hósdagur 18. desember 1986síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Hans Jacobsen hyggur, um alt er í lagi við nýggju surimimaskinunum
Alt veldst um
politisku
avgerðirnar
Nu ert tú formaður í
Havbúnaðarfelagnum.
Bakkafrost hevur stóra
alisteð og tit eru fremstir
á svartkjaftaskinum. Vit
hava sæð, at spádómarnir
viðvíkjandi alivinnuni
hildu ikki, og við svart-
kjaftinum eru framvegis
mong ivamál. Er vandi
fyri at vit, einaferð tá
vinnulivssøgan skal skriv-
ast, fara at skriva tvey
depur kapitull í hesi segu,
tá tað snýr seg um ali-
vinnuna og svartkjafta-
framleiðsluna?
— Tað veldst alt um tær
politisku avgerðirnar, sum
verða tiknar, í mun til
ynskini. Verða skeivar av-
gerðir tiknar, so kunnu
tað koma stór vónbrot og
kanska vit enn ikki hava
sæð tey sterstu vónbrot-
ini. Men vit eiga tó heldur
ikki at gloyma, at við
svartkjaftinum eiga vit
eitt tilfeingi, sum so av-
gjørt er vert at troyta. Tað
ræður tó um at finna tann
besta og skynsamasta
mátan.
Men eg haldi, at oft-
ani er spenningur hjá fer-
oyingum, sum skulu gera
iløgur, so stórur, at vit
kenna ikki afturhald. Tí
haldi eg, tað er vandamikil
gongd at leggja so nógvar
milliónir í dýrar trolarar,
sum bert skulu dúva uppá
svartkjaftin og serliga við
surimiframleiðslu fyri
eygað
Burturvið
— Vilt tú siga, at tað á
hesum eki er av sera stór-
um týdningi, at tað al-
menna stýrir gongdini?
— Tað er so. Eg skal
ærliga viðganga, at eg eri
ikki serliga bajrtskygdur
viðvíkjandi meguleik-
anum hjá teimum stóru og
nýggju svartkjaftatrolar-
unum, sum kosta oman-
fyri tær 100 mill. kr. Eg
haldi tað er heilt burturvið
at gera so stórar iløgur.
Hans Jacobsen vísir á,
at vit ferð eftir ferð ár um
ár síggja. at tíðin vit
kunnu veiða svartkjaft í,
hon er ikki so long, sum
menn vilja gera hana til
Byggja vit so bátar til
at fiska svartkjaft burtur-
av, hvat skulu teir so gera
ta tíðina á árinum, har lítil
og eingin svartkjaftur er,
spyr Hans Jacobsen
Nótaflotin til
svartkjaft
Hann heldur, at føroving-
ar eiga ein stóran og
góðan nótaskipaflota, sum
átti at verið brúktur í
svartkjaftaveiðini
- Heldur enn nú í
skundi at byggja dýrar
svartkjaftatrolara, so áttu
vit at brúkt ein part av
verandi nótaflota til svart-
kjaft. Tað ber væl til at
fiska svartkjaft, hóast
bátarnir ikki eru so stórir.
— Tað hevur oftani ver-
ið tosað um at lata nóta-
bátarnar partrola soleiðis,
at teir eru tríggir saman.
Tvs. at tveir alla tíðina
fiska á feltinum, meðan
ein fer inn við lastini, so-
leiðis at virki í landi alla
tíðina fáa so feskan fisk
sum gjerligt og um somu
tíð kunnu so hinir bátarnir
fiska uttan at missa sigl-
ingartíð.
- Tað er mær ófatiligt,
at hesin meguleikin ikki er
troyttur enn, tí her liggja
vissuliga stórir meguleik-
ar.
Í dag standa nótabát-
arnir sum svartiper, tí teir
fáa ongan makrel í EEC-
sjógvi. Teir vera so sjálv-
andi trýstir til síðis av hin-
um stóru bátunum.
Skulu vit til at brúka
nótabátar til at viska
svartkjaft til matna, so er
greitt, at tað er ov lítið við
einum virki sum Bakka-
frost. Meguliga er tað júst
hetta, at tað bert er eitt
virki til at taka ímóti
svartkjafti, sum hevur
forðað fyri, at nótabátar-
nir av álvara eru farnir at
partrola eftir svartkjafti,
heldur Hans Jacobsen.
Í letuni eru tveir stórir
verksmiðjutrolarar í svrt-
kjaftadriftini. Teir eru
Olaf í Garðastovu og An-
dreas í Hvannasundi. Har-
umframt eru eini 4-5 líkn-
andi skip í gerð og skulu
hesi skipini ell dúva uppá
svartkjaftastovnin, og har
er so surimiframleiðslan
ein týðandi partur av
grundarlagnum.
Eg haldi, at har er ov
nógv spent fyri. Vit gera
ílegur í 100-millióna bátar
til svartkjaft, og um somu
tíð verður sagt, at studn-
ingurin skal lækkast. Um
somu tíð er tað ein sann-
roynd at okkum tervar
mótteku uppi á landi
Spurningurin er so um tað
í letuni er rætt at byggja
stór og nýggj svartkjafta-
virki. Hans Jacobsen held-
ur vit eiga at vera varin
enn og kanska heldur
brúka okkurt av verandi
flakavirkjum til at viðgera
svartkjaft part av ár-
inum. Tá so nógvur botn-
fiskur kemur uppá land,
so kann virkið hjálpa til at
taka ímóti og viðgera tann
fiskin.
Hóast tað er rætt at
vera varin við ikki at gera
ov stórar ílegur í svart-
kjaftavinnuni nú beinan-
vegin, so heldur Hans Jac-
obsen, at verandi útvikl-
ingur hevur havt stóran
týdning fyri okkum. Ikki
minst hevur menningin,
frá at svartkjaftur varð
brúktur til ídnað og til nú
at vera marknaðarfiskur,
gjørt, at vit hava kunnað
brúkt svartkjaftin sum
býtisfisk. Tess betri úrslit
okkara royndir at góðska
svartkjaftin hava givið,
tess meira er svartkjaft-
urin vorðin verdur sum
býtisfiskur.
— Tað, sum nú um-
ræður, er at finna fram til,
hvat vit skulu veiða av
svartkjafti, og hvat vit
skulu brúka hann til.
Treytirnar fyri at fáa hesa
vinnuna at bera seg er
tann, at vit hava eina
fyrsta floks veru, sigur
Hans Jacobsen at enda.
jan
18. desember 1986
eygardagin 20/12-86 kl. 19.30 stundisliga
Luttakarar eru:
| Frændur
| Anfinn & Co
í
Í
; Georg Eystan
við Strandferðsluni og Bygdaleiðum
Úr Klaksvík
Ur Lorvík
BYGDALEIÐIR Úr Tórshavn
Av Kambsdali til Lorvíkar og Tórshavn
TERNAN kl. 17.20
kl. 23.30
kl. 17.40
kl. 22.30
Eisini skipa Robert McBirnie
& vinmenn fyri dansi kl. 22.30
Atgongumerkir á kr. 100 í forsølu frá:
LM Handlinum
Toru Tourist
SHJ Radiohandil