leygardagur 3. januar 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 3. januar 1987 tíðindablaðið Síða 11
arnasjúkur
burturbeinast
Um eini fimm ár verður óvanligt at fáa
barnasjúkurnar meslingar. fárasjúku og
reydlingar
Frá 1. februar fáa oll born ókeypis tilboð
um at verða vaksinerað móti teimum
trimum barnasjúku
num, og verða tey
fl stut ak SIN rad, hvort a sjúk urnar.
Tad verður væntandi
februar, at skipanin fer at
virka í Feroyum. Í Dan-
mark byrjaði hon nú á
nýggjárinum, men ymisk
formligt er eftir at fáa
greitt í Feroyum fyrst.
Gongur alt væl, verða
barnasjúkurnar meslingar
og fárasjúka ikki til um
eini fimm ár, og nekur ár
seinni verða reydlingar
ein sjjáldsom sjúka.
Mong eru fegin um, at
skipanin nú verður sett í
verk her. Í grannalondum
okkara og í nógvum eðr-
um londum hava tey vaks-
inerað móti barnasjúkun-
um við góðum úrslitum. Í
USA síðan 1964, í Noregi
og Sveríki síðan 1970.
Sovjet hevur eisini vak-
sinasjónina. Vit eru tey
seinastu í Vestureuropa,
sigur Andor Ellefsen, for-
maður í Læknafelagnum.
Í Danmark verða nú
nógvir pengar brúktir til
at upplýsa um vaksina-
sjónina fyri at fáa so nógv
sum gjørligt at taka ímóti
tilboðnum. Andor Ellef-
sen væntar, at feroyingar
flestir fara at taka av til-
boðnum. Tað hava vit
gjørt í øårum ferum, sigur
hann.
Nógv at siga
Summi halda, at barna-
sjúkur einki hava upp á
seg. At bern eiga at hava
hesar sjúkur.
Men so er ikki.
Meslingar kann vera ein
vandamikil sjúka. Nekur
bern fáa heilaskaða av
sjúkuni. Tað kann eisini
verða álvarsligt fyri vaks-
in fólk at fáa fárasjúku,
Framhald á síðu 13
Barnasjúkurnar kunnu
elva til onnur brek. Við at
vaksinera oll born móti
meslingum, fárasjúku og
reydlingum, slepst undan
ti Og barnasjúkurnar
sjálvar verða bastar.
Nýtt
Búnaðarblað
Búnaðarblað nr. 13 fyri
okt. ársfjórðing er
komið út, og tað er sum
vant á tremur við
áhugaverdum tíðind-
um úr land- og havbún-
aðarheiminum. Ser-
stakliga tvær greinir
kunnu takast framúr.
Tann eina er samreða
við Guðrið Andors-
dóttir, ið vitjaði her
fyri kortum í samband
við seminarið fyri alar-
ar, ið aliráðið skipaði
fyri. Guðrið hevur út-
búgving sum ernær-
ingsfysiolog við fiska-
fóðring sum spesiali,
og hon arbeiðir sum
granskari hjá Akva-
forsk í Noregi, og hon
hevur sostatt haldgott
innlit í alingina í Norð-
urlondum.
Samreðan snýr seg
m.a. um ymiskar
spurningar viðv. aling-
ini í Feroyum sammett
við hvussu alingin í
Noreg verður skipað
Her kemur ein rúgva
av áhugaverdum upp-
lýsingum fyri dagin, og
vit fáa at vita, hvussu
nógv enn er eftir at fáa
skil á, fyrr enn alingin í
Feroyum verður vinna,
ið er væl skipað og við
nóg góðum eftirliti.
Hin greinin er sam-
reða við Aka Morten-
sen, djóralækna, ið ar-
beiðir á fiskasjúku-
deildini á Heilsufreði-
ligu Starvsstovuni.
Aki er limur í aliráðn-
um og harumframt er
hann ein tann, ið er
mest inni í, hvussu
steðan er á feroysku
alibrúkunum viðv.
trivnað, sjúkum, rekt,
dálking v.m. Samreðan
snýr seg m.a. um,
hvussu alingin skuldi
verið skipað frá al-
mennari síðu og hverj-
um tervur er á, fyri
stýring kann fáast á al-
ingina sum heild.
Atli Gregersen, fiski-
vinnufrødingur, skriv-
ar um skeiðið fyri al-
arar, ið varð hildið á
Royndarsteðini í Kolla-
firði, har hann við tab-
ellum greiðir frá
vøkstri og dagligum
vekstri hjá síli og laksi,
og greitt verður eisini
frá, hvussu ein roknar
fóðurfaktorin.
Hanus Wardum,
landbúnaðarráðgevi,
skrivar um loðdjóraal-
ing; Dánjal á Argja-
boða, aliráðgevi, skriv
ar um smoltsteðuna
komandi vár og onnur
tíðindi frá havbúnaðar-
felagnum, og Sigga
Rasmussen skrivar um
jólaplantur.
Aðrar greinir eru
»Fiskiidnadar- og hav-
bunadarskulin«, »Ut-
sjónd, góðska og pakk-
ing stóran tydning«,
»Nyskapan innan al-
ing<, »Minkaaling í
Sumba«, >Neytahaldið
í Fugloynni farið í seg-
una< og ymisk onnur
smátíðindi
Haldið Søstalin