Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 1986síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a i Nr. 143 — 18 desember 1986 - - SS) SOSÍdlUNin Framhald av síðu 11 reka bretar av aftur land- inum, og enn minni at steðga hinum framherj- andi heimsbardaga. Men teir fingu dyggiliga sagt bretum at feroyingar vildu vera uttanveltaðir — neutralir. Eg fari neyvan skeivur, tá eg sigi, at flestir av hes- um monnum fóru teir somu sum slóu manngarð um hin tá nýggja Fólka- flokkin. Legtingsmenn roynd- ust eisini djarvir, og á hesi lagnustund samtykti eitt sameint ting at Feroyar skuldu vera uttanveltað- ar Tá vit fyri aðru ferð fingu útlendskt hervald, sum setti seg fast her á landi, tók tingið, og ikki minst Fólkaflokkurin, ta stødu, at vit ikki vildu hava fremmant hervald í landinum. Tá so Fólkaflokkurin í dag sleppur síni uttanvelt- aðu steðu og kunnger, at hann gevur seg upp til NATO og danska hervald- ið, so kann ein bert ásanna at: Langt er hann skotin av haga — flokkur Jóannesar bónda. Óndur dreymur Soleiðis sum Ó.B. alla tíð- ina hevur hóreiggjað sær bæði á legtingi og á fólka- tingi, kunnu vit óiva vænta okkum alt frá hans- ara síðu. Og nú hann hev- ur vunnið so tryggan sig- ur á heimavelli, skuldi tað ikki undrað ein, um tað næsta verður, at hann set- ir uppskot fram á fólka- tingi, har hann bjóðar hin føroyska ungdómin fram at gera danska hertæn- astu. Hetta er vónandi bert ein óndur dreymur — men gerist ikki ovfarin — livst so spyrst. »Fridurin« Heimssøgan hevur higar- til prógvað, at enn eingin hevur megnad at skapa frið við áhaldandi at smíða vápn. Og sjálvt um stóreldini frammanundan eiga ríkiligt av vápnum til at oyða jerð okkara fleiri fleiri ferðir, so halda teir tó dagliga fram við at upp- finna nýggj og meira djev- ulsk vápn. Ja Reagan gamli heldur enntá, at jerðin er alt ov lítil til hetta »spæl« og at tí er neyðugt eisini at taka himmalrúmdina í nýtslu. Sjálvur kallar hann hesa óðamannahugsan fyri stjørnukriggj, t.v.s. kjarn- orkuspreingingar uti mill- um stjørnurnar — her rennur einum i huga spå- dómin ur Halgubók, at: »Skakast skulu himmals- ins kreftir«. Kring um våpnagoymsl- urnar hjá stórveldunum, mæla hinir krígsgalnu ob- erstarnir, eyguni gleða og vatnið rennur teimum úr tonnum, og ein dag missa teir tamarhald á sjálvum sær og fáa hug at royna hesi »glæsiligu« vápn. Hvat hareftir fer at henda, vita vit — tá fáa vit ragnarok, dómadag, ella hvat vit nú tað vilja kalla, og tá av aftur hæsar gerst sanniliga friður á jerð, tann friður sum ein- ans vápnini eru fer fyri at skapa — sjálvur deyðans friður. R.D. Síða 17 Sethúsabygging Frá útgraving til lyklaliðug hús. Vit átaka okkum alt arbeiði viðvíkjandi sethúsabygging: Tekning Utgraving v/kloakk Betongarbeiði El-arbeiði Hitaverk og sanitet Gólváleggjan Málaraarbeiði Óbindandi tilboð verða givin uppá øll nevndu arbeiðir, uttan at tað kostar tygum nakað. Stutt byggitíð — max. 3 mánaðir. Bíðið um brochurur Opið: Mánadag - friggjadag Millum kl. 10 - 12 og 14-16 FB VV Bringsnagøta 2 100 Torshavn Tlf. 1.1612 »CARPORT« F.B.V. 1031 Biðið um brochurur Opid: Månadag - friggjadag Millum kl. 10 - 12 og 14- 16 al. mi FBV Bringsnagøta 2 100 Tórshavn Tlf. 1.1612