Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1986síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 I SN. TN | Nr. 145 — 20. desember 1986 A hvenn bussin. Hjá okkum vóru tað Ásmund Joensen og Kári Lágadal. Hin bussin skuldu so Jens Andresson og Ásmundur Johannesen skiftast um at koyra. Fólkið hugnaði sær væl allan dagin, onkur var á Bingo og onnur sótu saman og prátaðu. Eg hoyrdi einki um at nakar hevði sjóverk, men veðrið var avbera gott og »Norrøna« er heldur ikki nakað >sjóverksskip<. Um kveldið vóru vit í Hetlandi, men í Leirvíkini var lítil steðgur, so eingin tíð varð avsett til at fara í land. Ferðafólk fóru í land her og onkur kom umborð, næsta klokkutíma vóru vit aftur á veg móti Bergen. Øll í okk- ara ferðalag vóru vælnegd við »Norrønu« sum ferða- mannaskip. Tað gekk væl at finna fram, og hartil var upplýsing og vegleiðing tek. Ein varð væl móttikin hvar ein kom, sjálvsagt. Ja umborð var alt sum tað skuldi vera á eini stuttleikaferð. FOSSADUN OG KAFFITYSTIR FØROYINGAR Tysdagin stundisliga å middegi legði »Norrøna« til bryggju í Bergen, og uttanfyri terminalin stóð bussurin, har Ásmund og Kári bíðaðu okkum. Tað vardi bert eina lítla letu til ell vóru komin at sita í bussinum, tilsamans vóru vit 49 fólk, og tá vóru teir tveir bussferararnir taldir við. Gamli Bergen er trongur býur, men Ásmundur hevði koyrt her fyrr og kendi leiðina, og skjótt vóru vit uttan- fyri á veg móti Hardangerfjerðinum. Ásmundur legði okkum góð ráð. Vit skuldu bara stuttleika okkum og syngja dúgliga, so gekk tíðin skjótari og betur. Hann kendi alt ov lítið til Vága Pensiónistafelag tå. Vist ikki, at okkum dámdu væl at syngja tá vit vóru á útferð. Sungið varð nógv, og upp i millum var onkur sum dugdi at siga frá stuttligum skemtisegum. Eisini fredd- ist fólkið yvir hetta sermerkta vesturnorska landslagið við trævekstri, áum og fossum og har vesturi í havinum sóust sterri og smærri oyggjar. Jú víst gekk tíðin skjótt og gott var at sita í bussinum, har hitin og luftin var hóskandi alla tíðina vegna góðan luftmeldur. Eisini var WC og vask í bussinum og er hetta ógvuliga hent tá ein ger slíkar langar túrar. Men vit steðgaðu eisini av og á, so fólk kundu rera beinini ella koma inn á eina kaffi- stovu at fáa sær ein heitan munn. Beint uttanfyri við endan á eini kaffistovu var stórur fossur, so har var almikið fossadun at hoyra og vætan frá fossinum kendist móti okkum tá ið vit komu í túnið. Men ikki er gott at siga, hvat dunaði harðast, fossa- dunið ella dunið frá 90 kaffitystum foroyingum inni á kaffistovuni. Ásmund og Kári skiftust at koyra, og varð hetta helst ein góð og neyðug loysn. Vegirnir í Noreg eru smalir og brattir í stoðum. Aftaná at hava fingið ein kaffimunn niðurum, gekk leiðin longur fram móti Hardangerfjørdinum. Tað var sum tad kom meira lív í innanborða nú. Kanska var tað kaffimunnurin, sum hevði skuldina? Men her var eisini so avbera vakurt. Hetta er jú eitt tað vakrasta stað í Noregi. Her vóru súreplatre í hópa- tali og her angadi av blómum, so hin góði angin kendist sjålvt inni i bussinum. Vit fóru nú í ferju yvirum Har- dangerfjorðin, men tað var rættiliga stutt yvirum, so vit vóru sitandi í bussinum. Komin yvirum skuldu vit