferðir, áðrenn sjónleikara-
fólkini fóru avstaðaftur.
Mats Johansson er sera
væl negdur við vitjanina í
Feroyum. Hann heldur
fyri, at tað var stór uppliv
ing hjá leikarunum at
framfera ballett fyri fer-
oyskum áskoðarum, tí teir
alla tíðina royndu at liva
seg inn í framferslurnar.
Norðurlandahúsið
og norðurlendskar
hugsjónir
Og um Norðurlandahúsið
sigur Mats Johansson:
— Tit hava fingið eitt
framúrskarandi hús, sum
eg, uttan at smædast,
haldi, atw allir aðrir norð-
búgvar mugu evunda
tykkum. Slíkt hús má
vissuliga hava stóran
týdning fyri tykkum sum
fólk. Ikki er tað bert vak-
urt, men tað er nýtiligt til
so mong mentanarlig
endamál. Ti brga bæði
smálutirnir og heildin fyri.
Her hava tit so sanniliga
fingið ein karm, ið er ein-
um norðurlendskum sam-
starvi verdugur. Skal eg
vera heilt ærligur, so haldi
eg, at slíkt hús átti at ver-
ið í ellum hevuðssteðun-
um í Norðurlondum —
sum ein berari og formidl-
ari av teirri norðurlendsku
hugsjónini
Fólkasjónleikur
Men lat okkum fara úr
Feroyum til Sveríkis eitt
bil! Mats
greiðir eitt sindur frá sjón-
leikara- og leikhúsvirk-
seminum í heimlandi sín-
um.
Tað er stórur áhugi fyri
sjónleiki í Sveríki — bæði
tí at framfera sjónleik og
at hyggja at. Sammett við
Danmark, so er sjónleikur-
in í Sveríki enn ungur
Tað var ikki fyrr enn í
20-árunum, at gongd kom
á svenska fólkasjónleikin
Tað var í tráð við dreymin
um at fáa sjónleikin út til
allar landsdins íbúgvar —
Johansson
hvar teir
stætt
teir hoyra til í samfelagn-
uttan mun til
búgva, ella hvenn
um
Mentanarpolitikkur
Grundarlagið undir tí nú-
verandi mentanarvirk-
seminum varð lagt í 1974,
tá táverandi myndugleik-
ar settu út í kortið við ein-
um nýggjum mentanar-
politikki. Ein avleiðingin
av hesum politikki varð,
at sett vórðu á stovn leik-
hús í hverjum landsparti
— leni.
Endamálið við hesum
mentanarpolitikkinum
var at røkka flest øll bú-
pláss í tí stóra landinum
við sjónleikinum. Tey
mentanarligu tiltøkini,
sum tað almenna var við
at stuðla, skuldu ikki bert
koma býarinnar bernum
til góða — men haraftur-
ímóti flestu av landsins
íbúgvum.
Ríkisleikhúsið
Ein týdningarmiklan leik-
lut í hesum mentanarvirk-
seminum hevur so Ríkis-
leikhúsið havt. Tað er
sjálvt grundarlagið undir
royndini at fáa sjónleikin
út til fólkið. hevur
hetta arbeiðið eisini eydn-
ast væl.
Tí er Mats
ikki í iva um.
Og
Johansson
Tað vísir seg í dag, at
sera stórur áhugi er fyri at
framfera sjónleik kring alt
Sveríki. Uppgávan hjá
Ríkisleikhúsinum er at
stuðla og hjálpa teimum
lokalu leikhúsunum og
annars vera við til at fylla
karmin út, t.v.s. at hava
so nógvar framferslur so
nógva staðni sum gjerligt
til tess at geva øllum svi-
um lut í tí virkseminum,
sum teir við skatti sínum
eru við til at fíggja.
Nærum alla staðni verð-
- -
Nr. 140
17. desember 1986
Norðurlandahúsið er avbera góður formidlari av teimum norðurlendsku hugsjónun-
um, sigur Mats Johansson, svenskur leikhússtjóri sum júst hevur vitjað í Feroyum
ur sjónleikur framferdur.
