leygardagur 20. desember 1986síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AS
Nr. 145 — 20. desember 1986 |
Síða 17
Summarið í Feroyum er sum ein dreymur, og so er
summarið av fyri hesu ferð. Í ár var summarveðrið av tí
besta, sum vit eru von við vegna tess, at august var
rættiliga góður. Ja mong av tí eldra fólkinum hugsaði
helst um hin góða hoyterran? Men nú er hoyggingin
bert ein sega hjá teimum flestu, men so hevur ikki altíð
verið i Føroyum.
Ja, og so er september farin at halla. Hann royndist
illa. Tað er tíbetur ikki á hverjum ári, at ein á morgni
sær hálvan hagan hvítan um miðjan september. Og nú
liggur hin langi myrki veturin fyri framman. Tá er gott
at kunna gleðast yvir góð summarminnir saman við
góðum fólki.
Ikki kann sigast annað enn at ein verður eitt sindur
skakkur, tá ein hoyrir, at Landsstýrið ætlar at leggja
stóran toll á brenniolju og onnur brúksgegn. Hetta vil
raka teir føroysku pensiónistarnar serliga meint, um
ikki onnur tiltøk verða gjerd fyri at lætta byrðarnar til-
svarandi. Ein kann væl ætla at 2.500,- krónur um mán-
aðin ikki er nekur rívulig peninganegd, ið tolir at bera
nevniverdar eykaútreiðslur?
Eisini siga tey í Tinganesi, at vit ferðast alt ov mikið,
og ti má gjald leggjast á hvønn ferðaseðil. Eg skal vid
ganga, at feroyingar ferðast nógv meira nú enn fyrr. Ja í
mínum ungu degum kundi ein í »Dimmalætting« um ein
hugdi nóg væl, varnast ein lítlan teig undir heitinum —
„Rejsende med Tjaldur eller med Dronning Alexand-
rine«. Har vóru tað mest ávís fólk, sum gingu aftur eini
10-15 í tali hverja ferð. Ikki skal eg nevna nøvn, men
stervini vóru so sum Grosserer, Kebmand, Konsul,
Rheder og sjálvandi landsstýrismenn og fólkatings-
menn, ja og so av og á onkur prestur ella missiónerur.
Nú er tíbetur vent í holuni, so nú kunna eisini tey heilt
v anligu »tittulleysu« bjóða til at ferðast, sjålvt um pen-
ingapungurin ikki stendur á tambi. Men nú skal eisini
hin vanligi pensiónisturin gjalda kr. 200,- í landskassan,
ja júst tað sama sum ein og hver millióningur.
Tað er ivaleyst beint at nógvur peningur verður
brúktur at ferðast við uttanlands. Men man ikki Lands-
stýrið beinleiðis játta og landskassin gjalda sín stóra
part av uttanlandsferðunum?
Vit vita jú, at bæði landsstýrisfólk, tingmen og
kommunustýrislimir ferðast rættiliga nógv, so at siga
um allan knettin. Hertil kemur, at almennir tænastu-
menn og eitt ótal av nevndum reika landanna millum
uppá landsins besta fyri landskassans rokning. Ja so
allar mentunar- og ítróttarferðirnar við landskassa-
studningi?
Kommunurnar fylgja eisini væl við. Hugsa sær til?
Stórar „deligasjónir< ferðast runt inni á meginlandinum
fyri at — ja halt tær fast — fyri at hyggja at fótbólts-
vellum úr »handilsflag«, og sjálvandi flyta inn hetta
»flag« fyri nógvar milliónir krónur. Jú, sanniliga er her
talan um ovurnýtslu, men hver gongur á odda? Her er
helst ikki talan um ódýrar pakkaferðir?
Men tað var nú um eina pensiónistaferð eg ætlaði at
reða.
Vit í Våga Pensiónistafelag hava nú í nøkur år gjørt
Jóhs. Ravnsfjall hevur
skrivað ferdafråsøgnina
tvær ferðir hvert ár. Eina innanoyggja og eina uttan
landsferð. Ferðin innanoyggja í ár gekk til Fuglafjarðar
annan hvítusunnudag í hampiligum veðri. Vit vóru
gestir hjá Fuglafjarðar Pensiónistafelag, og okkum
varð sýndur stórur blíðskapur. Vit vóru í kirkju, ótu
degverða á »Muntra«, fingu hevi at síggja bókasavnið
og eini gomul, vælhildin sethús, sum eru friðað og ann-
ars verða rekt av kommununi. At enda beyð pensión-
istafelagið okkum til stutta samkomu í Arbeiðsmanna-
felagshúsinum, har borðreitt var við kaffi og kekum.