til fjalls. Tað sá ógvuliga bratt út og vit høvdu hoyrt segur um hvussu eðiliga ringt fyri ikki at siga vanda- Stavkirkjan í Torpo Hotel Kamben mikið tað var at koyra her. Men alt hetta royndist betri og har brattast var, varð gjørdur ein langur tunnil. Eg hoyrdi ið hvussu er ikki nakran klaga seg av ræðslu, tvertur ímóti, tey flestu freddust yvir hesa vekru sjón runt Hardangarfjerðin. Vert er eisini at nevna, at á vegnum fóru vit gjøgnum ein hóp av tunnellum, onkur segði at tað vóru yvir tríati í tali, men eg haldi ikki nekur av okkum brúkti tíð til at telja teir, vit hevdu annað at gera, tí landslagið var so vakurt og skiftandi. Men skjótt gekk uppá fjallið í yvir 1.000 metra hædd, og nú lá Hardangervidda fyri framman. Eitt opið vítt- fevnandi landslag. Heldur berligt við trævekstri, men sera hugtakandi og stórbart fyri okkum feroyingar, sum ikki eru von við so stórar og víðar fletur. Her var nógv betur at koyra, so her gekk skjótt. Fyrst komu vit til »Hallingen Turistsenter«, eitt sterri hús við fleiri smáum íbúðum uttanum, bygdar sum smáttur. Her skuldi hitt ferðalagið búgva, meðan vit skuldu eitt sindur longur fram. Men ikki var langt millum hesi bæði gistingarhúsini, og brátt stóð bussurin stillur uttanfyri dyrnar við hotell »Kamben«, har vit komu at búgva eina viku framyvir. Vertsfólkini tóku ímóti og nú var klokkan farin av átta á kveldi, so nú var liðið hálvtannað samdegur síðan vit fóru av Havnini. Náttverðin var tilreiðar, men fyrst fingu vit at vita, hvar vit skuldu búgva, og fyrst nú tóku vit út ferðagóðsið, sum vit høvdu koyrt í bussin í Vestmanna. Tey flestu komu at búgva í 2 manna kemur- um. onkur hevði tó kamar fyri seg. Hetta vóru góð ljós rúm við svalu uttanfyri móti suðri. Harumframt var rúmligt baðirúm við brúsubað og WC umframt stórt hondvask. Jú her var alt sum hoyrdi til á einum sovi- og uppihaldsrúmi. Alt reint og nossligt. Nú var eftir at snolla sær eitt sindur áðrenn náttverð- an, sum var tilreiðar í matarhellini. Ikki vardi leingi til øll høvdu sessast við borðið og her var ríviligt til av mati. Tveir unglingar um 13-15 ára aldur gingu til handa og fingust við at bjóða runt. Teir vóru ógvuliga kurtisligir og blíðir, so her var ikki neyðugt at sita við tómum borð- iski. Aftaná matin fekk eg hevi til at skifta orð við mat- móðurina. Hon greiddi fegin frá, at maður hennara og hon sjálv róku hetta hotellið, og at unglingarnir báðir vóru synir teirra, sum nú ið teir hevdu skúlafrí hjálptu til við borð og annars har ið ástóð. Husbóndin var kokk- ur og gjørdi matin. Familjan greiddi mest alt arbeiðið sjálvt, tey høvdu bara eina konu til hjálpar við at | | okkara bólkur var einsamallur um alt hotellið, her var eingin annar gestur. Skal sigast at vit fingu vent okk- um. Her var rúmlig matarhell, stórar sitistovur, sjón- varpsstova og móttekuhell, umframt ein hóp av sovi- rúmum, eg veit ikki hvussu nógv, men mong stóðu tóm. Við náttverðaborðið boðaði Ásmundur frá, at undir- hald, livandi tónleikur og dansur var hvert kveld yviri á hotell »Hallingen«. Stutt var ímillum og bussurin kom at koyra aftur og fram hvert kveld. Annars vóru flest móð av ferðini fyrsta kveldið og fóru til hvíldar. SO AVBERA FRIÐALIGT Morgunin