Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 NÚ ÁRIÐ er farið at halla, er rætt at steðga á og líta aftur um bak. Tað var felagsskapurin Sameindu Tjóða sum lýsti hetta árið at vera altjóða friðarár. Vit mugu tían- verri ásanna, at 1986 hevur verið alt annað enn friðarligt, og at royndirnar at skapa linna í heim- inum hava ikki verið væl eydnað- ar. VIT lata ikki upp fyri útvarpi ella sjónvarpi uttan at hoyra tíðindi um kríggj og stríð — alla staðni í heiminum. Í Miðeystri, í Fjar- eystri, í Amerika, í Afrika o.s.fr. kunnu vit reksa upp lond, sum dagliga eru merkt av kríggi og ófriði, og har túsundtals menn- iskju lata lív. TÁ TOSAÐ verður um at skapa linna í heiminum, so eru tað fyrst og fremst tey bæði stórveldini, USA og Sovjetsamveldið, ið vit koma at hugsa um. Tað eru hesi londini, sum skulu taka stig til linna í heiminum, men tá vit líta aftur um bak, so vita vit, at júst hesi londini eru alt annað enn hugað fyri at skapa linna í heimin- um. Tey hava Afghanistan og Nicaragua á samvitskuni, men haraftrat eru tey størstu framleið- arar av vápnum, sum tey selja til lond sum Iran og Írak. Vápnaídn- aðurin tykist at eiga veruliga vald- ið í hesum báðum londunum. Tað er hann, sum avger, hvussu leingi krígg kunnu halda á ymsa staðni í heiminum. TAÐ, sum serliga setti dám á hetta árið, var tann nógv umreddi friðarfundurin í Reykjavík millum Reagan og Gorbatjov. Úrslitið skuldi tó vísa seg at vera beint Útgevari: P Sosialurin Ø Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen ; Tórfinn Smith Ljésmynderi: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 tvørturiméti. Tad gjørdist bara enn meira greitt aftan å hendan fundin, at tad er våpnaidnadurin, ið hevur veruliga valdið í heimin- um. Tað er hann, sum avger lagnu okkara. VANLIGT er at tað almenna skip- ar fyri tiltøkum, tå ST avger at eitt ár skal vera halgað børnunum, eitt teimum brekaðu, eitt friðin- um o.s.fr. Vit mugu tianverri ásanna, at okkara politisku mynd- ugleikar hava ikki í sama mun sum fyrr gjørt nógv burtur úr hes- um árinum. Tí vilja vit hervið átaka teir fyri. Annars hava fel- agsskapir og einstaklingar gjørt ymiskt burtur úr friðararbeiðinum og tað er so bert at vóna, at hetta arbeiðið kann vera spirin til, at vit fáa linna í heiminum. Her verður so ið hvussu so er hugsað um okkara part av heiminum. Vit eiga at forða fyri, at kjarnorku- vápn eru á okkara land og sjógki, og vit eiga somuleiðis at vera utt- anveltað. Tað var tí stórur ósigur fyri friðin og ein skarnsgerð í frið- arárinum, tá fólkaflokkurin her- fyri kunngjørdi, at hann er fyri at útlendskt hervald skal vera á før- oyskari jørð, og at hann tí gongur frá teirri løgtingssamtykt, sum hann var við til at gera um at mót- mæla, at hervald er á føroyskari jørð. LAT okkum vóna, at henda stóða fólkafloksins ikki fer at fáa undir- tóku millum manna. Vit hava so mikið álit á føroyinginum, at vit halda, at hann tekur ikki undir við hesi avgerðini um at militarisera oyggjar okkara. jamii Nr. 147 — 30. desember 1986 Hvat fer ruskætlanin hjå IRF at kosta? Hetta er ein av teimum spurningum i sambandi vid ruskmálið, ið eru lítið umrøddir í føroysku fjøl- miðlunum. IRF hevur tó havt nakrar metingar, og tær eru hesar: nyiløga til brennisteðina 50 mill. kr. rakstur av brennistødini 15 mill. kr. um årid Upphæddin uppå 50 mill. kr. gav Jogvan Påll Lass- en i SvF fyri nøkrum vik- um síðani, og at tær årligu rakstrarútreiðslurnar verða ikki meiri enn um- leið 15 mill. kr. árliga, hava limakommunurnar fingið lovað frå leiðsluni í IRF. 15 mill. svara til 500 kr. árliga fyri hvenn íbúgva í IRF-ekinum. Eg skal her gera nakrar viðmerkingar til omanfyri nevndu upphæddir. Fyrst iløgan Brennistødin i Havn kost- ar 55 mill. kr., tå ið hon er liðug. Tann hjá IRF hevur somu stedd. Burtursæð frá eini nakað bíligari út- graving, er tað óhugsandi, at hon annars á nakran hátt verður bíligari enn tann á Sandvíkarhjalla. Heldur tverturímóti. Aftrat hesum