hósdagur 11. desember 1986síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 140 — 11. desember 1986
hava sum náttúrugrund-
arlag, og hvussu vit skulu
veiða tað. Hetta er tað rá-
evnið sum er, og hetta eru
ráevni, sum skulu nýtast.
Ógvuliga ofta kemur fram
í orðaskiftinum sum
hent er eisini í dag — at
summi av teimum fiska-
sløgum, sum eru partar av
hesum náttúruríkidemi,
hava vit ikki ráð til at
fiska, tí tey hava so lágan
prís, at tað er skeivt at
byggja nakað á tey. Hetta
er heilt skeivur hugsunar-
háttur. Onkur nevndi, at
tá ið útrokningarprísurin
á kongafiski kom niður
um eitt ávíst, so átti veið-
an heldur at verið steðgað.
Eg haldi ikki eg kann taka
undir við hasum hugsan-
arháttinum, tí ein veiða,
sum verður rikin á ein slík-
an hátt við veiðisteðgi
mánaðar ella vikur innan
sama ár, er ikki ein veiða,
man kann dúva uppá. Her
eiga vit heldur at venda
spurninginum við og
spyrja okkum sjálvi,
hvussu vit fáa handan
veiðuprísin upp. Ja nú var
eg ikki klárur yvir, áðrenn
eg kom higar í dag, at
tann roknifeilurin, sum
má vera millum Ísland og
Feroyar ella Noreg og Fer-
oyar um kongafisk og blá-
longu, kann ikki vera so
torferur at finna, tá vit
hava sæð hasar báðar
krónurnar, sum eyðsæð
eru til taks, sum vildu re-
volutionerað studnings-
tervin, sum vit vita um í
dag.
Óli Jacobsen segði hann
bleiv 50 milliónir næsta
ár, men við hasum báðum
krónunum meir pr. kg. so
hevði hetta tingið kanska
ikki verið aktuelt í dag, ti
so hevði ongin felt tervin
at sleppa av við ráfiska-
grunnin og prisåseting.
Vit eru noydd at nyta hesi
rikidømi, nåttåran hevur
givið okkum, tí hetta er
nú einaferð nakað, vit ikki
kunnu broyta. Men tað,
sum vit kunnu broyta, er
prísin. Hann er ikki nátt-
úrugivin, hann er undir
ávirkan av slíkum, sum
kann gerast við dugna-
skapi, virkishugi og fram-
fýsni innan framleiðslu og
selu
Alt ov ofta verður sagt,
at vit hava ikki ráð til at
veiða ávís fiskasleg. Í hes-
um sambandi kundi eg
eisini komið inn á tað, sum
onkur hevur nevnt í dag,
at fiskurin heldur skuldi
verið landaður feskur.
Men tað vísti seg jú í
síðsta endanum, at eisini
við at landa fiskin feskan
uttanlands, so vunnu vit
ikki til rentur og avdrått,
og vildi meint, at tað
hevði verið ómetaliga
óforsvarligt at havt eina
studningsskipan, sum
skuldi verið uppbygd bara
til at bera tað undirskot,
sum er eftir, tá ið fiskurin
hevur »bypassad« Feroy-
ar og er landaður uttan
lands. Tað, sum kann for
svara studningsskipanina
hjá okkum, er tað, at vit
leggja fiskin upp á land og
við at geva so og so nógv
um fólki arbeiði lata hesar
somu pengar sirkulera so
mikið oftani, at vit kunnu
forsvara at fara útaftur
og krevja
teir innaftur í skatti, so
leiðis at vit kunnu
hesa neyðugu umfordeil
ingina, tí hatta er bara ein
umfordeiling. Men skal
tað bara verða til at fiska
til at »forsyna« aðrar
marknaðir, so haldi eg
ikki at vit kundu fingið
dekkað hatta undirskotið,
sum hóast alt vildi verið
við at landa uttanlands,
so vit skulu nokk venda tí
eitt sindur eðrvísi og
síggja tað samfelagsbú-
skaparliga. Tá skal man
ikki bara seta roknistykk-
ið upp á ein hátt, men
spyrja hvussu roynist tað,
hverja nyttu ger tað í
samfelagnum, hvussu
nógv arbeiðspláss gevur
tað, og hvat skulu vit gera
við hesi fólkini, um vit
ikki hava hesi arbeiði.
