Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1986síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Stundisliga kl. 15.00 mikudagin hin 28. juni 1986, legði Norrena til bryggju í Tórshavn. Væl gekk at sleppa í land, har tollararnir tóku ímóti. Men teir vóru blíðir, og vit hevdu jú bara hondviðferi. Nú vóru vit komin aftur á klettarnar, og hygg — har stóð bussurin og bíðaði, men nú var tað ein annar Ásmundur sum var ferari nevniliga Ásmundur Johannesen, sum á ferðini hevði koyrt hin bussin. Men ein Ásmundur og annar — teir eru báðir fittir menn. so her var alt í besta lagi. Skjótt var avgjert, og letu seinni vóru vit á ferð norður eftir oyggj. Hýrurin innanborða var hin allarbesti, og trivið var eisini í onkran sang. Á vegnum fóru vit oman til Kvívíkar við Onnu og Arngrími, sum høvdu verið við í ferðalagnum, og so varð hildið áfram til Vestmanna. Á veg til Sandavágs, meðan vit enn vóru saman, takkaði formaðurin ellum luttakarunum. sum hver í sín- um lagi høvdu gjørt sítt til, at ferðin hevði verið so sera góð. Men hann minti á, at vit høvdu eisini Smy ril Line og teim góðu bussførarunum nógv fyri at takka. Orð hansara fingu góða undirtøku frá øllum, sum vóru á einum máli um. at hetta hevði verið ein ógloymandi ferð Gott er at koma út viðhvert. at hoyra aðrar tungur og síggja onnur ting, sum yrkjarin tekur til. Men so mikið betur er tað tá at koma heimaftur. Hetta máttu vit av rettum ásanna. Ikki er langt av Oyragjógv til Sandavágs, og her skuldu tey fyrstu av. Men einaferð enn fingu vit gott prógv um at okkara bussferarar vóru bæði »gentle- menn« og skilamenn. Bussferarin slepti okkum ikki uppá fjall, men koyrdi hvenn einstakan, har tað bar til heilt til dyrnar, og so var bert eftir at fáa út vidførid, sum hevði ligið væl forvart i bussinum síðan vit fóru frá hotellinum millum fjalla í Noregi. Henda tænasta var ein stór hjálp hjá ellum, og ikki minst hjá teimum av okkum, sum á ein ella annan hátt høvdu brek ella vóru illa gongd. Vágoyggin tók væl ímóti okkum henda seinnapartin á degi. Jóansekan var beint farin afturum, og veðrið var hitt allarbesta. Her kendu vit okkum heima, og her var heldur ikki nakar mjerki, sum fólk uttan fyri Vágoynna vilja vera við. Tað var ein vælhýrdur bólkur, sum takkaði fyri seg áðrenn farið var úr bussinum, og undirritaði hevur við hesi neyðarsligu frágreiðing roynt at flyta hesa tekk longur fram á vegin. EFTIRSKRIFT: KOKKABRÚDLEYP Tað vil so verða, at okkurt kann liggja eftir, og so er her. Eg nevndi, at vit úr Vága Pensiónistafelag vóru einastu gestir á ellum hotellinum. Hetta er ikki rættiliga beint, tí meðan vit vóru har, var har ein brúdleypsveitsla, og sjálvandi vóru fleiri gestir tað kveldið. Men hetta órógvaði ikki okkum, tverturímóti. Einasta broyting var, at vit tað kveldið ótu degverðan í eini minni mat- stovu. Men dagin eftir komu vit um eg so má siga í brúðarhús ella kanska var tað kokkabrúdleyp. Tá ið vit komu aftur av útferð tann dagin, vóru vit ell fólkini úr báðum bussunum boðin til kaffi og lagkekur. Samstundis fingu okkara vinir og felagar hevi til at síggja seg um á hotell »Kamben«. Leggjast kann