Síðan varð farið til Leirvikar gjøgnum nýggja berg-
holið, og fingu vit hevi til at síggja bygdina. Harnæst
varð koyrt út á Strendur, har vit komu beint í eina
bygdastevnu. Her varð steðgað um ein tíma, men so
var tíð at fara heimaftur. Ein sera góður dagur fyri tey
42 fólkini, sum við vóru á hesi bussferðini. Viðmerkjast
skal, at ferðin við degverða var púra ókeypis fyri pen-
siónistarnar.
Nú er at spyrja — hvussu kann eitt pensiónistafelag
loyva sær slíkt? Tit mega væl fáa almennan ella annan
studning? Men so er ikki. Vit hava lagt okkum nær at
savna pening um veturin, mest við bingospæli. Og hetta
ger, at felagið kann veita munagóðan stuðul til telags-
ferðir bæði innanoyggja og uttanlands.
Uttanlandsferð okkara í summar gekk til Noregs við
Norrenu. Smyril Line hevði í góðari tíð sent okkum eitt
tilboð, sum vit hildu var væl hóskandi fyri pensiónistar,
so vit avgjerdu at taka av. Hetta var bussferð við fer-
oyskum bussi, sum kom at verða tekur alla tíðina. Vit
skuldu búgva á einum hotelli uppi á teimum norsku
fjøllunum í gott 1.000 metra hædd. Tveymannakømur
vid øllum hentleikum. Prisurin var såmuligur, kr. 3.300
— alt íroknað. Av hesum kundi pensiónistafelagið lata
1.800.- kr. sum ískoyti til hvenn einstakan lim, sum var
við á tí felags uttanlandsferðini. Á henda hátt eru
meguleikar eisini hjá pensiónistum at ferðast.
Við í okkara ferðalag vóru 47 fólk, og vóru tey flestu
úr Vágum, og limir í Pensiónistafelagnum.
Á NORSKUM FJALLI
VIÐ GÓÐUM FÓLKI
Joks. Ravnsfjall úr Miðvági skrivar um Noregsferð hjá
Vága Pensionistafelag summarið 1986.
Vit skuldu við »Norrønu« hin 16. juni, ein mánamorgun
kl. 9.00. Tað vildi so illa til, at eingin ruta hjá Bygdaleið-
um kundi brúkast, tá tær samsvaraðu ikki við fráferð
ina hjá »Norrønu«. Men ráð vóru tyri ti. Vit tingu buss
úr Servági á Oyragjógv, og avrått varð við Asmund Jo-
ensen, „aum eisini skuldi vera leiðari á ferðini, at bussur
hansara skuldi vera í Vestmanna tá vit komu yvirum
ið Sam. Hetta bar væl til og koyrdu vit alt okkara
ferðagóðs í bussin í Vestmanna, og ikki varð tað tikið úr
aftur fyrrenn við dyrnar á hotell »Kamben« uppi á teim-
um norsku fjellunum
Bæði Smyril Line og Ásmurð Joensen høvdu fyri-
skipað sera væl og gekk hetta sum ein reyður tráður
gjøgnum alla ferðina, at ell tænasta var hin allarbesta.
Ásmundur sjálvur býtti út »Boarding Cards« til øll í
bussinum á bryggjuni, og so var alt greitt til at fara um-
borð. Her var einki ivamál, og dámligar ungar gentur
fylgdu okkum har vit skuldu halda til umborð. Vit fingu
4-mannakømur við toilett og brúsubað á somu hædd sum
upplýsing og vegleiðingin var. Hetta lætt I um, ikk
minst hjá teimum av okkum, sum vóru gongutarnad
Veðrið var gott henda morgunin tá »Norrøna« legði
frá landi og helt leiðina eysturyvir. Øll vóru vit spent
uppá hvussu hetta fór at ganga. Onkur hevdi verið í
Noreg fyrr, men fleiri vóru tey, sum gjerdu ferðina á
fyrsta sinni. Fyrst varð kannað eitt sindur eftir fyri at
finna fram og fyri at fi Men so varð
boðað frá yvir hátalara. at alt ferðalagið skuldi koma ti
fundar uppi í >The Viking Club<. Nú fyrst fingu
1
rættiliga at vita, at vit vóru 90 fólk í ferðalagnum og
ia Saman attur
ikki ein, men tveir buss Kanska kundi ein sagt, at y
vóru tvey ferdaløg. hó:
ferðalagnum ví
ldri og pensi: k