hevur brennisteðin hjá IRF fing- ið nýggj og harðari um- hverviskrev at lúka og hetta hevur við sær meir- iløgur í teknikk. »Dansk Kedelforen- ings« rættiliga detaljer- aðu kostnadarmeting ium hesar meiriløgur er í stut- tum hesar (okt. 1985): Kálkanlegg til neutrali- sering av sýrum (turran- legg) 7 mill, (vátanlegg) 13 mill. Lat okkum ganga út frá, at IRF velur tað bílig- ari anleggið, hóast tað er nakað dýrari í drift. Aftrat hesum betri di- mensionering av elektro- filtri 0,5 mill. ekstra máli- tól 0,5 mill, meirílega í ovn 0,5 mill. Tilsamans 8,5 mill. uttan moms. Við »minimumstolli« og trnasporti til Føroya fer hetta talið nakað upp um 10 mill. kr. Ein prisur upp á 55410=65 mill. kr. er ein lágt sett kostnaðarmeting fyri ta nýggju brennisteð- ina. Til skrivaran í IRF skal eg koma við hesi áheitan. Kom fram og prógva, hvussu tit í IRF hava funnið fram til tlaið 50 mill. kr., sum tú ferdi fram i »Degi og Viku« hósdagin tann 6. november 986. Í sambandi við iløgu- spurningin eigur her at leggjast aftrat, at ikki slepst undan at gera veg uppá uml. 2,5 km í sam- bandi við byggingina av brennisteðini. Vegiløgan uppá 15-20 mill. eigur tí at leggjast aftrat íleguni til brennisteðina. Og síðani raksturin Her er eisini fruktbart, at gera eina sammeting við rakstrarútreiðslurnar fyri brennisteðina í Havnini. Rakstrarætlanin fyri hesa stød er uppá tilsamans 13,1 mill. kr. um árið. Rakstrarútreiðslurnar fyri IRF-brennisteðina kunnu so gerast upp í muntil rakstrarútreiðslur- nar fyri brennisteðina í Havn. Meirútreiðslan, t.v.s, tað sum IRF-brennisteðin er dýrari enn tann í Havn verður uppgivin. Her skulu nevnast nakr- ar av teimum útreiðslum, ið vit við vissu vita, verða sterri fyri IRF-brenni- steðina enn fyri Havna- brennisteðina. Hetta eru útreiðslur vit bara neku- lunda kenna stórleikan av. 1. Innsavnan og koyring av ruski: meirútreiðsla umleið 4 mill. kr. ár- liga. Her haldi eg meg til, at henda útreiðsla í Havnar kommunu er sett til 2,7 mill., og IRF-ekið er 2 ferðir so fólkaríkt, og nógv meira spjatt enn Havnin. Haraftrat: Útrokningarnar hjá Heina Olsen ffa 1978 við 1976- og 1977-prís- um, vístu, at tað kost- aði 3,34 mill. at savna alt Feroya rusk á Glyvursnesi. Hetta er umroknað til 1986 krónur 7,35 mill. kr. Posar: meirútreiðsla 0.7 mill. kr. (posatalið i IRF-økinum verður dupult so stórt sum tað í Havnini). 3. Ruskpláss til óbrenn- bart rusk og esku. Meirútreiðsla: 2,5 mill. kr. (Tað verða í alt 6 ruskpláss í Føroyum. Slaggoymslan bara fyri Havnna verður av Havnar kommunu mett at kosta 0,8 mill. kr. árliga. 4. El, meirútreiðsla: 0,4 mill. kr. 5. Øsku- og rusktrans- portur, meirútreiðsla: 0,2 mill. kr. 6. Kálknýtsla, meirút- reiðsla: 0,2 mill. kr. (Brennisteðin í Havn hevur einki kálkan- legg). 7. Rentur og avdráttir, meirútreiðsla: 1,8 mill. kr. Tilsamans eru hesar meir- útreiðslur 9,8 mill. kr. ár- liga, svarandi til 13,149,8=22,9 mill. kr. í árligum rakstrarútreiðsl- um. Við eðrum orðum uml. 10 mill. kr. dýrari enn tann í Havnini árliga. Hetta eru leysligar kostnaðarmetingar, og uppii her eru heldur ikki roknaðar allar tær ekstra rakstrarútreiðslur, ið standast av at lúka ell tey nýggju strangaru krevini, ið brennisteðin hevur fing- ið sett. Einstøk av omanfyri nevndu telum eru kanska í hægra lagi, men tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hverji tel og hverjar útrokningar leiðsl- an í IRF nýtir, tá ið hon kemur til umleið 15 mill. kr. í árligum rakstrarút- reiðslum fyri samlaðu ruskskipanina. í Tórshavn 29. des. 1986 Jóannes Eliasen Heilsan til løgmann Vit vilja við hesum takka legmanni og landsstýri fyri brátt farna árið og ynskja góðan byr fram- yvir. Mangir hava stríðs- spurningarnir verið í ár- inum og ákoyringarnar hava verið harðar. Bæði innlendis og uttanlands. Tit ringja — vit skriva (2 Tit hava staðið tykkum væl í ellum málum og fara vónandi eisini at gera tað í nýggja árinum. heilsan útróðrarmenn í Skopun Ringið telefon 118 20 É | *