Hagdeildin gjerdi fyri
nekrum árum síðani út-
rokningar viðvíkjandi
eftir teimum
hava
veiðinegdini hjá ávísum
djúpvatnstrolara — haldi
tað var í 1981 og 1982 —
og tær sýndu, at hóast
skipið fekk upp í 9 mill. kr.
í tilskoti og harvið samfel-
+
Landsstyrid fer at seta eina nevnd at vidgera uppskotid hjå Ola Jacobsen um nyggja
RN sQSlalurin
R
D
E
R
Meguleikin at selja ein part av ráveruni lítið virkaðan ella heilt feskan til marknaðir aðrastaðni kundi havt eina
sunna ávirkan á prísásetingina í Feroyum, men slík sela eigur á ongan hátt at fáa studning
agsbúskaparliga onki
ískoyti gav til bruttotjóð-
arinntekuna, men eitt hall
upp á 2-3 mill. kr., so góvu
tey 2500 tonsini, tá tey
fóru igjøgnum eitt flaka-
virki, eitt ískoyti til
bruttotjóðarúrtekuna
uppá 5 mill. kr., so netto
var eitt ískoyti til samfel-
agið upp á góðar 2 mill. kr.
Árið eftir vóru viður-
skiftini batnað so mikið —
tí tá dugdu vit betri at
selja kongafisk — at bæði
skip og virki góvu iskoyti,
ávikavist upp á 3 mill. kr.
og 5 mill. kr. ella saman-
lagt 8 mill. kr. — hóast
eitt tilskot upp á 9 mill.
kr.
Fyri feroyska samfelag-
ið kann spurningurin bara
setast upp á henda hátt:
Hvussu útvega vit ein
prís, sum kann lena hverj-
um sítt; renting av skip-
um og veiðitólum, virkj-
um og eðrum og inntekan
hjá tí fólki, sum virkar á
sjógvi og landi. Hatta er
tann einfaldi spurningurin
og hann skuldu vit loysa.
Sjálvsagt er tað lættari
sagt enn gjert; men vit
prísásetingarskipan, segði Atli Dam m. a. á fiskivinnutinginum
mugu seta spurningin
hendanveg, og ikki siga,
at tað ber ikki til at fram-
leiða tað ella tað, tí tað er
ov bíligt. Av hesum sæst,
at arbeiðið innan fyri selu-
og marknaðarkanningar
fær ein púra avgerandi
týdning, sum veksur við
hverjum nýggjum fiska-
slagi, kemur inn í
myndina
sum
»Entreprenørar« :
Í feroyska samfelagnum
hevur allur áhugin, allur
denturin, verið lagdur í
veiðisíðuna, trýstið á Jøg-
ur liggur eisini her. Hetta
hevur førkad seg nake.
inn á framleiðsluna, men
enn als ikki til muns. Vit
kunnu nýta eitt útlendskt
orð entreprenerar — ikki í
týdninginum arbeiðstak-
arar, sum gera arbeiðið
fyri aðra“ — men í merk-
ingini fólk, sum vísa stór-
an dugnaskap og áræði,
framfýsni og fyritaks-
semi, so er eitt stórt tal av
entreprenørum innan
veiduna, eitt sera avmark-
að tal innan framleiðsluna
og innan seluna.
Hetta er meguliga eing-
in stór ólukka, tá arbeitt
verður við vælkendum
fiskasløgum og framleiðsl-
um, sum langa tíð hava
verið góðtikin á marknað-
inum og hava kunnað selt
seg sjálvi, men hetta verð-
ur ein sera stór vanlukka,
tá tað av samfelagsligum
orsekum er púra neyðugt í
sterri mun at dúva upp á
meira óvanlig fiskasløg,
sum ikki fyrr hava verið
seld.
Í teimum veiðinegdum,
sum vórðu nevndar fyrr,
ber til at siga, at uml.
