Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Nyggjårsrøda og búskapur HÓAST Ikki so nógv nytt, so var kortini ymiskt ikki so lítið skelkandi í nyggjårsrødu løgmans. Nú vit í farna árinum hava sæð eitt skip fyri og annað eftir fara undir hamaran og landskassin — tú og eg — hava verið noydd til at leggja út nógvar milliónir krónur í veðhaldum, so tykist nakað at benda á, at henda gongdin ikki er steðgað, men fer kanska at halda fram í nýggja árinum. LØGMAÐUR segði í nyggjårsrøduni, at flestu farmaskip okkara eru í vanda fyri at fara av knóranum í 1987, kemur ikki vend í raksturin ella verða ikki serlig hjålpartiltøk framd. Hóast vit hava vitað, at tað hevur staðið illa til hjá åvisum skipafeløgum, ið hava skip í uttanlanda sigling, so er stødan neyvan lýst so kontant sum nú av sjålvum løgmanni. Talan er um hundraðtals mill., sum landið her veð- heldur fyri og verða hesar upphæddir gjørdar effektivar, so er greitt, at tað verður tann vanligi borgarin i Før- oyum sum må rinda gildið. Tey, sum so hava sett pengar í hesi umrøddu skip, verda tå dupult rakt. Tad er so lætt at vera eftirklókur. Men spurn- ingurin um, hvussu skilagott tað nú var at fremja allar hesar stóru iløgur- nar í farmaskip uppá so stutta tíð, er helst meira aktuellur nú enn nakran- tíð áður. LOGMAÐUR nevndi so eisini tær mongu iløgur, sum verða gjørdar i nyggj fiskiskip i hesum årinum. Hetta er i samsvar vid landsstyrisins polit- ikk um, at vit skulu til at framleida okkum burtur år trupulleikunum heldur enn at spara okkum burtur år teimum. Eisini viðvíkjandi hesum iløgunum hava fólk sett spurnartek- in, men løgmadur metir tað vera av stórum týdningi, at tilikar iløgur verða gjørdar. Ein partur av ílggunum er til skip at veiða svartkjaft við, og helt løgmadur fyri, at vit hava ikki ráð at gevast í hálvum gekki við svart- kjaftinum. Her man hann vera á bein- ari leið, men okkum tykist, at tað tørvar ein dialogur millum landsins myndugleikar og vinnuna um, hvussu svartkjaftavinnan skal út- byggjast. Her eru spurningar sum, hvussu nógvur dentur skal leggjast á viðgerð á landi og á sjógvi, hvat veru vit skulu framleiða, um ikki ver- andi flakavirkir kunnu umbyggjast til at arbeiða svartkjaft, um ikki verandi nótabátar kunnu brúkast til at fiska svartkjaft til matna heldur enn at byggja stórar og dýrar trolarar o.s.fr. Í NYGGJÅRSRØDU síni viðger løg- maður fyri stóran part búskaparligu viðurskifti okkara. Tað er einki at iv- ast í, at síðani hetta landsstýri kom til fyri tveimum árum síðani er nógv hent til tað betra á hesum øki. Tað er tí rætt at rósa landsstýrinum fyri tess búskaparpolitikk, sum m.a. hevur havt tað við sær, at nokk er av arbeiði til allar hendur. At tað so hev- ur gingið yvir gevind« og vit hava fingið ein yvirupphitaðan økonomi, kunnu vit so bert åsanna og harmast um. Her hevur tad so ikki eydnast landsstýrinum i nóg stóran mun at stýra gongdini. Hetta vóna vit, at landsstýrið fer at taka til eftirtektar. Heldur ikki peningastreyminum og peningarikiligheitini í hesum sam- felagnum annars hevur