týsdagur 23. desember 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Utgevari: P/f Sosialurin O
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Argjavegur 25, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Torshavn
Jólini og
børnini
JOL eru i hondum. Hetta merkist å
nærum hvørjum mansbarni. Gledin
og spenningurin økjast alt meira nu
tað nærkast hesi kanska størstu av
øllum okkara høgtidum.
JÓLINI eru minnið um, tå Jesus-
barnið varð føtt í Betlehem fyri skjótt
tveytúsund árum síðani. Tað er í stór-
an mun hesa hending, sum nógvar
hundrað milliónir menniskju um allan
heim byggja sína kristnu trúgv á.
Henda hending hevur sum eingin
onnur í hesum tveytúsunda ára skeiði
mannaættarinnar fest seg í huga- og
kensluheim hjá so mongum.
Í DAG eru jólini i størst mun hátíð hjá
og fyri okkar unga ættarliði — børn
unum. Tað eru tey, sum gleða seg
mest til jóla. Tað verður heldur ikki
gjørt so lítið burtur úr júst børnunum
— eitt nú í útvarpi og sjónvarpi. Allan
henda seinasta mánaðin hava hesir
fjølmiðlar roynt at fjálga um jólahá-
tíðina sum var hon fyrst og fremst
hátíð barnanna. Tí kunnu vit bert
fegnast um.
Í ÚTVARPINUM hava ymisk fólk nýtt
høvi at senda børnunum í Føroyum
heilsu á jólum. Sosialurin hevur íkki
verið við í hesi sending og fara vit tí
her at nýta høvi til at senda tykkum
børnum og eisini foreldrum tykkara
eina heilsu.
TIT børn og foreldur eiga at hava i
huganum tey mongu úti í heimi, sum
júst á jólum ikki hava sama møgu-
leika sum tit at fegnast um jólahá-
tíðina. Har eru børn sum hvorki hava
mammu ella pápa, eina systur ella ein
beiggja, og sum heldur ikki fáa nakra
jólagávu.
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljésmyndari:: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
NÚ jólini nærkast, og tit børn gleða
tykkum til gávurnar, so halda vit, at
vit øll somul eiga at senda teimum
børnum, sum ongan góðan eiga og
sum ongar jólagávur fáa, ein tanka.
Kann tað so blíva til meira enn tað og
foreldur tykkara á onkran hátt vilja
stuðla og hjálpa hesum mongu
fåtøku børnunum, so hevði tað ikki
verið verri. Nú halda vit, at føroysk
børn eiga at vera glad, tí vit hava tað
so gott her í Føroyum.
EITT ynski hava vit at bera fram her,
nå tit og kanska onkur av foreldrum
tykkara lesa hetta. Tad ger okkum
øllum so ilt at skula hoyra ylandi am-
bulansusirenur dag um dag og vita, at
nú er aftur onkur komin til skaða í
ferðsluni. Altíð kemur ein tá at hugsa
um tykkum óseku og livsgladu børn.
Tað er so meiningsleyst, at tit blíva
offur í ferðsluni. Tit eru so livandi og
so spæliglað, at tit hugsa ikki altíð
um bilarnar.
OKKARA ynski er, at øll børn royna
at ansa sær í ferðsluni. Og til tykkum
foreldur er bert at siga: havið ALTÍÐ
børnini í huganum, tá tit koyra. Eru tit
góð við børn tykkara, so koyrið var-
liga, Tolin trivst, sigur orðatakið. Hví
skunda tykkum so nógv. Mong av
tykkum foreldrum, tit eru so upptikin
og so stressað, at tit gloyma børnini.
Ein sær hvussu glað tey eru, tá ein
gevur sær stundir at tosa við tey.
Heldur áttu tit at glett tykkum saman
við børnunum. TAÐ hevði so verið
tann BESTA jólagávan til børnini í
Føroyum.
Sosialurin
Nr. 146 — 23. desember 1986
Til »Mentada
havnarmannin«
Tá id tú vilt gera mær
klárt, at tú ikki ert frá-
haldsmaður og ikki limur í
nekrum trúarfelagsskapi,
men tó limur í fólkakirkj-
uni, og trýr, tú sleppur
undan at verða settur í
somu steðu sum meirilut-
in av Feroya fólki, frá-
haldsfelagsskapir, trúar-
felagsskapir; her fert tú
sskeivur, tí fólkakirkjan
er ikki undantikin!
