Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 2 £ ere NL — H Nr. 147 — 30. desembe øroyingar áhugaðir at fiska við Reykjanesryggin fer á fundi í dag at greiða umboðum fyri fiskivinnuna frá royndarfiskiskapinum hjá Magnusi Heinasyni á og við Reykjanes- ryggin fyrr í ár Tað er framvegis ivamál, um tann í seinastuni nak- að umredda fiskileiðin við Reykjanesryggin millum Feroyar og Grenland verður nakað framtíðar- álit hjá føroyskum fiski- skipum. Úrslitið av royndarfiski- skapinum hjá Magnusi Heinasyni fyrr í ár verður til umreðu á einum fiski- vinnufundi, sum verður hildin á Fiskirannsóknar- stovuni millum jól og nýggjár. Í hesum sambandi er gjørd ein frágreiðing um royndirnar. Tað er Jákup Reinert, ið starvast á Fiskirannsóknarstovuni, sum hevur staðið fyri hes- um royndunum skal greiða frá teimum fyri fólki úr vinnuni Fleiri men! Í samreðu við Sosialin sig- ur Jákup Reinert, at uttan iva kunnu feroysk fiski- skip fáa nakað burtur úr við at fara vestur til Reykjanesryggin at royna. Men kortini eru fleiri men. Tey eru m.a. spurningurin um hvussu stór skip skulu fara av- stað og hver skal keypa fiskin. Tað snýr seg um eitt lí ið kongafiskaslag, sum hevur rættiliga nógva parasitt og hetta ger sel- una til eitt nú Japan sera trupla. Tað er tó eydnast Fiskaseluni at finna ein marknað fyri hesum fisk- inum í Ísrael. Hvat viðvíkur sjálvari veiðuni, so sigur Jákup Reinrt, at nógv er til av kongafiski vestan fyri Reykjanesryggin og at russar eitt árið, í 1984, fiskaðu 70.000 tons. Fiski- skapurin fer fram í gýting- artíðini frá apríl til juli. Tá eru oftani upp í 100 stór fiskiskip á leiðini og tí kann vera trongligt har. Tá Magnus Heinason royndi har á leiðini fyrr í ár var ein heilur floti av sovjetiskum og ymsum eysturlendskum fiskiskip- um har. Tá fiskiskapurin var bestur, fingu eystur- — Kongafiskur fengdir við Sphyrion lumpi. Flestu kongafiskar í veiðini hjá Magnusi Heinasyni í Irmingerhavinum í maí 1986 við snultarum h a), men einstakir vóru sum b) evdu fáar snultarar sum t.d. t 8 GREENLAND á Á Po # —-æ FR > At Pílurin vísir okkum leiðina. har mest er at fáa av kongafiski í apríl-juli — stutt vestan fyri sjálvan Rykjanesryggin lendsku skipini upp í 8-10 tons uppá troltíman, men vanliga lógu tey um 2-3 tons. Størri skip Jákup Reinert sigur, at føroysku royndirnar høvdu kanska givi8ð eitt betri og eðrvísi úrslit, um teir hevdu havt eins stór skip og russar og aðrir veiða við. Ju sterri skipið er, og tess sterri maskin- orkan er, tess betur er at fiska. Fiskað verður við flótitroli. Magnus gjerdi so eisini royndir við botntroli á sjálvum Reykjanesrygg- inum, men har fingu teir bert váttað sín varhuga, nevniliga at her er sera ringur botnur og at tað er nærum vónleyst at fiska við botntroli har. Hvat viðvíkur línuveiðu á hes- um økinum, so eru ikki so nógvar royndir gjerdar. Annars er júst hetta far- vatnið við Reykjanes- ryggin kent sum óveðurs- pláss. Tað er her at lág- trýstini taka seg upp og ofta er als ikki roynandi fyri berum illveðri. Enn óvissa! Men hverjar vónir hevur so Jákup Reinert til, at henda leiðin kann verða komandi fiskileið hjá før- oyskum skipum eisini! — Eg haldi tað er skeivt at geva nøkrum r vónir, tí enn ræð óvissa. Men eg nu... w siga so mikid sum, at her er nógvur fiskur og hevur tú tað rætta skipið, so kanst tú fáa nógvan fisk. Spurningurin er so til hvenn marknað og prís tú kanst selja hann. Hvat viðvíkur úttalils- unum hjá einstekum skip- arum um, at Reykjanes- ryggurin og leiðin har kann vera eitt av komandi ålitun. m hjá okkara verk- smiðjuflota sigur Jákup Reinert, at eisini her er stór Óvissa. Um so skuldi verið, so skuldi talan verið um okk- ara stóru og kostnaðar- miklu svartkjaftatrolarar. Men har er so tað ólukku- liga, at kongafiskatíðin við Reykjanesryggin er sum somu tíð, sum tað er besta svartkajftatíð her heima. Spurningurin um tað ber til at brúka henda kongafiskin er til surimi er so eisini nakað, ið ein ikki veit meira um. Men har kundi so verið gjerligt at gjert nakrar royndir. Jákup Reinert sigur annars, at meguleiki skuldi verið hjá nótabát- unum at partrola eftir kongafiski her við Reykja- nesryggin. Tað hevdi so verið eina roynd verda, heldur hann. Skip vestur í 1987? Enn hava teir á Fiskirann- sóknarstovuni ikki enda- liga avgjert, hverjar fiski- royndir skulu gerast í komandi ári. Men kann tað koma uppá tal, at teir fara at leiga sterri skip til at gera fleiri royndir við Reykjanesryggin? Jákup Reinert: — Fleiri skiparar hava sett seg í samband við okkum og siga seg vera hugaðar at fara handa vegin at royna. Tað var eisini ynski frá vinnuni, atw vit fóru við Magnusi at gera royndir. Men Magnus fer so ikki har yvir í komandi ári, so skal talan verða um fleiri royndir, mugu vit til at leiga okkum annað skip. Sjálvur haldi eg tað kundi verið áhugavert at farið yvir við einum av teimum stóru trolarunum ella meguliga tveimum nóta- bátum. Her eru so megu- leikar, sum kunnu royn- ast. Vit prenta á næstu síðu frágreiðing, sum Jákup Reinert hevur skrivað um royndirnar, Magnus Heinason gjerdi við Reykjanesryggin. jan