afturat, at vit vóru nógv saman við hinum bólkinum á teirra hotelli »Hallingen«. Hetta var sera hugnaligt og stuttligt, og sjálvandi siga vit teimum takk fyri hesa hugnaligu tíð, ikki minst fyri kveldini á hotell »Hallingen«. Brúðarparið | 4%. Føroya Sp = = = Deildarleiðari Til at standa fyri dagligu leiðsluni av for- sorgardeildini á Almannastovuni er eitt starv sum deildarleiðari leyst at søkja. Starvið verður at seta sum skjótast. Arbeiðsuppgávurnar á forsorgardeild- ini eru í høvudsheitum: Umsitan av lógini til almenna forsorg, umsitan av lógini um barna- Í forsorg og | játtanum til endurútbúgving. | | > 18 í Á deildini eru í løtunt normerað 8 Fólk við royndum/útbúgving innan gkið hava fyrimun. Starvið verður lønt í 20. sambært sáttmálanum millum Feroya landsstýri og Starvsmannafelagið. Umsókn við avriti av prógvum, við- mælum v.m. verða at senda Almanna- stovuni, Postboks 196, 110 Tórshavn innan 5.1.1987. størv lønarflokki ALMANNASTOVAN STARVSFOLK Fylgjandi størv eru leys at søkja í FØROYA SPARIKASSA, Tórshavn 2 skrivstovufólk Starvsøkid verður við kassan. Arbeiðstíð 38 1/2 tíma um vikuna løn samb. avtalu banka/sparikassaútbúgving hevur fyrimun. 1 kantinukvinnu Arbeiðstíð 30 tímar um vikuna, aðru hverja viku Løn samb. avtalu 1 starvsfólk Starvsøkid verður ymiskt, so sum koyra til deildirnar, hjálpa til í arkivi 0. a. t. Arbeiðstíðin verðu 38 1/2 tíma um vikuna Løn samb. avtalu. Umsókn, saman vid møguligum prógvum og viðmælum verða at senda til hovuðs skrivstovuna í Tórshavn seinast 30. des. 1986. fólksins peningastovnur si | Nr. 145 — 20. desember 1986 ELEKTRIKARI Vaktar- og Bjargingartænastan søkir eftir elektrikara við útbúgving til vaktar- skipini. Ein ið hevur royndir við el-arbeiði um- borð á skipi hevur fyrimun. Kravt verður læknaváttan til roykkav- ara. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Landsstyri og Maskinmeistara- | felagið / Starvsmannafelagið. | Skrivlig umsókn skal vera Vaktar- og | | Bjargingartænastuni, Box 347, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lag: 15. ja. 1987. Vaktar- og Bjargingartænastan Box 347 - 110 Tórshavn Fulltrúar á Landsskrivstovuni Tvey størv sum fulltrúar á landsskriv- stovuni eru leys at søkja. Tey, sum sett verða, skulu hava lokið prógv sum cand.jur., cand.polit., cand.oecon., cand.scient pol., cand.- mecc., ella hava aðra tilsvarandi út- búgving á hægri stigi. Lesandi, ið rokna vid at taka prógv í januar /februar 1987, kunnu eisini søkja. Løn sambært avtalu millum landsstýr- ið og Búskapar- og løgfrødingafelag Foroya. Umsókn saman við prógvum og meguligum ummælum, skulu vera Landsskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 20. januar 1987. LANDSSKRIVSTOVAN AVLOYSARI Søkt verður eftir skrivstovufólki sum av- loysari á Líkningarráð Føroya frá 15/1 1987 — 31/1 1987. Starvið fevnir um alt vanligt skriv- stovuarbeiði og verður lønt eftir sått- málanum millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið í 7. ella 9. lønar- flokki. Umsókn við møguligum prógvi og viðmæli verður at senda til Líkningarráð Foroya, Postboks 51, Tórshavn, innan 1. januar 1987. LÍKNINGARRÁÐ FOROYA