hósdagur 11. desember 1986síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Atli Dam á fiskivinnutinginum:
Okkum tørvar
fólk við dugna-
skapi og áræði
at framleiða og
selja fiskavørur
Atli Dam: — Tað verður ein stór van-
lukka, megna vit ikki at selja annað enn
tosk, hýsu og upsa, tá tað av samfelagslig-
um orsøkum er púra neyðugt í storri mun
at dúva upp á meira óvanlig fiskaslog, sum
ikki fyrr hava verið seld.
— Vit kunnu og skulu broyta prísin.
Hann er ikki náttúrugivin, men hann er
undir ávirkan av slíkum, sum kann gerast
við dugnaskapi, virkishugi og framfysni
innan framleiðslu og solu.
Tann avgerandi spurningurin fyri for-
oyska samfelagið er tí, hvussu vit útvega
ein prís, sum kann lona hvorjum sítt.
——
— Vit hava tørv á stóra dugnaskapinum
og áræðinum aðrastaðni enn í veidipartin-
um, og til tað verða bæði midvis undirvis-
ing åtrokandi. Vit síggja nógu størst
menning og framtak innan fyri veiðiflot-
an.
Tí er tað rímiligt politiskt mál at seta
sær at minka um studningin og heldur
leggja trýst á framleiðslu- og sølulidid.
Skal studningur gevast, var hann betur
givin til at stuðla framleiðslu- og sølu-
menning, segði Atli Dam, logmaður og
fiskimálaráðharri á fiskivinnutinginum í
Norðurlandahúsinum herfyri.
Hann vísti eisini á, at vit eiga at minka
studningin við umleið 25 mill. kr. um árið,
soleiðis at vit kanska kunnu fastfrysta
hann um tær 200 mill. kr., sum helst
skuldu verið rikiligt fyri at tryggja, at vit
kunnu veiða tey bíligu fiskaslogini og fáa
neyðuga tíð til at umleggja framleiðsluna,
so at vit eisini einaferð í tíðini kunnu av-
skaffa tær 200 mill. kr.
Ætli mær ikki at halda ein
fyrilestur sum soleiðis í
smálutum fer út í sjálva
fiskaviðgerðina og prísir-
nar av teimum einsteku
verunum og príssvingn-
ingarnar, men evnið hjá
mær er eisini prísáseting,
fiskaútflutningur og sam-
felagsbúskapur. So tað
verður meira sæð við sam-
felagsbúskaparligum eyg-
um, eg ætli mær at við-
gera spurningarnar.
Í einum hverjum sam-
felag er neyðugt við ávís-
ari samfelagsplanlegging.
Eisini í okkara, og hjá
okkum er treytin fyri, at
ætlanir kunnu halda, at
okkara metingar um við-
urskiftini í fiskivinnu-,
fiskiidnadi og útflutningi
eru áleið eftirfarandi.
Um setast kann út í
kortið á ávísum sam-
felagsekjum, og um kósin
kann haldast, er sostatt í
seinasta enda ógvuliga
nær tengt at meguleikun-
um í hevuðsvinnuni.
Vit kunnu semjast um,
at tað er ynskiligt at hava
stødugar ella steðugt
vaksandi møguleikar at
dúva uppá innan nógv eki
ella flest megulig eki, tí
stórar rembingar upp ella
niður kunnu forkoma
gjørdari planlegging, so-
Atli Dam: — Vit hava eitt gott og rímiligt ráverugrundarlag, tað avgerandi er nú ný-
hugsan og áræði innan fiskaselu, marknaðarkanningar, og av tí fylgjandi framleiðslu
burtur úr ráveruni
leiðis at vit ístaðin fyri at
stýra sjálv, koma at kenna
okkum at verða kastað
fyri vág og vind.
Tá vit hugsa um tær
ílegur, sum verða gjerdar
innan fiskivinnu og tað
langa áramál, tær skulu
verða galdandi fyri, er av-
gerandi neyðugt at greina
øll viðurskifti, vit kunnu
gera ætlanir fyri, og
hvussu neyvar hesar ætl-
anir kunnu vera hver sær.