100.000 tons av botnfiska-
negdini eru toskur, hýsa
og upsi, sum kunnu kall-
ast vælkend fiskasleg.
Restin og tað, sum kann
koma aftrat, eru nýggj“
fiskasleg, har tervur er á
nógvum entreprenerum
fyri at fáa tann rætta prís-
in og ta rettu framleiðsl
una. Vit hava tørv á stóra
dugnaskapinum og áræð-
inum aðrastaðni enn í
veiðipartinum, og til tað
verða bæði miðvís undir-
vísing og gransking átrok-
andi.
Eitt sera gott demi um,
hvussu leyst sambandið
hevur verið millum prís og
restina av virkseminum er
ídnaðarveiðan. Tann
ógvuliga ósteðugi prísur-
in á mjeli og lýsi, sum
merkir, at ógvuliga lítil
ella eingin prísvekstur
sæst fyri hesar framleiðsl-
ur yvir meira enn 10 ár,
átti fyri langt síðani at
hava fingið selu- og fram-
leiðsluliðið at leita aðrar
vegir, nakað ógvuliga lít-
ið er sæð til enn. Júst í
letuni eru menn farnir at
hugsa um at gera fóður,
men annars mugu vit
næstan siga, at hetta er
ein veiða, sum er stagner-
að og sum, um eingin út-
viklingur hendir, ger, at
hasi 50.00 60.000 tonsini
av idna%arfiski, sum eg
umrøddi, verður eitt
tilfeingi, sum ikki verður
til nakra nyttu framyvir,
so eisini her mugu vit leita
aðrar leiðir. Tí er helst
rætt, tá sagt verður, at
tann prísfastsetingarskip-
an, vit hava havt í Feroy-
um, har í fyrsta lagi skip-
ini og síðani landskassin
hava verið harmonika,
hevur verið koddi fyri
hini liðini.
Ið hvussu er síggja vit
nógv sterst menning og
framtak innan fyri veiði-
flotan. Tí er tað rímiligt
politiskt mál at seta sær
at minka um studningin
og heldur leggja trýst á
tað liðið, sum skal gera
nakað fyri at broyta ting-
ini, selu- og framleiðslulið-
ið. Skal studningur gev-
ast, var hann betri givin
til at stuðla framleiðslu
menning og selumenning
Innan feroyskt skipasmíð
hava vit sæð, at vit ikki
hava gjert summum
nakra tænastu við at veita
stóran studning vit
hevdu helst brúkt hann
klókari til effektivisering-
ar og rationaliseringar. Eg
eri ikki samdur við tí hjá
Óla Jacobsen um at veita
enn størri studning fyri at
gerast ferir fyri at fremja
ta umlegging, hann legði
upp til idag. Tverturímóti
haldi eg, at um vit skulu
fáa hana framda, skulu vit
halda fram eftir somu leið,
royna at kroysta studn-
ingin eitt sindur niður
hvert árið við eini 25 mill.
kr., soleiðis at vit kanska
kunnu fastfrysta hann um
tær 200 mill. kr., sum
helst skuldi verið ríkiligt
fyri at tryggja, at vit
kunnu veiða hesi bíligu
fiskaslegini, og fáa neyð-
uga tíð til at umleggja
framleiðsluna, so at vit
eisini einaferð í tíðini
kunnu avskaffa tær 200
mill. kr.
Tað trúgvi eg er einasta
leið, skulu vit greiða hend-
an setning.
Ein annar spurningur,
sum hevur verið sera nógv
frammi í seinastum, eru
meguleikarnir at selja ein
part av ráveruni lítið virk-
aðan ella heilt feskan til
marknaðir aðrastaðni
Hetta er ein meguleiki
eyguni eiga at verða havd
eftir, og sum væl fyriskip-
aður kundi havt eina
sunna ávirkan á prísfast-
setingina í Feroyum, men
slík sela eigur á ongan
hátt at fáa studning, og
hugsast má væl um tær
fylgjur, ein tilvildarlig
gongd á hesum eki kann
fáa fyri arbeiðsmeguleik-
arnar runt um landið. Hes-
in spurningur eigur ikki
Framhald á síðu 14