landsstýrið megnað at stýra. So eisini her er vert hjá landsstýrinum at leggja sær í geyma, hvussu politikkurin tey kom- andi tvey árini skal síggja út. Tað hev- ur so kortini eydnast landsstýrinum at fáa ávíst eftirlit við uttanlands- skuldini hóast gjaldsjavnvágin fram- haldandi ikki er í lagi. Her restar so nakað í og kunnu vit bert vóna, at landsstýrið fer at megna at røkka enn frægari úrslit á hesum økjum í komandi árum. HVAT viðvíkur avtalum um sínamill- um fiskirættindi við onnur lond, so hava okkara samráðingarmenn víst framúr hegni og hevur hetta eisini al- tíð verið ein av sterku síðum løg- mans: at hann hevur avbera gott hegni at føra heim góðan fong til fiskimenn okkara av samrådingunum vid onnur lond um fiskirættindi. T.d. hevur eydnast okkum at fáa framúr góðar sáttmálar við bæði Sovjet og Noreg og er hetta nakað, sum fer at koma øllum okkara samfelagi til gagns í komandi árum. FLEIRI eru málini, sum vit framvegis ikki vita hvønn enda tey fáa. Eitt er SEV-útbyggingin. Her hevur lands- stýrið roynt at fingið SEV til at broyta útbyggingina við tí fyri eyga at fáa sum mest orku burtur úr. Møguliga fer tað at eydnast landsstýrinum at tosa SEV til »fornuft«. NÓGV hevur verið tosað um um- hvørvi og eisini alivinnuna í farna ári. Vit hava fingið at vita, at nú skulu vit fáa eina umhvørvislåg og eisini eina lóg fyri alivinnuna. Hóast flestu av okkum sóknast eftir hesum lógum, so er tó enn einki sum bendir á, at tær koma á tingborð í bræði. Vit fara tí her enn einaferð at eftirlýsa hesum so týdningarmiklu lógum. Nr. 1 — 3. januar 1987 Hondbóltsskráin Klaksvík Sunnudagin 4/1 13.00 Stjarnan - Kyndil a 13.45 Stjarnan - Kyndil 14.45 Stjarnan - Kyndil 16.00 Stjernan - Kyndil 17.10 Stjarnan - Kyndil 18.05 Stjernan - Kyndil Kambsdalur Sunnudagin 4/1 14.00 GÍ -VÍF a 14.45 GÍ -VÍF 16.00 GÍ - VÍF 17.10 GÍ - VÍF 18.10 GÍ-VIF a Runavík Sunnudagin 4/1 14.00 NSI-StIF 14.30 NSÍ -StIF 15.15 NSI-StIF 16.00 NSI-StIF 17.10 NSI-StIF a Skåli Leygardagin 3/1 12.00 EB- ÍF 12.55 Skåla-iF 13.40 StÍF a- ÍF 14.15 StiF-H71 15.25 KÍF a- H71 16.35 KÍF b- NSÍ 17.45 Skála - NSÍ Vestmanna Leygardagin 3/1 14.00 VÍF a- KÍF a 14.35 VÍFb-KÍFb 15.10 VÍFb-KÍF 16.00 VÍF - KÍF dl4 kv.u. IImenn IVmenn g16 d16 gl4 IIlmenn Ikv m.u. dl4 gl2 gl4 dl4 Imenn dl12 g16 g14 di2 IiImenn IV menn IV menn g16 dl2 dl2 dl4 Imenn Sunnudagin 4/1 15.00 VÍF - ÍF g16 16.00 VÍF - ÍF IIkv Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll Leygardagin 3/1 11.00 Neistin-TB d16 12.00 Neistin - TB dl2 12.35 Neistin a- TB Ilkv 13.45 Neistin- TB IIImenn 15.00 Neistin - TB Imenn 16.10 Neistin - Seljan Ikv 17.20 Neistin - SÍF IImenn 18.30 Neistin b - Seljan gl4 19.15 Neistinb-VIF IIkv Sunnudagin 4/1 13.00 Kyndil b - Seljan gl2 13.35 Neistin- SIF dl4 14.20 Neistin a - Seljan gl4 15.05 Kyndil - Seljan Ilkv 16.00 Kyndil- TB Imenn 17.10 Neistin b- SÍF m.u. 18.10 Neistin - SÍF d16 Gundadalshøllin Leygardagin 3/1 12.00 H71-VÍF gl6 12.55 H71-SIF d16 Sunnudagin 4/1 13.00 Neistin - Kyndil a gl2 13.35 Neistin- VIF IVmenn 14.45 H71-VIF IImenn 16.00 H71-VÍFb gl4