Í hesum orðaskifti —
sum lagt er upp til á hes-
um tingi — er hóskiligt at
tala um veiðuna/veiðu-
nøgdina eðrumegin og
framleiðslu/selu hinumeg-
in ella selu og marknaðar-
rekt.
Veidunøgdin
Eftir tey sera umskiftandi
årini i sjeytiårunum, har
óvissan um gongdina
fiskirættindum viðvíkj-
andi hevði nógv at týða,
eru vit í áttatiárunum
komin til eina rættiliga
góða fatan av, hverjar
negdir vit kunnu veiða.
Við meira ella minni neyv-
ari stýring ber eisini til at
miða ímóti at veiða hesar
negdir við einum rímilig-
um veiðikapasiteti.
Ein meting í grovum
strikum, men helst á góð-
ari leið sýnir hesi tel.
Ein botnfiskaveiða inn-
an feroyskt sjómark, sum
liggur millum 110.000 og
3
tíðindablaðið Sosialurin Nr. 140 — 11. desember 1960
130.000 tons — kanska
140.000 tons — við rími-
ligum tamarhaldi á veiði-
kapasitetinum. Tað eru
meguleikar fyri at ekja
nakað um hetta tal, um vit
aftrat hesum leggja megu-
leikar vestri í havi, serliga
av kongafiski og blálongu.
Eini 50.000-60.000 tons
av fiski, sum vit veiða við
smámeskaðum botntroli.
Í letuni verður hesin fisk-
ur landaður til mjel og
lýsi, men tað tykist, sum
hetta eisini kann gerast
ein varandi meguleiki.
Eini 300.000 tons av
svartkjafti til flottrola-
veiðu.
Fyri ein part av hesari
negd keypa vit kvotur
aðrastaðni, og er hetta ein
spurningur, um hverji
skip vit hava í flotanum;
virðið skuldi verið nakað
hitt sama. Men umframt
tað so eru negdir av fiski
enn at fáa í altjóðasjógvi
og ókeypis frá eðrum
londum. Her verður ser-
liga hugsað um Svalbard-
ekið, Flemish Cap og so
kvoturnar, vit fáa frá
Canada og Íslandi. Í hes-
um seinastu førunum er
meguleikin fyri at leggja
ætlanir tó óvissari enn
heima hjá sær sjálvum.
Vit hava í dag eina tekno-
logi, sum í flestu forum
ger tað meguligt at fáa
góð veiðiúrslit á øllum
hesum økjum og tann
dugnaskap og virkishug
innan veiðuna,
neyðug.
So tann týdningarmikla
partin av heildarrokni-
stykkinum, veiðinegdina,
ber tað í dag til at leggja
rættiliga fastar ætlanir
fyri.
sum er
Framleiðsla
Burtur úr veiðuni skal í
dag framleiðast ein vera.
Her er teknologi og
dugnaskapur bæði á
sjógvi og landi avgerandi,
men eg skal lata vera við
at gera nógv við tað her, tí
alt tað, sum liggur aftaná
tað at fáa fiskin upp úr
sjónum, er so nær tengt at
selupolitikkinum, og
hverjum produktum selu-
liðið klárar at finna keyp-
arar til, at eyguni vendast
móti hinum stóra liðinum
í roknistykkinum, fiska-
prísinum.
Hinir reðararnir hava út
í æsir viðgjert, hver prís-
urin er, og hvussu hann
verður ásettur, hvussu
hann kann broytast, nógv
orðaskifti kanska stendst
av, um hver prísurin júst
er, men prísurin kann ikki
síggjast leysur frá fram-
leiðsluni, ella hvat er tað,
seluliðið biður Vvirkini
framleiða.
Fiskaprísurin
Gjert varð vart við undan
at vit vita á leið, hvat vit
Í