Har eingi leikhús eru,
verða so gamlir verk-
smiðjubygningar, grót-
brot, fimleikarhallir o.m.a.
brúkt. Serliga stórt er
hetta virksemi um summ-
arið, og onkustaðni í Sve-
ríki er ein heil kommuna
við í einum leiki, sum
verður framferdur á hverj-
um ári.
Nógv fólk og
nógvir pengar
At svenska Ríkisleikhúsið
hevur meguleika at røkka
út til ell herðashorn av
landinum er nú heldur ikki
so legið. Tí við eini fíggj-
arætlan uppá nærum 200
mill. kr. og einum »stabi«
uppá umleið 400 fólk, so
er eyðsæð, at okkurt fæst
burturúr
Meginparturin av
um pengum kemur frá
svenska statinum, meðan
ein partur er frá teimum
lokalu fyrireikarunum.
Mats Johansson heldur
seg ikki fara skeivan, tá
hann sigur okkum, at við
teimum 2500 framferslun-
um tey árliga hava í Sve-
ríki, hinum Norðurlondun-
um og so eisini aðrastaðni
í heiminum, so er Ríkis-
leikhúsið helst
heimsins sterstu
Tað er ið hvussu so er
nakað »unikt« við hesum
leikhúsinum heldur hann.
Og hví er tað so, spurdu
vit:
hes-
eitt av
Endamálið
— Endamál okkara er at
framfera sjónleik úti um
alt landið og at hava eina
fjølbroytta skrå. Vit hava
framførslur í teimum lok-
alu leikhúsunum, men har
eingi tílík eru, har vitja vit
so í fólksins húsi, sum
finst á ellum stórplássum.
Og har slík ikki eru, har
brúka vit so fimleikarhall-
ir o.l.
Vit taka annars stig til
at gera nyggjar leikir, og
vit keypa so eisini leikir
frå eðrum. Teimum ferð-
ast vit so kring landið við.
Mats Johansson sigur
víðari, at stovnurin er
skipaður sum ein fólka-
rersla til frama fyri sjón-
leikin Ríkisleikhúsið
fevnir so eisini um meira
enn 200 lokal sjónleikara-
feløg. T.v.s. at umframt
tey fólk, sum eru í festum
starvi, so er ein hópur av
sjálvbodnum, ið taka sær
av fyrireikingum í sam-
band við framferslurnar,
tá Ríkisleikhúsið er á vitj-
an.
Hóast Ríkisleikhúsið
ferðst kring landið við
yrkisleikarum, so er enda-
málið eisini at fremja og
stuðla virksemið hjá
áhugaleikarum. Eitt nú
lænir Ríkisleikhúsið út
tilfar o.a. til ymsar áhuga-
bólkar kring landið
Barna- og
ungdómssjónleikur
Ein sera týðandi táttur í
øllum virkseminum hjá
Ríkisleikhúsinum er
barna- og ungdómssjón-
leikurin. Heilar 11 mill. kr
av tí almenna stuðlinum
uppá 122 mill. svenskar
kr. fer beinleiðis til barna-
og ungdómssjónleik.
Svensku skúlarnir leggja
stóran dent á at vísa sjón-
leik fyri teimum ungu, og
er tí eisini tætt samarbeiði
millum Ríkisleikhúsið og
skúlarnar. Í hesum sam-
bandi hevur Ríkisleikhús-
ið sett seg í samband við
fleiri kendar dramatikarar
um at skriva leikir fyri
bern og ung.
Ríkisleikhúsið kemur tó
eisini enn meira víða.
Framferslur eru t.d. fyri
deyvum á teknmáli. Eisini
verður vitjað á stovnum
so sum fongslum, soleiðis
at »ingen unngár os< sum
Mats
seg
Johansson málber
Sjónleikur ein
spegilsmynd
av heiminum
Men hvenn týdning legg-
ur so Mats Johansson
sjálvur í hetta at framfera
og síggja sjónleik?
— Eg haldi, at sjónleik-
urin eigur at vera ein
spegilsmynd av okkara
lívi og samfelagnum vit
liva í. Hann skal kunna
elva til gleði og geva fólki
kensluupplivingar og
estetiskar upplivingar,