Tú hevur eina ógvuliga
flokt aog torskilda hugs-
an, tí tú blandar upplýs-
ing og viðgerð saman, eg
eri tí greiður yvir, at tú
roynir at kasta ábyrgd-
ina/skyldina yvir á meg,
men so lættliga sleppa tú
og felagsskapirnir, fólka-
kirkjan ikki undantikin,
ikki, tí tann áskoðanin
sum fólkaatkveðan bygg-
ir á móti fríari rúsdrekka-
selu, stavar frá 1907. Ein
frí rúsdrekkasela er ein
mentan, skapar man forð-
ingar av slíkari selu, tekur
man minnilutin av ræði í
egnum avgerðum/viður-
skiftum, og skerjir man
rættin til at vera menn-
iskja og til frælsi. Tað hev-
ur tú framt saman við
meirilutanum av Feroya
fólki, fráhaldsfelagsskap-
um/trúarfelagsskapum/-
fólkakirkjuni, og hetta er
eisini at avmarka fríari
rúsdrekkamentan! So
kast tú aftan á hetta ikki
loya tær at undirskriva ft-
ursvar »mentadi havnar-
maður“, tí tað hóskar ikki
til tíni aftursvar, og tú
vísir teg ikki at duga at
meta viðurskiftini á rætt-
an hátt.
Tú ert ikki nakar góður
eygleiðari av samfelags-
gongdini. Tú sigur at
flestu lesarabrøv mini eru
undir allan kritikk, hvat
morali viðv. Kritikkur og
moralur hevur einki við
hvert annað at gera. Tú
ert ikki førur fyri at meta
um míni lesarabrev við
tínari fløktu og torskildu
hugsan. Heldur tú t.d. at
Í á
Býráðið og ell onnur, sum
hava tikið nógv upp eftir
einum frá lesarabrevum,
at tað/tey arbeiða undir
allan kritikk, hvat morali
viðv.
Tú sigur teg kenna eitt
sindur til mítt túnatos
uttan nærri at koma inná
tað. Eg havi ikki nevnt i
fyrra aftursvari, at minni-
lutin av Feroya fólki
skuldi avgera, um vit
skuldu hava fríari rús-
drekkaselu. Ein slík rús-
drekkasela skuldi verið
framd uttan fólkaat-
kveðu, ið var ófolkaræðis-
lig, ódemokratisk, ómenn-
iskjalig og av tí ónda. So
ikki hava tit broytt áskoð-
an síðan 1907, tit eru eftir-
bátar so tað forslær.
Gevst við tínum heila-
spunum.
Hans Birgir Hansen
»Hin« målteigurin
Meðan vit øll gremja okk-
um um feroyska málið vit
nýta er nóg feroyskt, fari
eg at byrja ein annan
»målteig« (altrnativan« á
altjóðamáli), nevna hann
»hin« målteigin, har »hin«
sipar til, at ein annar
longu er til stadar. Og
hvat er so meiri hóskandi
enn at byrja við nýtsluni
av orðinum „hina?
Vit skriva og siga van-
liga »hin« og »tann« fyri
framman navnordum, hó-
ast tað er fullkomiliga
óneyðugt. Takið nú orðið
»tann«: tann halaleysi
frensurin, tann fremmandi
maðurin hví ikki siga
halaleysi frensurin og
fremmandamaðurin ?
Og so p»hin« (her í
hverkikyni): Hitt for-
oyska studentafelagið —
Hetta merkir í veruleikan-
um, at vit frammanundan
hava »Hetta feroyska
studentafelagid«, og at
eitt »alternativt« felag
kemur og nevnir seg
»hitt«. Ti í veruleikanum
krevur »hitt« altíð at
»hetta« er til staðar. T.v.s
„ikki hetta, men hitt.«
Lat so hetta vera nóg
mikið fyri hesaferð
Næstuferð kemur hitt.
P.S. »Hitt« hevur á før-
oyskum sum kunnugt eis-
ini fingið eina hjámerking.
Hana fara vit at lata
liggja — tí hon er best
liggjandi.
múli
Útbúgving
neyðug í
fiskivinnuni
Størri krøv til góðsking av fiski, betri teknikkur, fiskimarkið út-
flutt, meiri kapping og ovurfisking ger tað neyðugt at seta út-
búgvingar á stoun, segði Henrik Old, tá logtingsmálið um fiski-
vinnuutbugving fekk fyrstu viðgerð í logtinginum í farnu viku
Tað er gleðiligt, at man í
okra landi hevur ásannað,
at tey, sum virka í okra
hevuðsvinnu, skulu hava
útbúgvingarmeguleikar.
Við undantaki av
navigatións- og maskin-
skúla hevur tað frá gaml-
ari tíð verið soleiðis í okra
samfelag, at eingin annar
vegur hevur verið til
hægri útbúgving í fiski-
vinnu enn bókliga útbúgv-
ingin, sum mest hevur
verið tráðað eftir.
Øll ynskja børnum sín-
um so hega bókliga út-
búgving sum gjørligt. Ti
hava politikararnir kent
seg noyddar til at fylgt
>