eftir vaknaðu vit til brennandi sólskin og hin fríska fjallaluftin kom inn, tá ið hurðin til svaluna varð latin upp. Baðirúmið inni á kamarinum var hent ikki minst um morgunin. Borðreitt varð til morgunmat: ar klokkan 8.00 og her var nokk at eta. Nú kundi ein eis- ini smyrja sær matpakka til at hava við antin ein valdi at fara útferð ella at sita heima. Degverðin varð nevni- liga ikki etin fyrrenn kl. umleið seks-sjey á kveldi, tá ein kom aftur av útferð. Men ein ráddi sjálvur fyri, hvussu nógv ein koyrdi í matpakkan, og har var nógmikið at taka av. Veðrið var so vælsignað gott hvenn einasta dag, og sjálvt um vit vóru uppi í meira enn 1.000 metra hædd, so sá sólin avbera heit, ja heilt upp til 30 hitastig í skugganum. Men hitin kendist tó ikki kvalin. Her uppi á fjøllunum kann vera so avbera fridaligt, at tað kenst sum lekidómur burturfrá tí ófriðaligu nútíðini. Her hoyrdist einki óljóð av bilum ella maskinum, og her var opin vídd so langt eygað rekk. Ein kensla av friði, sum ikki kann sigast frá. Hvenn morgun við morgunmatarborðið varð sagt frá, hvar leiðin gekk um dagin. Bussurin varð nógv brúktur, og vit gjørdu styttri og longri útferðir hvenn dag. Tey alraflestu luttóku í hesum útferðum. men onkur valdi eisini at verða heima av og á. Tey kundu so njóta hitt góða veðrið og sólina á svaluni ella úti, og væl bar eisini til at spáka nærhendis, tí sum sagt var friðaligt og eing- in órógv av bilum. Við bussinum varð koyrt víða. Vit vóru ein túr í Fag- ernes har vit vitjaðu eitt savn av fornum bóndahúsum. Her fingu vit innlit í gamla norska bóndamentan, og í hesum húsum vóru bæði brúks- og prýðislutir. Seinni fóru fólk so at vitja í handlarnar ella inn onkustaðni fyri at fáa sær ein kaffimunn áðrenn farið varð til hús. Ein heilan dagstúr varð koyrt fyri at vitja eitt glas- verk, og her fingu vit so hevi til at síggja hvussu tær ymsu glasverurnar vórðu gjerdar, og her kundi ein eis- ini keypa ein ella annan glaslut til tinganest. Vit koyrdu framvið størsta vatninum í Noregi »Mjøsa« og hugdu at stórum fossum. Eisini vitjaðu vit eina gamla Stavkirkju frá uml. ár 1100. Hesar kirkjur eru bygdar úr stórum klovnum træbulum, sum eru merktir av elli. Í kirkjuni var eingin sessur, so kirkjufólk hevur helst staðið uppi undir gudstænastuni. Teir gomlu tóku sær ikki av lett- um. Hin lítli býurin Gol er helst ein miðsteð her uppi millum fjalla? Her fer jarnbreytin millum Oslo og Berg- en framvið, og her eru hotell, skúlar, læknar og alt býar- kent. Her er eisini ein hópur av handlum. Vit vitjaðu har tvær ferðir. Ein sunnudag vóru vit í kirkju har, og sjálv- andi gjørdu fólk eina handilsferð. Um kveldið vitjaðu nekur okkara yvir á Hallingen hotell, har hin flokkurin helt til, og har var ofta veitslu- dámur. Jóansekukveld varð kynt stórt bál uttanfyri, og eisini skuldi gandakellingin brennast á báli. Hesa vekru summarnáttina var fitt av fólki samankomið um bálið, og har varð dansað. Henda vikan gekk skjótt, kanska alt ov skiótt fyri tey flestu. Veðrið var jú so vælsignað, og bara hin eina dagin kendist úr honum, men tað vardi bara eina letu so sá sólin aftur. Ein dagin vitjaðu vit eitt nnað hotei sum var sterr: enn okkara, men har sou V!! Í ; £ Bee